Eykajáttan apríl 2000

 

1-9  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2000

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 13. apríl, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2000 

Hjálagt er fylgiskjal:

"Lýsing av støðuni og avleiðingunum av vantandi heilsufrøðiligum samstarvi við ES"

 

Innihaldsyvirlit 

Almennar viðmerkingar *
Høvuðsyvirlit *
Viðmerkingar *

6.11.1.06. Vinnumálastýrið (Rakstrarjáttan) *
6.37.5.04. Heilsufrøðiliga starvsstovan (Rakstrarjáttan) *

§ 7. Útbúgving og gransking o.a. *
Viðmerkingar *

7.23.2.01. Fólkaskúlin (Rakstrarjáttan) *
7.23.2.03. Stuðul til fólkaskúlar *
7.23.3.01. Studentaskúlar og hf-skeið (Rakstrarjáttan) *
7.23.3.04. Yrkisskúlar (Rakstrarjáttan) *

Almennar viðmerkingar 

Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum fer við hesum at søkja Løgtingið um eykajáttan, áljóðandi 2,4 mió. kr. til útreiðslur í sambandi við heilsufrøðiligu avtaluna/samstarvið við ES, sum eftir ætlan kemur í gildi 1. februar 2001. Í hesum sambandi verður neyðugt at tillaga føroyska lóggávu, umsiting og eftirlit. Hendan upphædd verður býtt soleiðis:

Smíð av lógum og reglugerðum 1.000.000 kr.
Løggilding av virkjum (eykaarbeiði hjá HS) 400.000 kr.
Løggilding av virkjum (keyp av útl. tænastum) 200.000 kr.
Eftirkannan av slógvframleiðslu og flutningi 200.000 kr.
Eftirlit/umsjón við heilivági 500.000 kr.
Marknaeftirlitsstøð 100.000 kr.
Tilsamans 2.400.000 kr.

Vinnan hevur síðan miðskeiðis í 1996 víst á, at tørvur er á at fáa í lag eitt heilsufrøðiligt samstarv við ES, tí at gongdin seinastu árini hevur verið, at reglurnar fyri innflutningi úr londum uttan fyri innmarknaðin hjá ES eru herdar, samsvarandi øktu heilsufrøðiligu krøvunum viðv. matvørudygd og -trygd, og hevur vinnan tí seinastu árini verið fyri alsamt vaksandi útflutningstrupulleikum í sambandi við økt eftirlitsvirksemi í ES, sí hjálagda fylgiskjal. Undanfarni løgmaður setti, eftir áheitan frá vinnuni, eina heilsufrøðiliga nevnd, ið var mannað við umboðum, ið høvdu serligt innlit, og sum dagliga høvdu um hendi mál av týdningi fyri útflutningin av føroyskum fiskavørum til ES.

Á felagsnevndarfundum við ES varð afturvendandi gjørt vart við, at Føroyar vildu hava hesi, fyri okkara útflutningsvinnu, sera umráðandi heilsufrøðiligu viðurskifti í rættlag. Ikki fyrr enn í undanfarna ári eydnaðist tað at fáa hetta átrokandi mál realitetsviðgjørt í ES. Ein ískoytissáttmáli millum Føroyar og ES um heilsufrøðilig viðurskifti varð soleiðis góðkendur í farna ári. Hesin ískoytissáttmáli er at meta sum formligi karmurin um heilsufrøðiliga samstarvið millum ES og Føroyar.

Tá hesin formligi karmur varð staðfestur, vóru partarnir til reiðar at fara undir samráðingar um sjálvt innihaldið í hesum ískoytissáttmála. Samráðingarnar, sum júst hava verið í Tinganesi millum Føroyar og ES í døgunum 14. – 16. mars 2000, gingu væl, og komu partarnir ásamt um at undirskriva eitt tilmæli um, hvørjar ES-reglur Føroyar skulu laga seg til, og hvørjar treytirnar og tíðarfreistirnar verða fyri broytingum í verandi lóggávu og mannagongdum í heilsufrøðiliga eftirlitinum í Føroyum. Tá hetta tilmælið er staðfest politiskt, er skjøtil settur á heilsufrøðiliga samstarvið, og verður hetta samstarv eftir ætlan sett í verk í februar 2001, tá lógaruppskot og onnur praktisk viðurskifti hesum viðvíkjandi væntandi eru komin upp á pláss.

Eitt slíkt samstarv við ES fer at bera við sær, at heilsufrøðilig krøv og eftirlitsskipanir í Føroyum skulu samsvara teimum í ES, soleiðis at ikki verður neyðugt við heilsufrøðiligum eftirliti við fiskavørum úr Føroyum á markinum til ES-lond - eins og úr øðrum triðjalondum.

Føroyska heilsufrøðiliga nevndin, sum nú er mannað við umboðum fyri Løgmansskrivstovuna, Fiskimálastýrið, Fíggjarmálastýrið og Vinnumálastýrið, hevur í fyrireikingunum til samráðingarnar hugt eftir, hvussu Ísland hevur skipað seg á heilsufrøðiliga økinum. Hetta til tess at fáa eina mynd av lógarfyrireikandi arbeiðinum, nýggju øktu umsitingarligu uppgávunum og íløgunum í sambandi við heilsufrøðiliga samstarvið við ES.

