Fyrispurningur um effektiv veðhald

Orðaskifti 5. mai 2000
í sambandi við fyrispurning
frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni,
(Páll á Reynatúgvu fyri Tórbjørn)
til Jørgen Niclasen, landsstýrismann

løgtingsmál nr. 100-28/1999: Fyrispurningur viðv. lánum, effektivum veðhaldum o.t.

Formaðurin: Av tí at Tórbjørn Jacobsen ikki er í tinginum longur, so tekur Páll á Reynatúgvu sær av fyrispurninginum. Ger so væl.

Páll á Reynatúgvu:
Takk formaðurin.
Eftir umbøn frá spyrjaranum so havi eg átikið mær at taka ímóti svarinum.

Lesur viðmerkingarnar upp og leggur afturat:

Tað kann man so diskutera, um svarið verður í næstum, men fyrispurningarnir teir eru í hvussu er soljóðandi: (so koma spurningarnir)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður:
Harra formaður.
Nú er tað soleiðis, at hesin spurningurin er kanska eitt lítið sindur ólíkur øðrum, tí tað verða settir spurningar í hesum, sum vísa til eitt løgtingsmál, nevniliga lm.nr. 1-8/1999 Uppskot til eykajáttanarlóg, og at spurningurin verður settur samstundis sum fíggjarnevndin viðger tað, og annars kunnu tingmenn hyggja í álitið frá fíggjarnevndini. Fíggjarnevndin hevur sjálvandi hugt gjølla eftir hesum og spurt teir spurningar, sum teir mettu, at Løgtingið átti at vitað. Men fyrispurningurin var soljóðandi: (lesur spurningarnar upp og síðani svarini).

Leggur afturat viðv. 5.34.5.01. – Ad 2: ............. er avdráttarfrítt tey fyrstu 10 árini, men verður also renturoknað og verður síðani at afturgjalda yvir 2 ár aftaná tey 10 árini. .................. av fiskiskipaflotanum t.v.s. at landskassin ikki longur veitir slík lán, men hetta er lagt sum ein – inn í lánistovnin Realkredittin.

Sigur viðv. 5.34.5.07. – Ad 5 í endanum: umleið 14,4 mió.kr. – skrivað stendur 17,4 mió.kr.
og leggur síðani afturat: Men sum sagt, so er meira útgreinað arbeiði gjørt av fíggjarnevndini til hetta her løgtingsmálið nr. 1-8, og í báðum hesum førunum er hetta lógir, sum hava verið í gildi, tann fyrra er avtikin, og í sambandi við eina røð av ymsum studningslógum, sum enn eru í gildi, verður hetta sansýnligvís ein av teimum, sum verður avtikin, hetta her er ein upprudding, sum Løgtingið fyrr hevur valt at farið í gongd við, og sum nú verður avsluttað. Takk.

Páll á Reynatúgvu:
Harra formaður.
Tað var táverandi løgtingsmaður Tórbjørn Jacobsen, sum setti fyrispurningin fram hálvan mars. Nakað eftir hetta, so legði hann tær politisku árarnar inn, og fær tí ikki verið við í viðgerðini í dag, men eg havi varnast, at hann í eini blaðgrein hevur kallað hetta málið hansara seinastu parlamentarisku eftirglóð, og í sama viðfangi helt hann fyri, at nú mundi hesin fyrispurningurin verið gott og væl ræsnaður har úti í Fiskimálastýrinum.

Eftir umbøn havi eg átikið mær at viðgera fyrispurningin, nú hann verður svaraður.

Samstundis, sum landsstýrismaðurin skal hava takk fyri, at hann umsíðir fekk tikið seg saman at svara spurninginum, so má tað sannast, at man hevði forvæntað, at svarið var meira greitt ella ítøkiligt, tá tað einaferð kom til sjóndar. Hetta er blivin ein tiltakandi siður ella afturvendandi siður, at skrivligir fyrispurningar frá tingmonnum verða serveraðir yvir um skottið aftur við leysligum og lítið sigandi uttanumtosi, og hesin landsstýrismaðurin er ikki minst raffineraði á hesum øki. Lat meg sláa fast við tað sama við Tórbjørnsa orðum, at eingir persónar og heldur eingi serstøk útgerðarfeløg hava áhuga í hesum málinum, verður hetta lagt út sum klappjakt á ávísar, so er tað skotið langt við síðuna av. Tað eru heldur eingi skip nevnd í fyrispurninginum, men forvitnið vaknaði, tá ið almenn veðhald so brádliga vóru blivin ein inntøka hjá landskassanum, hetta var ikki tað, sum man var vanur við, forkunnugt má sigast. So mikið spennandi tóktust tølini, at hildið var, at tingmenn kanska áttu at vitað, hvaðani tey stavaðu, og harumframt um landsstýrismaðurin hevði hildið seg til landsins lógir á økinum.

Sambært svarinum so umfata teir 3 spurningarnir – teir 3 fyrstu spurningarnir nótaskipið Christian í Grótinum í Klaksvík, hetta er konto nr. 5.34.5.01., og nú hevur nakað av fjølmiðlaroki verið um gjaldførislánini í síni heild, og líkamikið hvørja støðu hann hevur til tað málið, so er tað eftir øllum at døma eingin ivi um, at her er rætt fram farið sambært lógum landsins, hetta er í grundini ikki annað enn ein rest, ið hongur eftir av einari gamlari játtan.

Soleiðis kunnu skrivligir fyrispurningar eisini varpa ljós á rættleikan í málum, har ið illgitingar við eitt kundu fingið bein at gingið á til ófyrimunar hjá teimum, ið hava fingið lánini játtað soleiðis, sum fyriskrivað er.

Næstu 5 spurningarnir – ella rættari svarini – umhandla sambært hesum rækjutrolaran Høgafoss. Reiðaríið upptók eitt lán áljóðandi kr. 24.197.000 í A/S Kjøbenhavns Handelsbank í 1984, og eitt skaðaloysisbræv áljóðandi kr. 26.600.000 var útsett fyri skuldina. Sambært hesum so veðheldur Føroya landsstýri fyri afturgjaldingini av høvuðsstóli og rentum. Longu 2 ár seinni í 1986 byrjar landsstýrið at leggja út sambært veðhaldsskyldunum, og verður hildið fram á hendan hátt fram til 1993, tá ið lánið er endaliga avroknað. Handilsbankin er ikki inni í myndini longur, og málið er nú og eftir hetta bara eitt millumverandi millum Føroya landsstýrið og P/F Samvinnufelagið í Sandavági.

