Fyrispurningur um DEMM-skipanina og Innkrevjingardeildina

100-25 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi DEMM-skipanini og Innkrevjingardeildini

 

Ár 2000, týsdagin 29. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvat kostaði DEMM-skipanin í útvegan og rakstri, og hvat hevði neyðuga uppgraderingin av DEMM-skipanini kostað?
  2. Hví varð avgerð tikin um at niðurleggja DEMM-skipanina og at fara undir at gera eina føroyska skipan?
  3. Hví segði Kommunedata sáttmálan upp?
  4. Hvørjar grundgevingar vóru fyri at flyta innkrevjingina frá Gjaldstovuni til Toll- og Skattstovuna?
  5. Hvussu hevur gongdin í eftirstøðum verið síðan juli 1999 og fram til dagin í dag?
  6. Hvat kostaði flytingin í nýggj høli á Hálsi, keyp av nýggjum tólum og innbúgvi, og hvat er leiguprísurin?
  7. Hvussu er støðan í dag viðvíkjandi skráseting, mótrokning og innkrevjing av almennari skuld?
  8. Hvussu fer renturokningin í dag fram av írestandi/avlopsskatti og aðrari skuld?
  9. Hvørjar grundgevingar eru fyri at decentralisera innkrevjingina?
  10. Fær støðan á Innkrevjingardeildini nakrar aðrar avleiðingar enn tær, vit longu hava sæð viðvíkjandi starvsfólkum og effektiviteti?
  11. Hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin at taka til tess at tryggja, at samfelagsins áhugamál viðvíkjandi innkrevjing av almennari skuld verða nøktandi røkt?

Viðmerkingar:

Formaðurin fyri Det danske Hedeselskab, Enrico Dalgas, segði kendu orðini: "Hvad udad tabes, må indad vindes". Hesi orðini kundu hóskandi verið yvirskriftin yvir tað arbeiðið, sum Innkrevjingardeildin hevur gjørt og sjálvandi framhaldandi átti at gjørt.

Eitt av eyðkennunum fyri eitt framkomið rættarsamfelag er, at fallin skuld verður inndrigin og sjálvandi eisini, tá tað snýr seg um skuld til tað almenna.

Á fíggjarlógini fyri 1995 vórðu settar 7 mió. kr. av til eina centrala innkrevjingar- og fíggarstýringsskipan, harav tær 3 mió. kr. fóru til sokallaðu DEMM-skipanina, sum stendur fyri debitor-eftirstøður-mótrokning-málsviðgerð. Hetta var ein skipan, ið varð gjørd í samstarvi millum Føroya Gjaldstovu og Kommunedata.

DEMM- skipanin fór at virka í september 1995, men varð alment tikin í nýtslu 11. mars 1996. Innkrevjingardeildin lá tá undir Føroya Gjaldstovu.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 1997 sigur landsstýrið í sínum viðmerkingum í allýsingini av effektivitetshugtakinum "Innkrevjing", …"at sambært gjøgnumgongd av allari skuld í DEMM-skipanini, so hava bert 30% av eftirstøðunum, sum liggja í skipanini, veruligt virði. Hetta er 150 mió. kr. Megnar Gjaldstovan at minka eftirstøðuna, sum eru góðar 500 mió. kr., niður í 350 mió. kr. (rentutilskriving av virðisleysum krøvum ikki uppií), so er effektiviteturin 100%". 

Gongdin í samlaðu eftirstøðunum hevur verið henda:

febr. 1996 uml.507 mió. kr.
des. 1996 500.238.835 kr
juli 1997 465.165.629 kr.
des. 1997 451.573.532 kr
juli 1998 444.557.119 kr.
des. 1998 404.156.905 kr.
juli 1999 340.279.759 kr.

Almenna skuldin er minkað við sløkum 170 mió. kr. eftir fýra árum. So út frá allýsingini hjá landsstýrinum á heysti 1996, so kann ikki sigast annað enn, at Innkrevjingardeildin í verki veruliga hevur víst týdningin av orðinum effektivitetur, og at DEMM-skipanin hevur livað fult upp til tað, sum m.a. eisini løgtingsmenn væntaðu.

Um tað er eitt av okkara eyðkennum, tað vóni eg ikki tað er, so er tað nógv, sum bendir á, at tað sum virkar, tað skal syndrast, meðan ov lítil orka verður brúkt til tað, sum ikki virkar, sum tað skal.

Tíðliga í 1998 so eru røddir frammi um, at Innkrevjingardeildin nú ikki skuldi liggja undir Føroya Gjaldstovu, men skuldi flytast til Toll- og Skattstovuna. Onkur vildi vera við, at hetta var sambært bygnaðarbroytingunum hjá Finn Normann Christensen. Onnur vildu vera við, at tað ikki var pláss fyri Innkrevjingardeildini úti í Albert Hall. Uppaftur onnur vildu vera við, at innkrevjingin var ein náttúrligur partur av virkisøkinum hjá Toll- og Skattstovuni, meðan tað eftir øllum at døma ikki hoyrdi undir náttúrliga virkisøkið hjá Gjaldstovuni, hóast hon her hevði virkað framúr væl.

Úrslitið verður so, at í apríl 1998 flytur Innkrevjingardeildin frá Gjaldstovuni til Toll- og Skattstovuna.

Vit høvdu eitt orðasklifti á tingi á heysti 1998, har vit vóru nøkur, sum mæltu frá hesi flyting. Men landsstýrismaðurin segði, at tann avgerðin var tikin.

Leiðarin á deildini verður nú settur sum stjóri frá 15. apríl 1998, og Innkrevjingardeildin er nú eitt virkisøki undir Toll- og Skattstovuni. Hesin stjóri verður ikki gamal í sessinum, men sigur seg úr starvi longu seinni sama ár.