Umframt omanfyri nevndu útreiðslu søkir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum um at gera flytingar millum ávísar konti á grein 7 Undirvísing og gransking. Talan er um at flyta játtan millum miðnámsskúlarnar soleiðis at játtanin hóskar til næmingaupptøkuna í miðnámsskúlunum. Hesar flytingar eru útreiðsluneutralar. Eisini verður skotið upp at gera eina flyting uppá 200 tús. kr. frá Fólkaskúlanum til privatar skúlar, sum av misgávum ikki varð gjørd tá fíggjarlógin fyri 2000 varð gjørd.   

Høvuðsyvirlit

§6. Vinnumál 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

2.400

2.400

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Felagsútreiðslur

1.000

-

6.11.1. Fyrisiting

1.000

-

Handil og vinna annars

1.400

-

6.37.5. Almennir karmar

1.400

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

6.11.1. Fyrisiting

6.11.1.01. Vinnumálastýrið (Rakstrarjáttan)

J

5.650

-

EYJ

1.000

-

6.37.5. Almennir karmar

6.37.5.04. Heilsufrøðiliga starvsstovan (Rakstrarjáttan)

J

9.180

-

EYJ

1.400

-

 Viðmerkingar

6.11.1.06. Vinnumálastýrið (Rakstrarjáttan)

Vinnumálastýrið hevur nærum allan lut í arbeiðinum at fáa sett í verk innihaldið í ískoytissáttmálanum um heilsufrøðiliga avtalu við ES skjótast til ber. Hetta merkir, at landsstýrismaðurin má seta fólk at arbeiða við lógarsmíði burturav og at gera reglur og skipanir. Metti kostnaðurin av hesum er 1 mió. kr.

Lóggávuarbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um hesi direktiv, t.v.s. ES-direktivini (council directives), sum semja er fingin um undir samráðingunum við ES tann 14.-16. mars 2000:

89/662/EEC of 11 December 1989 concerning veterinary checks in intra-Community trade with a view to the completion of the internal market.

90/425/EEC of 26 June 1990 concerning veterinary and zootechnical checks applicable in intra- Community trade in certain live animals and products with a view to the completion of the internal market.

85/73/EEC of 29 January 1985 on the financing of veterinary inspections and controls covered by Directives 89/662, 90/425, 90/675/EEC and 91/496/EEC (amended and consolidated).

97/78/EEC of 18 December 1997 laying down the principles governing the organisation of veterinary checks on products entering the Community from third countries.

89/608/EEC of 21 November 1989 on mutual assistance between the administrative authorities of the Member States and cooperation between the latter and the Commission to ensure the correct application of legislation on veterinary and zootechnical matters

91/493/EEC of 22 July 1991 laying down the health conditions for the production and the placing on the market of fishery products.

92/48/EEC of 16 June 1992 laying down the minimum hygiene rules applicable to fishery products caught on board certain vessels in accordance with Article 3 (1) (a) (i) of Directive 91/493/EEC

91/492/EEC of 15 July 1991 laying down the health conditions for the production and the placing on the market of live bivalve molluscs.

93/53/EEC of 24 June 1993 introducing minimum Community measures for the control of certain fish diseases

82/894/EEC of 21 December 1982 on the notification ogf animal diseases within the Community

91/67/EEC of 28 January 1991 concerning the animal health conditions governing the placing on the market of aquaculture animals and products

90/667/EEC of 27 November 1990 laying down the veterinary rules for the disposal and processing of animal waste, for its placing on the market and for the prevention of pathogens in feedstuffs of animal or fish origin and amending Directive 90/425/EEC

92/118/EEC of 17 December 1992 laying down animal health and public health requirements governing trade in and imports into the Community of products not subject to the said requirements laid down in specific Community rules referred to in Annex A (I) to Directive 89/662/EEC and, as regards pathogens, to Directive 90/425/EEC

96/22/EC of 29 April 1996 concerning the prohibtion on the use in stockfarming of certain substances having ahormonal or thyrostatic action and of beta-agonists, and repealing Directives 81/602/EEC, 88/146/EEC, and 88/299/EEC.

96/23/EEC of 29 April 1996 on measures to monitor certain substances and residues thereof in live animals and animal products and repealing Directives 85/358/EEC and 86/469/EEC and Decisions 89/187/EEC and 91/664/EEC.

90/167/EEC of 26 March 1990 laying down the conditions governing the preparation, placing on the market and use of medicated feeding stuffs in the Community.

Hetta merkir í verki, at fleiri lógir skulu smíðast, so heimild verður fyri at seta omanfyrinevndu 16 direktivini í verk.