Jørgen Niclasen og eg sjálvur mundu vera lítið meira enn konfirmeraðir, tá hetta málið tók seg upp, heldur ikki mundi hann tá hava útgivið listarliga og kreativa kasettubandið, sum føroyingar vórðu so vælsignaðir við gjøgnum kvøðuljómaynskini í mong ár, so hann eigur ongan lut í hesum, lat tað vera sligið fast. Men tað kundi verið áhugavert at fingið at vita frá landsstýrismanninum, hví Føroya landsstýri hevur lagt út fyri hesi veðhaldini, also hví Føroya landsstýri hevur lagt út fyri hesi veðhaldini, hvørjum økonomiskum ella fíggjarligum veruleika botnaði hetta í, um hetta bara hendi pr. automatik, uttan at veruligi eigarin av skipinum bleiv konfronteraður við krøvini yvirhøvur, og hevur landsstýrið nakrantíð kannað, um landskassapeningurin onkusvegna kundi dekkast inn aftur nakað ávegis ella til fulnar.

Vónandi svarar landsstýrismaðurin, tí hetta sær kanska í so lagaligt út, man kundi kanska fingið fatan av, at hetta var eitt peningaligt sjálvtøkuborð.

Í svarinum upp á 4. spurningin verður heilt greitt sagt frá, at tað er løgtingslóg um umlegging av lánum v.m. hjá fjarfiskiflotanum, sum er grundarlagið undir hesi somu sjáldsomu inntøkuni upp á tær 9,2 mió.kr. í eykajáttanarlógini, ið kom undan kavi tá í mars mánaði.

2 skip hava eftir øllum at døma, um útvarpstíðindini eru eftirfarandi, fingið lánini umløgd frammanundan eftir hesi lóg, og tá ið hetta er endamálið við lógini, tá skuldi einki forgjørt verið við hesi avgerð. Mest áhugaverdi spurningurin er bara, um landsstýrismaðurin hevur tryggjað sær, at § 6, stk. 2, er hildin í øllum førum, eisini í hesum aktuella førinum. Stk. 2 sigur beinleiðis, at tað er ein treyt fyri umlegging eftir §§ 2-4, at fiskifarið ikki hevur rakstrarmøguleika at rinda skuldina, og at fiskifarið við umlegging verður mett at fara at klára seg í framtíðini.

Sambært § 6, stk. 1, so skal ein serkøn 3-mannanevnd geva landsstýrinum eitt ummæli av øllum umsóknum um umlegging av lánum eftir hesi lóg. Tað kundi verið áhugavert at vita, hvør situr í nevndini, hvussu eita persónarnir, hava ummælini greitt víst, at neyðugt var við umleggingini, fyri at raksturin kundi bera skuldabyrðuna í hvørjum einstøkum føri. Ber tað til at síggja ummælini?

Mær vitandi, so hevur nevndin bara ummælisrætt, t.v.s. einki tilmæli er komið haðani. Men hóast tað, so mugu teir helst hava gjørt sær onkrar nágreiniligar útrokningar fyri m.a. Høgafoss. Kann landsstýrismaðurin vátta, um nevndin er komin fram til eitt ummæli, sum vísir, at politiska avgerðin, landsstýrismaðurin hevur tikið, er røtt og fíggjarliga neyðug fyri felagið við teimum rakstrarmøguleikum, skipið annars hevur í dag? Hevur landsstýrismaðurin handlað í tráð við og eftir ummælinum?

Tað er at gleðast um, at felagið hevur havt avlop í 3 fylgjandi ár, og kanska hevur 1999 – eg havi sjálvur spurt eftir úrslitinum ella roknskapinum fyri 1999, og hann er mær vitandi ikki framlagdur enn, í hvussu so er ikki hjá Skrásetingini. Kanska hevur 1999 verið eitt hitt besta árið, tá ið rækjubátar yvirhøvur høvdu eitt gott ár hetta árið. Kann landsstýrismaðurin greiða Føroya Løgtingi frá, og tað má vera eitt krav, at han veit tað – um skipið gav avlop í hesum árinum – also í 99?

Sum flestu vita, so hava vágbingar fyri nýligani keypt sær ein nýggjan South Island, sum kostaði uml. 50 mió.kr. Skipið hevur somu um ikki lakari møguleikar enn skipið, sum verður umrøtt í dag. Ein fyrrverandi tingmaður, sum ikki atkvøddi fyri umleggingarlógini, og sum alment er gingin ímóti saneringunum, seldi fyri stutt síðani eitt skip á sama aldri fyri uml. 50 mió.kr. Nú er hesin dugnamaður farin í holt við at byggja nýtt skip til somu veiði fyri uml. 120 mió.kr. Maðurin hevur altíð svarað hvørjum sítt, so tað skal vera løgið, um hann ikki hevur vurderað økonomiskt rætt eisini hesa ferðina.

Hetta hongur als ikki saman við tølunum, sum koma fram í svarinum til spurning 5, tí er tað alneyðugt, at tingmenn fáa at vita frá landsstýrismanninum, um ummælisnevndin veruliga er komin til tað úrslitið, at Høgifossur ikki megnar eina rentuberandi skuld, sum er størri enn 35 mió.kr. Spurningurin er, um Kjartan Joensen og vágbingar eru farnir so púrasta skeivir, og um – ella um nakar er "bílagdir serkønir" hava rakt í solar plexus. Tey flestu munnu nú allíkavæl halda, at rækjuveteranurin ikki hevur mist vitið heilt, og at hesir ókendu serfrøðingarnir helst lodnir í lógvunum hava skotið nakað væl við síðuna av.

