Eykajáttan februar 2000

 

1-7  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg februar 2000

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð

Ár 2000, 15. februar, legði Marjus Dam, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

eykajáttanarløgtingslóg februar 2000

 

Almennar viðmerkingar 

Viðbót til ávísar pensjónistar verður veitt sambært løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensjónistar. Landsstýrismaðurin í almannamálum ásettir í kunngerð viðbótarupphæddina út frá játtanini á løgtingsfíggjarlógini og talinum á pensjónistum. Landsstýrismaðurin ásetir somuleiðis nærri reglur um útgjalding av upphæddini.

Á løgtingsfíggjarlógini fyri fíggjarárið 2000 eru játtaðar 12,2 mió. kr. til endamálið. Hetta er sama upphædd, sum varð játtað í 1999. Árliga viðbótarupphæddin fyri 2000 verður 3.387 krónur, útgoldin í trimum gjøldum upp á 1.129 krónur hvørt. Í 1999 var upphæddin var 3384 kr til hvønn pensjonist, ið uppfyllir treytirnar.

Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið, løgtingsmál nr. 60/1996, er stuðulin ætlaður sum ískoyti til olju, sjónvarp- og útvarpsgjald.

Útvarpsgjaldið fyri 1999 var kr. 1.384,38 v/MVG, meðan sjónvarpsgjaldið fyri 1999 var kr. 1.384,35 v/MVG. Fyri 2000 eru bæði útvarps- og sjónvarpsgjaldið ásett til kr. 1.500 v/MVG. Útvarpsgjaldið hækkar við kr. 115,62, meðan sjónvarpsgjaldið hækkar við kr. 111,65, ella ein samlað hækking fyri bæði gjøldini upp á kr. 231,27.

Sambandsflokkurin metir, at bæði útvarp og sjónvarp eru neyðugir miðlar hjá øllum borgarum í landinum. Tí er tað bert rímiligt, at hækkingin av hesum gjøldum verður kompenserað við eini øktari viðbót, ið svarar til hækkingina av útvarps- og sjónvarpsgjaldinum, til teir pensjónistar, ið lúka treytirnar í ll. nr. 35 frá 16.04.1997 um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl., og mælt verður til, at veitt verður eykajáttan til grein 8, 8.21.8.13. Viðbót til ávísar pensjónistar (Lógarbundin játtan), ið svarar til hækkingina. Talið av pensjónistum, ið fáa hesa viðbót í 2000 er 3829. Samlaða hækkingin av útvarps- og sjónvarpsgjaldinum hjá hesum pensjónistum verður 3829 x kr. 231,27 = kr. 885.532,83. Mælt verður tí til, at grein 8, 8.21.8.13. Viðbót til ávísar pensjónistar (Lógarbundin játtan) verður hækkað við kr. 886.000 og sett til kr. 13.086.000.  

§ 8. Almanna- og heilsumál 

A. Yvirlit

    Játtanaryvirlit

    Túsund kr.

    Nettotal

    Útreiðslur

    Inntøkur

    Útreiðsluætlan

    886

    886

    -

    Inntøkuætlan

    -

    -

    -

    Løguætlan

    -

    -

    -

     

    Almannamál……………………………………………….

    -

    -

    8.21.8 Sosialar pensjónir.

    886

    -

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

8.21.8. Sosialar pensjónir
8.21.8.13 Viðbót til ávísar pensjónistar (Lógarb. ját.).

J

12.200

-

EYJ

886

-

Viðmerkingar

8.21.8 Sosialar pensjónir

8.31.8.13 Viðbót til ávísar pensjónistar (Lógarbundin játtan).

Játtanin verður hækkað, soleiðis at viðbótin hækkar svarandi til upphæddina, ið útvarps- og sjónvarpsgjaldið er hækkað við í 2000.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

       
Útreiðslujáttan

12.200

886

13.086

01 Viðbót      
       
Útreiðslur

12.200

886

13.086

52. Tilskot til einstaklingar

12.200

886

13.086

       