Direktivini, sum nevnd eru frammanfyri, áseta m.a. fyrisitingarligar mannagongdir í sambandi við eftirlit, gjøld fyri tænastur, ásetingar um dygdar- og reinføriskrøv, kanningar og eftirlit av heilivágsrestum í fiski, heilsuváttanir og heilsuætlanir í.s.v. sjúkuniðurberjing o.a.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

       

Nettoútreiðslujáttan

5.650

1.000

6.650

20. Vanligt virksemi

     
       

Útreiðslur

5.650

1.000

5.650

11. Lønir v.m.

4.750

500

4.750

14. Keyp av vørum og tænastum

750

500

750

15. Keyp av útbúnaði, netto

100

-

100

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

50

-

50

       

Virksemisyvirlit: 20. Vanligt virksemi

 

J

EYJ

J+EYJ

       

A: Høvuðsendamál (1.000 kr.)

5.650

1.000

6.650

1. Aðalskrivstovan

1.300

-

1.300

2. Samskiftisdeildin

1.300

-

1.300

3. Vinnumáladeildin

1.600

1.000

2.600

5. Leiðsla

500

-

500

9. Felagsútreiðslur

950

-

950

       

Starvsfólkayvirlit: 20. Vanligt virksemi

 

J

EYJ

J+EYJ

       

Í lønarflokki 36 ella hægri

4

-

4

Onnur

9

1,5

10,5

Fulltíðarstørv

13

1,5

14,5

Lønarpartur (mió. kr.)

4,8

5,3

0,5

6.37.5.04. Heilsufrøðiliga starvsstovan (Rakstrarjáttan)

Til rakstrarjáttanina "Heilsufrøðilig Starvsstova" verður søkt um 1,4 mió. kr. Av hesum verða 600 tús. kr. nýttar til lønir.

Í løtuni løggildar starvsstovan bert virkir, har "tilvirking" fer fram. Kravið um løggilding verður víðkað til eisini at fevna um aðra "viðgerð" enn tilvirking. Talan verður um at løggilda einar 18 eindir afturat teimum núverandi 86 eindunum. Í mun til verandi arbeiðsbyrðu, verður løggildingarbyrðan økt við uml. 20 %. Lønarútreiðslurnar á fiskivinnudeildini eru í løtuni áleið 2.000.000 kr/ár, og 20 % svarar sostatt til meirútreiðslu á rakstrarsíðuni á 400.000 kr/ár.

Fyritøkur, sum framleiða fiskamjøl og fiskalýsi, skulu løggildast, eftir at avtalan við ES kemur í gildi. Í dag verða hesar ikki løggildar, og roknast skal við, at nakað av servitan skal keypast uttanífrá. Talan er um 4 virkir.

Tað er ilt at meta um, hvat hetta kemur at kosta í rakstrinum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, men fyri at seta í verk eina løggildingarskipan í mun til hesi virkir, er neyðugt at keypa tænastur úr útlondum. Mett eykaútreiðsla: áleið 200.000 kr. til keyp av vørum og tænastum (konto 14). Hetta er ein einnýtisútreiðsla.

Allur slógvtrupulleikin skal neyvt gjøgnumgangast. Bæði í mun til hvítan fisk og í mun til alifisk. Trupulleikin er, at um partur av slógnum t.d. endar á einum fiskamjølsvirki, so skal viðgerðin svara til eina "high risk" viðgerð. Tað verður ikki neyðugt við slíkari viðgerð, um vit fáa eina skilagóða skipan, og ikki minst eftirlit, á hesum økinum. Íalt skulu eini 60 virkir eftirkannast, sum framleiða slógv, og flutningskervið skal eftirkannast. Sama er galdandi fyri framleiðslu av súrløgu á laksavirkjunum, sum eru eini 10 í tali. Hvørja meirorku hetta krevur, er ilt at meta um, men verður ½ fólk sett burturav til at taka sær av hesum, skuldi við tíðini kunna fingist ein skipan, sum kundi verið góðtikin av ES. T.v.s. her verður søkt um eyka 200.000 kr/ár til lønir (konto 11).

Eftirlit/umsjón við heilivági sambært dir. 96/23: Kanningarútreiðslan av hesari skipan er mett til 500.000 kr/ár (keyp av vørum og tænastum), og fer hetta allarhelst at verða ein afturvendandi uppgáva.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ynskir at seta í verk eina skipan við løggildum innflytarum av matvørum, og krevur hetta lógarbroyting í matvørulógini. Skipanin fer at krevja eitt slag av innaneftirliti hjá teimum, sum innflyta mat, soleiðis at innflytararnir klára at viðgera allar fráboðanir, vit fáa frá útlondum um salmonellu, BSE, dioxin o.t.

Marknaeftirlitsstøð (MES) eigur at stovnsetast saman við (ella í samstarvi við) tollvaldið. Ábyrgdini av eini MES skal ein útbúgvin djóralækni standa fyri og eisini hava fakligu ábyrgdina av.

Tað krevjast áleið 100 m2 og útbúnaður, so sum:

T.d. kundi ein havn í Føroyum gjørt hetta hølið, og so kundi tað almenna leigað hølið og havt fullan ræðisrætt yvir hølinum. Áðrenn nakað verður sett í verk, er tørvur á at vitja tilsvarandi støð í ES, og at vitja Food and Veterinary Office (FVO) í Dublin, til tess at leggja eitt projektuppskot fyri tey. Tað er ringt at meta um kostnaðin, men í fyrstu atløgu eigur hetta at verða gjørt:

Fyrireiking, projektuppskot, projektgóðkenning hjá FVO í Dublin, íalt 100.000 kr.

