Eykajáttanarløgtingslóg september 1999

 

1-2  Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 1999

Ár 1999, 8. oktober, legði fíggjarnevndin fram soljóðandi

Á l i t 

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 16. september 1999 og eftir 1. viðgerð tann 23. september 1999 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við avvarðandi landsstýrismenn og umboð fyri aðalstýrini. Nevndin hevur undir viðgerðini fingið tær upplýsingar, nevndin hevur biðið um til tess at lýsa málið.

Nevndin er samd um, at almennu viðmerkingarnar eru ov lítið sigandi og ikki nóg greiðar. Harumframt er í almennu viðmerkingunum ikki samsvar millum uppgivnu rakstrar- og løguútreiðslurnar og endaligu upphæddina til eykajáttanarlógina.

Nevndin hevur áður í áliti gjørt vart við vantandi viðmerkingar og átalar, at hetta ikki er fingið í rættlag. Nevndin er av teirri áskoðan, at viðmerkingarnar eiga at vera ein samandráttur av, hvørjar broytingar verða gjørdar. Hetta er eisini í samsvar við tingskipanina, sum ásetir, hvussu viðmerkingarnar til lógaruppskot skulu verða.

Nevndin hevur hesar viðmerkingar til tær einstøku greinarnar:

§ 1. Løgtingið.

Undir 1. viðgerð upplýsti løgtingsformaðurin, at formansskapurin ikki hevði viðgjørt niðurskurðin á løgujáttan Løgtingsins. Nevndin hevur tí undir viðgerðini spurt formansskapin um hesi viðurskifti, og í skrivi frá formansskapinum (skjal A í málinum) verður sagt frá, at formansskapurin ikki hevur nakra broyting til løgujáttan tingsins. Fíggjarnevndin staðfestir, at løgujáttan Løgtingsins neyvan verður nýtt øll í ár, men nevndin mælir tó til at strika hesa broyting og setir fram broytingaruppskot samsvarandi.

§ 3. Fíggjarmál o.a.

Landsstýrið upplýsir í viðmerkingunum til hesa grein, at hækkaðu útreiðslurnar, eykajáttan verður søkt um, stava frá verkfallinum í vár. Bæði undir 1. viðgerð og í nevndini er spurningurin um eykajáttan til lønarhækkingarnar, ið stava frá nýggju sáttmálunum, reistur. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst, at Fíggjarmálastýrið fer at fyrireika lógaruppskot til eykajáttanarløgtingslóg til lønarhækkingarnar, nú stýrið er liðugt við arbeiðið av løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2000. Í viðmerkingunum í uppskotinum frá landsstýrinum verður upplýst, at landskassin spardi 8 mió. kr. í lønarútreiðslum undir verkfallinum. Fíggjarnevndin heitir á landsstýrismannin, um at mótrokna spardu upphæddini á komandi eykajáttanarlóg.

Landsstýrismaðurin upplýsti annars, at fleiri stórir sáttmálar enn ikki eru lidnir, m.a. sáttmálin við lærarar, tænastamannafelagið og yngri læknar.

Í spurninginum um útgjaldið til Sjónvarp Føroya í juli mánaði, tá SvF kom í gjaldføristrupulleikar, vísti landsstýrismaðurin á § 43, stk. 2, í stýrisskipanarlógini, har orðið "goldin" í danska tekstinum er týtt til "afholdes". Landsstýrismaðurin helt, at her var munur á týdninginum í lógartekstinum. Fíggjarmálastýrið vísti á, at útreiðslurnar vóru hildnar, men ikki goldnar, og at landskassin hevur ábyrgd av, at fólk, sum arbeiða á einum landsstovni, fáa løn eftir reglunum fyri tað arbeiðið, tey hava gjørt. Ein stovnur, sum er í landskassaroknskapinum, kann gjøgnum árið koma í ta støðu at nýta meira, enn játtað er, tá nýtslan fer fram, men við árslok skal játtan og nýtsla samsvara. Eisini varð víst á játtanarskipanina. Útreiðslur, sum eru disponeraðar mugu gjaldast.

§ 6 Vinnumál.

6.37.2. Ymsir studningar

Nevndin ger vart við, at undir viðmerkingunum til konto 6.37.2.01. Stuðul til ídnaðarfremjandi endamál, er ein prentvilla í. Har stendur, at upphæddin, sum skotið verður upp at hækka hesa kontu við, skal flytast av konto 6.37.2.01. Hetta skal verða av konto 6.37.2.04., sum eisini kemur fram av viðmerkingunum til hesa konto.