Í september 1998 leggur umboð fyri Told og Skat í Danmark, eftir umbøn frá føroyskum myndugleikum, fram eina frágreiðing um innkrevjingina í Føroyum, har staðiliga verður heitt á myndugleikarnar um ikki at desentralisera innkrevjingina.

Ein arbeiðsbólkur, settur av landsstýrinum, við umboðum fyri innkrevjingina og økisleiðarar leggur fram álit í desember 1998, har økisleiðararnir mæla til desentralisering, og umboðini fyri innkrevjingina mæla til at halda fast um eina sentrala innkrevjng.

Nýggjur leiðari verður settur 1. mars 1999, og gongdina síðani tá kenna tingmenn frá fjølmiðlunum og frá tí brævi, sum Starvsmannfelagið hevur sent Løgtinginum. Haraftrat vænta vit, at landsstýrismaðurin fer at geva tinginum eina frágreiðing.

Skal takast samanum hesa syrgiligu søgu, sum annars sá so ljós út, so hava vit í dag snøgt sagt onga innkrevjing, og tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at øll innkrevjing liggur í skelja sori bæði menniskjansliga og tekniskt.

Eftirstøðurnar vaksa aftur fullkomiliga ótálmaðar, og eingin kann í dag siga nakað ítøkiligt um, hvussu stórar hesar eru, burtursæð frá mvg-skuld og skattaskuld. Tað fer eingin skipað skráseting fram, og tað fer als eingin mótrokning fram.

Einki verður eftirhildið í A-inntøku hjá fólki, sum skylda skatt, barnapengar o.l. Hetta hevur í miðal givið um 1½ til 2 mió. kr. um mánaðin.

Negativt mvg og rokningar til tað almenna verður í dag goldið beinleiðis út til borgaran, uttan at tað fyrst verður mótroknað í møguligari aðrari skuld. Mvg-eftirstøðan er síðan november í fjør økt við uml. 9 mió. kr. Mótrokning av negativum mvg sambært kreditorlistum hevur vanliga ligið um ½ mió. kr um vikuna.

Eykatrekkið fyri ógoldnan skatt er steðgað, og eingin rentutilskriving fer fram upp á írestandi skatt, meðan avlopsskatturin verður tilskivaður fyrst 6% og síðan 1% pr. mánað, til goldið verður.

Kommunudata segði sáttmálin upp 1. apríl 1999, uttan iva tí, at teir ikki hava hildið okkum vera ein nóg seriøsan mótpart, og í desember 1999 heldur DEMM-skipanin snøgt sagt uppat at virka.

Talan hevur verið um, at í staðin skuldi koma ein føroyskt framleidd innkrevjingarskipan, men í løtuni sær ikki út til, at nøkur nýggj skipan kemur í bræði, og óvist er, hvussu góð hon verður, um ikki nóg nógv orka og játtan verður latin. Eitt framhald av DEMM-skipanini hevði kravt eina uppgradering, sum møguliga hevði kostað um einar 2 til 3 mió. kr.

Løgtingið, sum í sínari tíð játtaði neyðugu upphæddina til eina effektiva innkrevjing við DEMM-skipanini, eigur at fáa at vita frá landsstýrismanninum, hvørjar frágreiðingar og grundgevingar hann hevur fyri, at alt hetta fyri samfelagið so týdningarmikla øki liggur í skeljum.

Tískil verða hesir spurningar settir.

Á tingfundi 2. mars 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 13. apríl 2000 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar 

  1.  
  2. Sambært konto 3.15.1.10. Nýggj fíggjarstýring, kostaði DEMM-verkætlanin 2.956.000 kr. Raksturin av skipanini við supportgjaldi frá Kommunedata liggur um 1.000.000 – 1.200.000 kr. Neyðuga uppgraderingin vildi kostað uml. 2.500.000 kr.. Annars verður víst til svar upp á spurning 3.

  3.  
  4. Mær kunnugt hevur tað altíð verið ætlanin at gera eina føroyska loysn fyri innheintingina, so skjótt tíð og orka var til hetta. Sokallaða DEMM-skipanin varð í sínari tíð vald, tí hon skuldi ikki vera so kostnaðarmikil at keypa. Hartil kom, at tað tók tíð hjá Gjaldstovuni at gera nøktandi kravspecificatión til eina innkrevjingarskipan, sum kundi framleiðast í Føroyum. Skipanin, sum keypt var, var ein rein donsk skipan, sum er framleidd til donsku kommunurnar av Kommunudata. Tað var hildið, at tað hastaði at fáa eina innkrevjingarskipan at virka, tí var skipanin keypt.

    Í apríl 1998 var innkrevjingin flutt til Toll- og Skattstovu Føroya. Aftan á at T&S hevði hoyrt frá starvfólkunum, hvørjir vansar vóru við DEMM-skipanini, var gjørt av at arbeiða víðari við at gera eina føroyska skipan. Eisini tí at sambært Elektron var DEMM-skipanin alt ov dýr í rakstri. Hon var dýrari enn nøkur onnur skipan hjá T&S í dag. Við at gera eina føroyska skipan, sum var lagað til føroysk viðurskifti, varð mett at rakstrarútreiðslurnar, sum í dag eru uml. 1 mió.kr., vildu falla til uml. 400.000 kr.

    DEMM-skipanin skuldi vera ein standarskipan, sum lítlar og ongar broytingar vanliga komu at verða í, men hetta er ikki so, tí skipanin verður broytt alla tíðina eftir teimum krøvum sum donsku kommunurnar seta, og ikki vit.