Stovnan av støðini er verri at meta um. Ein fyribilsmeting sigur, at roknast skal við 1,5 mió. kr. í løgu. Raksturin av støðini er verri at meta um, tí hetta er heilt nýtt fyri okkum í Føroyum. Í fyrsta umfari verður søkt um 100 tús. kr. til fyrireiking, kanningar v.m.

Eisini verður gjørt vart við, at neyðugt verður at gera eina sokallaða fiskasjúkustarvsstovu, umframt at skifta tól út á Heilsufrøðiligu Starvstovuni fyri at kunna máta ymisk fyribrigdi við størri neyvleika. Landsstýrismaðurin ætlar at leggja fram uppskot um hetta seinni, ella verður hetta tikið upp í sambandi við næstu fíggjarlóg.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

       

Nettoútreiðslujáttan

9.180

1.400

10.580

Útreiðslur

20.425

1.400

21.825

Inntøkur

11.245

-

11.245

20. Vanligt virksemi

     
       

Útreiðslur

12.400

1.400

13.800

11. Lønir v.m.

7.030

600

7.630

14. Keyp av vørum og tænastum

1.600

800

2.400

15. Keyp av útbúnaði, netto

280

-

280

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

265

-

265

71. Innanh. flyt. millum almennar stovn.

3.225

-

3.225

       

Inntøkur

3.220

-

3.220

       

40. Inntøkufíggjað virksemi, kanningarstovur

     
       

Útreiðslur

4.725

-

4.725

       

Inntøkur

4.725

-

4.725

       

45. Inntøkufíggjað virksemi, verkætlanir

     
       

Útreiðslur

3.300

-

3.300

       

Inntøkur

3.300

-

3.300

       

Virksemisyvirlit: 20. Vanligt virksemi

 

J

EYJ

J+EYJ

       

A: Høvuðsendamál (1.000 kr.) Lønarútreiðslur

7.030

600

7.630

1. Leiðsla og hjálparfunktiónir, FSL-stað 0001

1.900

-

1.900

2. Fiskivinnudeildin, FSL-stað 0002

2.130

600

2.730

3. Matvørudeildin, FSL-stað 0003

680

-

680

4. Umhvørvisdeildin, FSL-stað 0004

1.720

-

1.720

5. Landsdjóralæknin, FSL-stað 0007

600

-

600

B: Virksemi (1.000 kr.) inntøkubýti

1.500

-

1.500

1.      Vørusøla til privat (kt. 2181)

0

-

0

2. Søla av tænastum, privat (kt. 2191)

290

-

290

3. Avgjøld fyri eftirlit og umsjón (kt. 2510)

900

-

900

4. Tænastur fyri kommunur (kt. 2110)

0

-

0

5. Overhead, verkætlanir (kt. 2191)

310

-

310

6. Umsitingargjald fyri havumhvørvislóg (kt. 76)

800

-

800

7. Gjald fyri umhvørvisdeildina (kt. 76)

920

-

920

Starvsfólkayvirlit: 20. Vanligt Virksemi

 

J

EYJ

J+EYJ

       

Í lønarflokki 36 ella hægri

2

-

2

Onnur

23

2

25

Fulltíðarstørv

21,8

1,5

23,3

Lønarpartur (mió. Kr.)

7,0

0,6

7,6

       

§ 7. Útbúgving og gransking o.a.

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

0

0

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Útbúgving og gransking

0

-

7.23.2. Fólkaskúlin v.m.

0

-

7.23.3. Miðnámsútbúgvingar

0

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

7.23.2. Fólkaskúlin v.m.

7.23.2.01. Fólkaskúlin (Rakstrarjáttan)

J

166.262

-

EYJ

-200

-

7.23.2.03. Stuðul til fólkaskúlar

J

3.223

-

EYJ

200

-

7.23.3. Miðnámsútbúgvingar

7.23.3.01. Studentaskúlar og hf-skeið (Rakstrarjáttan)

J

46.752

-

EYJ

-298

-

7.23.3.04. Yrkisskúlar

J

48.074

-

EYJ

298

-

Viðmerkingar

7.23.2.01. Fólkaskúlin (Rakstrarjáttan)

Virksemið í fólkaskúlanum verður minni, og tískil verður minni nýtsla uppá 200 tús. kr.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

     
 

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

166.262

-200

166.062

Útreiðslur

166.262

-200

166.062

Inntøkur

-

 

-

20. Vanligt virksemi

     
       

Nettoútreiðsla

160.762

 

160.562

       

Útreiðslur

160.762

 

160.562

11. Lønir v.m.

160.447

-200

160.247

14. Keyp av vørum og tænastum

315

 

315

15. Keyp av búnaði, netto

-

 

-

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

-

 

-

19 Ymsar rakstrarútreiðslur

-

 

-

52. Tilskot til einstaklingar

     

71. Innanh. flyt. millum almennar stovn.

-

 

-

72. Flytingar til kommunur

     
       

Inntøkur

-

 

-

76 Innanh. flyt. millum almennar stovn.-

-

 

-

       

21. Eftirlønir til sáttmálasettar lærar.

     
       

Nettoútreiðsla

5.500

 

5.500

       

Útreiðslur

-

 

-

11. Lønir v.m

5.500

 

5.550

       

 

 

7.23.2.03. Stuðul til fólkaskúlar

Undirkonto 7.23.2.03.03. Privatir skúlar.

