Fyrispurningur um summafrítíð hjá miðnámsskúlunum

100-21 Fyrispurningur til Signar á Brúnni, landsstýrismann, viðvíkjandi summarfrítíð hjá miðnámsskúlunum

 

Ár 2000, týsdagin 1. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

til

Signar á Brúnni, landsstýrismann 

Hvussu ber tað til, at summarfrítíðin hjá miðnámsskúlunum ikki longur skal fylgja tí føroyska fólkaskúlanum, men heldur nærkast tí donsku summarfrítíðini? 

Viðmerkingar:
Tað hevur altíð verið siðvenja, at fólkaskúlin og miðnámsskúlarnir (her verður serliga hugsað um studenta- og handilsskúlarnar) hava hildið summarfrítíð samstundis. Men tey seinastu árini hevur spurningurin onkuntíð verið uppi at vent, orsakað av at skúlafyrisitingin hevur havt hug at broytt hesa siðvenju. Fyri nøkrum árum síðani var rættiligt kjak um summarfrítíðina hjá skúlunum, og minnist meg rætt, varð tá av hægstu myndugleikum lagt fast, hvussu farast skuldi fram, og eingin ivi er heldur um, at foreldur og øll onnur, sum hava nakað við skúla at gera, ynskja, at frítíðin hjá skúlunum skal fylgjast.

Men hóast hetta, so arbeiðir Undirvísingar- og Mentamálastýrið framvegis við at broyta hesa gomlu siðvenju. Hetta sæst í rundskrivi um frítíð og frídagar í fólkaskúlunum fyri skúlaárið 2000/2001 og í tíðarætlan fyri students- og HF-próvtøkuna á sumri 2001, sum send eru skúlunum. Nú er so galið, at forskjótingin millum skúlaskipanirnar verður heilar 2 vikur, tí í ætlanini sæst, at nú í summar (2000) skal summarfrítíðin hjá fólkaskúlunum byrja 28. juni, meðan hon hjá miðnámsskúlunum skal byrja 24. juni, og fólkaskúlin byrjar aftur 21. august, meðan miðnámsskúlarnir byrja aftur longu 14. august - og hetta verður so lagið frameftir!

Tað má sigast at vera sera ørkymlandi, at umsitingin ferð eftir ferð roynir at flyta summarfrítíðina, hóast hon væl veit, at hetta er ímóti tí politiska viljanum. Einki er natúrligari, og tað má eisini vera eitt sjálvsagt krav, at summarfrítíðin hjá so nógvum skúlum sum gjørligt liggur um somu tíð, og tí er tað ófatiligt, at skúlamyndugleikarnir skulu arbeiða upp á henda mátan.

Tað sigst, at tað eru bara nakrar fáar danskar próvtøkuuppgávur, sum eru orsøkin til alt forargilsi, og tað kann ikki bera til, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið ikki megnar at loysa ta uppgávuna.

Tað eru nógvar familjur, ið hava børn bæði í fólkaskúlanum og í miðnámsskúlunum, og sjálvandi eigur alt at vera gjørt fyri, at hesar familjur kunnu halda summarfrítíð saman.

Eisini eru nógvir felagsskapir í Føroyum, sum reka stórt frítíðarvirksemi um summarið, og sum dømi kunnu nevnast skótalegur og barna- og ungdómslegur í Nesvík og í Zarepta. Hesir felagsskapir leggja sítt arbeiði til rættis eftir, nær skúlarnir hava frí, og tað eru mong av teimum ungu, sum ganga í miðnámsskúlunum, ið gera eitt stórt sjálvboðið arbeiði í sambandi við hesar legur. Verður ætlanin hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum gjøgnumførd, er vandi fyri, at hesir felagsskapir verða noyddir at skerja sítt virksemi frá 6-7 vikum niður á 4-5 vikur, og tað má sigast at vera sera stórt spell og kann als ikki góðtakast.

Ein onnur avleiðing av hesum verður allarhelst, at foreldur kenna seg noydd til at taka børnini úr fólkaskúlanum, eina viku fyrr enn ætlað, ella at miðnámsskúlanæmingarnir koma eina viku ov seint í skúla.

Í frágreiðingini, sum í november 1999 varð løgd fram til aðalorðaskiftis í sambandi við útbúgvingarpolitikk í framtíðini í sambandi við sjálvstýrisverkætlanina, legði landsstýrismaðurin sera stóran dent á, at vit frameftir skulu laga alla skúlalóggávuna til okkara samfelag. Tí tykist tað serliga løgið, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið á hesum økinum skal draga okkum tættari at donskum viðurskiftum. Tað kann ikki bera til, at føroyingar, sum hava sett sær fyri at seta føtur undir egið borð, skulu verða noyddir til at lata ein part av skúlaskipanini fylgja tí donsku summarfrítíðini einans orsakað av nøkrum fáum uppgávum.

Á tingfundi mikudagin 2. februar 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 7. mars 2000 svaraði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Arbeitt verður fram ímóti at tillaga og menna miðnámsútbúgvingarnar til okkara samfelag, men hetta er eitt so umfatandi arbeiði, at ein tíð enn vil ganga áðrenn hetta mál er rokkið. Henda framhaldandi tillaging ávirkar longu nú fyriskipanina av próvtøkunum, soleiðis at fleiri og fleiri skrivligar próvtøkuuppgávur í dag vera gjørdar í Føroyum.

Enn nýta skúlarnir tó nógvar próvtøkuuppgávur úr Danmark til skrivligu próvtøkuna á miðnámsskúlunum. Ásetingin av seinasta undirvísingardegi og seinsta skúladegi er sostatt í ein vissan mun knýtt at, nær samsvarandi skúlar í Danmark gevast við undirvísingini.

Skúlaárið er 199 dagar, íroknað próvtøku- og vetrarroyndarskeiðið, og innan hesar karmar skal Undirvísingar- og Mentamálastýrið tryggja, at næmingarnir fáa tað undirvísingartímatalið, teir sambært kunngerðum hava krav uppá. Hetta verður umsitið á tann hátt, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið fyri miðnámsskúlarnar ásetir seinasta undirvísingardag og seinsta skúladag hjá teimum ymsu floksstigunum í einum skúlaári. Innan hesar karmar avgera skúlarnir sjálvir, nær skúlaárið byrjar og nær frítíðin er.

Um seinasti undirvísingardagur verður ásettur eftir donsku skipanini og seinasti skúladagur nógv seinni enn í tí donsku, merkir tað, at próvtøkutíðin hjá føroysku næmingunum verður samsvarandi longri og undirvísingardagatalið samsvarandi styttri. Føroysku næmingarnir skulu sostatt til somu próvtøku sum donsku næmingarnir, men uttan at hava fingið sama tal av undirvísingardøgum.

Sum nevnt í viðmerkinginum til henda fyrispurning, er fyri ár 2000 ásett, at summarfrítíðin hjá fólkaskúlunum byrjar 28. juni, meðan hon hjá studenta- og handilsskúlunum byrjar 24. juni. Talan er um eina forskjóting uppá 4 dagar. Nær skúlaárið 2000/2001 byrjar, er, sum nevnt omanfyri, upp til einkulta skúlan at avgera.

At enda skal verða greitt frá, at sjálvt um arbeitt verður miðvíst við at menna miðnámsútbúgvingarnar og gera føroyskar uppgávur til skrivligu próvtøkuna, vera 30 uppgávurøð fingin frá Danmark bert til studentaskúlarnar og 10 handilsskúlarnar.

Málið avgreitt.