Seinasta svarið hongur als ikki saman. Upplýst verður, at núverandi samlaða skuldin er 44,7 mió.kr. Eftir umlegging, umfígging, umbygging o.a. verður samlaða skuldin sambært hesum 35,0 + 17,4, sum í mínari verð gevur 52,4 mió.kr. Hvørjar viðmerkingar hevur landsstýrismaðurin til hendan spurningin? Also tað bleiv umlagt frá 44,7 og skuldi gerast lættari og blívur nú 52,4. Tað kann vera, at eg ikki havi roknað meg rætt fram, men –

Tað er komið fram, at landsstýrismaðurin hevur gjørt eitt slag av einari akkord við P/F Samvinnufelagið. Sambært vælvitandi keldum var leisturin í henni, at um Fiskimálastýrið avskrivaði 17,4 mió.kr. í Høgafossi, tá skuldi felagið um somu leið gjalda landskassanum tær nú so væl kendu 9,2 mió.kr. Leggja vit hesi bæði tølini saman, tá eru vit aftur upp i á akkurát 26,6 mió.kr., sum skaðaloysisbrævið frá 1984 ljóðaði uppá. Og er hetta samanfallið tilvildarligt? Og hevur landsstýrismaðurin gjørt eina akkord, sum er soleiðis háttað?

Undir øllum umstøðum virkar tað meiningsleyst eftir umlegging – ella tað, sum hevur verið rópt fyri sanering – at skuldin er vorðin størri í skipinum. Kann landsstýrismaðurin gera greiði á, hvussuleiðis tær 17,4 milliónirnar koma at síggjast aftur í landskassaroknskapinum

Vónandi svarar landsstýrismaðurin greitt upp á spurningarnar, sum eru settir, tí tað er av avgerandi týdningi, at bæði vit her á tingi og landsins borgarar fáa vissu fyri, at rætt er borið at í hesum máli, sum sambært útvarpinum fyri einari tíð síðani, hevur kostað føroyska skattaborgaranum onkustaðni millum sjeyti og áttati milliónir krónur. Takk fyri.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður:
Harra formaður.
Tað komu í hesum svari frá Páll á Reynatúgvu upp á spurningin rættiliga nógvir spurningar, og eg klári neyvan at svara teimum øllum, men eg kann so gera eina roynd.

Tað bleiv spurt fyrst og fremst um hvussu í tíðin var frá 1984 og frameftir, og skal man taka júst hetta skipið, so var tað soleiðis við hesum skipinum, at ætlanin var at byggja ein rækjutrolara, sum skuldi fiska rækjur burturav, men frá landsstýrinum varð kravt, at hetta skipið bleiv gjørt størri við størri maskinorku soleiðis, at tað kundi vera eitt kombinerað skip – skuldi kunna fiska svarkjaft eisini, vissi tað er tað rætta. Og tað gjørdi so skipið væl dýrari enn líknandi skip, sum blivu bygd árið eftir, og sum tíðin gongur, so var tað nú soleiðis, at kautiónir, sum blivu givnar, tær vóru slíkar kautiónir, at man ikki kravdi felagið á tvang, t.v.s. at kautiónirnar vóru soleiðis, at vissi felagið ikki betalti, so kundi man beinleiðis fara eftir kautionistinum uttan at koyra felagið á heysin. Hetta var nakað, sum var galdandi í 80’unum, og vissi eg minnist rætt, so haldi eg, tað mundi vera tá í 89 ella har á leið, at tað bleiv broytt, vissi eg minnist tað rætt, soleiðis at tær kautiónir, sum aftaná blivu givnar, tá skuldi alt krevjast frá felagnum, áðrenn man fór eftir borgaranum, t.v.s tann sum veðhelt. Soleiðis var skipanin, og tað er ivaleyst henni, ið man hevur fylgt eftir. Men upp gjøgnum 90’ini – hetta er jú - § 19-nevndin verður skjótt liðug við sítt álit. Veðhald vórðu jú – tað er also milliard-beløb, vit tosa um, sum vórðu veðhildin til fiskivinnuna, og tað hevur verið roynt frá landsins myndugleikum at fáa inn alt tað, man kann – eisini við hesum nevnda skipi, og tað haldi eg ikki, eg sigi for nógv, tað er bara – tað hevur neyvan hepnast hampiligt, nokk nakð er komið inn, og tað er kanska ikki so heilt lítið.

So tað er einki at ivast í, at man í fleiri førum hevur roynt at fingið peningin inn, men tað hevur ikki víst seg at gingið, og við rækjuflotanum so sá tað svart út, og tað var eisini tí, at Løgtingið tók og samtykti hesa lógina, tí man var vitandi um, at í útlandinum høvdu hesi skipini størri virði. Skip í útlandinum t.d. í Grønlandi kunnu fiska fyri 100 mió.kr. um árið fyri tað sama skipið. Skip av sama slag í Føroyum, sum hevur teir møguleikar, sum føroysk skip hava, tv.s. á Flemmish Cap, og tað sindrið av kvotu í Eysturgrønlandi og annars við Svalbard, komu fyrsta árið, sum eg veit um í hvussu er, uppá 40 mió.kr. í fjør, og tað er minni enn helvtina av tí, skip aðrastaðni kunnu fiska. Tískil var stórur vandi tá fyri, at hesi skipini fóru av landinum, og hetta her var eftir, at man hevði sæð góð skip farið av landinum, sum føroyingar vóru ógvuliga harmir um, serliga tey nýggju skipini fóru, hetta er ein eftirvirkningur av kreppuni, og tá valdi so Løgtingið at samtykkja hesa lógina fyri at varðveita skipini. Man var vitandi um, at man kundi fingið betri prís fyri tey, fóru tey av landinum, man var eisini vitandi um, at tað var stórur áhugi fyri teimum aðrastaðni, og tí valdi man so at gera lógina.

Lat meg siga tað beinanvegin, var tað í dag, vit skuldu tikið støðu til hetta, so var eingin ivi um, at so kom tað ikki upp á tal við einari slíkari lóg. Men hetta samtykti Løgtingið, og úrslitið av tí, sum man samtykti, hevur so verið, at tað eru bert hesi her 3 skipini, sum eru nevnd í hesum her uppskotinum, sum eru eftir í landinum av teimum, sum blivu bygd tá. Man kann siga, at tað virkaði, sum Løgtingið hevði gjørt, men var tað í dag, eri eg ikki í iva um, tað er neyvan bara eg, men sikkurt meginpartin av Løgtinginum, sum heldur, at so vildi man ikki farið í holt við eina slíka lóg sum hesa.

