Fyrispurningur um kirkjulógirnar

100-48 Fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann, viðvíkjandi landsstýriskunngerðum í sambandi við nýggju kirkjulógirnar

 

Ár 2000, hósdagin 13. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hví eru ikki allar landsstýriskunngerðir avgreiddar í sambandi við nýggju kirkjulógirnar?
  2. Hvussu langt er arbeiðið komið ?

Viðmerkingar:

Tá frágreiðing landsgrannskoðarans um landsroknskapin var til viðgerðar á Løgtingi tann 11. apríl 2000, kom tað fram, at trupulleikar vóru í sambandi við nýggju kirkjulógirnar, og grannskoðarin vísti á, at nógv var ógreitt, tá talan var um Kirkjugrunnin, Kirkjukassarnar og roknskap og eftirlit í sama sambandi.

Endamál, ábyrgd og skyldur hjá Kirkjugrunninum eru ógreið, verður sagt m.a. Nógvir spurningar eru settir, t.d. um møguligar ætlanir um greiðari reglur tá talan er um íløgur, roknskap, lán og umsiting av stuðulsveiting úr grunninum.

Landsstýrismaðurin hevur gjørt kunngerð í sambandi við kirkjugrunnin, og latið tað yvir til stiftsstjórnina sjálva at taka avgerð, og harvið sloppið sær undan at gera reglur. Hetta metir grannskoðanin er skeivt, tí landsstýrismaðurin eigur ikki at "delegera" hesa uppgávu til aðrar.

Somu viðmerking hava teir til avgerð landsstýrismansins, tá talan er um kirkjukassarnar, hvussu fíggjarætlanir skulu setast upp og skipast, og hvussu roknskapir skulu setast upp.

Fleiri dømi eru um aðrar viðkomandi spurningar, ið landsgrannskoðanin hevur sett, men landsstýrismaðurin hevur ikki svarað, verður sagt í frágreiðingini.

Nú í mars mánaði hevur landsstýrismaðurin tó upplýst, at orka hevur ikki verið til at svara, tí arbeitt hevur verið við málinum um at yvirtaka fólkakirkjuna og at gera kunngerðir til nýggju kirkjulógirnar!

Samstundis síggja vit í fjølmiðlunum, at Prestafelagið hevur havt fund, og har verður sagt, at enn mangla kunngerðir, og rammurnar eru ikki fyltar út, so virkast kann eftir nýggju lógunum, og har verður dømi nevnt um tørvandi heimild at brúka pening til prestaembætini, sum bíðað hevur verið eftir.

Vit kenna søguna um tær 7 kirkjulógirnar, sum fyrra Løgtingið samtykti á sinni, men sum landsstýrismanninum ikki dámdi, og tí ikki vildi seta í verk. At enda var hesin tó so kroystur, at hann eftir áhaldandi trýsti mátti akta og harvið virða Løgtingsins samtyktir soleiðis, sum honum er álagt sambært lógini.

Fyri at fáa eitt svar, um tað nú er rætt, soleiðis sum vit kunnu tulka tað vit frætta, verður hesin spurningur settur landsstýrismanninum.

Á tingfundi 14. apríl 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 11. mai 2000 svaraði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrispurningum soleiðis

Svar 

Viðvíkjandi spurningi 1: Allar neyðugar kunngerðir eru lýstar og settar í gildi. 

Viðvíkjandi spurningi 2: Sí viðvíkjandi spurningi 1. 

Føroya Løgting samtykti 20. januar 1998 at viðmæla, at nakrar danskar kirkjulógir vórðu settar í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan og ávísum broytingum. 

Løgmaður hevur, 28. januar 1998, staðfest hesi ríkislógartilmæli, og landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum hevur, 4. februar 1998, avgreitt hesi mál víðari til Kirkjumálaráðið. 

Lógirnar, sum talan er um, eru: 

Lov om folkekirkens økonomi
Lov om ansættelse i stillinger i folkekirken m.v.
Lov om folkekirkens kirkebygninger
Lov om bestyrelse og brug af folkekirkens kirker
Lov om begravelse og ligbrænding
Lov om udnævnelse af biskopper og stiftsbåndsløsning
Lov om medlemskab af folkekirken, kirkelig betjening og stiftsbåndsløsning

Sjálvt um talan er um felags mál og mál, sum sostatt ikki er yvirtikið og ikki hoyrir undir málsræði hjá landsstýrismanninum, so áseta nakrar av hesum lógum, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum ásetir nærri reglur á ávísum økjum. Tær lógirnar, sum hava hesar forskriftir, eru:

Lov om folkekirkens kirkebygninger
Lov om folkekirkens økonomi og
Lov om ansættelse i stillinger i folkekirken

Sum fyrr nevnt eru ríkislógartilmælini avgreidd til danska Kirkjumálaráðið í februar 1998, Kirkjumálaráðið hevur ikki viljað lýst hesar kongligu fyriskipanir, fyrr enn landsstýrið hevði gjørt tær kunngerðir, sum tað skuldi gera samsvarandi ríkislógunum.

Uppskot til hesar kunngerðir vórðu í oktober 1999 sendar Kirkjumálaráðnum til ummælis. Eisini vórðu kunngerðirnar sendar til ummælis hjá Stiftsstjórnini.

Kirkjumálaráðið og Stiftsstjórnin ynsktu onkrar smærri broytingar, sum vórðu gjørdar.

Kongligu fyriskipanirnar eru settar í gildi við virkningi frá 1. januar ár 2000, og kunngerðirnar eru dagfestar 11. februar ár 2000 og lýstar í kunngerðasavninum sum:

Nr. 11 Kunngerð um Próstadømisráð
Nr. 12 Kunngerð um kirkjugrunnin
Nr. 13 Kunngerð um bygningar fólkakirkjunnar
Nr. 14 Kunngerð um kirkjukassar

Sostatt eru allar kunngerðir gjørdar, sum vórðu mettar neyðugar, fyri at nýggju lógirnar kundu setast í gildi í Føroyum.

Viðmerkingarnar, sum landsgrannskoðarin hevur, og spurningar, sum hann møguliga hevur sett, hava einki við spurningin at gera um at seta nevndu kunngerðir í gildi. Hetta verður loyst og greitt fyri seg, sum áður er upplýst løgtinginum undir viðgerðini av landsroknskapinum. Harafturat er at siga, at lógirnar og kunngerðirnar virka frá 1. januar 2000 tó soleiðis, at reglurnar um kirkjuskatt og fíggjarætlan ikki kunnu virka fyrr enn frá 1. januar 2001.

Tá funnist verður at, at landsstýrismaðurin letur ávísar heimildir til Stiftsstjórnina, skal verða sagt, at landsstýrismaðurin heldur, at heimild er fyri hesum. Landsstýrismaðurin ætlar at áseta reglur, sum samsvara við tær reglur, sum landsstýrið smb. § 5 í lógini um roknskaparhald landsins skal gera. Hesar reglur eru ikki tøkar enn. Landsstýrismaðurin hevur hildið, at tað, at lata ávísar uppgávur til Stiftsstjórnina, var ein góð fyribilsloysn, við tað at Stiftsstjórnin framman undan tók sær av hesum.

Málið avgreitt.