Fyrispurningur um barnsburšargrunn

100-19 Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstżrismann, višvķkjandi barnsburšargrunni

 

Įr 2000, tżsdagin 25. januar, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Lisbeth L. Petersen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur

  1. Hvussu langt eru fyrireikingarnar til barnsburšargrunnin komnar?
  2. Nęr kann hann vęntast, at hann veršur settur į stovn?
  3. Hevur landsstżrismašurin eina ętlan um, hvussu sami grunnur skal fķggjast?

Višmerkingar.:

Sķšani seinasta lųgtingsval hevur javnan veriš frammi ķ fjųlmišlunum, at barnsburšargrunnur skuldi setast į stovn.

Ķ valstrķšnum var barnsburšargrunnurin eitt av evnunum, sum so gott sum allir flokkar hųvdu į skrįnni.

Ķ fjųlmišlunum seinasta heyst hevur landsstżrismašurin nevnt, at barnsburšargrunnurin helst skuldi fara at virka frį 1. aprķl ķ įr 2000. Eisini hevur veriš nevnt, at ein arbeišsbólkur skuldi setast at arbeiša viš sama spurningi.

Višvķkjandi teim alment lųntu er nś ein skipan galdandi, tį avtala er gjųrd um spurningin viš sįttmįla, sum tryggjar kvinnuni fulla lųn, tį hon fer ķ barnsburšarfarloyvi, men į privata arbeišsmarknašinum er stųšan ikki hin sama. Ķ mongum fųri er taš arbeišsgevarin, sum ger av, hvussu mįliš um barsilsfarloyvi veršur umsitiš. Fķggjarliga orkan hjį arbeišsgevara kann vera avgerandi fyri, hvųrjar sųmdir kvinnan, sum veršur viš barn, fęr. Hetta sįst og eru dųmi um, tį kreppan ķ nķtiįrunum leikaši haršast į, og kvinnurnar į arbeišsmarknašinum vóršu mettar sum ein fķggjarlig byrša fyri summi. Hetta er órķmilig og óviršilig stųša og samstundis eitt dųmi um tųrvandi javnstųšu.

Ķ juni mįnaši 1999 varš rįšstevna hildin ķ Fųroyum. Samtyktina um at halda hesa rįšstevnu, hevši Śtnoršurrįšiš gjųrt, t.v.s. tinglimir śr Fųroyum, Grųnlandi og Ķslandi. Rįšstevnan fekk heitiš "Kvinnupolitiskur verkstašur". Rįšstevnan var fyrst og fremst faklig, og arbeitt varš ķ bólkum. Ein av nišurstųšunum, tį talan var um kvinnur į arbeišsmarknašinum, snśši seg um barnsburšargrunn. Sagt var m.a., at taš er ikki rķmiligt, at kvinnan skal missa inntųku, tį hon eigur bųrn, og at taš at seta bųrn ķ veršina soleišis er ein fķggjarlig foršing.

Tį Śtnoršurrįšiš hevši įrsfund ķ Ķslandi ķ juni mįnaši, vóru 8 rekommandatiónir gjųrdar viš stųši ķ samtyktunum į rįšstevnuni. Rekommandatión nr. 7 ljóšar soleišis į noršurlendskum:

"Vestnordisk Råd godkender den fremlagte rekommandation om, at Rådet henstiller til Fęrųernes Landsstyre, Grųnlands Landsstyre og Islands Regering om at arbejde for, at der oprettes eller udbygges ordninger i deres respektive lande, som dękker alle omkostninger vedrųrende barselsorlov. Ordningerne kunne fx finansieres af lųnmodtagere og arbejdsgivere".

Allar rekommandatiónirnar vóršu samtyktar.

Tann 18 november vóršu somuleišis allar rekommandatiónirnar samtyktar ķ Lųgtinginum viš 27 atkvųšum fyri og 1 ķmóti. Tį varš atkvųtt um allar undir einum.

Viš stųšu ķ hesum višmerkingum veršur spurningurin settur.

Į tingfundi 26. januar 2000 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 23. februar 2000 svaraši Finnbogi Arge, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar:

Til sp. 1.
Nevnd er sett at gera uppskot um, hvussu grunnurin kann skipast, og nevndin er farin til verka at fyrireika uppskot til lųgtingslóg um grunnin, sum veršur lagt fyri Lųgtingiš ķ komandi tingsetu.

Til sp. 2.
Sum nevnt, veršur uppskot til lųgtingslóg um barnsburšargrunn lagt fyri Lųgtingiš ķ komandi tingsetu, og grunnurin kann setast į stovn, tį og um Lųgtingiš hevur samtykt uppskotiš, og taš er stašfest og lżst sum lųgtingslóg, vónandi ķ hesum įrinum.

Til sp. 3.
Ętlanin er, at grunnurin skal fķggjast av pųrtunum į arbeišsmarknašinum.

Mįliš avgreitt.