Fyrispurningur um starvsfólk til fullveldisætlan

100-40 Fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann, viðvíkjandi starvsfólkum í sambandi við fullveldisætlan landsstýrisins

 

Ár 2000, fríggjadagin 7. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvussu nógv fólk eru - og hava verið í starvi hjá landsstýrinum í sambandi við
  2. fullveldisætlanina ?

  3. Eru fólk sett í starv í Danmark fyri at gera PR-arbeiði fyri fullveldinum ?
  4. Hvat er endamálið hjá landsstýrismanninum í sambandi við internet-herferðina ?
  5. Kann landsstýrismaðurin upplýsa fyri tinginum, hvat fullveldisætlanin higartil hevur kostað, og hvussu nógv hon í framtíðini fer at kosta ?
  6. Hevur landsstýrið ætlanir um at geva andsstøðuni sama møgulleika, at kunna um alternativar møguleikar til fullveldisætlanina (her verður hugsað um tekniskar- og fíggjarligar møguleikar)?
  7. Hvør skal hava atkvøðurætt á fólkaatkvøðuni um framtíðarstøðu Føroya?

Viðmerkingar:

Meðan nógv tiltrongd arbeiði her á landi liggja á láni, verður nógv arbeiðsorka løgd í fullveldisætlan landsstýrisins.

Í innganginum til Hvítubók og í fylgibindunum verða yvir 30 navngivnir persónar nevndir, sum hava verið við í arbeiðinum í sambandi við útgávuna av Hvítubók, og harumframt verða 8 nøvn nevnd á útlendskum serfrøðingum, sum búskaparnevndin hevur ráðført seg við.

Aftaná at Hvítabók var útkomin (og tvær ferðir umsett til danskt), kom eitt ískoyti til búskaparpartin, sum var gjørt á Háskóla Íslands. Hvussu nógv arbeiðsorka varð løgd í hetta verk, er ilt at siga, men tilfarið varð ikki almannakunngjørt fyrr enn 25. november við teirri grundgeving, at tað var ikki liðugt til útgávudagin av Hvítubók, sum var 1. september.

Caragata álitið er skrivað av trimum serfrøðingum, harav tveir koma úr New Zealandi, ímeðan tann triði arbeiðir í Texas. Hesir hava verið minst tvær ferðir í Føroyum í sambandi við arbeiðið at skriva og leggja fram Caragata álitið.

Í fororðunum takka teir hjálparfólki úr Føroyum, Íslandi, New Zealandi, Bretlandi og úr USA fyri hjálpina, og teir nevna 48 navngivnar persónar.

Grundlógarnevndin hevur higartil havt 11 fundir við allari nevndini, umframt uml. 25 bólkafundir í teimum 8 bólkunum, sum eru undir grundlógarnevndini. Harumframt koma fundirnir, sum hava verið millum formannin og skrivaran í nevndini, og eisini hevur verið skipað fyri evnisdegi í Norðurlandahúsinum fyri limirnar í grundlógarnevndini.

Umframt hetta hevur verið skipað fyri ráðstevnu fyri smátjóðir við útlendskum fyrilestrahaldarum, og í morgunsendingini hjá útvarpinum var fyri stuttum tosað við mann, sum segði seg arbeiða á føroysku viðskiftastovuni í Keypmannahavn, har hann var "PR-maður hjá landsstýrinum".

Nýggj heimasíða á internetinum er gjørd um fullveldið. Eisini hetta kostar pengar – bæði at gera, og ikki minst at leggja upplýsingar inná.

Landsstýrið hevur verið í Danmark á samráðingaferð, har 17 fólk vóru við – umframt ein landsstýrismaður, sum ikki luttók í samráðingunum. Og nú fara trý landsstýrisfólk saman við embætisfólki niður at "kunna" Fólkatingið um fullveldismálið.

Fyri uttanlandsnevndini er upplýst, at umleið 50 fólk hava verið við í fullveldisarbeiðinum. Stórur partur av hesum fólkum hava ikki arbeitt við fullveldisætlanini burturav, og tí kundi verið áhugavert at fingið at vita, um lønarútreiðslurnar hjá hesum fólkunum hava verið roknaðar sum útreiðsla í sambandi við fullveldismálið, ella um tær hava verið bókaðar sum útreiðsla hjá teirra dagliga arbeiðsplássi?