Av tí at lønarhækkan og eftirløn av misgáum ikki varð tikin við, er neyðugt at hækka stuðulin til privatar skúlar. Stuðul verður veittur til 85% av góðkendum læraralønum.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

     
 

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

3.223

200

3.423

Inntøkujáttan

-

   

01. Stuðul

     
       

Útreiðslur

150

 

150

54. Stuðul til annað virksemi

150

 

150

       

02. Skúlabarnaflutningur

     
       

Útreiðslur

1.400

 

1.400

14. Keyp av vørum og tænastum

-

 

-

72. Flyting til kommunur

1.400

 

1.400

Inntøkujáttan

-

 

-

77. Flyting frá kommunum

-

 

-

       

03. Privatir skúlar

     
       

Útreiðslur

1.573

 

1.773

11. Lønir v.m

1.573

200

1.773

54. Stuðul til annað virksemi

-

   
       

04. Føroyskir skúlar uttanlands

     
       

Útreiðslur

100

 

100

11. Lønir v.m

-

 

-

14. Keyp av vørum og tænastum

-

 

-

54. Stuðul til annað virksemi

100

 

100

       

7.23.3. Miðnámsútbúgvingar

7.23.3.01. Studentaskúlar og hf-skeið (Rakstrarjáttan)

Nú umsóknarfreistin er úti, hevur tað víst seg at verða neyðugt at broyta flokkatalið á teimum ymisku skúlunum.

Á Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeiði verða tveir flokkar færri, ein HF og ein 1. g. Á Føroya Studentaskúla og HF- Skeiði verður ein HF flokkur meiri enn ætlað, og á Føroya Handilsskúla verður ein HH flokkur meiri enn ætlað.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

     
 

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

46.752

-298

46454

Útreiðslur

47.961

-298

47.663

Inntøkur

1.209

 

1.209

20. Eysturoyar Studentaskúli og HF-skeið

     
       

Nettoútreiðsla

12.518

 

12.020

       

Útreiðslur

12.548

 

12.050

11. Lønir v.m

11.705

-498

11.207

14. Keyp av vørum og tænastum

625

 

625

15. Keyp av útbúnaði, netto

100

 

100

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

118

 

118

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

-

 

-

       

Inntøkur

30

 

30

21. Søla av vørum og tænastum

30

 

30

76. Innanh. flyt. millum almennar stovn.-

-

 

-

       

21. Føroya studentaskúli og HF-skeið

     
       

Nettoútreiðslur

24.850

 

25.050

       

Útreiðslur

26.014

 

26.214

11. Lønir v.m

23.034

200

23.234

14. Keyp av vørum og tænastum

2.525

 

2.525

15. Keyp av útbúnaði, netto

200

 

200

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

255

 

255

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

-

 

-

       

Inntøkur

1.164

 

1.164

21. Søla av vørum og tænastum

1.164

 

1.164

76. Innanh. flyt. millum almennar stovn.-

-

 

-

       

22. Klaksvíkar HF-skeið

     
       

Nettoútreiðsla

3.401

 

3.401

       

Útreiðslur

3.401

 

3.401

11. Lønir v.m

3.239

 

2.239

14. Keyp av vørum og tænastum

124

 

124

15. Keyp av útbúnaði, netto

17

 

17

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

21

 

21

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

-

 

-

       

23. Studentaskúladeildin í Suðuroy

     
       

Nettoútreiðsla

5.983

 

5.983

       

Útreiðslur

5.998

 

5.988

11. Lønir v.m

5.196

 

5.196

14. Keyp av vørum og tænastum

530

 

530

15. Keyp av útbúnaði, netto

50

 

50

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

222

 

222

19. Ymsar rakstrarúteiðslur

-

 

-

       

Inntøkur

15

 

15

21. Søla av vørum og tænastum

15

 

15

62. Kravd gjøld, bøtur o.a

-

 

-

       

7.23.3.04. Yrkisskúlar (Rakstrarjáttan)

Nú umsóknarfreistin er úti, hevur tað víst seg at verða neyðugt at broyta flokkatalið á teimum ymisku skúlunum.

Á Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeiði verða tveir flokkar færri, ein HF og ein 1. g. Á Føroya Studentaskúla og HF- Skeiði verður ein HF flokkur meiri enn ætlað, og á Føroya Handilsskúla verður ein HH flokkur meiri enn ætlað.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

48.074

298

48.372

Útreiðslur

53.664

298

53.962

Inntøkur

5.590

 

5.590

20. Føroya Handilsskúli

Nettoútreiðsla

20.538

20.836

Útreiðslur

21.217

21.515

11. Lønir o.a.

18.000

298

18.298

14. Keyp av vørum og tænastum

1.350

1.350

15. Keyp av útbúnaði, netto

90

90

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

160

160

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

-

-

55. Íløgustuðul o.a.