Tá tað verður spurt umaftur, hvussu í tað umlagda lánið sæst aftur í landskassaroknskapinum, so er tað vist soleiðis, at tá ið eitt veðhald verður útlagt, blívur tað útreiðsluført sum ein útreiðsla á landsskassaroknskapinum, og tá so landskassin fær pening innaftur, so blívur tað ført sum ein inntøka, og t.v.s. í hesum kemur hetta at standa sum eitt skuldarbræv, t.v.s. at hesar 17 miilliónirnar er møguleiki fyri at fáa innaftur, treytað av, at hann skiftir eigara, og tá ið so hesi 10 árini eru farin, so fellur hetta her endaliga burtur.

Í nevndini, sum hevur givið tilmæli til hettar her, sita Sjúrður Horsdal, Anfinn Hansen og Julianna Klett, og hesi 3 hava givið tilmæli í øllum teimum trimum skipunum, og lansstýrismaðurin, sum sat undan mær, og eg hava í øllum trimum førunum fylt teimum tilmælum, sum tey eru komin til, og tey mettu ikki, at skipini vóru før fyri at klára seg, sum var, og hava roknað seg fram til, at hetta var tað, sum skuldi til, fyri at skipini skuldu kunna klára seg, og harvið er eisini spurningurin svaraður, um landsstýrismaðurin hevur handlað í tráð við lógina, tað verður mett – og at soleiðis hevur verið – tí er handlað í tráð við lógina, og so fer tíðin frameftir at vísa seg, um hesi her fólkini hava mett rætt. Landsstýrismaðurin hevur í hvussu er valt at fylgja teirra tilmæli og teirra drúgva arbeiði í hesum her eisini. Nú var tíðin farin.

Páll á Reynatúgvu:
Takk fyri formaðurin.
Eg skal enn einaferð takka fyri royndina hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, at svara upp á spurningarnar, men eg haldi eisini, at hesa ferð sum í áðni, at hann gott kundi farið eitt sindur djúpri til verka. Eg spurdi t.d., um skuldin í dag í hesum síðsta felagnum - P/F Samvinnufelagnum – eftir saneringina ella eftir lán var hægri, enn hon var undan saneringini, tað kundi eg gott hugsa mær at fingið at vita, og eg kundi eisini gott hugsa mær at fingið at vita frá landsstýrismanninum, um hann er farin inn í eina akkordskipan við P/F Samvinnufelagið, og út frá hvørjum grundarlagi hann er farin undir ta akkordskipanina, so tykist eisini rættiliga løgið, má eg siga beinanvegin, at sambært tølunum, roknskapartølunum fyri felagið, og sambært § 6, stk. 2, sum sigur, at – eg minnist ikki aftur akkurat tekstin – tað er í hvussu er tað, at tað skal vera ein 3 manna-nevnd, sum gevur landsstýrismanninum eitt ummæli. So er tað soleiðis, at tølini fyri 97 siga, at felagið hevur eitt yvirskot upp á einar 600.000, fyri 98 upp á 1,2 millión og 99 sum sagt – talið hava vit ikki fingið enn. Tað tykist løgið – eisini fyri ein ikki serliga roknskaparkønan sum meg – at man skal gjøgnumføra eina sanering av einum felag, tá ið tølini eru so mikið positiv, sum tey síggja út til at vera her, so eg kundi gott hugsa mær, at landsstýrismaðurin royndi at útdýpa tað eitt sindur nærri, enn hann hevur gjørt higartil, og ikki minst spurningurin um akkordina er øgiliga áhugaverdur, og við hvørjari heimild hann er farin undir at gera hesa akkordina. Takk fyri.

Formaðurin: Skipanin er, sum tingmenn vita, at fyrst hava spyrjari og svarari orðið 2 ferðir, so kunnu tingmenn fáa orðið inn ímillum, men ikki aftaná at spyrjari og svarari hava havt seinasta umfar, men tað ber til at gera viðmerkingar.

Annars er tað Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og hann er so seinasti røðari. Tað ber til at gera viðmerkingar til hansara. Jørgen Niclasen má steðga eitt lítið sindur.

Jóannes Eidesgaard (viðmerking til Páll á Reynatúgvu)
Harra formaður.
Hetta við sanering er altíð eitt trupult mál, tí tað er sjáldan, man kann fáa eina sanering at venda serliga rættvísa, hon vil altíð gera tað, at onkur verður ymist fyri í kappingini. Men tað, sum undrar meg í hesum málinum her, er tað, at tað, sum vit ávaraðu ímóti í 1997, tá ið hendan lógin um sanering av fjarfiskiflotanum var fyri, og tað var fyrst og fremst Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, sum fingu hana samtykta í tí samgonguni, so ávaraðu vit ímóti, at vit fingu eina forfordeiling, og vit vórðu ávaraði ímóti, hvussu lógin fór at verða umsitin, og um øll fóru at verða eins fyri tí lóg, sum bleiv gjørd, og tað, sum vit eru vitni um nú, tað er, at tað eru 3 skip, sum her hava fingið gjørt eina rættiliga stóra sanering upp á kanska eitt stað í millum 30 og 40 milliónir fyri landskassan, meðan onnur skip, sum eru komin síðani inn í flotan, mugu betala tann fulla prísin, tað er nevnt South Island og tað er nevnt tað nýggja Hvilvtenni.