6.38.1. Vegir og Havnir

Í samband við nýggju Sandoyarferjuna verður neyðugt at umbyggja ferjulegurnar á Gomlurætt, í Skopun og Hesti skal nýggja skipið nýta hesar havnir. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum upplýsti, at á Gomlurætt skal ferjulemmurin breiðkast og botnurin undir ferjulemminum ruddast. Í Skopun skal ferjulegan breiðkast, og nýggjur ferjulemmur skal gerast. Í Hesti skal havnin dýpast og nakað av nýggjum bryggjukanti gerast. Landsstýrismaðurin hevur upplýst fyri nevndini, at tað er ivasamt, um øll løgujáttanin verður nýtt í hesum fíggjarári. Hetta tekur fíggjarnevndin til eftirtektar, og má landsstýrismaðurin tí koma aftur í løgtingið við umbøn um eykajáttan til endurnýggjan av møguligari ónýttari játtan.

Í løtuni røkir "Tróndur" serflutning til og úr Nólsoy m.a. av ruski fyri IRF. Landsstýrismaðurin upplýsti, at ætlanin er ikki, at nýggja Sandoyarferjan skal røkja hesa tænastu. Strandferðslan hevur onnur skip, ið kunnu taka sær av tí tunga flutninginum til og úr Nólsoy m.a. Sam.

6.38.2. Samferðsla

Í vár samtykti løgtingið lóg um sigling millum Tórshavn og Skálafjørðin uttan neyðug játtan var við. Skotið verður tí upp at geva Strandfaraskipum Landsins eina eykajáttan uppá 1,2 mió. til leiðina. Landsstýrismaðurin upplýsti fyri nevndini, at ætlanin hjá Strandferðsluni var at byrja siglingina í august mánað í ár, og at 1,2 mió. kr. er kostnaðurin at reka leiðina í 5 mánaðar. Landsstýrimaðurin upplýsti eisini, at verandi bussruta millum Skálafjørðin og Havnina skal koyra til 31. desember 1999 og verður síðani niðurløgd. Nevndin er samd um, at nú er komið so langt út á árið, at neyvan verður siglt meira enn 2 til 2½ mánaða, og mælir tí til, at eykajáttanin til strandferðsluna verður lækkað við 600.000 kr. og sett til 1.350.000 kr., og setir nevndin fram broytingaruppskot samsvarandi hesum.

§ 7. Útbúgving og gransking o.a.

7.32.2.01. Fólkaskúlin (Rakstrarjáttan).

Í fíggjarnevndarskjali í mai mánaða í ár søkti landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum um eina eykajáttan til fólkaskúlan uppá 2,636 mió. kr. Nú verður biðið um 1,6 mió. kr. Sambært landsstýrismannin er orsøkin, at ársskeiðini í Føroyum hjá lærarum eru spard burtur í seinna hálvári av fíggjarárinum. Tí er tørvurin nú bert 1,6 mió. kr. Landsstýrismaðurin upplýsti í nevndini, at vøksturin í næmingatalinum í fólkaskúlanum hetta skúlaárið, er 193 næmingar í mun til seinasta skúlaár, og skal eykajáttan nýtast til hesa næmingatilgongd.

7.24.4.01. Sjónvarp Føroya

Undirvísingar- & Mentamálastýrið hevur biðið um løgtingslógarheimild fyri eini eykajáttan uppá 1,6 mió. kr. til tess at hjálpa SvF burtur úr fíggjarligu trongstøðuni.

Landsstýrismaðurin í undirvísingar- & mentamálum sigur í viðmerkingum sínum til uppskotið um eykajáttan, at orsøkin til nevndu trongstøðu hjá SvF er, at inntøkurnar av eydnuspæli sviku.

Somuleiðis verður ført fram, at tað ikki fyrr enn væl var liðið út á árið gjørdist greitt, at tillagingarnar av spølunum ikki góvu tað av sær, sum roknað var við. Av hesi orsøk kom roknskapurin fyri 1998 at vísa hall uppá umleið 2,4 mió.kr.

Stig eru nú tikin til at leggja roknskaparskipanina hjá SvF um, so hesin verður partur av landsroknskapinum eins og fyri aðrar almennar stovnar, so Undirvísingar- & Mentamálastýrið fær eitt betri innlit í roknskaparviðurskiftini hjá SvF.

Undirvísingar- & Mentamálastýrið ger tó vart við, at gjaldførið hjá SvF tó gjørdist so mikið vánaligt í juli, at neyðugt var at framskunda hesa umlegging, so SvF kundi fáa gagn av gjaldføri landskassans, uttan at hetta ávirkar roknskapin ella játtanarviðurskiftini hjá SvF.