1.027

1.027

57. Rentuútreiðalur o.a.

590

590

83. Afturgjaldan av lánum

-

-

Inntøkur

679

679

21. Søla av vørum og tænastuveitingum

679

679

29. Ymsar rakstrarinntøkur

-

-

21. Tekniski Skúli í Tórshavn

Nettoútreiðsla

14.240

14.240

Útreiðslur

18.561

18.561

11. Lønir o.a.

12.308

12.308

14. Keyp av vørum og tænastum

3.529

2.529

15. Keyp av útbúnaði, netto

665

665

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

1.620

1.620

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

-

-

55. Íløgustuðul o.a.

439

439

57. Rentuútreiðslur

-

-

Inntøkur

4.321

4.321

21. Søla av vørum og tænastuveitingum

2.121

2.121

67. Rentuinntøku og vinningsbýti

76. Innanh. Flyt. Millum almennar stovn.

-

-

77. Flyting frá kommunum

2.200

2.200

22. Tekniski Skúli í Klaksvík

Nettoútreiðsla

10.185

10.185

Útreiðslur

10.775

10.775

11. Lønir o.a.

7.039

7.039

14. Keyp av vørum og tænastum

2.181

2.181

15. Keyp av útbúnaði, netto

245

245

55. Íløgusruðul o.a.

1.070

1.070

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

240

240

Inntøkur

590

590

21. Søla av vørum og tænastuveitingum

590

590

23. Fiskivinnuskúlin

Nettoútreiðsla

3.111

3.111

Útreiðslur

3.211

3.211

11. Lønir o.a.

2.436

2.436

14. Keyp av vørum og tænastum

691

691

15. Keyp av útbúnaði, netto

5

5

16. Leiga, viðlíkahald og skattir

79

79

 

Fylgiskjal: lýsing av støðuni og avleiðingunum av væntandi heilsufrøðiligum samstarvi við ES

ES hevur fráboðað nýggj og strangari heilsufrøðilig krøv mótvegis triðjalandsvøru, t.v.s. vøru frá londum uttan fyri ES. Hesi krøv verða at seta í verk í næstum, og tí er umráðandi at fáa heilsufrøðiliga samstarvið í lag skjótast til ber.

Niðanfyri verður ein lýsing gjørd av framtíðarútlitunum hjá føroysku útflutningsvinnuni, um so er, at innihaldið í heilsufrøðiliga samstarvinum við ES, t.v.s. lógarsmíð o.a., sum gerast skal í sambandi við ískoytissáttmálan, ikki verður liðugt til tíðina (t.v.s. innan árslok ár 2000).

Um heilsufrøðiliga eftirlitið gerst munandi strangari, og innihaldið í ískoytissáttmálanum um heilsufrøðiligt samstarv við ES ikki verður liðugt til tíðina kann, í ringasta føri, okkara samlaða útflutningsvirði upp á umleið 3 mia. kr. fara fyri skeyti – tí ES hevur heimild at banna innflutningi av triðjalandsvøru, um henda ikki lýkur ásettu heilsufrøðiligu krøvini fyri innflutningi til evropeiska marknaðin.

Størsti parturin av føroyska útflutninginum fer gjøgnum Danmark og Bretland, meðan nakað fer gjøgnum onnur lond, t.d. Týskland og Holland. Føroyskar vørur kappast við vørur úr Noregi, Íslandi, Skotlandi og Danmark. Tá nú Noreg og Ísland eru partur av EBS-samstarvinum, og samstundis hava heilsufrøðiligar avtalur við ES, hava hesir kappingarneytar fyrimunir í mun til Føroyar, ikki bert í sambandi við tollverju, men eisini í sambandi við tekniskar handilsforðingar á heilsufrøðiliga økinum.

Við teimum broytingum, sum gjørdar vórðu í EBS-kørmunum fyrst í 1997, eru Noreg og Ísland á leið javnstillað við londini í innmarknaðinum hjá ES, og fiskavørur hjá kappingarneytum okkara hava væl fríari at fara um landamørk.

Sjálvt um tekniskar handilsforðingar á heilsufrøðiliga økinum hava verið tiknar upp í felagsnevndini millum Føroyar og ES, hevur tað ikki fyrr enn miðskeiðis í 1999 eydnast at fingið samráðingar um málið.

Londini uttan fyri ES-samstarvið verða, tá tað kemur til heilsufrøðiliga ’viðurkenning’, býtt í tríggjar bólkar:

I. bólkur: lond innan ES/EBS og lond, ið ES hevur heilsufrøðiliga avtalu við. Í hesum londunum hava egnir heilsufrøðiligir myndugleikar nú sama status sum í ES og hava tí heimild at góðkenna matvørur og matvøruframleiðarar, so teir lúka krøv í sambandi við útflutning til ES.

II. bólkur: triðjalond, har ið ES viðurkennir høgt heilsufrøðiligt støði. Her kunnu egnir heilsufrøðiligir myndugleikar bert garantera fyri, at allur útflutningur lýkur ásettu krøvini í sambandi við útflutning til ES. Henda status hava Føroyar og onnur triðjalond, sum t.d. Japan.