Tað, sum eg fari at undirstrika, nú fekk eg ikki orðið, men eg fái bara tíð til eina viðmerking, tað er, at mær tykir, at Tjóðveldisflokkurin spælir eitt dupultspæl í hesum spælinum. Vit eiga at minnast til, at Tjóðveldisflokkurin er parlamentariska grundarlagið, líka so væl sum Páll á Reynatúgvu er tað, fyri tann fiskivinnupolitikk, sum verður rikin her á landi, bæði tá tað snýr seg um umsiting av hesari lóggávuni, um sanering av hesum skipum, sum her eru nevnd, og um umsiting av kvotulógunum, hvussu kvotur verða býttar út til tey, sum skulu hava kvotur, og mær tykir, tað er eitt sindur av spæli fyri gallarínum, eitt sindur av undirhaldi í hesum her, at man upp á tað aðru síðuna til dagligt setir kikarin fyri tað blinda eygað og letur tilstanda og finnir seg í tí fiskivinnupolitikki, sum verður rikin. Jørgen Niclasen hevur sín fulla møguleika til at reka tann fiskivinnupolitikk, sum hann nú hevur hug til, og tað er eingin, sum hevur steðgað honum í tí, og so brúkar man tingið til líkasum at tváa sínar hendur og siga, men also vit gera also vart við, tað eru vit, sum vilja ganga inn fyri einari studningsfríari vinnu í Føroyum. Tjóðveldisflokkurin hevur í morgun atkvøtt fyri at geva saneringar fyri í millum 30 og 40 milliónir krónur, og tað kann man ikki júst kalla at vera ein flokkur, sum prøvar at selja seg sjálvan sum ein flokk, sum vil hava eina studningsfría vinnu.

Marjus Dam (viðmerking)
Ja tað er ein stutt viðmerking til Páll á Reynatúgvu. Tað verður nærmast settur ein sovorðin – ein sovorðin spurningur – ella man nærmast setir ein spurning út frá einum sovorðnum grundaðum illgruna um okkurt, ið ikki er serliga gott, og tað kann man so hava ymsar meiningar um. Men tað er ein spurningur, um tað nakrantíð var komið upp á tal at taka og sanera eitt skip sum Høgafoss, sum spurningur er um í dag, um politikarar og Føroya landsstýri í síni tíð høvdu hildið fingrarnar har beint, sum teir áttu, nevniliga burtur frá vinnuni. Tí tað, sum gjørdi, at júst hesin trolarin kom í stórar trupulleikar var, at reiðarin spurdi ella felagið spurdi, um teir kundu sleppa at byggja ein trolara. Landsstýrið leggur so treytir við: Tit skulu sleppa at byggja trolarin, um tit taka og brúka einar 30 milliónir krónur afturat, tað var tað, sum úrslitið var av kravinum, sum teir settu, tí at báturin skuldi fiska svartkjaft. Ta skuldina vórðu teir noyddir at taka upp á seg fyri at sleppa at fáa loyvi til at fiska rækjur við tí stóra trupulleika, at rokningarnar vóru rættiliga tungar at betala og somuleiðis renturnar. Tað at vit frá Løgtingsins síðu taka og rætta upp upp á feilir, ið Løgtingið sjálvt ella og landsstýrið sjálvt hevur gjørt, tað haldi eg, at tað er faktisk rætt, at man tekur og fer eitt sindur tann vegin, tí havi eg ikki so serliga stórar trupulleikar av, at man hyggur eftir hesum bátinum. Nakað annað var, um trupulleikarnir vóru komnir av, at reiðarin sjálvur var tann, ið kom við uppskriftini upp á tann stóra – ella uppá, at ein feilur var gjørdur, men tað er tað ikki. Landsstýrið legði treytirnar, ið gjørdi tað, at vinnan kanska ikki kláraði seg. Tí er tað: Lat vinnuna skipa fyri, hvussu ið vinnan skal vera í Føroyum. Latið okkum leggja karmarnar og einki annað. Takk fyri harra formaður.

Heini O. Heinesen (viðmerking)
Harra formaður.
Nú er tað soleiðis, hetta málið var avgreitt í 1997. Ein lóg varð samtykt tá, og tey skipini, sum talan var um, vórðu viðgjørd í nevnd, eg var sjálvur við at viðgera hetta málið í nevnd, tá vóru hesi skipini nevnd. Lógin umfataði akkurat hesi trý skipini, og hetta her er rokningin fyri ta lógina, sum tá bleiv samtykt. Hesari lógini atkvøddi Tjóðveldisflokkurin ímóti, og tað einasta, sum kann setast spurning við í dag, tað er, um hendan nevndin, sernevndin, um hon hevur gjørt sítt arbeiði til lítar.

Og vissi formaðurin í Javnaðarflokkinum hevði hug at lurta, so er hann púra greiður yvir, at Tjóðveldisflokkurin ikki kann fara inn í eina samtykta lóg, uttan tað at man kann seta kanningar av, um hendan nevndin hevur gjørt sítt arbeiði til lítar, tí hetta her er rokningin fyri ta lógina. Hesi skipini vórðu nevnd í álitinum, ella í viðgerðini, eg minnist ikki um í álitinum. Og Tjóðveldisflokkurin atkvøddi ímóti hesi lógini, meðan Javnaðarflokkurin kom við einari aðrari salomoniskari loysn, sum segði okkurt annað, har veðhaldið bleiv verandi í skipinum, ella hvat tað var, tað minnist eg ikki akkurat. Tað var M.P., sum sat í hesi nevndini. So eg haldi hetta er fullkomiliga burturvið og spæl fyri gallarínum, tá Javnarðarflokkuri – formaðurin í Javnaðarflokkinum kemur upp her og sigur tað, at Tjóðveldisflokkurin hevur nakra ábyrgd av hesum her málinum her. Tað einasta, sum hetta høga ting kann gera í hesari eykajáttanarfíggjarlógini her, tað er, um hendan nevndin, sum er nevnd her í dag, nøvnini, hevur gjørt sítt arbeiði til lítar, um teir lúkaðu treytir, sum vórðu nevndar av undanfarna røðara. Tað er tað, sum man kann seta spurnartekin við, í aðra mátar fær man ikki gjørt nakað annað, tí hetta er ein lóg, sum verður førd út í lívið. Tað er bara veruleikin, og tað skula bæði teir flokkarnir, sum atkvøddu fyri, og teir, sum høvdu broytingaruppskot til lógina, meðan Tjóðveldisflokkurin adkvøddi ímóti. Hatta er greið tala. Vit atkvøddu ímóti hesum her.

Páll á Reynatúgvu (seinasta viðmerking í hesum umfari)
Takk formaðurin.
Fyrst til formann Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, sum helt, at hetta frá Tjóðveldisfloksins síðu bara var spæl fyri gallarínum. Eg haldi, at hann er rættiliga stuttmintur, tí tað er ikki meria enn hvat – hálvt ár síðani, Tjóðveldisflokkurin kanska sum einasti garantur stóð fyri, at man veruliga breyt upp úr nýggjum og slepti hesum studningsmeindaða rakstrinum av føroysku fiskivinnuni, og tað kann ikki vera nakar, sum ivast í tí úti í almenninginum, hvør tað var, sum veruliga breyt við studningspolitikkin.