    Ætlanin hjá Toll- og Skattstovuni var at brúka 2000 – 2001 árini og kanska ein part av 2002 til at gera eina nýggja skipan í, men av øðrum orsøkum, sum verða umrøddar undir spurningi 3, kom hetta ikki at verða so.

    DEMM-skipanin byggir á centrala stýring. Hon kann tí ikki býta skuldarar upp á kommunur í landinum. Skuldarar verða býttir upp eftir P-tali. Ein persónur kann tí ikki setast burturav at røkja allar skuldara í eini kommunu ella øki. Hann má arbeiða við einari ávísari mongd av Ptølum, óansæð úr hvørjum øki skuldarnir eru.

    Upplýst verður, at tað var kannað, tá skipanin varð keypt, at økisnummari, sum skipanin arbeiðir við, ikki kann nýtast til at marka ein skuldara, sum hoyrandi til eitt ávíst øki. Um vit skulu nýta skipanina til at krevja inn lokalt, so skal ein DEMM skipan verða til hvørt øki.

    DEMM-skipanin er ein skipan, sum er gjørd til tær donsku kommunurnar, og er vælhóskandi til teirra endamál, men harvið verur ikki sagt, at hon lýkur krøvini, sum tann føroyska innkrevjingin setur, millum annað so krevja donsku kommunurnar ikki MVG inn. Nógvar uppgávur verða loystar manuelt, tí tær ikki kunnu automatiserast í DEMM-skipanini.

  5.  
  6. Her skal eg fyrst nevna, at sáttmálin um DEMM-skipanina ikki er sagdur upp, men tann supportavtala, sum sambært sáttmálan um keyp av DEMM-skipanini varð gjørd við Kommunedata, kundi sigast upp við 6 mánaða freist, men var tó óuppsigilig tey fyrstu 3 árini. Tað er henda avtala, sum er uppsøgd, og ikki sjálvur sáttmálin um DEMM-skipanina.

    Tað hevur víst seg alla tíðina, at nógvir trupulleikar hava verið millum brúkaran, Kommunedata og P/F Elektron.

    Toll- og Skattstovan hevur kannað hvørjir møguleikar vóru at fáa loyst trupulleikarnar. Lesa vit sáttmálan sum í sínu tíð var gjørdur við Kommunedata, so stendur á síðu 4 í hesum sáttmála:

    "De MVS-baserede systemer afvikles på P/F Elektrons anlæg i Tórshavn og der indgås en særskilt driftsaftale mellem Elektron og Gjaldstovan om vilkårene herfor. Der etableres en driftssupportaftale mellem Elektron og KMD, som sikrer stabil drift for kunden, herunder rimelige svartider."

    Sum tað tíðiliga gongur fram av sáttmálanum við Kommunedata á næstu síðunum, so er supportavtalan við teir baserað upp á, at ein avtala verður gjørd við P/F Elektron. Kommunedata setur serlig krøv til slíka avtalu, fyri at teir kunnu halda sín part av undirskrivaðu supportavtaluni.

    Trupulleikin er, at tær supportavtalur, sum vóru neyðugar fyri at DEMM-skipanin skuldi koyra uttan trupulleikar fyri brúkaran, vóru ongantíð gjørdar.

    Menningardeildin hjá Toll- og Skattstovuni setti seg tí í samband bæði við Elektron og Kommunedata. P/F Elektron avvísti at lúka tey krøv sum Kommunedata setti. Teir vildu ikki broyta alt sítt "driftsmiljø" orsaka av Kommunedata, sum teir heldur ikki høvdu bundið seg til.

    13. apríl 1999 fær Toll- og Skattstova Føroya, Menningardeildin bræv frá Kommunedata, hvar teir greiða frá, hvat hent er síðan sáttmálin varð undirskrivaður, millum annað skriva teir

    "Der blev indgået en supportaftale vedrørende selve applikationen, og det aftaltes, at der skulle indgås en teknisk orienteret supportaftale, hvor Kommunedata kunne bistå P/F Elektron med eventuelle driftsproblemer i både CICS- og batchmiljø. Denne aftale blev aldrig formaliseret og er en del af forklaringen på en række af de problemer der senere fulgte."

    Víðari verður sagt, at ringastu trupulleikarnir eru loystir fyribils, tí P/F Elektron hevur "opgraderet sit miljø, så det stort set svarer til Kommunedatas"

    Skotið verðu upp av Kommunedata, at Elektron útbyggir soleiðis, at teir kunnu koyra fyri Kommunedata uttan trupulleikar. Eitt nú hevur Kommunedata júst implementerað LE, Language Enviroment í sít miljø, og Elektron kann ikki loysa uppgávuna nøktandi, uttan teir fáa implementerað LE, sum sagt verður. Sæð frá sjónarmiðnum hjá T&S meta teir eisini, sum T&S eisini hevur boðað teimum frá, at støðan ikki er haldbar fyri T&S.

    Teir uppsiga supportavtaluna, og meta at best er at endurskoða alla avtaluna, soleiðis at báðir partar verða nøgdir, samstundis koma teir við nýggjum uppskoti um ta "supportaftale", sum sáttmálin við teir varð grundaður á, skuldi gerast millum Elektron og Kommunedata, men sum ongantíð var gjørd.

    Síðani greiða teir frá hvat teir meta avtalan skal innihalda, og leggja so afturat "at skønsmæssigt er der tale om en forøgelse af supportbistand med ca. ½ millioner kroner per år….."

    Síðani verður lagt afturat. " Denne support indeholder en hot-line support og en løbende opdatering med fejlrettelser og andre rettelser forårsaget af ændringer i dansk lovgivning. Ændringer nødvendiggjort af lokale færøske forhold er ikke inkluderet."