III. bólkur: triðjalond, ið hava ov lágt heilsufrøðiligt støði, m.a. lond í eysturevropa og menningarlond.

Høvuðstrupulleikarnir hjá føroysku útflutningsvinnuni á umrødda øki eru samanumtikið hesir:

Niðanfyri eru nakrir megintrupulleikar lýstir nærri.

Álvarsligasta avleiðingin av verandi støðu okkara í bólki 2 er, at allur føroyskur útflutningur av fiskavørum til ES kann verða steðgaður ávíst tíðarskeið, um ein ES-eftirlitsvitjan vísir ein ov lágan standard á føroyskum virkjum, ella um ein stakroynd, tikin av vøru, ið kemur inn í ES, t.d. vísir ov høgt innihald av kolibakterium. Sjálvt um hetta er ringasta føri, kann vísast á fordømi bæði í Japan og India, har allur innflutningur til ES varð steðgaður ávíst tíðarskeið. Fyri lond í bólki 1 ber ein slík stakroynd við sær, at viðurskiftini á tí virkinum, har vøran er framleidd, verða kannað, og virkið verður møguliga latið aftur, til heilsufrøðiligu viðurskiftini eru í lagi. Ein slík støðug hóttan skapar ikki tryggleika í vinnuni. ES tykist krevja meir av vinnuni uttanfyri enn av vinnuni í innmarknaðinum. Samstundis tykist ógreiða at vera um, hvussu høgt støði vit skulu stremba eftir.

Høgt heilsufrøðiligt støði er í dag ein fyritreyt fyri kappingarføri innan matvøruframleiðslu. Tó kann tað í verandi støðu vera ávísur vandi fyri, at føroysk vinna ger størri íløgur, enn neyðugt, fyri lúka hesi krøv – íløgur, ið annars kundu verið brúktar til at betra um effektivitetin á virkjunum. Henda gongd kann tí í framtíðini ávirka kappingarføri okkara í mun til fiskavirkir í okkara grannalondunum (1).

Allar fiskavørur úr Føroyum skulu gjøgnum eitt heilsufrøðiligt eftirlit, tá ið tær koma í ES-økið. Talan er um 2 sløg av eftirliti:

Identity-check: allar flutningseindir/bingjur skulu gjøgnum eitt eftirlit, har staðfest verður, hvørt vøruslag og framleiðari samsvara við fylgiskjøl. Er talan um eitt vøruslag frá einum virki, er bert at lata upp bingjuna. Men hetta merkir tó, at allar vørur skulu í eina bíðirøð. Er talan hinvegin um fleiri vørusløg og/ella vørur frá fleiri virkjum, kann sjálv eftirkanningin taka tíð. Vørur úr londunum í innmarknaðinum, herundir eisini Noreg og Ísland, skulu ikki gjøgnum Identity-check, og hetta merkir, at eingin seinking er við landamørkini.

Veterinary-check: Ein ávísur partur av øllum vørum, alt eftir vørubólki, skal takast út til heilsufrøðiliga kanning. Vanliga er hetta 20% av øllum sendingum, men tá talan er um ’high risk’ vørur, sum t.d. rækjur, skulu 50% av vørunum úr Føroyum til eftirlit. Til samanberingar skulu bert 3% av ’high risk’ vørunum úr Noregi ella Íslandi gjøgnum heilsufrøðiligu kanningina.

Føroysk virkir eru í dag kappingarfør við virkir í grannalondunum, bæði í prísi og í dygd. Í dag verður tó alt størri dentur lagdur á veitingartrygd, og har geva heilsufrøðiligu eftirlitini okkum ein stóran trupulleika. Alt ov nógvar seinkingar koma fyri, og hetta gongur út yvir okkara trúvirði sum álítandi veitarar og kann tí ávirka kappingarførið.

Sjálvt um heilsufrøðiliga lóggávan er tann sama í øllum ES, verða reglurnar tulkaðar sera ymiskt í einstøku londunum. Eisini er stórur munur frá havn til havn. Sum heild eru trupulleikarnir minst í fiskivinnuhavnunum (sum t.d. Hirtshals), meðan teir eru størstir í stóru, altjóða farmahavnunum (sum t.d. Hamburg og Rotterdam). Í fiskivinnuhavnunum skilir eftirlitsfólkið umstøðurnar, sum fiskiídnaðurin arbeiðir undir, og at fiskur er ein vøra, sum spillist skjótt. Tí verður arbeitt saman við ídnaðinum um skjótar og effektivar loysnir.

Í altjóða farmahavnunum eru fiskavørur bert ein lítil partur av einari stórari heild, og meginreglan í arbeiði teirra er, at allar vørur fylgja somu – ofta tungu – mannagongd (sum t.d. Hamburg og Rotterdam). Eftirlitið í hesum havnum er tíðarkrevjandi, vøran skal koyrast til serligt eftirlitsstað, og talan er um strekki upp á 10-15 min. koyring. Hesar havnir hava fastar upplatingartíðir á eftirlitsstøðunum, og er skipið seinkað vegna vána veður, skal vøran bíða við eftirlitinum til dagin eftir.