Sum grundgeving fyri at biðja um nevndu eykajáttan uppá 1,6 mió. kr. verður sagt, at játtanin má fáast til vega fyri ikki at nerva framleiðsluna av føroyskum tilfari í SvF óneyðugt.

Tað verður framhaldandi kannað, hví henda støða er íkomin, og um hon skal fáa avleiðingar.

Undir viðgerðini hevur Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum upplýst fíggjarnevndini, at við árslok er útgoldna upphæddin afturgoldin til landskassan. Fíggjarnevndin heitir á landsstýrismannin um at hava eftirlit við, at peningurin verður endurrindaður.

Annars er fíggjarnevndin samd um hesar viðmerkingar til málið:

Einasta lóggáva og harvið játtanarheimild, tá almennur peningur verður ávístur og nýttur til eitt hvørt endamál, fæst við løgtingslóg.

Við støði í hesi grundreglu er í okkara stýrisskipanarlóg ásett, at eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni á teirri fíggjarlóg ella á aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ávíst verður, smb. § 43, 2. stk., í stýrisskipanarlógini.

Til tess at geva almennum stovnum møguleika fyri at nýta pening í sera átrokandi førum uttan beinleiðis løgtingslóg hevur stýrisskipanarlógin gjørt eittans undantak frá nevndu meginreglu.

Hetta undantak snýr seg um heimildina hjá fíggjarnevndini at veita eykajáttan sambært reglunum í § 44, 2. stk.

Í § 44, 2. stk., er ásett, at fíggjarnevndin kann veita eykajáttan, men bert tá mál hava bráðskund, og tá avgerandi samfelagslig fyrilit tala fyri tí.

Í viðmerkingunum til regluna í § 44, 2. stk., er tilskilað, at í ávísum førum koma útreiðslur at standast av landshúsarhaldinum, sum ikki kunnu bíða og mugu gjaldast alt fyri eitt.

T.v.s. í slíkum førum kann serliga undantaksreglan um, at fíggjarnevndin játtar peningin, takast í nýtslu.

Víðari verður sagt, at orsøkin til, at henda mannagongd skal nýtast, kemst av, at trygd má vera fyri, at lóggávuvaldið, t.e. løgtingið og løgmaður, seinni góðkenna játtanina.

Sambært omanfyristandandi er greitt, at við løgtingslóg er einasti játtandi myndugleikin, og at fíggjarnevndin bert ávegis og í undantaksførum kann veita eykajáttan og tá einans, um málið hevur bráðskund og avgerandi samfelagslig fyrilit tala fyri tí.

Útinnandi valdið, t.v.s. landsstýrið, umboðað av einstøku landsstýrismonnunum, kann sostatt bert útgjalda pening, um onnur av hesum avgerandi fortreytunum er lokin. Er ongin slík játtan tøk, kann landsstýrismaðurin tískil ikki útgjalda pening úr landskassanum.

Í viðmerkingunum til hetta uppskotið verður víst á, at SvF hevur fingið gagn av gjaldføri landskassans í samband við umleggingina.

Landsstýrismaðurin í undirvísingar- & mentamálum hevur í fíggjarnevndini váttað, at peningur er goldin SvF av gjaldføri landskassan frammanundan hesi umsókn um eykajáttan.

Umbønin um nevndu eykajáttan upp á 1,6 mió.kr. snýr seg sostatt um eina góðkenning aftaná, at landsstýrismaðurin hevur handlað og peningurin er nýttur, og ikki um eina vanliga heimild til sambært reglunum í stýrisskipanarlógini um frammanundan at fáa eina játtan fyri síðani at gjalda peningin til SvF.

Fíggjarnevndin átalar hesa mannagongd.

Fíggjarnevndin er samd um, at meginreglan um, at almennur peningur einans kann útgjaldast sambært góðkenning frá játtandi myndugleikanum, sum er við løgtingslóg og løgtingsins fíggjarnevnd, ikki kann skúgvast til viks og altíð eigur at verða vird.

Verður henda reglan brotin, er ovurstórur vandi fyri, at slík framferð fer at verða nýtt sum fordømi fyri líknandi mál við tí úrsliti, at virðingin fyri játtandi myndugleikanum, sum frá líður, verður undirgrivin.

Tað er tískil neyðugt at taka hetta mál í størsta álvara og kanna allar upplýsingar til lítar á røttum stað.

Sambært løgfrøðisliga ráðgevara nevndarinnar tilkemur tað tó ikki fíggjarnevndini at viðgera henda partin av málinum, sum í løtuni verður kannaður av rætta avvarðandi myndugleika.