Eisini kundi verið áhugavert at fingið at vita, um ráðstevnan um smátjóðir er íroknað prísin, sum fullveldisætlanin hevur kostað?

Landsstýrismaðurin hevur fyrr sagt, at andstøðan eisini hevur fingið síni sjónarmið við á heimasíðu landsstýrisins um fullveldi. Men her er talan um sjónarmið, sum landsstýrið sjálvt hevur valt. Tí kundi verið áhugavert at fingið at vita, um andstøðan fer at fáa møguleika til sjálv at leggja síni sjónarmið út á hesa heimasíðu?

Eisini kundi verið áhugavert at fingið at vita, hví Caragata álitið og "íslendsku tølini" ikki verða nevnd á heimasíðuni um fullveldið.

Annars tykist tað løgið, at nú, minni enn tríggjar mánaðir áðrenn samráðingarnar við donsku stjórnina skulu verða lidnar, veit landsstýrið framvegis ikki, hvør fer at hava atkvøðurætt til fólkaatkvøðuna.

Á tingfundi 7. apríl 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 5. mai 2000 svaraði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar

Fyrispurningurin er í stóran mun uppafturtøka av tí, sum háttvirdi tingmaðurin áður hevur spurt undirritaða í munnligum fyrispurningi fyri fáum vikum síðani, so vónandi kemur tað ikki óvart á, um svarini eru á leið tey somu.

  1. Hvussu nógv fólk eru - og hava verið í starvi hjá landsstýrinum í sambandi við fullveldisætlanina ?
  2. Beinleiðis starvssett:
    2 fólk eru beinleiðis starvssett hjá landsstýrinum í sambandi við sjálvstýrismál.
    Afturat hesum er 1 starvsfólk keypt leyst til at arbeiða við sjálvstýrismálum svarandi til eitt hálvt ársverk.

    Harafturat kemur so fulltíðarstarvið sum grundlógarnevndarskrivari.

    Tey, ið annars arbeiða við sjálvstýrismálum:
    Afturat hesum eru 8 embætisfólk á Løgmansskrivstovuni, sum – orsakað av teirra arbeiðsøki í umsitingini – meira og minni arbeiða við sjálvstýrismálum. Ein teirra - sum eisini frammanundan hevði viðurskiftini við Danmark sum høvuðsarbeiðsøki - nýtir størsta partin av arbeiðsorku síni til sjálvstýrismál, ein nýtir okkurt um helvtina av arbeiðsorku síni til sjálvstýrismál, meðan hini 6 nýta væl minni enn helvtina av arbeiðsorku síni til sjálvstýrismál.

    Høgt sett kann sostatt verða mett, at tann orka, sum hesar seinastu mánaðirnar er nýtt til sjálvstýrismál, svarar til, at 5 fólk arbeiða burturav við sjálvstýrismálum.

    Tá spurt verður um, hvussu nógv fólk hava verið í starvi hjá landsstýrinum í sambandi við fullveldisætlanina, kann eg leggja afturat omanfyristandandi, at ongin, sum hevur verið í starvi hjá landsstýrinum í sambandi við fullveldisætlanina, er farin í annað starv, so tey, sum omanfyri er greitt frá, eru tey sum – alt íroknað – hava verið í starvi hjá landsstýrinum í sambandi við fullveldisætlanina.

    Spyrjarin nevnir í viðmerkingunum til spurningarnar tey fakfólkini, sum vóru í nevndunum í sambandi við arbeiðið við Hvítubók.

    Verða øll hesi roknað við, ber til at koma fram til stórt tal av fólki; men hesi hava ikki verið beinleiðis í starvi hjá landsstýrinum. Tvørturímóti vóru nevndarlimirnir settir í ymsum privatum størvum og í almennum størvum. Hartil hava útlendskir serfrøðingar gjørt arbeiði og útgreiningar í sambandi við Hvítubók og samráðingarfyrireikingar annars.

