Eykajáttan november 1999-1

 

1-3  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999-1

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1999, 12. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999-1

Hjálagt er skjal 1:
Yvirlit yvir eykajáttanir og fíggjarnevndarskjøl í 1999

1. viðgerð 16. november 1999. Tingmálini 1-3/199 og 1-4/1999 viðgjørd undir einum. Bæði beind í fíggjarnevndina, sum tann 23. november 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 12. november 1999 og eftir 1. viðgerð tann 16. november 1999 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið, ið snýr seg um at veita eykajáttan til lønarhækkingar í fíggjarárinum 1999, eins og sparingar og meirútreiðslur í samband við verkfallið í vár eru tiknar við í uppskotinum. Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum og umboð fyri fíggjarmálastýrið. Landsstýrismaðurin upplýsti, at nú er bert eitt felag eftir, ið ikki er liðugt at samráðast um nýggjan sáttmála.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 25. november 1999. Uppskotið samtykt 23-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3. viðgerð 30. november 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 96 frá 03.12.1999