Marjus Dam, sum eg skilji hann, hevur onkusvegna hug til at benda málinum inn á tað, at man skal leggja onkrum ávísum, í hvussu er partar av tí, sum hann segði, bendi á tann vegin, og tað haldi eg, er púrasta burturvið, bæði spyrjarin og eg sjálvur í dag hava gjørt okkum ómak við ikki at viðgera nakran ávísan, men at viðgera fyrisitingina og tann politiska mátan at takla hendan spurningin. So tað er púra burturvið.

Annars haldi eg tað, at tá tað snýr seg um § 6 í saneringslógini, vissi man kann siga tað so, stk. 2, so nevnir hon hendan her ummælisrættin, og har má landsstýrismaðurin gera sær púra greitt, at tað er ein ummælisrættur, vit snakka um, tað er ikki eitt tilmæli, og tí kemur tað altíð at verða ein politisk avgerð, sum liggur aftan fyri ta støðutakanina, sum er farin fram. Men tað fyrikemur sjálvt einum, sum eg vil siga er rættiliga ókønur roknskaparliga, so fyrikemur tað mær øgiliga, øgiliga løgið, at tú kanst fara undir at byggja nýggj skip fyri 120 mió.kr., meðan tú samstundis noyðist at sanera skuld hjá skipum, sum standa kanska í 50 mió.kr. Tað haldi eg, virkar øgiliga løgið fyri mítt viðkomandi. Takk fyri formaðurin.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Harra formaður.
Nú er tað soleiðis, at tað plagar ofta at vera landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, sum plagar at seta niður á tingmenn, kanska serliga í Javnaðarflokkinum, fyri, at teir ditta sær at misteinkja ella bara ein feril av tí, við tað arbeiði, sum hann ger. Men tað, sum man skal uppliva her, tað er misteinkiligheit frá a til z, sum man prøvar uppá at sáa við hesum málinum her. Er tað soleiðis, at man misteinkir meg fyri at hava gjørt nakað galið í hesum málinum, so er at handla út frá tí, men tað er vistnok ikki tað, man vil, man vil bara prøva at sáa hendan her mistankan, prøva at fáa hann at vaksa, koma út millum fólkið, soleiðis at misteinkiligheitin er fullkomin, og so er slottið vunnið.

Eg fari at halda við Høgna Hoydal, at tingmenn kanska ikki altíð behøvast at brúka so nógva tíð upp á at misteinkja, men prøva at seta seg inn í málini og viðgera tey út frá tí.

Tað blivu nakrir spurningar reistir afturat, tað bleiv víst á eitt yvirskot, at skipið, sum her er umtalað, hevði yvirskot í 97 og 98, og av orsøkum, sum eg ikki kenni, men soleiðis sum tað hevur verið, tá ið skuld hevur verið í skipum, so hava tey ikki verið renturoknað, eg veit ikki, hví tað hevur verið so, men soleiðis hevur tað verið, t.v.s. tað úrslit, sum man sær við hesum skipinum fyri 97 og 98, tá er tann skuldin, sum verður til landsskassan uppá 26 mió.kr. ikki verður roknað rentur, og sjálvandi tá renta ikki verður roknað av einari so stórari upphædd, so gevur tað úrslitið sjálvandi tað penari í mun til, vissi renta varð roknað. So tað hevði verið eitt stórt undirskot, um man roknaði rentu í hasum árunum, so vóni eg hatta er eitt svar upp á tann spurningin.

Nevndin hevur gjørt eitt tilmæli út frá teimum árum, sum eru frammanundan. Síðani tá eru menn farnir undir skip, sum hava verið dýrari, og har má eg also siga, at tað svarið, eg kann geva um munin millum hesi bæði, er sjálvandi, at hesir eru djarvir.

Tað verður nevnt í kunngerðini til hesa lógini, man skal hyggja eftir trimum teimum seinastu árunum, og tað, sum hevur víst seg, tað er, at árið í fjør var væl betur enn undanfarin ár, tað næstan vaks við einum triðingi í sølu í krónum, sum hesi skipini seldu fyri, og vissi øll ár verða sum árið í fjør, so sær roknistykkið eitt sindur annarleiðis út, heldur enn vissi man hyggur yvir eitt miðal, og vit hava jú eitt rættiliga stórt miðaltal yvir rækjuflotan at hyggja eftir, og tað er út frá tí, ið nevndin er komin við sínum tilmæli til landsstýrismannin.

Tað er ein politisk avgerð, landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð. Men tá ið Løgtingið hevur álagt, at tað skal ein slík nevnd setast, so er tað fyri, at har metir man, at har tryggjar man tað best. Tað at man á Løgtingi velur og vil áleggja í lógini, at landsstýrismaðurin skal hava eina slíka nevnd til at gera tað, tað er nettupp tað, at ein landsstýrismaður ikki skal sita og gera, sum tað passar honum hendaveg ella handaveg, men at man setir eina nevnd av serkønum til at koma við einum tilmæli til landsstýrismannin. Og í øllum trimum førunum hevur man valt at fylgja tí. Hevur man so hug at siga, at teir gera eitt óseriøst arbeiði, ella hesir serfrøðingarnir ikki kunnu brúkast, jamen so mugu tingmenn siga tað, tað fari eg ikki at siga, eg haldi teir hava gjørt eitt drúgt og gott arbeiði, og tað, sum eg havi fingið á borðið, havi eg so valt at fylgt.

Tað, sum viðvíkjur hesum skipunum, so var tað ein skuld upp á 26 mió.kr., har man valdi at umleggja ein part, sum var 17, og tann restin, sum so var, er so goldin inn av skipinum, og lat meg siga tað beinanvegin, at tað haldi eg er tað rætta, tað var tað, sum nevndin kom við, og tað er tað, at man fór at rudda upp, og t.v.s. at man er vekk av hesum her, at ting ikki hanga í landskassanum, t.v.s. tann skuldin, sum man kravdi betalta, hana kravdi man betalta við kassa 1 í sambandi við arbeiðið av hesum her, og soleiðis verður man leysur av hesum, tá hetta skipið endaliga er komið upp á pláss, tað eru nakrar detaljir eftir fyri at fáa tað upp á pláss.