    Arbeiðið viðvíkjandi fyrisitingarpartinum var eitt sindur øðrvísið skipað. Ikki bar til at seta óheft fakfólk til hetta arbeiðið, tí tey sum høvdu neyðuga innlitið, vóru tey sum sótu við økjunum. Her var ongin beinleiðis settur í starv, men tað sum vit endurrindaðu øðrum aðalstýrum fyri arbeiðið, sum ikki kundi verða hildið innanfyri vanligu karmarnar, var undir 300.000 kr, sum man svara til kostnaðin av einum ársverki. – Eyðvitað var arbeitt meira enn hetta við at framleiða tilfarið til tær 375 síðurnar, men ikki ber til at talseta hetta bert so nøkulunda; millum annað tí at hetta er arbeiði, sum aðalstýrini eisini sjálvi høvdu áhuga í at fáa framt.

    Spyrjarin nevnir somuleiðis í viðmerkingunum sonevndu "íslendsku tølini". Tað liggur í slíkari grundgransking, at illa ber til at gera upp, hvussu nógv arbeiðsorka er løgd í júst íslendsku tølini, tí at íslendsku granskararnir bygdu metingarnar á ein myndil av íslendska búskapinum, sum teir høvdu arbeitt við í fleiri ár. Vit rindaðu Háskula Íslands 100.000-kr (føroyskar) fyri arbeiðið, og tað stendur helst so nøkulunda mát við ta orku og servitan, teir hava lagt í arbeiðið.

    Spyrjarin hugleiðir eisini í hesum høpi um Caragata álitið. Caragata álitið er ikki blivið til sum partur av sjálvstýrismálum - hvørki heilt ella lutvís. Tað er ikki landsstýrið, men landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum sjálvur hevur tikið stig til hetta arbeiðið, og tað er fíggjað úr Vinnumálastýrinum.

  3. Eru fólk sett í starv í Danmark fyri at gera PR-arbeiði fyri fullveldinum ?
  4. Nei, onki fólk er sett í starv í Danmark fyri at gera PR-arbeiði fyri fullveldinum.

    Í sambandi við fyrsta samráðingarfundin millum stjórnina og landsstýrið komu ógvuliga nógvir fyrispurningar frá fjølmiðlum sum hava fólk í Keypmannahavn og sendistovum í Keypmannahavn um ætlan landsstýrisins og um føroysk viðurskifti annars. Fyri at kunna hava eina nøktandi kunning fyri hesum fólkum varð gjørt av, at eitt starvsfólk á uttanlandsdeildini skuldi starvast á Føroysku Viðskiftastovuni í Keypmannahavn eitt skifti.

    Hetta starvsfólk fer eisini at vera á Viðskiftastovuni uppundir og eftir næsta fund – og annars eftir tørvi.

    Starvsfólkið røkir eisini aðrar uppgávur enn kunning fyri útlendingum. Møguleikarnir fyri samskifti í dag gera, at tú ikki nýtist at sita á eini ávísari skrivstovu fyri at kunna røkja dagligar uppgávur.

    Annars kann eg leggja afturat, at føroysku viðskiftastovurnar altíð hava havt sum endamál at kunna um Føroyar og føroysk mál. Hetta er í so máta ikki øðrvísi enn uppgávurnar, sum umboðsstovur hjá øðrum londum røkja.

  5. Hvat er endamálið hjá landsstýrismanninum í sambandi við internetherferðina?
  6. Landsstýrið hevur latið gera eina upplýsandi heimasíðu um fullveldisætlanina. Eg haldi ikki at hetta kann nevnast ein "internetherferð".

    Sum greitt frá í viðmerkingunum til fíggjarlógirnar hevur alla tíðina verið ætlanin at skipa fyri upplýsing í sambandi við ætlaðu broytingarnar, soleiðis at folk fáa nýtt sín demokratiska rætt til at fylgja væl við í hesum týðandi máli. Afturvendandi atfinningarnar frá andstøðuni um at ov lítið er kunnað, hava styrkt okkum í sannføringini um, at rætt er at leggja doyðin á at kunna sum mest.