Viðvíkjandi sjálvari umbønini um játtan til SvF uppá 1,6 mió.kr., fer fíggjarnevndin at mæla løgtinginum til at samtykkja uppskotið, tá neyðugt er við hesi játtan, um raksturin av SvF skal halda fram á verandi støði.

Nevndin ger vart við, at støða nevndarinnar ikki skal takast sum nøkur góðkenning av framferðarháttinum hjá landsstýrismonnunum í juli 1999, hetta er mál, sum løgtingsgrannskoðararnir taka sær av sbr. stýrisskipanarlógini § 45, stk. 2, 2. pkt.

§ 8. Almanna- og heilsumál o.a.

Viðvíkjandi lønarhækkingini, sum starvsfólk fingu eftir nýggju sáttmálunum í vár, helt landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, at tað var óheppið, at eykajáttan til lønarhækkingina ikki er givin enn. Landsstýrismaðurin upplýsti, at lønarhækkingin á § 8 kostar millum 13 og 14 mió. kr. netto í ár. Landsstýrismaðurin segði, at tað ikki eru tikin nøkur stig til at siga fólki upp, og vísti á, at tað ikki letur seg gera at spara við at siga fólki upp í ár, tí nógv hava 6 mánaðar uppsagnartíð.

Landsstýrismaðurin greiddi frá, at Almanna- og heilsumálastýrið er flutt inn í bygningin B 75 hjá Landssjúkrahúsinum, og at stýrið hevur umbygt húsini innan fyri tann fíggjarkarm, stýrið hevur fingið, men enn er umbyggingin ikki liðug, tí stýrið ikki hevur meira játtan. Bráðneyðugt er at skifta vindeyguni út í bygninginum, sum bæði trekkja og leka. Landsstýrismaðurin upplýsti, at gjørd er heildarætlan til at umvæla allar bygningar á Landssjúkrahúsinum. Onkrir bygningar eru í so ringum standi, at kannað verður, um tað er bíligari at byggja av nýggjum heldur enn at umvæla.

8.21.6.01. Serforsorg (Rakstrarjáttan).

Landsstýrismaðurin upplýsti í nevndini, at ætlanin er at byggja ein stovn fyri autistar og onnur menningartarnað í Klaksvík. Sum ein fyribilsloysn er ætlanin at leiga eini hús í Klaksvík til stovnurin er liðugur. Søkt verður tí um 1 mió. kr. til endamálið í ár.

Bíðilistin til bústað fyri menningatarnað í Tórshavn er langur. Tí verður søkt um 400.000 kr. til at nøkta tørvin hjá 5 lættari evnaveikum í Tórshavn restina av árinum.

Landsstýrismaðurin upplýsti fyri nevndini, at upphæddin, søkt verður um, 1,4 mió. kr., er roknað fyri tíðarskeiðið frá august mánað og árið út. Nevndin er samd um, at nú er komið so langt út á árið, at brúk verður ikki fyri játtan til meira enn 2 til 2½ mánaða nýtslu. Landsstýrismaðurin hevur eisini upplýst, at ein partur av upphæddini skal nýtast til stovnseting, og mælir nevndin tí til, at eykajáttanin til konto 8.21.6.01. Serforsorg (Rakstrarjáttan) verður lækkað við 400.000 kr. og sett til 982.000 kr., og setir nevndin fram broytingaruppskot samsvarandi hesum.

§ 9. Oljumál.

Landsstýrismaðurin hevur greitt nevndini frá teimum truplu hølisviðurskiftum, Oljumálastýrið hevur, og at stýrið hevur møguleika fyri at leiga ein skrivstovubygning í Hoyvík, sum nøktar hølistørvin. Landsstýrismaðurin upplýsti, at samráðingar hava verið við eigaran, men at eingin leigusáttmáli er undirskrivaður. Semja er millum Oljumálastýrið og eigaran, at eigarin setir hølini í stand, men at Oljumálastýrið skal gjalda innrættingina. M.a. skulu nýggjar tekniskar innleggingar gerast til EDV o.a., og eru hesar mettar at kosta umleið 600.000 krónur. Upplýst er, at leigan verður ásett samsvarandi galdandi upphæddum fyri almenn leigumál.

Landsstýrismaðurin upplýsti, at útreiðslur til 1. útbjóðingarumfar verða í ár, men ongar inntøkur kunnu væntast fyrr enn næsta ár.

§ 10. Sjálvstýrismál o.a.

