Fyrispurningur um Skúlan á Trøðni

100-18 Fyrispurningur til Signar á Brúnni, landsstýrismann, viðvíkjandi Skúlanum á Trøðni og Sernámsdeplinum

 

Ár 2000, týsdagin 25. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvørjum lógargrundarlagi var Skúlin á Trøðni undir í árunum 1990 - 1998?
  2. Hvat var lógagrundarlagið fyri at leggja Skúlan á Trøðni og Sernámsfrøðiligu Ráðgevingina saman?
  3. Er Sernámsdepilin ein almennur undirvísingarstovnur undir landinum?
  4. Hevur skúlin í Sernámsdeplinum skúlastjóra eins og aðrir skúlar, og hvørjar heimildir hevur hesin?
  5. Hví er barnagarsdeildin í Sernámsdeplinum niðurløgd sum viðgerðarstovnur, og viðgerðarskyldan flutt í almannaverkið?

Viðmerkingar:

Tann 24. novembur 1999 setti eg Signari á Brúnni, landsstýrismanni, fyrispurning í 6 punktum um Skúlan á Trøðni.

Svarið frá landsstýrismanninum kom til viðgerðar á tingfundi hin 18. januar 2000.

Eftir sum eg ikki meti meg hava fingið fullgott svar upp á 5 av spurningum mínum, seti eg teir fram av nýggjum, tó eitt sindur øðrvísi orðaðar, so eingin misskiljing skal vera.

AD. 1: Í fyrra svarinum upp á 1. spurning: Hvat fyri undirvísingarstað var Skúlin á Trøðni, og hvørjum lógargrundarlagi var skúlin undir, verður nógv gjørt burturúr at greiða frá tíðarskeiðnum, tá ið Skúlin á Trøðni var danskur sjálvsognarstovnur.

Seinni partur av spuninginum: Hvørjum lógagrundarlagi skúlin virkaði undir tey árini frá tí, hann ikki longur var danskur sjálvsognarstovnur, og til hann hin 1. januar 1998 varð niðurlagdur sum sjálvstøðugur skúli, og ístaðin gjørdist partur av tí, ið eitur Sernámsdepilin, verður als ikki svaraður.

Í staðin greiðir landsstýrismaðurin frá eini nevnd, ið hevur sitið og arbeitt í 1989, og um eina kunngerð, ið kom burtur úr hesum arbeiði. Orðarætt stendur í svarinum frá landsstýrismanninum at: "Nevndin var samd um at mæla landsstýrinum til at leggja virksemi skúlans í skipaðan karm við kunngerð um sernámsfrøðiliga ráðgeving, har skúlin var ein liður.

Hetta varð so gjørt, og kunngerð um sernámsfrøðiliga ráðgeving varð sett í gildi í oktober 1990. Síðani sigur landsstýrismaðurin, at "Skúlin á Trøðni var ikki longur sjálvsognarstovnur, og viðtøkur skúlans vórðu avtiknar."

Spurningur mín til landsstýrismannin var júst: Hvat var Skúlin á Trøðni so?

Skúlin hevur øll hesi árini verið partur av skúlaverkinum við egnari játtan á fíggjarlógini, so onkrari lógarheimild hevur hann virkað eftir.

Út frá svarinum hjá landsstýrismanninum kunnu fólk fáa ta fatan, at Skúlin á Trøðni aftur í 1990 gjørdist partur (liður) av Sernámsfrøðiligu Ráðgevingini og hevur verið tað síðani tá.

Men so kann ikki vera. Tí Sernámsfrøðiliga Ráðgevingin var ein partur av Landsskúlafyrisitingini og kann tí ikki vera sama skipan sum ein sjálvstøðugur skúli. Lógargrundarlagið undir virksemi skúlans má tí finnast onkra aðrastaðni.

