Fyrispurningur um flogvøll á Glyvursnesi

100-47 Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstýrismann, viðvíkjandi flogvølli á Glyvursnesi

 

Ár 2000, hósdagin 13. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvørjar ætlanir hevur landstýrið um flogvøll á Glyvursnesi?
  2. Um ongar ætlanir eru, so ynskist svarað, hvør ætlan so er fyri framtíðar flúgving til og úr Føroyum?
  3. Hevur landsstýrið ætlanir um flogvøll á Glyvursnesi, so ynskist svarað, nær ætlanin er at fara undir arbeiðið?
  4. Hvørja støðu hevur landstýrið til, at t.d. Tórshavnar býráð fer undir at fyrireika og byggja flogvøll á Glyvursnesi?
  5. Hvussu langt er landsstýrið komið við fyrireikingunum at skipa flúgving ímillum Tvøroyri og miðstaðarøkið?

Viðmerkingar:

Fyrstu kanningarnar um ein framtíðar flogvøll í Føroyum vórðu gjørdar fyri 40 árum síðani. Tað varð gjørt, tí øll vóru samd um, at ein framtíðar flogvøllur ikki skuldi vera í Vágum. Tað var ikki møguligt, tí lendið var ikki til tað.

Síðani er nógv tosað aftur og fram, og seinast í 80unum vóru ætlanir frammi um ein flogvøll á Glyvursnesi. Men tann ætlanin datt niðurfyri.

Tað er eingin sum helst ivi um, at í framtíðini verður neyðugt við einum størri flogvølli enn honum, sum er í dag.

Tað hevur verið frammi, at leingja flogvøllin í Vágum við 200 m, men tá verður hann framvegis ikki longri enn 1450 m, og tað, sum hann kann nýtast til, verður framvegis avmarkað.

Tann ætlanin, sum varð gjørd fyri flogvøllin á Glyvursnesi, vísir, at sjálvur vøllurin kann verða 1800 m langur og 150 m breiður. Tá eru eisini góðir møguleikar at leingja hann nógv aftrat og at breiðka hann munandi.

Ein flogvøllur, sum er 1800 metrar, kann taka ímóti øllum meðalstórum flogførum, og verður hann so longdur, so kunnu flogførini vera enn størri.

Og tað ber eisini til at gera ein flogvøll á Glyvursnesi fyri 130 mió. kr., um tilhoyrandi fasilitetir ikki vóru gjørdir í fyrsta umfari. Tað ber til at nýta høli í býnum til avgreiðslu o.a.

Ein góður og tryggur flogvøllur er avgjørt neyðugur, bæði fyri føroyskt vinnulív, og ikki minst nú oljuvinnan stendur fyri durum.

Kundu størri flogfør enn tey, sum vit í dag kenna til um okkara leiðir, lent á einum størri flogvølli, so vórðu avbera góðir møguleikar fyri at útflutt feskan fisk. Vit vita øll, at alivinnan er nógv ment, og at hon framvegis mennist.

Haraftrat hevði ein størri flogvøllur gjørt tað møguligt hjá flogførum at millumlent í Føroyum, áðrenn tey fara víðari.

Og so vísa kanningarnar eisini, at øll flogfør kundu lent og lætt við fullari last. Og tey flogfør, sum flúgva úr Føroyum, kundu flogið munandi longri, enn tey gera í dag.

Tað eru somikið nógvir fyrimunir við einum nýggjum og betri flogvølli, at landsstýrið og samgongan eiga at umhugsa, um tað ikki er tað rættasta.

Eg seti hendan fyrispurningin fram, tí einki í samráðingarupplegginum, sum er lagt fyri donsku stjórnina, gevur nakrar ábendingar um, hvør ætlanin er á flogferðsluøkinum.

Samgongan hevur eisini sett í samgonguskjalið, at flúgvast skal millum Suðuroynna og Miðstaðarøkið. Tað kann ikki vera meiningin, at fólk úr Suðuroy fyrst skulu í Vágar, áðrenn tey koma til Havnina?

Og eg veit, at tvinnar ætlanir eru gjørdar um flogvøll á Tvøroyri, ein í Froðba og ein í Trongisvági.

Skal flogvøllurin í Vágum leingjast við 200 m, so fer tað at kosta einar 160 mió. kr., helst meir. Og tað fæst neyvan nakrantíð ein nóg góður flogvøllur fyri tann peningin.

Tá ætlanin fyri Glyvursnes varð gjørd, varð mett, at flogvøllur á Glyvursnesi við øllum tilhoyri, fór at kosta einar 600 mió. kr.

Nú eru ætlanir um at gera undirsjóvartunnil undir Vestmannasund fyri einar 300 mió. kr.

Leggja vit øll hesi tølini saman, so er ikki tann stóri munurin á prísinum á einum flogvølli á Glyvursnesi og at útbyggja flogvøllin í Vágum og gera aðrar íløgur í tí sambandi.

Stjórin í Atlantsflog hevur alment sagt, at neyðugt er við einum flogvølli aftrat, tí fólk fara ikki at góðtaka seinkingar vegna veður. Tí er neyðugt við einum flogvølli aftrat í Føroyum. 