    Av tí at internetið er ein smidligur, skjótur og bíligur háttur at røkka langt við upplýsing, hevur landsstýrið latið gera eina heimasíðu, har kunnað verður um sjálvstýrismálið. Adressan er www.fullveldi.fo.

    Her er fyrst og fremst talan um upplýsing frá landsstýrinum, og tí er eyðsæð, at tað fyrst og fremst eru landsstýrisins sjónarmið og kunning um arbeiðið við sjálvstýrismálum, sum eru at finna á heimasíðuni.

    Hetta er ikki øðrvísi enn heimasíðurnar hjá øðrum stjórnum. Á heimasíðuni hjá forsætismálaráðnum finnur tú tilfar um politikkin hjá donsku stjórnini og røður og greinar hjá Poul Nyrup Rasmussen.

    Í mun til aðrar heimasíður hjá stjórnum hava vit kortini lagt dent á, at fólk skulu fáa eina fullfíggjaða mynd av tí, sum hendir í sjálvstýrismálinum, og tí eru eisini sjónarmiðini hjá andstøðuflokkunum at finna á heimasíðuni, eins og slóðir eru til heimasíður hjá bæði Javnaðar- og Sambandsflokkinum.

    Spyrjarin metir í viðmerkingunum, at tað kostar nógv at leggja upplýsingar út á heimasíðuna, og at hon hevur verið dýr at gera.

    Áðrenn heimasíðan varð gjørd, bóðu vit um tilboð frá fleiri fyritøkum. Vit tóku av tilboðnum frá eini føroyskari fyritøku, sum beyð sær at gera forrit til eina heimasíðu um fullveldisætlanina á bæði føroyskum, donskum og enskum og forrit til eina heimasíðu um grundlógararbeiðið fyri tilsamans 62.000 krónur við MVG.

    Heimasíðurnar eru soleiðis gjørdar, at embætisfólk í landsstýrinum lættliga sjálvi kunnu leggja tilfar út á síðurnar. Einki verður rindað fyri hetta.

    Tað ber eisini til at seta landsstýrinum spurningar á heimasíðuni. Embætisfólk svara hesum spurningum um teir eru av fakligum slag, og landsstýrið svarar, um teir eru av politiskum slag.

    Tilfarið, sum er lagt út á heimasíðurnar, er annars fyri mesta partin tilfar, sum er skrivað til onnur endamál. Lítið tilfar verður skrivað bert til at leggja á heimasíðuna.

    Samanumtikið er at siga, at internetið eftir landsstýrisins tykki kann vera eitt bæði gott og bíligt amboð til tess at røkja tann partin av fólkaræðinum, sum snýr seg um almenna upplýsing og samskiftið millum myndugleikar og borgarar. Tó hevur internetið sjálvsagt avmarkingar, tí at internetbrúkararnir eru avmarkaðir og at tískil øll ikki hava eins góða atgongd til upplýsingarnar.

    Viðvíkjandi teimum sonevndu "íslendsku tølunum", sum vóru gjørd í sambandi við Hvítubók, so eru tey at finna á heimasíðuni undir slóðini "Tak niður".

    Caragata-álitið er ikki á heimasíðuni um fullveldisætlanina, tí Caragata-álitið sum nevnt ikki er partur av hesi ætlan.

  7. Kann landsstýrismaðurin upplýsa fyri tinginum, hvat fullveldisætlanin higartil hevur kostað, og hvussu nógv hon í framtíðini fer at kosta ?
  8. Í fíggjarárinum 1998 vórðu 463.000 kr nýttar til sjálvstýrismál
    Í fíggjarárinum 1999 vórðu 5.441.000 kr nýttar til sjálvstýrismál.
    Í figgjarárinum 2000 eru 487.714 kr higartil nýttar.
    Í ár eru annars játtaðar 5,08 milliónir kr til sjálvstýrismál. Hetta er ein hálv millión – ella 10 % - minni enn biðið varð um, so væntandi er, at øll játtanin verður nýtt í ár, tó at avlop var undanfarnu árini.