Kap. 4 í fyrisitingarlógini frá 1978 eitur: "aðrir almennir skúlar". Fyrrverandi landsskúlastjórin hevur sagt, at lógargrundarlagið undir skúlanum júst var hesin partur av lógini. Í setanarskrivunum hjá starvsfólkunum á Skúlanum á Trøðni, tá ið tey gjørdust tænastumenn í føroyska fólkaskúlanum í 1990, stendur, at landsstýrið hevur gjørt av, at Skúlin á Trøðni skal vera ein almennur skúli.

Hesum upplýsingum kemur landsstýrismaðurin í svari sínum als ikki fram við.

AD. 2. Landsstýrismaðurin nevnir einki í svari sínum um, hvørjar heimildir hann hevði at niðurleggja ein almennan undirvísingarstovn og flyta játtanina (12,2 milliónir kr.) til fyrisitingina. Landsstýrismaðurin sigur, at grundarlagið fyri at leggja Skúlan á Trøðni og Sernámsfrøðiligu Ráðgevingina saman er avgerð landsstýrismansins, dagfest 16. feb. 1988. T.v.s., ein avgerð hjá landsstýrismanninum hálvttriðja ár fyri, at Sernámsfrøðiliga Ráðgevingin yvirhøvur var til. Helst er ein villa í svarinum. Landsstýrismaðurin meinar helst 16. feb. 1998. Men hóast tað, er spurningurin um lógargrundarlagið ikki svaraður. Til samanlíkningar kann nevnast, at sambært fólkaskúlalógini er ikki so líkatil at niðurleggja ein kommunalan skúla. Tí tykist tað løgið, at landsstýrismaðurin kann niðurleggja ein almennan skúla uttan at hava spurt Løgtingið, foreldur ella avvarðandi.

AD. 3: Her svarar landsstýrismaðurin bæði ja og nei. Fyrst sigur hann, at Sernámsdepilin er ein almennur stovnur í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. T.v.s. fyrisiting burturav. Um so er, er ikki heimild at undirvísa.

Seinni í svarinum sigur landsstýrismaðurin: "Skúlin er almennur."

Um so er, so skal skúlin hava egna játtan, reglugerð og stjóra, tí grein 55 í fólkaskúlalógini sigur, at á hvørjum skúla er skúlastjóri, ið hevur fyrisitingarliga-, pedagogiska- og fíggjarliga ábyrgd.

AD. 4: Her svarar landsstýrismaðurin: "Leiðari er í skúladeildini við ávísum heimildum."

Nú hevur landsstýrismaðurin bæði tosað um "almennan skúla" og "skúladeild"

Fyrispurningurin um, hvørjar heimildir skúlastjórin hevur, verður ikki svaraður. Heldur einki verður nevnt um, hvørjar tær ávísu heimildirnar eru, sum leiðarin á skúladeildini hevur.

AD. 5: Heldur ikki hesin spurningurin verður svaraður. Bert verður staðfest, at "sum nú er, hevur einki barn fast stovnspláss í barnadeildini."

Restin av svarinum snýr seg um eygleiðing, stuðulstovnar á bygd við ongum barnagarði o.a. Men tað var ikki tað, ið spurt varð um.

Upp í grein 66 í fólkaskúlalógini frá 1997 (almennir undirvísingarstovnar) hevur Løgtingið knýtt grein 4, stk. 4: "Landsstýrismaðurin kann bjóða børnum, ið enn ikki hava byrjað skúlagongdina, sernámsfrøðiliga hjálp."

Hetta vil siga, at verður Skúlin á Trøðni (Skúlin í Sernámsdeplinum) mettur sum ein almennur undirvísingarstovnur, so er eisini heimild fyri at hava serbarnagarð. Landsstýrismaðurin má kunna greiða frá, hví viðgerðarskyldan, ið barnagarðurin hevur havt, síðani Skúlin á Trøðni byrjaði, ikki er har longur.

Er tað so, at tað ikki longur finst heimild fyri at hava serbarnagarð í Sernámsdeplinum, so kann heldur ikki finnast heimild fyri at hava skúla.