Annars má eg siga, øll veðhaldini, sum vit kenna, sum hava verið til fiskiflotan, allur tann studningur, sum hevur verið til fiskivinnuna, upp í 500 mió.kr. um árið, til feskfiskaflotan, til allan feskfiskaflotan frá tí minsta útróðrabátinum til tann størsta trolaran, og á flestu økjum innan fyri fiskifinnuna, so er rækjuvinnan hóast alt tann vinnan – tey skipini, sum ongantíð hava fingið studning úr landskassanum til sín rakstur. Tað er so ein munur. Harafturat hava rækjuskipini verið úti og skaffað okkum rættindir í altjóðasjógvi á Flemish Cap og aðra staðni, t.v.s. teir fiska ikki inni á okkara egna tilfeingi, teir fara heldur ikki út soleiðis, at vit mugu býta, t.v.s. gjald við tilfeingi inni hjá okkum sjálvum, men rækjuflotin er farin út sjálvur og hevur skaffað Føroyum rættindir úti í altjóðasjógvi, og tað nakað, vit øll eiga at vera stolt av í dag.

Sum sagt, so er skjøtil settur á at fáa stuðulin úr vinnuni longu í 91, tá ið Fólkaflokkurin sat við fiskivinnumálum saman við Javnaðarflokkinum, og tann gongdin heldur fram, og vit eru mest sum komnir niður á null, og tað er ein rúgva av stuðulslóggávum eftir, og tað er eitt drúgt arbeiði at fara í gongd at fáa alla hesa lóggávu burtur, og inklusive tað er hendan lóggávan, hetta er ein lóg, sum er samtykt, og tað er fylgt, og hendan lógin kemur ikki at virka eftir hetta. Takk.

Páll á Reynatúgvu (viðmerking)
Takk formaðurin.
Nú er tað ikki sørt av broyting í tónalagnum hjá Jørgen Niclasen hesa ferðina, hann var uppi í sambandi við fyrispurningin. Og hann legði rættiliga harðliga út við at siga, at eg hevði illtonkt ella mistonkt hann fyri eitt ella annað, og at tað kundi man ikki gera uttan víðari o.s.fr. Vissi tað nú er soleiðis tað kennist hjá landsstýrismanninum, og eg havi mínar ivar í sambandi við hetta málið, so haldi eg, tað er bara ein máti at fáa reinsað bæði landsstýrismannin og fáa tipt meg, so fari eg at heita á løgtingsformannin um at beina hesi viðurskiftini ella málið í landsstýrismálanevndina til kanningar. Takk fyri.

Jóannes Eidesgaard (viðmerking)
Harra formaður.
Tað er ein viðmerking til undanfarna røðara – landsstýsismannin – tað er, at hann skal taka tað heilt róligt, og at her kemur einki at henda, hann kann sita púra róligur í sessinum, tí tað var slett ikki endamálið við fyrispurninginum, at man ætlaði at rykkja undir sessin hjá landsstýrismanninum.

Endamálið við hesum fyrispurninginum er at royna at billa Føroya fólki inn, at á tingi er tað ein flokkur, sum gongur inn fyri einari studningsfríari vinnu, og tann flokkurin eitur Tjóðveldisflokkurin, men Føroya fólk veit tað, Føroya fólk veit tað, at í gott 2 ár hevur Tjóðveldisflokkurin verið parlamentariska grundarlagið undir tí rikna fiskivinnupolitikkinum upp á gott og ringt, bæði tá tað snýr seg um hesa lóggávuna og umsitingina av hesari lóggávuni, og tá tað snýr seg um kvotupolitikk og annan fiskivinnupolitikk. Tað er for bíligt av einum flokki at koma niðan í tingið og royna at billa fólki inn, at man er reinur og fríur, man hevur onga ábyrgd. Ábyrgdin liggur í, at Tjóðveldisflokkurin er grundarlagið, parlamentariska grundarlagið undir m.a. eisini fiskivinnupolitikkinum, og so haldi eg, at Páll á Reynatúgvu ella onnur góð fólk í Tjóðveldisflokkinum kundu hugt eftir, hvat íkast hevur verið hjá øðrum flokkum til at sloppið undan at hava eina studningsbundna vinnu.

Formaðurin:
Formaðurin fer at gera ta stuttu viðmerking, at tað er ikki formaðurin, sum beinir mál í landsstýrismálanevndina, tað gera tingmenn sjálvir, men landsstýrismálanevndin kann eisini taka eitt mál upp av sínum eintingum.

Heini O. Heinesen (viðmerking)
Harra formaður.
Tá nú menn blíva heitir, sær tað út til, at teir hava betri hug at tosa, aftaná at møguleikarnir eru fyri at tosa, og vissi man visti av tí, so kundi man havt tikið orðið fyrr.

