Eykafíggjarlóg fyri 1999

Skjal 3

1-6  Uppskot til  eykafíggjarlóg fyri 1999

ALMANNA- OG HEILSUMÁLASTÝRIÐ
FÍGGJARDEILDIN

Tórshavn, tann 25/6 1999
J.nr.
Viðgjørt: ehb
Tygara skriv

Løgtingsins Fíggjarnevnd
Løgtingsskrivstovan
Tórshavn

Fíggjarnevndarskjal

  1. Inngangur
    Landsstýrismaðurin í almannamálum søkir við hesum fíggjarnevndina um, at játtanin til høvuðskonto 8.20.3.20. Serviðgerð uttanlands (Rakstrarjáttan) verður hækkað við 1.800.000 kr. fyri fíggjarárið 1999 til etableringsútreiðslur til eitt nýtt Hotel Tórshavn. Landsstýrismaðurin skjýtur upp, at hækkanin verður goldin við 1.800.000 kr. frá høvuðskonto 8.21.6.16. Eldrasambýli (løgujáttan).
  2. Málsfrágreiðing
    Sáttmálasamráðingar hava verið í sambandi við leigan av einum nýggjum Hotel Tórshavn. Tí verður neyðugt at fáa eina meirjáttan til íløgur nú beinanvegin og til rakstur og møguligar reetableringsútreiðslur av verandi Hotel Tórshavn seinni í ár. Meirjáttanin til rakstur verður m.a. til dupulta húsaleigu í nakrar mánaðir. Meirjáttanin til íløgur í ár er í høvuðsheitum til innrættan av nýggja hotellinum og til depositum. Tað nýggja hotellið er munandi størri, 45 kømur í mun til verandi, sum hevur 20. Hesar útreiðslur mugu altíð avhaldast, sjálvt um flutt verður nú, ella tá leigusáttmálin annars skuldi havt gingið út sambært verandi avtalu

    Leiguavtalan viðvíkjandi tí nýggja Hotel Tórshavn er nú klár til undirskrivingar, og í hesum sambandi er neyðugt við 1.800.000 kr. til etableringsútreiðslur, soleiðis at hotellið kann lata upp í september 1999. Depositumið skal rindast, tá leigusáttmálin verður undirskrivaður. Etableringsútreiðslurnar umframt depositum, møblar til kømur, kantinu, uppihaldsrúm v.m.
  3.  

    8.20.3.20. Serviðgerð uttanlands (Rakstrarjáttan)

    Sundurgreinað ætlan

    Tús. kr.

    J

    EYJ

    J+EYJ

    Nettoútreiðslujáttan

    49.946

    1.800

    51.746

    Inntøkur

    -

    -

    .

    Útreiðslujáttan

    49.946

    1.800

    51.746

    20. Vanligt virksemi

         

    Nettoútreiðslur

    37.500

    -

    37.500

    Útreiðslur

    37.500

    -

    37.500

    14. Keyp av vørum og tænastum

    2.356

    -

    2.356

           

    21. Uppihald

         

    Nettoútreiðslur

    12.446

    1.800

    14.246

    Útreiðslur

    12.446

    1.800

    14.246

    14. Keyp av vørum og tænastum

    12.446

    1.800

    14.246


    Skotið verður upp, at eykajáttanin til Serviðgerð uttanlands verður goldin av høvuðskonto 8.21.6.16. Eldrasambýli (løgujáttan).

    8.21.6.16 Eldrasambýli (Løgujáttan)

    Sundurgreinað ætlan

    Tús. kr.

    J

    EYJ

    J+EYJ

    Nettoútreiðslujáttan

    7.000

    -1.800

    5.200

    Inntøkujáttan

    -

    -

    -

    Útreiðslujáttan

    7.000

    -1.800

    5.200

    10. Eldrasambýli

         
           

    Útreiðslur

    7.000

    -1.800

    5.200

    31. Bygging og løguframleiðsla

    4.000

    -1.200

    2.800

    32. Útvegan av løgu o.ø.

    1.800

    -

    1.800

    75. Keyps-MVG

    1.200

    -600

    600

           
  4. Grundgeving fyri framløgu
    Málið hevur bráðfeingis skund, av tí at sáttmálin skal undirskrivast tann 30. juni 1999.
  5. Tilsøgn frá øðrum myndugleika
  6. Uppskotið
    Vísandi til omanfyristandandi verður søkt um eykajáttan soleiðis:
  7. § 8.

    B. játtanir

     

    Útreiðslur

    Inntøkur

    8.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m. tús. kr.
    8.20.3.20. Serviðgerð uttanlands (Rakstrarjáttan)

    J

    49.946

    -

    EYJ

    1.800

    -

    8.21.6. Eldri og brekað
    8.21.6.16. Eldrasambýli (Løgujáttan)

    J

    7.000

    -

    EYJ

    1.800

  8. Tilsøgn frá Fíggjar- og búskapardeildini
    Fíggjar- og búskapardeildin hevur givið tilsøgn til, at umsóknin verður send fíggjarnevndini.

 

Váttað: 25/6-99

Karsten Hansen, landsstýrismaður
Petur Alberg Lamhauge, fíggjarmálastjóri
Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður