Fyrispurningur um kunning um fullveldi

100-52 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi kunning um eitt møguligt fullveldi

 

Ár 2000, fríggjadagin 14. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hevur landsstýrið ætlanir um av nýggjum at kunna føroyingar um avleiðingarnar av einum møguligum fullveldi, nú fortreytirnar eru munandi broyttar?
  2. Um landsstýrið ikki sjálvt ætlar at kunna føroyingar av nýggjum um avleiðingarnar av einum møguligum fullveldi, eru so nakrar ætlanir um at lata andstøðuna fáa burtur av játtanini til sjálvstýrismál, so at andstøðan kann útvega føroyingum upplýsingar, sum samsvara við nýggju støðuna?

Viðmerkingar:

Í sambandi við tað sonevnda fullveldismálið hava føroyingar fingið nógva einsíðuga kunning, bæði við Hvítubók, Caragata álitinum og ikki minst á herferðini kring um í landinum, sum landsstýrið skipaði fyri í sambandi við, at Hvítabók kom út. Eisini er internetið brúkt til hesa einsháttaðu kunning, og fjølmiðlarnir hava somuleiðis verið nógv nýttir.

Øll henda kunning byggir á ta fortreyt, at búskaparliga skiftistíðin verður 15 - 20 ár, og at føroyingar varðveita danska ríkisborgararættin. Við øðrum orðum skal alt halda fram sum higartil.

Samlaða niðurstøðan hjá landsstýrinum av hesi kunning hevur tí verið, at avleiðingarnar av eini møguligari loysing verða ikki so ógvisligar (hóast Hvítabók og aðrar frágreiðingar vísa á bæði fólkafráflyting, stór afturstig fyri búskapin og munandi lækking av livistøðinum). So at siga øll rættindi skulu sambært landsstýrinum halda fram sum higartil, umframt at vit fáa fleiri nýggj rættindi.

Umleið 12 mió. kr. eru avsettar til sjálvstýrismál, har ímillum kunningina, sum øll byggir á áðurnevndu fortreytir.

Men longu á fyrsta samráðingarfundi við donsku stjórnina fingu føroyingar greitt at vita, at fortreytirnar verða als ikki tær, sum landsstýrið hevur roknað við og greitt Føroya fólki frá í allari sínari kunning. Skiftistíðin verður 3 – 4 ár, og føroyingar missa danska ríkisborgararættin og øll tey rættindi, ið hesin gevur.

Spurnarorðaskiftið í Fólkatinginum vísti eisini, at danska stjórnin hevur breiða undirtøku í Fólkatinginum fyri hesum sjónarmiðum.

Tí eiga føroyingar at verða kunnaðir umaftur, so at fólkið fær at vita, hvørjar tær veruligu avleiðingarnar verða av eini møguligari loysing.

Um landsstýrið ikki ætlar at gera hesa kunning, eigur andstøðan at fáa part av játtanini til hetta endamál, tí tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at Føroya fólk ikki fær sannleikan at vita.

Á tingfundi 26. apríl 2000, varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 11. mai 2000 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Til 1:

Landsstýrið hevur lagt stóran dent á at skipa fyri upplýsing um sjálvstýrismálið. Vit hava sett
fakfólk at gera kanningar, sum allar eru almannakunngjørdar, vit hava skipað fyri einum hópi av fundum, og vit hava gjørt eina heimasíðu við upplýsingum um málið.

Hetta hevur landsstýrið gjørt, tí vit halda tað vera okkara fólkaræðisligu skyldu at syrgja fyri, at fólk fær eitt so gott innlit sum gjørligt í tey krøv tað setir, um føroyska tjóðin skal taka við teirri fullu ábyrgdini av sínum landi.

Men vit fara sjálvsagt ikki at broyta kunningina grundleggjandi orsakað av at danska stjórnin nú hevur almannakunngjørt sítt samráðingarútspæl.

Vit eru í eini samráðingarstøðu. Vit vita ikki hvussu tann endaligi sáttmálin fer at síggja út, fyrr enn hann er liðugur. Tað ber heldur ikki til at siga nakað neyvt um avleiðingarnar, fyrr enn samráðingarnar eru førdar á mál.

Til 2:

Sum víst á í fyrra svarinum, heldur landsstýrið tað ikki vera rætt at fara at kunna av nýggjum orsakað av at danska stjórnin hevur almannakunngjørt eitt samráðingarútspæl.

Vit hava heldur ongar ætlanir um at lata andstøðuni á tingi almennan pening til eina kunningarherferð. Tað er landsstýrið sum stendur fyri fullveldisætlanini og samráðingunum við donsku stjórnina, og vit kunna um hetta so nógv sum gjørligt. At latið politiskum flokkum – tað verið seg andstøðuflokkum ella samgonguflokkum – pening til at kunna um arbeiðið hjá landsstýrinum, hevði verið brot á allar siðvenjur.

Men tá sáttmálin er undirskrivaður, er kortini ætlanin, at vit í sambandi við lógaruppskotið um fólkaatkvøðuna eisini fara at leggja fram eitt uppskot um eykajáttan til stuðul til flokkar og fylkingar, sum ynskja at kunna upp til fólkaatkvøðuna.

Orsøkin til hetta er, at tá sáttmálin er liðugur, er arbeiðið hjá landsstýrinum liðugt, og løgtingið og Føroya fólk skal taka støðu. Hendan avgerð fer at byggja á politiska støðutakan, og kunningin upp undir fólkaatkvøðuna verður tí meira politisk enn faklig. Tí eiga tey, sum eru fyri, og tey, sum eru ímóti, at hava eins góða atgongd til almennan pening.

Málið avgreitt.