Men tað, sum vit hava upplivað í hesum valskeiðnum, tað er ein flokkur, sum hevur lagt uppskot fram um eina studningslóg og at brúka 40 milliónir, tað er Føroya Javnaðarflokkur, og tað, sum undraði meg eitt lítið sindur, tað var tað, at landsstýrismaðurin bleiv eitt sindur heitur nú í seinastuni, men tað kanska kom av, at onkur hevði prikað hann eitt sindur, men tað, sum vit hava fingið at vita í fíggjarnevndini, tað var tað, sum eg vildi siga, tað er tað, at landsstýrismaðurin hevur fylgt nevndini fult út, tá er tað spurningurin, hvar liggur so feilurin, og tað segði eg eisini í tí fyrra innlegginum, sum eg hevði, at spurningurin er, um nevndin hevur gjørt sítt arbeiði til lítar, og tað er tað, sum teir, sum kritiseta, seta spurningin við. Tí vissi landsstýrismaðurin kom við einari aðrari niðurstøðu enn nevndin, so kundi man tosa um hasi tingini, sum Jóannes Eidesgaard roynir at leggja upp til. Og tá man tosar um fiskivinnupolitikk í hesum valskeiðnum, so hevur Tjóðveldisflokkurin ikki broytt lógina um fiskivinnupolitikk nakað sum helst hesi valskeiðini. Tað hava vit ikki verið við til av týdningi – slett ikki, og vissi Jørgen kann koma upp at siga tað, at hann hevur broytt lógina við okkara vælsignilsi av týdningi tann øvugta vegin, sum Jóannes Eidesgaard meinar, so kann hann bara koma upp her og fortelja okkum tað. Tað er hann so ikki sloppin til enn, hann er ikki komin við uppskoti heldur um tað, so at eg haldi hetta her – og hasar 40 milliónirnar vóru strikaðar á fíggjarlógini, tað var eftir trýsti frá Tjóðveldisflokkinum, men har kemur Jóannes Eidesgaard og leggur eitt uppskot fram um at brúka hasar 40 milliónirnar og kanska 400 milliónir afturat, tað er tað, sum vit hava upplivað, og tí er tað burturvið at standa her og tosa og leggja okkum undir – stinga okkum nakað í skógvarnar, sum vit slett ikki hava tikið undir við. Vit hava barst sum úlvur á skóg at fingið hesar 40 milliónirnar av fíggjarlógini, og tær eru burtur, tað vil eg takka samgonguni fyri, at vit kundu semjast um hattar har. Takk fyri.

Katrin Dahl Jakobsen (viðmerking)
Ja harri formaður.
Tað, sum Heini O. Heinesen viðmerkti til – uppá ein ella annan máta fær man knýtt hetta saman also – eg havi altíð hildið, at studningur hevur verið eitt Fólkafloks-problem. Vit viðgjørdu landbúnaðin í gjár, og har var studningur og sanering og alt – tá blívur tað líkasum meira tilforlátiligt, men tá tað er fiskivinnan, so fer alt upp at kóka beinanveg.

So er tað hetta her við, at Javnaðarflokkurin hevur lagt eitt studningsuppskot fram. Samgongan hevur í samgonguskjalinum skrivað, at teir skulu endurnýggja skipaflotan. 40 milliónir krónur vóru settar av nettupp til tað endamálið, og sjálvandi tekur man tað í álvara, sum samgongan hevur sett sær fyri, og tað at teir hava sett á fíggjarlógina til tað endamálið, annars høvdu teir væl havt strikað tað fyrr. Okkara uppskot var, at man hevði ein grunn, tað var ikki eitt studningsuppskot, tað var, at man hevði ein grunn, hvar tað bar til at skaffa nóg mikið av partapeningi hjá onkrum, sum hevði hug at taka stig til at keypa sær skip ella byggja skip, og at pengarnir skuldu fara aftur í grunnin, so tað hevur einki sum helst við studning at gera, og tað veit Heini O. Heinesen útmerkað, men tað, sum hann hevur presterað, tað er at flyta tann stuðulin, sum hann kanska øsir seg um nú, yvir til partafeløgini ístaðin fyri, við at lækka skattin hjá partafeløgunum. Tað er eisini stuðul í mínum høvdi, tað er bara tað, at nú fellur tað til nøkur heilt onnur, enn man hevði - og tað er stadigvekk at gera karmar fyri vinnuna og endurnýggja henda góða flotan, sum yvirhøvur ikki kemur at fáa nakað burtur úr hasum har partafelagsskattinum ella lættanini av tí. Tað verður, sum vit hava ført fram fleiri ferðir, tað verða fíggjarstovnar, bankar og handilsfyritøkur, sum koma at vinna upp á tað.

Formaðurin:
Og so er tað at enda Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður:
Harra formaður.
Nú kappast flokkar um at koma upp her og breggja sær av, at teir ynskja stuðul burtur, og tað er serliga Tjóðveldisflokkurin, sum roynir, og ikki tykkum at siga, so royna tingmenn eisini at hjálpa einstaklingum, og tað kemur jú fyri, at tingmenn koma til ein landsstýrismann og vita, um hann ikki líka kann hjálpa við hesum og hasum, og onkur um ikki ein ella onnur fyritøka í teirra valdømi kann ikki fáa stuðul av hesum og hasum, og eg kann ikki afturvísa, at ikki onkur av teimum eisini er úr Tjóðveldisflokkinum.

Úr salinum: Nå, nú er tað nokk.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Men harra formaður, allir royna at breggja sær av at fáa stuðul burtur, skjøtil bleiv settur á tað í 91 við Fólkaflokkinum á fiskivinnumálum saman tá við Javnaðarflokkinum, og síðani tá er stuðulin til fiskivinnuna minkaður úr 400 milliónum krónum niður ímóti null, og hetta er mest sum burtur, og tað, sum Fólkaflokkurin byrjaði og hevur ført fram, sær út til, at tað verður aftur Fólkaflokkurin, og hesa ferð verður tað eg, sum komi at enda tað, og stuðulin til fiskivinnuna er komin so nær null, sum hann nú eina ferðirnar kann. Tað gleðist eg um, og at í Løgtinginum eru fleiri  - eru flestu flokkar, sum eisini ynskja tað.

Tá ið orð sum misteinkiligt blíva brúkt, so veit eg ikki, um tað er rætt resonerað, tá ið eg sigi, at tað er tað sama sum at misteinkja, tað kann tað vist vera eftir tí, sum eg skilji málið, og tað er ógvuliga harmiligt, at man skal brúka so nógva tíð upp á at misteinkja, tað verða spurningar settir, man roynir at svara øllum teimum spurningum, sum eru, so verður ein rúgva av spurningum settir afturat, og man roynir at svara teimum, kanska ikki perfekt, men so kunnu teir setast í øðrum spurningi, man roynir at upplýsa alt tað, man kann, og allíkavæl skal man misteinkja, tá er tað betri, at tingmenn heldur fara og fáa tingini kannað, so tað havi eg fyri so vítt einki ímóti. Í hesum málinum er lógin fylgd, nevnd er komin við einum tilmæli, sum er gjølliga útroknað, hvussu teir eru komnir fram til tað, og landsstýrismaðurin hevur fylgt tí. So tað havi eg als einki ímóti. Takk.

Formaðurin: So er hesin fyrispurningur svaraður og avgreiddur.