    T&S skuldi gjalda fyri rættingar, sum stóðust av broytingum í donsku lóggávuni, men gera serliga gjaldsavtalu um broytingar í okkara lóggávu.

    Kommunedata hevði eina alternativa loysn. Teir kundu átaka sær at reka alla DEMM-skipanina fyri Toll- og Skattstovuna í teirra danska virksemi. Samlaðu útreiðslurnar mettu teir til 900.000 kr. árliga.

    Hetta tilboð kom ikki við í metingunum hjá T&S. Fyri tað fyrsta metti T&S ikki, at tað kundi koma upp á tal, at lata eitt útlendskt EDV-virkið røkja allar skuldarar hjá tí almenna. Fyri tað næsta, so er bann sett fyri at senda data til útlendsk EDV-virkir.

    Tosað var við P/F Elektron um møguleiki var fyri, at ein supportavtala millum teir og Kommunedata kundi gerast, sum fyri tað fyrsta kundi lúka tey krøv, Kommunedata setti, og at T&S so fekk eina brúkaravinarliga skipan.

    P/F Elektron vildi ikki vera við, at umleggja teirra "miljø" so tað leyk krøvini hjá Kommunedata. Hetta vildi hava so stórar broytingar við sær hjá P/F Elektron, at tað ikki kom upp á tal. Spurningurin var eisini, hvør skuldi gjalda. Mett var tá, at tað sum kravdist fyri at lúka krøvini hjá Kommunedata kom at kosta uml. 2,5 mió. Kr., men tá hevði T&S ikki eina skipan, sum tað sjálvt átti, og sum var gjørd til okkara viðurskifti.

    Toll- og Skattstovan var nú í tí støðu, at hon hevði eina DEMM-skipan, men onga supportavtalu, sum kundi tryggja teimum, at DEMM-skipanin kundi brúkast. Supportavtalan var søgd upp av Kommunedata, tí tær avtalur sum skuldu gerast millum P/F Elektron og Kommunedata ongantíð vóru gjørdar. Raksturin av DEMM-skipanini bygdi jú á, at ein slík avtala skuldi verið gjørd. P/F Elektron avvísti, at teir nakrantíð høvdu gjørt nakra ella ætla at gjørt slíka avtalu, sum Kommunedata kravdi, og sum teir løgdu til grund fyri uppsøgnini av supportavtaluni.

    Toll- og Skattstovan hevði ongar undirskrivaðar avtalur at vísa til, sum hon kundi hanga ymsu partarnar upp á fyri at fáa loyst trupulleikarnar.

    Eftir uppfatanini hjá T&S, kom tann støða hon var í, at skulla arbeiða víðari við at fáa DEMM-skipanina at koyra nøktandi, at kosta ov nógv bæði í íløgum og ikki minst í rakstri, og so hevði hon hóast hesar stóru útreiðslur ikki eina skipan, sum hon kundi broyta og útvikla, sum hon ynskti. Avgjørt var tí at brúka 2000/1 til at gera eina nýggja skipan í.

    Kommunedata fekk boð um hetta, tá teir høvdu sagt avtaluna upp, og vóru spurdir um skipanin kundi koyra í eini skiftistíð, og um teir kundu hjálpa til við tí eftir rokning. Í skrivi 21. Juni 1999 gjørdu teir Toll- og Skattstovuna varuga við, hvørjir trupulleikar kundu koma, og at skipanin ikki kundi koyra í eitt longri tíðarskeið, uttan at T&S og Elektron forpligtaðu seg til at fylgja teirra "driftsmiljø". Annars vóru teir positivir.

    Aftan á at hava kannað sáttmálar og møguligar avtalur, var funnið út av, at Toll- og Skattstova Føroya ikki kundi krevja nakað av Kommunedata og Elektron. Biðið varð so um fund við Kommunedata 21.sept. 1999, hvar so ætlanina hjá T&S var at gera møguliga nýggja supportavtalu við Kommunedata aftan á 1. Oktober 1999 og fyri 2000 og 2001.

    Á hesum fundi kom fram at DEMM-skipanin ikki var ár 2000 tryggja, uttan so, at allar rættingar, sum Elektron hevði fingið frá teimum, vóru lagdar inn. Hetta bar ikki til, sum støðan var, uttan at Elektron útvegaði sær LE, men hetta vildi Elektron ikki. Hetta fingu vit at vita, hóast vit vístu til skriv frá teimum dagfest 28. januar 1998 til Elektron, hvar teir millum annað siga:

    "For edb-løsningen "Debitorregnskab" som er det KMD-produkt P/F Elektron benytter, gælder det, at produktet med udgangen af 1998 vil være ÅR-2000 overensstemmende i henhold til Dansk Standard definition"

    Kommunedata vísti bert til tær avtalur, sum ongantíð vóru gjørdar.

    Um DEMM-skipanin skuldi ár 2000 tryggjast undir hesum umstøðum, kom tað at kosta nógv í krónum og manntímum. Hildið var tí, at best var at framskunda menningina av einari skipan á Elektron. Umboðini fyri Kommunedata tóku eisini undir við Toll- og Skattstovuni, at hetta var bedra loysnin fyri T&S, tí tað kom at skapa ov nógvar trupulleikar fyri T&S, um T&S í framtíðini skuldu tryggja sær, at Elektrons "driftsmiljø" altíð skuldi lúka tey krøv Kommunedata stillaði. Annars kundi T&S altíð koyra hjá teimum, men sum fyrr umrøtt, metti T&S ikki, at hetta kundi koma upp á tal.