    Sjálvstýrismál hava sostatt higartil kostað 6.487.714 kr; meðan økið við árslok fer at hava kostað 10.984.000 kr. hesi 3 árini tilsamans.

    Heruppií eru útreiðslur til grundlógarnevndina, útreiðslurnar til Microstates- ráðstevnuna, sum spurt verður um, og parturin hjá sjálvstýrismálum í sambandi við Útbúgvingarpolitikknevndarálitið.

    Hvat sjálvstýrismál fara at kosta framyvir, veldst um, hvussu leikur fer, so eg haldi ikki, eg enn kann koma við aðrari meting enn henni sum er á fíggjarlógini, tað vil siga 5.084.000 kr hvørt av árunum 2001 og 2002.

    Greitt er, at tað fer at kosta nakað, at fyrireika at ymisku økini koma undir føroyskt málsræði, men akkurát hvør kostnaðurin verður, veldst nógv um, hvussu vit skipa fyrireikingina.

    Tað stendur tó fast, at fólkaatkvøðan fer at kosta okkurt um eina millión afturat. Hetta er tað, sum løgtingsval plaga at kosta.

    Samanumtikið heldur landsstýrismaðurin, at arbeiðið við sjálvstýrismálum hevur verið skipað á bíligasta hátt, og at úrslit eru fingin, sum hava stórt virði. Uttan mun til, hvør støðan er til fullveldisætlanina hevur Hvítabók við fylgibindum greinað út allar løgfrøðisligar og søguligar spurningar í samandi við ríkisrættarligu støðu Føroya. Ein fullfíggjarð lýsing er gjørd av føroysku fyrisitingini og samstarvinum við danskar myndugleikar. Og búskaparliga er eitt arbeiðið gjørt, sum hevur stórt upplýsingarvirði, útgreiningar og nógv tilmæli um búskaparpolitikk. Hartil er álitið um útbúgving og gransking partvís fíggjað av játtanini til sjálvstýrismál.

    Grundlógarnevndin og ein rættarskipanarnevnd fara eisini at leggja úrslit á borðið, ið hava stór virði, og ongantíð eru gjørd áður.

    Við at brúka háttin nevndararbeiði og keypa útlendska serfrøði, er hetta ivaleyst arbeiðir, ið lættliga kundu havt kostað munandi meira, um farið varð ørðvísi fram við nógvum starvsetanum, stórari fyrisiting o.s.fr.

    Í mun til onnur nevndararbeiði og nevndarálit, ið eru gjørd, hevur kostnaðurin av arbeiðinum við prenting av álitum o.ø. verið sera rímiligur.

  9. Hevur landsstýrið ætlanir um at geva andstøðuni sama møguleika, at kunna um alternativar møguleikar til fullveldisætlanina (her verður hugsað um tekniskar- og fíggjarligar møguleikar)?
  10. Tað er landsstýrisins ábyrgd at kunna um síni politisku mál. Tað er ikki landsstýrisins ábyrgd at leggja til rættis ella fíggja kunning um onnur mál enn tey, landsstýrið stendur fyri.

    Men kortini er ætlanin, at saman við lógaruppskotinum um fólkaatkvøðuna verður eitt uppskot um eykajáttan til stuðul til flokkar og møguligar felagsskapir, sum ynskja at kunna upp til fólkaatkvøðuna, so her fara tey sum eru fyri og tey sum eru ímóti at hava eins góðar møguleikar.

  11. Hvør skal hava atkvøðurætt á fólkaatkvøðuni um framtíðarstøðu Føroya?
    Hetta er ein spurningur, sum løgtingið ger av. Landsstýrið fer at leggja uppskot til lóggávu fyri tingið um fólkaatkvøðu, har ásetingar verða gjørdar um hetta. Spurningurin er ikki endaliga viðgjørdur og ymiskar meiningar eru í landsstýrinum um, hvat uppskotið skal vera. Eisini eru nógvir løgfrøðisligir trupulleikar tengdir at hesum. Tá landsstýrið er spurt um hetta hava vit svarað, at tað mest sannlíka er, at tað vera tey somu sum tey, ið hava atkvøðurætt til løgtingsval.

Málið avgreitt.