10.14.3.07. Ítróttarvedding

Landsstýrismaðurin hevur greitt nevndini frá, at sambært ríkislóg er føroyski parturin av yvirskotinum hjá Dansk Tipstjeneste 0,5%. Hesin prosentpartur er settur í mun til tað, ið føroyingar spæla fyri, men í løtuni er parturin, ið spælt verður fyri, undir 0,5% av umsetninginum hjá Dansk Tipstjeneste.  

Við hesum viðmerkingum og nevndu broytingum, sum gera, at samlaðu útreiðslurnar eru óbroyttar í mun til uppskot landsstýrisins, umleið 28,5 mió. kr., mælir fíggjarnevndin løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins. Løgtingið atkvøður bert um tann tekstin, sum skal standa í Kunngerðarblaðnum, og tí ger fíggjarnevndina eingi broytingaruppskot til viðmerkingarnar og sundurgreinaðu ætlanirnar. Samsvarandi hesum setir ein samd nevnd fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

  1. § 1 í uppskoti landsstýrisins verður strikað.
  2. § 6 verður soljóðandi:
  3. § 6. Vinnumál

    A. Yvirlit

    Játtanaryvirlit

    Túsund kr.

    Nettotal

    Útreiðslur

    Inntøkur

    Útreiðsluætlan

    1.570

    1.570

    -

    Skattur o.t. (ætlan)

    -

    -

    -

    Løguætlan

    6.000

    6.000

    -

     

    Handil og vinna annars

    220

    -

    6.37.2. Ymiskur studningur

    0

    6.37.5. Almennir karmar

    220

    -

    Samferðsla & samskifti

    7.950

    -

    6.38.1. Vegir og havnir

    6.000

    -

    6.38.2. Samferðsla

    1.350

    -

    6.38.3. Samskifti

    -

    -

    B. Játtanir

    Útreiðslur

    Inntøkur

    6.37.2. Ymiskur studningur
    6.37.2.01. Stuðul til ídnaðarfremjandi endamál

    J

    5.000

    EYJ

    1.000

    6.37.2.04. Endurgjald til skipasmíð

    J

    5.000

    -

    EYJ

    -1.000

    -

    6.37.5. Almennir karmar
    6.37.5.04. Heilsufrøðiliga starvsstovan (Rakstrarjáttan)

    J

    11.150

    -

    EYJ

    220

    -

    6.38.1. Vegir og havnir
    6.38.1.14. Havnir (Løgujáttan)

    J

    7.500

    -

    EYJ

    6.000

    -

    6.38.2. Samferðsla
    6.38.2.01. Strandfaraskip Landsins (Landsfyritøka)

    J

    41.900

    -

    EYJ

    1.350

    -

  4. § 8 verður soljóðandi:

§ 8. Almanna- og heilsumál o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr. Nettotal Útreiðslur Inntøkur
Útreiðslur

2.334

2.334

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

1.015

1.015

-

 

Felagsútreiðslur

1.002

-

8.11.1. Fyrisiting

1.002

-

Heilsumál

951

-

8.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m.

951

-

Almannamál

1.728

-

8.21.1. Fyrsiting

430

-

8.21.6. Eldri og brekað

966

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr

8.11.1. Fyrisiting
8.11.1.08. Almanna- og heilsumálastýrið (Rakstrarjáttan)

J

15.320

-

EYJ

202

-

8.11.1.10. Flyting av Almanna- og heilsumálastýrinum

J

3.500

-

(Løgujáttan)

EYJ

800

-

8.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m.
8.20.3.04. Landssjúkrahúsið (Rakstrarjáttan)

J

227.077

-

EYJ

342

-

8.20.3.10. Klaksvíkar sjúkrahús (Rakstrarjáttan)

J

40.645

-

EYJ

260

-

8.20.3.15. Suðuroyar sjúkrahús (Rakstrarjáttan)

J

28.848

-

EYJ

50

-

8.20.3.16. Suðuroyar sjúkrahús (Løgujáttan)

J

1.000

-

EYJ

299

-

8.21.1. Fyrisiting
8.21.1.04. Almannastovan (Rakstrarjáttan)

J

23.002

-

EYJ

430

-

8.21.6. Eldri og brekað
8.21.6.01. Serforsorg (Rakstrarjáttan)

J

69.283

-

EYJ

982

-

8.21.6.03. Eldrarøkt á Sandi (Løgujattan)

J

0

-

EYJ

716

-

8.21.6.04. Eldrarøkt (Rakstrarjáttan)

J

150.691

-

EYJ

68

-

8.21.6.16. Eldrasambýli (Løgujattan)

J

5.200

-

EYJ

-800

-