    Allar upplýsingar, sum vóru í DEMM-skipanini, skuldu flytast í eina db2-basu, og avtalað varð við Kommunedata, at T&S positivt skal siga hvørjar upplýsingar hon skal hava úr DEMM-skipanini. Síðan ger Kommunedata programmið til at lesa hesar upplýsingar úr skipanini.

    Hetta samarbeiði við Kommunedata hevur gingið væl. Allar upplýsingar eru lisnir úr gomlu skipanini, og lagdir í nýggju IK-skipanina. Menningardeildin hjá T&S stendur fyri hesum arbeiði.

  7.  
  8. Tá arbeitt varð við bygnaðarbroytingunum fingu øll starvsfólk undir fíggjarmálastýrinum møguleika til at siga sína hugsan um 4 møguligar mátar at skipa bygnaðin av fíggjarmálastýrinum upp á.

    Nógv tey flestu starvsfólkini viðmæltu at øll innkrevjingin av almennari skuld varð flutt frá Føroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovuna. Mett var at innkrevjingin mest nátúrliga hoyrdi heima á Toll- og Skattstovuni. Tað er jú Toll- og Skattstovan, ið framleiðir 95-98% av teimum krøvum, sum verða kravd inn av tí almenna.

    Sami stovnur, sum hevur ábyrgdina av at álíkna skatt og áseta MVG, hevur tá eisini ábyrgdina av eftirstøðunum, samstundis sum borgarar kunnu verða avgreiddir av sama stovni, og ikki, sum mannagongdin hevur verið, sendir aftur og fram millum stovnarnar.

    Sambandi/samarbeiði millum innkrevjing og álíkning av skatti og MVG hevur verið lítið, tí innkrevjingin hevur fyri starvsfólkið á T&S verið "ein verð fyri seg". Hetta arbeiði/samarbeiði kann nú samskipast, so uppgávan at álíkna skatt og MVG og innkrevjing av skuldini kann loysast í felag.

    Broytingar í skattalógini, herundir automatiseringin av sjálvuppgávuni, kemur í framtíðini at minka munandi um írestandi skattin og harvið eftirstøðurnar. Innkrevjingin kann koncentrera seg meira um MVG og aðrar eftirstøður.

  9.  
  10. Toll- og Skattstova Føroya upplýsir soleiðis um eftirstøðurnar:

    Eftirstøður i DEMM- skipanini:

          Munur:    
    1996 Februar 507.000.000,00      
      Desember 500.238.835,00 6.761.165,00 1% +6.761.165,00
    1997 Juli 465.165.628,00 35.073.207,00 7%  
      Desember 451.573.352,00 13.592.276,00 3% +48.665.483,00
    1998 Juli 444.557.119,00 7.016.233,00 2%  
      Desember 404.156.905,00 40.400.214,00 9% +47.416.447,00
    1999 Mars 351.743.017,00 52.413.888,00 13%  
      Apríl 345.331.695,00 6.411.322,00 2%  
      Mai 340.941.078,00 4.390.617,00 1%  
      Juni 346.840.606,00 -5.899.528,00 -2%  
      Juli 340.279.759,00 6.560.847,00 2%  
      August 338.749.825,00 1.529.934,00 0%  
      September 350.043.861,00 -11.294.036,00 -3%  
      Oktober 342.512.584,00 -3.762.758,00 1%  
      Desember 375.011.044,17 -24.967.183,17 -7% -25.383.102,83
               
    Eftirstøður í nýgggju innkrevjingarskipanini:
    2000 Januar 375.011.044,17 0,00    
      Mars 339.894.966,14 35.116.078,03 9% +35.116.078,00

    Upphæddin januar 2000 er tikin beinleiðis úr gomlu skipanini. Arbeiði lá stilt í desember, so ongi inngjøld eru bókað fyrr enn væl eftir nýggjar. Hetta sæst best av partafelagsskattinum, sum fellur til gjaldingar í oktober, november og desember. Nakað av bókingum mangla pr. 31.03.00, men alt í alt eru eftirstøðurnar rættuliga stabilar. Automatiseringin av sjálvuppgávuni hevur gjørt, at írestandi skattur er nógv minkaður, so stórt sæð snýr tað seg um gamlar eftirstøður av skatti, sum eru truplar at fáa inn. MVG-skuldin veksur nakað, tá uppgerðirnar verða latnar inn, men minkar so aftur, so hvørt peningurin kemur inn. Vit kunnu altíð tjakast um, um innkrevjingarreglurnar eru strangar nokk, tá tað snýr seg um innkrevjing av MVG-skuld.

    Fleiri av krøvunum, sum hava liggja í DEMM-skipanini eru neyvan nakað verd, og fáast helst ikki inn. Her kann nevnast at morarenta, sektir o.a. líknandi liggja um 100 mió. Kr. Ikki goldin barna- og konupeningur liggur um 50 mió. Kr. Eitt stórt arbeiði verður nú gjørt úti í økjunum fyri at rudda upp í hesum krøvum, sum eru trupul at fáa inn. Stórur partur av teimum 7,5 mió. Kr. í skyldugum útlendskum barnapeningi eru persónar, sum ikki hava ein bústað, sum vit kunnu finna fram til.

    Tølini vísa heldur ikki, hvussu nógv er fyrnað og strikað, ella hvussu nógv er eftirgivið. Síðani seint seinasta summar hevur T&S havt eitt starvsfólk til at gjøgnumganga skatta- og eftirstøðurnar, sum úrslit av hesum arbeiði eru strikað 4,4 mió. kr av skattakrøvum og 6 mió. kr. av rentum ella 10,4 mió. kr.. Hetta eru krøv, sum eru fyrnað v.m., rættingar og umbókingar seinastu 15 árini.

