Fyrispurningur um bensin- og dieselavgjøld

100-44 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi bensin- og dieselavgjøldum (endurspurningur)

 

Ár 2000, fríggjadagin 7. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvør er fakturaprísurin (innflutningsprísurin) á bensini (kalium og blýfrítt, 98 oktan) og á diesel (prísurin á bryggjukantinum, áðrenn avgjøld, vinning og mvg)?
  2. Hvørji eru avgjøldini á bensini (kalium og blýfrítt, 98 oktan) og á diesel, og hvussu verða tey ásett (skal lýsast við dømum)?
  3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at lækka/regulera avgjøldini á bensini, so bensinprísurin verður í javnari lutfalli við dieselprísin (hvussu ætlar landsstýrismaðurin at fremja møguligar lækkingar á bensinprísinum - áseta lægri avgjøld, áseta mest loyvda vinning e.a.)?

Viðmerkingar:

Í svarinum til fyrispurning nr 100-24/1999 um bensin- og dieselavgjøldini hevur landsstýrismaðurin greitt missfatað fyrispurningin. Undir øllum umstøðum verður ikki svarað upp á tað, ið spurt verður um. Tí verða spurningarnir reistir aftur so útgreinaðir, at eingin ivi nú skuldi verið um innihaldið í spurningunum.

Víst verður annars til viðmerkingarnar í fyrispurningi nr. 100-24/1999.

Á ringfundi 7. apríl 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 11. mai 2000 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar 

Viðvíkjandi punkti 1, har spurt verður um fakturaprísin (innflutningsprísin) ella (prísin á bryggjukantinum), er tað so, at tað er ikki vanligt, at handilsfyritøkur upplýsa henda prís av kappingarávum. Heldur ikki oljufeløg.

Toll- og skattstovan útflýggjar ikki tílíkar upplýsingar, sum verða latnar henni í trúnaði fyri at fáa avgreitt avgjøldini.

Og upp á fyrispurning svara oljufeløgini kurteisliga, at slíkt plagar ein at kalla handilsloynidómar, sum ikki er vanligt at leggja á borðið fyri kappingarneytanum.

Men, sum bæði oljufeløgini hava víst á, kemur ein væl áleiðis við at rokna aftur frá søluprísinum, og hervið verður eisini punkt 2 svarað, har spurt verður um avgjøldini.

Við at trekkja avgjøldini frá søluprísinum fæst tað, sum oljufeløgini kalla produktprísur, men tá fær ein sjálvandi ikki svar upp á prísin á bryggjukantinum og vinningin fyri seg.

Niðanfyri eru søluprísir og avgjøld í viku 17, so ein kann rokna seg fram til ein produktprís.

Søluprísirnir eru prísir á bensinstøðunum í hesi vikuni.

 

Diesel

Kaliumbensin 1) Blýfrítt bensin

Kr.

Kr.

Kr.

Søluprisur

4,45

8,63

8,50

MVG

0,73

1,73

1,70

Bensinavgjald

0,00

3,05

3,05

Oljugjald

0,80

0,00

0,00

Produktprísur

2,92

3,85

3,75

1) Kaliumbensin er tað, sum kom i staðin fyri tað, sum fyrr varð kallað bensin og hevði blýggjinnihald.

Beint nú er ikki ætlanin at broyta avgjøldini.

Málið avgreitt.