ES hevur eftirlit við, at myndugleikarnir í góðkendu innflutningshavnunum fremja sítt eftirlit sambært galdandi ES-reglum. Í løtuni sæst ein týðilig gongd ímóti, at ’harðasta praksis’ innan innflutningseftirlit gerst fyrimyndin, og hetta leggur trýst á myndugleikarnar í havnum sum t.d. Hirtshals.

Støðan í dag er, at mest av fiski verður landaður seinrapart í vikuni. Virkini berjast tí móti klokkuni fyri at fáa framleitt feska fiskin undan, so hann kann avskipast til tíðina.

Tað kemur tí ofta fyri, at sendingar fara av landinum, uttan at sølan er endaliga greidd. Nýggju reglurnar gera, at hetta ikki verður møguligt, tí eitt kilotal skal veitast 24 tímar innan fráferð. Í dag verður góðtikið, at útflytarar savna minni sendingar til fleiri móttakarar, soleiðis at ein speditørur er móttakari, og hesin avgreiðir minnu sendingarnar víðari. Á henda hátt nýtist bert eitt sett av pappírum (toll- og heilsufrøðiligum váttanum). Flutningsfeløgini hava gjørt vart við, at henda mannagongd ikki er í samsvari við tulkingina hjá myndugleikunum, og tí er væntandi, at kravið frameftir verður, at eitt sett av skjølum skal fylgja hvørjari sending.

Ein avleiðing av hesum - og møguliga øðrum broytingum í reglunum - kann verða, at føroysk virkir stovna dótturfeløg í ES, soleiðis at vøran fyrst verður seld til hesi. Hetta merkir, at bæði virksemi og kapitalur fer av landinum.

Vísandi til grein 54, 2. stk. í tingskipan Føroya Løgtings viðmæla undirritaðu tingmenn, at hjálagda uppskot kann koma til viðgerðar.

Eyðun Viderø Jóanis Nielsen Jógvan á Lakjuni
Óli Breckmann Katrin D. Johansen Jákup Suni Joensen
Rúna Sivertsen Sámap P. í Grund Jógvan Durhuus
Signar á Brúnni Heini O. Heinesen Finnur Helmsdal
Hildur Patursson Hergeir Nielsen Alfred Olsen
Heðin Mortensen Edmund Joensen Lisbeth L. Petersen

Vilhelm Johannesen

1. viðgerð 26. apríl 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 3. mai 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 13. apríl 2000 og eftir 1. viðgerð tann 26. apríl 2000 beint í fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 27. og 28. apríl og 1. mai 2000. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Høgna Hoydal, landsstýrismann í undirvísingar- og mentamálum. Aðalstjórin og fíggjarstjórin í Undirvísingar- og mentamálastýrinum vóru á fundinum saman við landsstýrismanninum.

Eykajáttanini, søkt verður um til grein 6. Vinnumál, er ein avleiðing av løgtingsmáli nr. 104/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av tilmæli frá 16. mars 2000 frá heilsufrøðiliga undirbólkinum Føroyar-EF. Upplýst verður, at landsstýrismaðurin í vinnumálum má seta fólk burturav at gera lógir, reglur og skipanir í sambandi við ískoytissátmálan um heilsufrøðiliga avtalu við ES. Metti kostnaðurin av hesum arbeiði er 1 mió. kr. Undir sundurgreinaðu ætlanini, konto 6.11.1.06 Vinnumálastýrið (Rakstrarjáttan) verða 500.000 kr. settar av á undirkonto 11, lønir v.m., og 500.000 kr. á undirkonto 14, keyp av vørum og tænastum. Fíggjarnevndin undrast á, at neyðugt verður at fara út um umsitingina í Vinnumálastýrinum at fáa serkøna hjálp til hetta arbeiðið. Nevndin tekur undir við, at eykajáttanin verður givin, treytað av, at Løgtingi samtykkir tingmál nr. 104/1999, og at játtaði peningurin bara verður nýttur til hetta endamál.

Undir grein 7 verður m.a. skotið upp at flyta 200.000 kr. frá fólkaskúlanum til privatar skúlar. Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at stuðulin til privatar skúlar av misgávum ikki varð hækkaður samsvarandi hækkingini av lønum og eftirlønum. Stuðul verður veittur til 85% av góðkendum læraralønum. Nevndin ger vart við, at um næmingar flyta frá privatum skúla yvir til fólkaskúlan skúlaárið 2000/2001, verður neyðugt aftur at hækka játtanina til fólkaskúlan í samsvari við talið av næmingum, ið flyta.

Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum hevur latið nevndini broytta viðmerking til konto 7.23.2.01. Fólkaskúlin (Rakstrarjáttan). Viðmerkingin skal vera soljóðandi:"Av misgávum varð játtanin til privatar skúlar ikki hækkað í 2000. Henda játtan skal vera 85% av læraralønum. Fyri ikki at noyðast at skerja virksemi hjá privatum skúlum í heyst, og soleiðis møguliga koma at verða orsøk til, at næmingar mugu skifta skúla, verða kr. 200.000,- fluttar av fólkaskúlajáttanini til privatar skúlar."

Við hesum viðmerkingum mælir ein samd nevnd Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 5. mai 2000. Uppskotið samtykt 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 9. mai 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 75 frá 17.05.2000