  11.  
  12. Keyp av nýggjum tólum ………………………………………………… kr. 263.393,75

    Innbúgv…………………………………………………………………... kr. 328.770,00

    Leiga pr. mánað …………………………………………………………. kr. 28.000,00

    Grundin til at innkrevjingin varð flutt niðan á Háls var, at leigumálið í hølunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar var uppsagt. Ætlanir vóru eisini frammi um at flyta alt aftur yvir við Strond, har sum Fiskimálastýrið nú er, men har var hildið at ov lítlir møguleikar vóru at økja um plássið, tí kolvetnisvinnan stóð fyri framman, og um eini tvey ár (hetta var summari 1998) kundi fíggjarmálastýrið rokna við at skula nýta eyka hølir til Toll- og Skattstovuna, og bæði tað, at vit fingu pláss á Hálsi, og fingu eina slags optión um at fáa meira pláss, um hetta gjørdist neyðugt, gjørdi tað skilabetri at flyta alt virksemi í Streymoyar Øki niðan á Háls. At so útflytingin av innkrevjingini til økini kom skjótari í gongd enn ætla ger, at ikki verður neyðugt at útvega hølir til kolvetnisskattingina í nærmastu framtíð. Annars verður víst til spurning 9.

    Innbúgvi, tað verið seg vanligt skrivstovuinnbúgv og EDV-tól, sum vóru í hølunum á Kongabrúnni, var í so ringum standi, at tað undir øllum umstøðum skuldi skiftast út. EDV-tólini luku ikki tey krøv, sum sett verður til slíkan útbúna í dag. Lagt skal verða afturat her, at Toll- og Skattstovan ikki hevur goldið fyri innrættingarnar í hølunum á Hálsi.

  13.  
  14. Toll- og Skattstovan upplýsir, at mótrokning verður gjørd sum higartil. Tann fyrsta uppgávan hjá tí nýggju skipanini var at mótrokna í avlopsskatt í januar 2000, og varð hetta gjørt. Innheintingin við eykatrekki var nakað seinkað, men er nú sett í verk. Skráseting av aðrari skuld hevur verið trupul at gera, tí fleiri starvsfólk hava sagt seg úr starvi.

    Fólk frá økisskrivstovunum hava átikið sær hesa uppgávu. Arbeiði hevur verið í gongd, og er nú við at vera liðugt. Tey hava sett seg inn í innkrevjingarmannagongdir, og hava tí kunnað tikið sær av at skráseta tey krøv, ið hoyra til teirra øki. Einaferð um vikuna møtast tey nú í T&S-Stýrinum og samskipa uppgávurnar. Nýggja IK-skipanin hevur býtt skuldarnar upp í kommunur, hvat tann gamla DEMM-skipanin ikki kundi. Hvørt øki skrásetir so síni krøv. Tað sum enn ikki er komið upp á pláss eru krøv frá útlandinum. Hetta verður arbeitt við nú, so um stutta tíð er hetta eisini klárt. Alt samband við útlandið verður lagt til eitt Øki fyri seg. Hetta sær mann ofta verður gjørt í øðrum londum. Eitt nú gongur alt okkara samband viðvíkjandi norðurlendsku "træk- og bistandsaftalen", sum hevur við Danmark at gera, um Sønderborg. Í Noreg er tað Sandness, sum hevur við útlandið at gera.

    Tað almenna hevur ikki mist nakran pening, hóast nýggja IK-skipanin er nakað seinkað.

    Negativt MVG og rokningar til tað almenna er nakað sum Føroya Gjaldstova altíð hevur útgoldið. Toll- og Skattstovan hevur altíð ávíst negativt MVG til Gjaldstovuna til útgjaldingar, og er tað Gjaldstovan, sum hevur syrgt fyri at mótrokningar verða gjørdar í útgjøldunum. Í løtuni ber hetta til at gera manuelt, sum tað altíð hevur borið til. Arbeitt verður við at automatisera hesa uppgávu, soleiðis at T&S fær automatiskt boð frá Gjaldstovuni um at gera mótrokningar í útgjøldum frá teimum av tí skuld, sum liggur til innkrevjing. Peningurin, sum verður kravdur inn, verður so sendur aftur til rætta eigara av skuldarkravinum, tað verið seg gjaldstovan ella annar, sum syrgir fyri tí, sum so skal henda.

  15.  
  16. Soleiðis sum mær er upplýst, uttan at eg kann fara út í smálutir í hesum spurningi, so fer renturokning fram í dag, sum hon altíð hevur gjørt í einum programmi, ið kallast fyri kontering, og sum Elektron røkir fyri T&S, men tá ið T&S í samband við umleggingina ikki hevði fingið bókað øll krøv, so varð valt ikki at rokna rentu fyrr enn alt var bókað, so ikki tey, sum høvdu goldið, og hvar gjaldi ikki var bókað, eisini fingu rentu av einum kravi, sum tey høvdu goldið, og sum skuldi rættast, tá renturokningin varð sett í gongd aftur. Renta varð tá roknað aftur frá seinasta renturokningardegi. Landskassin missir ongar rentur, og borgarin verður ikki plágaður við rentu av skuld, sum hann hevur goldið.

  17.  

Á fundi við starvsfólkið frá Innkrevjingini í november 1998 boðaði eg teimum frá, at mín ætlan var, at so nógv sum gjørligt av teimum rakstraruppgávum, ið Innkrevjingin tók sær av, skuldi leggjast út í økini. Borgarin fekk tá ein og sama myndugleika at venda sær til. Hann skuldi við øðrum orðum ikki sendast millum ymsar stovnar fyri at fáa avgreitt sín spurning endaliga. Hóast Innkrevjingin framvegis skuldi stýrast centralt, so skuldu tær dagligu uppgávurnar loysast so tætt at borgarunum sum til bar.