1. viðgerð 17. februar 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 9. mars 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Málið er lagt fram av Sambandsflokkinum tann 15. februar 2000 og eftir 1. viðgerð tann 17. februar 2000 beint í fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 1. og 8. mars 2000, og hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Bjarni Djurholm, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sámal Petur í Grund) vísir á gjørdu og ætlaðu broytingarnar á pensjónsøkinum, og at skattligu viðurskiftini hjá pensjónistum verða betrað, sambært lógaruppskotum nr. 56/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) og nr. 57/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, sum eru til viðgerðar í løtuni. Meirilutin setir tí einki uppskot fram.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot Sambandsfloksins.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen) kann ikki taka undir við uppskoti sambandsfloksins, men mælir í staðin til, at eykajáttanin verður sett til 6 milliónir og 559 túsund krónir. Minnilutin setir fram broytingaruppskot samsvarandi hesum, og vísir annars til uppskot javnaðarfloksins í løgtingsmáli nr. 58/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til avísar pensionsitar, og til viðmerkingar javnaðarfloksins í tí málinum.

Í uppskotinum mælir Sambandsflokkurin til at veita eina eykajáttan upp á 886.000 kr. Sambært viðmerkingunum til uppskotið er ætlan Sambandsfloksins, at hetta skal verða eitt viðurlag til ávísar pensjónistar í sambandi við, at útvarpsgjaldið er hækkað við kr. 115,62 og at sjónvarpsgjaldið er hækkað við kr. 111,65. Sambært uppskotinum verður viðbótin til ávísar pensjónistar, sum í 2000 annars er 3.387,00 kr. til hvønn móttakara, hækkað við kr. 231,27.

Sambandsflokkurin tekur ikki hædd fyri, at prísurin á olju er nógv hækkaður hetta seinasta árið, men mælir í staðin til, við uppskoti í løgtingsmáli nr. 54/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju, at avgjaldið á brenniolju verður avtikið. Javnaðarflokkurin tekur heldur ikki undir við tí uppskotinum, og minnilutin vísir tí eisini til viðmerkingar Javnaðarfloksins í tí málinum.

Í uppskoti Javnaðarfloksins í løgtingsmáli nr. 58/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensionistar v. fl., verður mælt til, at árliga upphæddin til hvønn móttakara verður sett í sjálva lógina, og at upphæddin verður sett til kr. 5.100,00 til hvønn. Hetta er ein hækking upp á kr. 1.713,00, ið er ætlað sum eitt viðurlag fyri hækkaða útvarpsgjaldið, hækkaða sjónvarpsgjaldið og hækkingina í prísinum á brenniolju.

Samsvarandi hesum setir minnilutin (Vilhelm Johannesen) fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s ko t

§ 8. Almanna- og heilsumál

  1. Yvirlit
  2. Játtanaryvirlit

    Túsund kr.

    Nettotal

    Útreiðslur

    Inntøkur

    Útreiðsluætlan

    6.559

    6.559

    -

    Inntøkuætlan

    -

    -

    -

    Løguætlan

    -

    -

    -

     

    Almannamál……………………………………………….

    -

    -

    8.21.8 Sosialar pensjónir.

    6.559

    -

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

8.21.8. Sosialar pensjónir
8.21.8.13 Viðbót til ávísar pensjónistar (Lógarb. ját.).

J

12.200

-

EYJ

6.559

-

 

Viðmerkingar

8.21.8 Sosialar pensjónir

8.31.8.13 Viðbót til ávísar pensjónistar (Lógarbundin játtan).

Játtanin verður hækkað samsvarandi lógarbroyting.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

       
Útreiðslujáttan

12.200

6.559

18.759

01 Viðbót      
       
Útreiðslur

12.200

6.559

18.759

52. Tilskot til einstaklingar

12.200

6.559

18.559

       

2. viðgerð 16. mars 2000. Broytingaruppskot frá Vilhelm Johannesen fall 8-0-17. Uppskotið fall 11-0-16. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.