Fyrispurningur um sjúkraflutningstænastuna

100-45 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, viðvíkjandi sjúkraflutningstænastuni í sjúkrahúsverkinum

 

Ár 2000, fríggjadagin 7. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Er nøkur langtíðarætlan fyri endurnýggjan av neyðsendar- og sjúkrabilum fyri sjúkrahúsverkið?
  2. Ætlar landsstýrismaðurin at seta pening av á fíggjarlógini fyri 2001 til keyp av sjúkrabilum?
  3. Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakrar tillagingar í sjúkraflutningstænastuni sum heild, so hon verður bíligari at reka?


Viðmerkingar:

Støðan viðvíkjandi neyðsendar- og sjúkrabilum hjá sjúkraflutningstænastuni hjá Landssjúkrahúsinum eins og hjá hinum báðum sjúkrahúsunum er sera vánalig. Allir sjúkrabilarnir eru niðurslitnir, og kann tí beinleiðis vandi standast av hesi støðu.

Neyðsendarbilarnir á Landssjúkrahúsinum hava ein miðalaldur um 8 ár. Tann elsti er 14 ára gamal. Sjúkrabilarnir á Landssjúkrahúsinum hava ein miðalaldur um 7 ár, harav tríggir eru 12 ára gamlir.

Flestu sjúkrabilarnir á Landssjúkrahúsinum hava koyrt millum 250000 og 450000 km, so tað er eyðsýnt, at tørvur er á at skifta bilarnar út í næstum.

Tað tykist sum eingin langtíðarætlan er fyri, hvussu neyðsendar-og sjúkrabilarnir eiga at verða skiftir út. Tí verða bilarnir áhaldandi umvældir við tí úrsliti, at samlaðu umvælingarkostnaðirnir, sum frálíður, verða ovurhonds stórir.

Úrslitið er eisini, at sjúkrahúsverkið framhaldandi nýtir ótíðarhóskandi, niðurslitnar og óálítandi neyðsendar- og sjúkrabilar.

Tað hevur ljóðað, at ætlanir hava verið um at umskipa sjúkraflutningstænastuna. Spurningurin er tí, um hesar ætlanir hava samband við møguligar langtíðarætlanir, tá ræður um at skifta út neyðsendar- og sjúkrabilarnar.

Við hesi støðu í huga verða omanfyrinevndu spurningar um sjúkraflutningstænastuna í sjúkrahúsverkinum settir landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum.

Á tingfundi 7. apríl 2000  varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skuldi svarast.

Á tingfundi 3. mai 2000 svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, spyr, um nøkur langtíðarætlan er fyri endurnýggjan av neyðsendar- og sjúkrabilum fyri sjúkrahúsverkið, og um landsstýrismaðurin ætlar at seta pening av á fíggjarlógini fyri ár 2001 til keyp av sjúkrabilum, og um landsstýrismaðurin ætlar at gera nakrar tillagingar í sjúkraflutningstænastuni sum heild, so hon verður bíligari at reka.

Til hesar spurningar er fyrst at siga, at farið er nú undir at gera upp, hvønn íløgutørv sjúkrahúsverkið hevur, og at raðfesta henda íløgutørv sum tann mest átrokandi í samfelagnum yvirhøvur. Ein fullfíggjað byggiætlan er gjørd fyri Landssjúkrahúsið, sum fer at lyfta Landssjúkrahúsið og sjúkrahúsverkið upp á eitt støði, á jøvnum føti við støðið í grannalondum okkara, og í sambandi við henda spurning um sjúkraflutningstænastuna er ein støðumeting av sjúkraflutningsbilunum á Landssjúkrahúsinum nýliga gjørd.

Henda støðumeting ger greitt, at meðalaldurin á sjúkraflutningsbilum í Føroyum er so mikið høgur, at tørvurin á at útvega nýggj akfør eigur at verða tikin til eftirtektar. Tað hevur verið og er framvegis ábyrgdin hjá tí einstaka sjúkrahúsinum innan givna játtan á hvørjum ári at avseta neyðugan pening til endurnýggjan og viðlíkahald av sjúkrabilum. Tó hevur landsstýrismaðurin tikið til eftirtektar, at tað hjá sjúkrahúsunum hevur verið trupult at seta neyðugan pening av til keyp av nýggjum sjúkraflutningsbilum. Gongdin í 90'unum var tann, at neyðugt var at keypa brúktar bilar úr øðrum Norðurlondum. Hóast hesir bilar hava virkað væl, so er tað ikki ein gongd leið burturav at dúva uppá brúktar bilar, neyðugt er eisini við nýíløgum.

Til tess at tryggja eina støðuga og samskipaða endurnýggjan av sjúkrabilunum er tað ætlan landsstýrismansins at seta eina upphædd til sjúkraflutningsbilar á fíggjarlógina fyri alt sjúkrahúsverkið, eins og gjørt varð viðvíkjandi medicotekniskum tólum til sjúkrahúsverkið. Samskipa vit á henda hátt endurnýggjanina av sjúkraflutningsbilunum í Føroyum, so verður talan um at útvega umleið ein nýggjan sjúkraflutningsbil um árið. Tá verður støðan, sum frá líður, tann, at eingin sjúkraflutningsbilur er ov gamal. Játtanin til endamálið átti at verið uml. ein millión kr. um árið, og ætlar landsstýrismaðurin, at henda játtan verður við á fíggjarlógini fyri ár 2001.

Umframt omanfyrinevndu ætlan um at samskipa endurnýggjanina av sjúkrabilunum innan føroyska sjúkrahúsverkið, so hevur landsstýrismaðurin í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at samskipa sjálva sjúkraflutningstænastuna øðrvísi enn í dag. Tað er møguligt, at ein størri samskipan innan sjúkraflutningstænastuna kring landið kundi hækkað støðið á tænastuni og betur gagnnýtt tilfeingið. Hinvegin meti eg, at tað verður samstarvað væl millum økini, og skulu størri broytingar gerast, eiga tær at vera sera væl fyrireikaðar. Eisini innan útbúgving og eftirútbúgving av starvsfólki á økinum verður samstarvað væl.

Viðvíkjandi spurninginum um at skipa tænastuna bíligari er at siga, at tað verður støðugt miðað eftir at skipa allar funktiónir innan heilsuverkið so bíliga sum gjørligt.

Spyrjarin ger í viðmerkingum sínum til spurningin vart við, at allir sjúkrabilarnir eru niðurslitnir, og at vandi kann standast av hesari støðu. Landsstýrismaðurin vil gera vart við, at tað er ikki rætt at siga, at beinleiðis vandi kann standast av støðuni, sum hon er í dag.

Tá ið ein brúktur sjúkrabilur verður keyptur til landið, fer hann gjøgnum eitt gjølligt sýn av bileftirlitsmyndugleikunum, sum tryggjar, at bilarnir eru í fult forsvarligum standi. Hetta eftirlit verður endurtikið við jøvnum millumbilum, og alt eigur at verða gjørt fyri, at bilarnir støðugt eru í tekniskt fult forsvarligum standi. Tað eigur ikki at vera nakar trupulleiki at viðlíkahalda bilar av hesum slagi, soleiðis at teir koyra tryggir, eisini um teir náa ein aldur upp á 10-14 ár, og er tað ábyrgd hjá sjúkraflutningstænastuni á teimum trimum sjúkrahúsunum at skipa fyri, at bilarnir verða hildnir í góðum standi.

Landsstýrismaðurin er kortini samdur við spyrjaran um, at vit eiga at bera skjótari at viðvíkjandi endurnýggjanini av sjúkrabilunum.

Málið avgreitt.