Eg boðaði eisini frá, at hetta møguliga kom at spara nøkur størv, men alt vildi verða gjørt fyri at finna hesum eitt annað starv í mínum ábyrgdarøki.

Innkrevjingin verður øll stýrd centralt, júst sum allar aðrar uppgávur hjá Toll- og Skattstovuni verða stýrdar centralt. Rakstraruppgávurnar hevur Toll- og Skattstovan støðugt arbeitt við at leggja út til økisskrivstovurnar, líka síðan hesar vóru settar á stovn. So gott sum allar eru lagdar út.

DEMM- skipanin kundi ikki býta skuldarnar upp á kommunur ella økir, tí var heldur ikki farið í gongd við at leggja rakstraruppgávur út til økini, sum høvdu við innkrevjing at gera, fyrr enn farið varð í gongd við eina aðra EDV-skipan, sum kann býta skuldarnar upp á kommunur í landinum.

Ein av grundunum fyri decentralisering nokk høvuðsgrundin er, at ein persónur skal taka fulla ábyrgd av allari viðgerð av einum skuldara, heilt frá tí skuldin verður stovnað til skuldin er goldin ella avskrivað. Skuldarin kann so altíð nýta kærumøguleikan, um hann ikki heldur seg hava fingið nøktandi viðgerð. Í november 1998 skrivar fyrverandi leiðarin á innkrevjingini. "Tá vit hava útbúgvið ein starvsfólkahóp við fullum starvsdegi her í innkrevjingini, ið kann taka við innkrevjingaruppgávuni decentralt við skili, so kunnu vit aftur fara at tosa um decentralisering. Hetta um eini tvey ár. Onki annað alternativ er til hjálp frá økjunum, ið ikki einans vil geva okkum enn størri byrðu".

Tað er tí ikki rætt at siga, at fyrrverandi leiðarin gekk ímóti decentralisering. Rættari er at siga, at hon fyrst stillaði nakrar treytir, sum skuldi lúkast, áðrenn hol varð sett á.

Heldur ikki kann tað sigast at vera rætt, tá sagt verður í viðmerkingunum til spurningarnar, at umboð fyri T&S í Danmark eftir umbøn frá føroyskum myndugleikum hava lagt fram eina frágreiðing "har staðiliga verður heitt á myndugleikarnar um ikki at decentralisera innkrevjingina."

Viðkomandi persónur, sum var í Føroyum í 5 dagar, skuldi vitja økini saman við leiðsluni av innkrevjingini, men av eini ella aðrari orsøk kom hann ikki til tað. Hann skrivar eina stutta frágreiðing aftan á túrin í Føroyum. Millum annað skrivar hann, "inddrivelsen bør være central og beliggende i Torshavn. Her er de store virksomheder og det er her omsætningsgrundlaget er koncentreret".

Innkrevjingardeild er í Tórshavn, og er hon nógv tann størsta. Hartil kemur, at øll stýringin av innkrevjingini eisini liggur í Tórshavn. Í so máta er onki broytt, men nevnda umboð frá T&S í Danmark skrivar eisini:

" Det betyder dog ikke, at den enkelte region ikke vil blive mere synlig i inddrivelsesarbejdet. Hvis de foreslåede ændringer gennemføres og den nødvendige lovgivning kommer på plads, vil pantefogden få meget mere tid til udlægsforretninger mv."

Han skrivar eisini um, at starvsfólk í økjunum kunnu brúkast sum vitnir hjá pantifútum, um at "udlægsforretninger vil bevirke en synliggørelse af den enkelte region". Annars skrivar hann um, hvussu "regionerne kan presse folk, være kontaktpersoner mellem skyldnere og indrivelsesafdelingen, men bør ikki kunne indgå betalingsaftaler, selv om regionerne naturligvis bør være behjælpelige hermed" o.s.fr.v.

Frágreiðingin ber dám av at verða skriva av persóni, sum visti, at okkara skattaumsiting var uppbýtt í "regioner" eins og í Danmark, sjálvt um støddirnar ikki eru tær somu. Hann kendi ikki okkara økisskrivstovur, hevði ikki verið í samband við starvsfólkini har, men letur tó skína í gjøgnum í sínari frágreiðing, at tey mugu tá kunnu brúkast til okkurt. Hann gevur teimum fleiri uppgávur, men fyri líka sum ikki at "fornerma nakran", so skulu økini ikki fullføra uppgávurnar.

T&S metti seg ikki kunna brúka stóran part av frágreiðingini. Hon vildi skapt enn størri fløkir, um hvør hevði ábyrgdina av hvørjum. Tað vildi verið heilt meiningsleyst at latið starvsfólk í økjunum verið við í innkrevjingini, um tey ikki kundu gjørt avtalur við ein skuldara, tí so vildi høvuðsgrundin fyri at gera umrøddu broytingar, at ein persónur skal taka fulla ábyrgd av allari viðgerð av einum skuldara, heilt frá tí skuldin verður stovnað til skuldin er goldin ella avskrivað, verið burtur.

Fyri at fyrireika økini til innkrevjingaruppgávuna hava starvsfólk úr økjunum luttikið

í teimum skeiðum, sum innkrevjingin hevur skipað fyri, og gera tað eisini í tí skeiði, sum er í gongd í løtuni.

Endamálið við desentraliseringini er, at tann, ið álíknar kravið, skal eisini hava ábyrgd fyri, at tað verður goldið. Við broyttu lóggávuni frá 1. januar 1998 eru tað Økisskrivstovurnar, ið álíkna uml. 95 - 98 % av øllum krøvum til landskassan.