Og stjórin í Atlantsflog segði samstundis, at flogvøllurin í Vágum er ikki nóg langur til smá jettflogfør, sum høvdu verið hóskandi ímillum Føroyar og fleiri onnur pláss her á leið.

Tí er heldur eingin ivi um, at neyðugt er við einum flogvølli aftrat, og tann flogvøllurin má vera longri enn flogvøllurin í Vágum, og tað ber til á Glyvursnesi.

Vónandi hevur landsstýrið hetta í huga, tá hugsað verður um íløgur í framtíðini.

Á tingfundi 14. apríl 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 9. mai 2000 svaraði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Til spurning 1.

Landsstýrismaðurin hevur ongar ítøkiligar ætlanir um at byggja nýggjan flogvøll á Glyvursnesi.

Til spurning 2.

Í løtuni røkja Atlantsflog og Maersk Air flogleiðina millum Føroyar og Danmark, og Atlantsflog og Icelandair røkja leiðina millum Føroyar og Ísland.

Landsstýrið stovnaði í 1987 P/F Atlantsflog, til tess at tryggja Føroyum eitt gott og tíðarhóskandi loftvegis samband við umheimin og kapping innan økið. Atlantsflog, sum er einasta flogfelag, sum hevur Føroyar sum miðdepil fyri virksemi sínum, virkar á vinnuligum grundarlag, og fer undir nýggjar rutur, tá grundarlag er fyri tí. Partaeigarin (landsstýrið) hevur viljað, at Atlantsflog útbyggir loftvegis undirstøðukervið til grannalond okkara, til gagns fyri vinnu og borgarar.

Virksemi felagsins er vaksið nógv seinastu árini við vaksandi tali av ferðandi og nýggjum rutum. Felagið hevur tí keypt eitt flogfar afturat. Flogleið er nú frá Føroyum til Danmarkar, Noregs, Skotlands og Íslands, umframt millum Ísland og Grønland, og Skotland og Danmark.

Vinnumálastýrið hevur samráðst við danskar myndugleikar um møguliga yvirtøku av rakstrinum av flogvøllinum í Vágum og ymiskar betringar av vøllinum í hesum sambandi. Ætlanin er at leingja vøllin 200 m, so at hann verður 1450 m, og at fáa til vega glíðirás (Glide Path), umframt aðrar betringar. Ein longri vøllur merkir øktan kapasitet, tí flogfør kunnu lastast tyngri enn nú, røkka meira fjarstøddum ferðamálum, møguleiki verður at nýta onnur flogfør, o.a. Glíðirás, sum er ein elektronisk navigatiónsskipan, bøtir um reglusemi, tí møguleiki verður fyri at lenda í verri sýni enn nú.

Atlantsflog roknar við einum ávísum ferðslulopi um flogvøllin í Vágum, tá fasta sambandið um Vestmannasund er veruleiki.

Til spurning 3.

Víst verður til svarið til spurning 1.

Til spurning 4.

Tórshavnar Býráð kann í prinsippinum fara undir at byggja og reka floghavn á Glyvursnesi, um donsku loftferðslumyndugleikarnir góðkenna verkætlanina og loyva rakstrinum, og um býráðið heldur seg innanfyri íløgukarm landsstýrisins. Málið eigur helst at verða viðgjørt av kommunala eftirlitinum.

Peningur er ikki settur av til flogvallaendamál í 10-ára íløguætlan landsstýrisins, sum verður løgd fyri Løgtingið í komandi tingsetu.

Til spurning 5.

Atlantsflog røkir sum er innanoyggja flogferðslu við tyrlu millum Havnina og Suðuroynna tvær ferðir um vikuna, men undirtøkan er lítil.

Málið um flogleið millum Havnina og Suðuroynna er viðgjørt í Samferðsluætlanini hjá Vinnumálastýrinum frá 1999. Viðgerðin tekur støði í umsókn frá 1998 um stuðul til at fara undir hesa flúgving við vatnflogfari, sum tekur upp til níggju ferðafólk við viðføri.

Niðurstøðan var tá, at flogleiðin bert gevur avmarkaðar ágóðar, m.a. tí at talið á ferðafólki, ið væntandi fóru at nýta nýggju flogleiðina, er avmarkað, og at ætlanin ikki fór at loysa seg samfelagsbúskaparliga. Mett verður ikki, at eitt vatnflogfar fær munandi fleiri ferðafólk enn tyrlan. Aðrir møguleikar eru ikki kannaðir enn.

Viðmerkjast kann, at Vinnumálastýrið á fundi við Tvøroyrar- og Tórshavnar Býráð í september 1999, hevur móttikið uppskot um flogvallir í báðum kommunum, sum ætlandi kunnu nýtast til innanlands flúgving. Tvøroyrar Býráð vísir á tvinnar møguleikar í Froðba, har annar vøllurin ætlandi verður 600 m og hin 900 m langur. Tórshavnar Býráð vísir á verkætlan á Glyvursnesi við 800 m longum og 150 m breiðum vølli, sum kann leingjast til 1800 m.

Málið avgreitt.