Á tingfundi 26. januar 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 23. februar 2000 svaraði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Ad. 1: Skúlin á Trøðni var í 1989 fluttur frá Socialstyrelsen á føroyskar hendur. Hann var undan yvirtøkuni sjálvsognarstovnur og stýrdur av einum stýri, sum hevði manning av fólki í ávísum størvum. Skúlin kom eftir yvirtøkuna beinleiðis undir fyrisitingina. Ein partur av virkseminum fór undir Almannastovuna, meðan størsti parturin av virkseminum kom undir Landsskúlafyrisitingina. Heimildirnar til virksemið og til at bera útreiðslurnar hjá Skúlanum á Trøðni var at finna í § 3 í løtingslóg nr. 21 frá 22. mars 1979 um fólkaskúlan, har tað var ásett, at børn við serligum tørvi høvdu rætt til sernámsfrøðiliga hjálp og undirvísing. Hóast heimildirnar til virksemið var og er lógarásett í løgtingslógini um fólkaskúlan, so hevur Skúlin á Trøðni ongantíð verið ein fólkaskúli. Hann er ikki ein kommunalur skúli, og tí ikki stýrdur eftir somu reglum sum ein fólkaskúli, men beinleiðis av fyrisitingini. Reglurnar um heimildirnar hjá skúlanevndum, kommunustýrum, lærararáðum o.s.fr. vóru ikki galdandi fyri skúladeildina í Sernámsdeplinum, sum skúlin verður nevndur í dag.

Ad. 2: Landsstýrismaðurin gjørdi av at samskipa sernámsfrøðiligu ráðgevingina í Landsskúlafyrisitingini og virksemið í Skúlanum á Trøðni í eina fyrisitingarliga, námsfrøðiliga og fíggjarliga eind, sum er nevnd í Uppritinum um Sernámsdepilin. Sernámsdepilin er skipaður fyrisitingarliga í eina eind undir Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Heimildirnar til virksemið í Sernámsdeplinum eru í § 4, stk. 3, 4 og 5 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúla, har víst verður til rættin hjá landsstýrismanninum at áseta reglur um sernámsfrøðiligt virksemi.

Skúlin á Trøðni var, sum nevnt er í spurningi 1 ein fyrisitingarlig eind beinleiðis undir meginfyrisitingini og Sernámsfrøðiliga Ráðgevingin var eisini ein partur av meginfyrisitingini. Tað krevst tí ikki nakað ávíst lógargrundarlag fyri at leggja hesar báðar partarnar saman í eina eind.

Ad. 3: Skúlin í Sernámsdeplinum er ein serskúli í Sernámsdeplinum, sum er ein stovnur undir landinum.

Ad. 4: Í skúlanum í Sernámsdeplinum er skúlaleiðari, hvørs heimildir ikki eru ásettar í lóg ella kunngerð. Starvið er tí ikki skipað á sama hátt sum eitt skúlaleiðarastarv í fólkaskúlanum. Skúlaleiðarin og stjórin í Sernámsdeplinum eru báðir settir av landsstýrismanninum og eru partar av fyrisitingini. Skúlaleiðarin hevur útint virki sítt, soleiðis at tað starvsliga sæð í mest møguligan mun samsvarar við skúlaleiðarum fólkaskúlans. Landsstýrismaðurin kann altíð umvegis stjóran í Sernámsdeplinum taka aftur ella geva skúlaleiðaranum øktar heimildir.

Ad. 5: Tað hevur verið hildið rætt at leggja so nógv sernámsfrøðiligt virksemi fyri børn sum heild úti, har barnið býr saman við foreldrum, og har sum tørvurin er eyðsýndur. Tað er hetta, ið verður gjørt. At barnadeildin er minkað burtur í einki, er m. a. eisini ein avleiðing av hugburðinum um, at barnið hevur tað best í heimaumhvørvinum. Barnagarðsdeildin er ikki ein sjálvstøðugur stovnur, og kann tí minka, veksa, setast á stovn ella verða niðurløgd við eini av landsstýrismanninum tiknari fyrisitingarligari avgerð.

Málið avgreitt.