Í Juni 1992 varð avgerð tikin um at niðurleggja hesar stovnar:

Nýggjur stovnur Toll- og Skattstova Føroya varð sett á stovn, sum tó ikki fekk lógarkarm at arbeiða eftir fyrr enn 1. januar 1998.

Umskipanin til Toll- og Skattstovu Føroya varð framd á heysti 1992 og á vári 1993.

Starvsfólk fingu skriv, har tey vóru biðin um at siga, hvar tey ynsktu at verða á nýggja stovninum.

Umskipanin av innkrevjingini 1999/2000 er gjørd eftir sama leisti.

Málið við broytingini er:

Avleiðingar av bygnaðarbroytingunum er:

Sum øllum kunnugt so hevur verið ósemja í innkrevjingini eina tíð. Tað skert ikki burtur, at øll ikki hava verið líka glað fyri, at eg munliga boðaði frá undir ósemjuni í desember , at ein decentralisering kom at merkja at færri starvsfólk komu at taka sær av innkrevjing í Tórshavn. Tøk starvsfólk vóru til uppgávurnar úti um landið. Samstundis segði eg, at alt skuldi gerast fyri at finna teimum, sum lupu av eitt annað arbeiði í mínum ábyrgdarøki. Hetta arbeiði var eisini í gongd, men so segði ein partur av starvsfólkunum seg sjálvan úr starvi.

 

    10.

    Fleiri starvsfólk hava sagt seg úr starvi, og eru eisini farin úr starvinum. Grundgevingin hjá teimum fyri hesum var ymisk, men samarbeiðstrupulleikar við leiðaran á innkrevjingini, og at tey vóru flutt frá Føroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovu Føroya, saman við ætlanini um at leggja allar rakstraruppgávurnar, sum viðvíkja innkrevjingini út á Økisskrivstovurnar vóru nokk høvuðsgrundirnar.

    Innheintingin er løgd sum ein deild í stýrinum, hvørs uppgáva millum annað er at hava ráðgeving til økini í innheintingarmálum, frálæru v.m. (Yvirlit yvir bygnaðin er lagt við sum skjal A)

    Vanligu innheintingaruppgávurnar eru lagdar út á økisskrivstovurnar, sum allar aðrar rakstraruppgávur hjá Toll- og Skattstovuni. Innkrevjingin í Tórshavn og Streymoy er nú við í arbeiðnum hjá Streymoyar Øki. Somuleiðis hava hini økini yvirtikið innkrevjingina í teirra øki, sum ein partur av teirra rakstraruppgávum. Stýrisfunktiónin er í Stýrinum á Argjum, og tekur sær av at leggja uppgávurnar út til økini, gera reglugerðir, skipa fyri undirvísing v.m.

    Ikki skuldi verið neyðugt at sett fólk aftur í starv fyri tey, sum hava sagt seg úr starvi. Nýggja innkrevjingarskipanin kemur við tíðini at automatisera fleiri av teimum uppgávum, sum í dag eru manuellar.

    Toll- og Skattstovan fer at seta seg í samband við hini stýrini. Partvís verður hetta gjørt fyri at fáa tey við til at tillaga lóggávuna, so uppskot kann verða gjørt til eina samlaða innkrevjingarlóg fyri alla almenna skuld. Eisini verður hetta gjørt fyri at knýta stovnarnar til innkrevjingina hjá Toll- og Skattstovuni soleiðis, at klárt býti verður gjørt millum, hvat er debitorrøkt, sum stovnarnir sjálvir skulu hava, og hvat er fallin skuld, sum Toll- og Skattstovan skal krevja inn.

    11.

Fólk frá økisskrivstovunum hava nú átikið sær hesa uppgávu at krevja inn alla almenna skuld. Um 2 til 3 mió. kr. sum ætlanin er at nýta í ár til eina nýggja innkrevjingarskipan á Elektron , verða nýttar, hava vit eina vælegnaða føroyska innkrevjingarskipan, sum skuldi lokið tey krøv vit seta. Um sama upphæddin varð nýtt til gomlu DEMM-skipanina, so varð hetta fyrst og fremst treytað av, at ein avtala varð gjørd millum Elektron og Kommunedata. Óvist er, um slík avtala feks í lag, men so høvdu vit onga føroyska skipan, men eina skipan, sum fyrst og fremst er gjørd til danskar kommunur, og verður innrættað eftir danskari lóggávu.

Verður tikið samanum, so kann sigast, at tey tiltøk sum nú eru sett í verk fyri at fáa eina effektiva innkrevjing, hvar innkrevjingaruppgávan er áløgd teimum sum álíkna millum 95 og 98% av almennu krøvunum, koma sum frálíður at muna nakað. Verður so øll innkrevjingarlóggávan eftirhugt og gjørd meira tíðarhóskandi, eitt nú soleiðis at innkrevjingin sjálvstøðugt kann gera gjaldsskipanir, herundir akkordir v.m. við skuldarar, tá tað snýr seg um minni upphæddir, kunnu vit rokna við, at vit altíð hava tamarhald á eftirstøðunum av almennari skuld.

Skjal A.

Deildirnar í Stýrinum

Lógardeildin

Umsitingardeildin

Virkiseftirlitið

Menningardeildin

Hevur sum uppgávu at umsita edv, tað merkir:

Innheintingardeild

Ráðgevandi og hjálpandi funktión mótvegis økjunum. Yvirordnað umsiting og serkunnleiki v.m. viðv. innheinting.

Økini 

Innheintingaruppgávur

Viðgerð og umsiting av teimum einstøku skuldarunum. V-tøl og P-tøl verða løgd út til økini:

Málið avgreitt.