Fyrispurningur um bústaðarviðurskifti hjá sosialt veikum borgarum

100-30 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, viðvíkjandi bústaðarmøguleikunum hjá sosialt veikum borgarum

 

Ár 2000, týsdagin 28. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at bøta um bústaðarmøguleikarnar hjá teimum sosialt veikastu borgarunum?
  2. Kann landsstýrismaðurin vísandi til lóggávu siga, hvør hevur skyldu til og ábyrgd av, at eisini hesum borgarum verður tryggjað mannsømilig kor.
  3. Heldur landsstýrismaðurin, tað vera rímiligt, at ein privatur felagsskapur sum t.d. Frelsunarherurin átekur sær hesa samfelagsligu uppgávu, uttan at fíggjarliga grundarlagið er tryggjað við lóggávu.

Viðmerkingar:

Ein stórur trupulleiki, serliga í Tórshavnar kommunu, er tað vaksandi talið av borgarum, sum ikki sjálvir eru førir fyri at útvega sær bústað.

Frelsunarherurin hevur gjørt og ger framvegis eitt stórt sosialt arbeiði. Í 1998 læt Frelsunarherurin í Tórshavn upp eitt herberg, har tey, ið ongastaðni høvdu at vera um náttina, fingu boðið eina song.

Av ársfrágreiðingini fyri 1999 framgongur, at talið á teimum, ið gista á herberginum, er støðugt vaksandi, men samstundis verður víst á, hvussu hugstoytt og trupult tað er serliga køldu árstíðina at senda tey út aftur á gøtuna um dagin.

Eisini frættist, at fólk, sum ongan bústað hava, m.a. brúka forhøllina á Landssjúkrahúsinum til gisting.

Á tingfundi 29. mars 2000  varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skuldi svarast.

Á tingfundi 3. mai 2000 svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

  1. Spurt verður, um landsstýrismaðurin hevur nakrar ætlanir at bøta um bústaðarmøguleikarnar hjá teimum sosialt veikastu borgarunum. Út frá spurninginum og viðmerkingunum til spurningarnar verður mett, at spurt verður um viðurskifti hjá heimleysum.
  2. Fyri nøkrum árum síðani var fyribrigdið heimleys ikki so kent í Føroyum, sum tað er í dag. Innan fyri tey síðstu árini hevur tað víst seg, at fleiri heimleys verða, í hvussu so er, eru tey meira sjónlig, enn tey hava verið fyrr.
    Sum støðan er í dag, er tað Almannastovan, sum eftir førimuni finnur loysnir fyri teir borgarar, sum ongan bústað hava. Men Almannastovna hevur hvørki neyðugar heimildir ella møguleikar at skipa fyri varandi loysnum ella at seta skipanir í verk, sum bøta um trupulleikan í síni heild.

    Umsitingin í Almanna- og Heilsumálastýrinum hevur spurt seg fyri og kannað eftir, hvussu tað er í øðrum londum, og hevur fingið til vega tilfar um, á hvønn hátt man kann hjálpa teimum heimleysu. Í øðrum londum m.a. í Danmark verða ymiskar loysnir nýttar, alt eftir hvønn tørv tey heimleysu hava. Eisini í Føroyum tosa vit um ymisk sløg av fólki, sum eru heimleys, og mugu loysnirnar laga seg eftir tørvinum. Almanna- og Heilsumálastýrið hevur tikið spurningin í álvara, og er m.a. í samstarvi við heimarøktina farið undir at kanna, á hvønn hátt vit fremja tær bestu loysnirnar. Neyðugt verður eisini at fáa staðfest, møguliga við lóggávu, um tað er landið ella kommunurnar, sum hava ábyrgdina av at útvega neyðugar búmøguleikar til hesar borgarar. Ætlanin er at arbeiða fram ímóti at fáa svarað hesum spurningi á bestan hátt til komandi ár.

  3. Í Føroyum er eingin lóggáva, sum áleggur nøkrum myndugleika ábyrgdina av fólki, ið ikki hevur møguleikar at fáa sær bústað tilvega. Í Danmark er henda skylda áløgd kommununum. At eingin lóggáva er í Føroyum kemst av, at hetta er ein lutfalsliga nýggjur trupulleiki. Áðrenn ein lóggáva staðfestir, hvør hevur ábyrgdina av teimum heimleysu, mugu vit í felag, land og kommuna, koma ásamt um, hvør tað er, sum hevur ábyrgdina. Í hesum sambandi eru stig tikin til at bjóða kommununum, m.a. Tórshavnar Kommunu til fundar um hetta mál. Sjálv meti eg, at hetta er ein uppgáva, sum hóskar væl at liggja hjá kommununum, sum jú hava ábyrgdina fyri øllum kringumstøðum í sambandi við bústaðarviðurskifti í kommununi.
  4. Landsstýrismaðurin heldur tað arbeiðið, sum Frelsunarherurin í Havn ger, vera eitt sera týdningarmikið sosialt arbeiði. Tað er eisini tí, at landsstýrismaðurin á hvørjum ári roynir á fíggjarlógini at fáa tilvega nóg mikið av peningi til at stuðla Frelsunarherinum í hesum arbeiði. Landsstýrismaðurin er tó ikki av teirri fatan, at arbeiðið hjá Frelsunarherinum skal tryggjast við lóg. Fæst undirtøka fyri, at tað arbeiðið, sum Freslunarherurin ger, skal víðkast sum ein partur av heildarloysnini viðvíkjandi teimum heimleysu, so ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða fram ímóti, at Frelsunarherurin fær meira pening til endamálið tey komandi árini.

Málið avgreitt.