Eykafíggjarlóg fyri 1999

Skjal 1

1-6  Uppskot til  eykafíggjarlóg fyri 1999

 

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGMANSRITARIN

Tórshavn, tann 17. mai 1999
J.nr. 3030-14/93
Viðgjørt: JR
Tygara skriv

Fíggjarnevnd Løgtingsins
E. Jalsgøta 6
100 Tórshavn
Stílað: Bjarna Djurholm, formanni

Fíggjarnevndarskjal

  1. Inngangur
  2. Løgmaður søkir við hesum skjali fíggjarnevndina um at hækka játtanina til rakstrarstað 2.13.3.01 Menningarhjálp á fíggjarlógini fyri 1999.

  3. Málsfrágreiðing

Støðan á Balkanhálvoynni er í dag ein sorgarleikur. Umleið ein millión kosovar eru tiknir úr Kosovo higartil, og eru hesi í dag flóttafólk í grannlondum Kosovos. Støða teirra er sera álvarslig, og treingja flóttafólkini til bráðfeingis neyðhjálparveitingar.

Landsstýrið hevur viðgjørt spurningin, hvussu landsstýrið og Føroyar á bestan hátt kunnu hjálpa flóttafólkunum. Áskoðan landsstýrisins er, at hóast spurningurin um at taka flóttafólk til Føroyar kann verða torførur at avgreiða skjótt, eiga vit ikki at drála við hjálp til flóttafólkini av hesi orsøk.

Landsstýrið hevur tí gjørt av at veita bráðfeingishjálp til tað arbeiðið, sum verður gjørt av altjóða hjálparfelagsskapum, sum í løtuni arbeiða í grannalondunum hjá Kosovo (Montenegro, Makedonia og Albania). Arbeiðið, sum felagsskapirnir fáast við, fevnir m.a. um:

Vísandi til omanfyristandandi biður løgmaður fíggjarnevndina um eina eykajáttan upp á kr. 2.500.000 soleiðis, at játtanin til Menningarhjálp á fíggjarlógini fyri 1999, høvuðskonto 2.13.3.01 verður óbroytt samsvarandi niðanfyristandandi sundurgreining.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

200

2.500

2.700

01. Stuðul

     
       

Útreiðslur

200

2.500

2.700

51. Tilskot til útlandið o.a.

200

2.500

2.700

       
  1. Grundgeving fyri framløgu
  2. Løgmaður metir, at málið hevur skund og kann ikki bíða, til tingið kemur saman eftir ólavsøku.

  3. Uppskotið
  4. Vísandi til omanfyristandandi verður søkt um eykajáttan soleiðis, at á eykafíggjarlógini verður fylgjandi tikið við:

    § 2

    B. Játtanir

    Útreiðslur

    Inntøkur

    2.13.3. Menningarhjálp
    2.13.3.01. Menningarhjálp

    J

    200

    -

    EYJ

    2.500

    -

  5. Tilsøgn frá Fíggjarmálastýrinum

Fíggjarmálastýrið hevur givið tilsøgn til, at umsóknin verður send fíggjarnevndini, tí málið hevur skund

Anfinn Kallsberg
løgmaður

/

Marjun Hanusardóttir
løgmansstjóri

Karsten Hansen
landsstýrismaður

/

Petur Alberg Lamhauge
Fíggjarmálastjóri