Vinnuligur fiskiskapur

Skjal 4

2  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um vinnuligan fiskiskap 

 

Fundur ķ rįšgevandi nevndini (ACFM) hjį Altjóša Havrannsóknarstovninum (ICES) ķ mai 1999.

 

Stutt yvirlit yvir nišurstųšur og tilmęli višvķkjandi fiskastovnum av įhuga fyri Fųroyar - saman viš nųkrum višmerkingum

 

Jįkup Reinert, Fiskirannsóknarstovan

Inngangur

ICES er rįšgevandi stovnur hjį strandalondum og millumlanda felagsskapum. Nakrir fyrispurningar eru standandi įr undan įri, serliga at meta um stųšuna ķ teimum ymisku stovnunum, hvussu teir verša troyttir og geva śtlit fyri veišu og stovnsstųddum. Umframt fęr ICES serfyrispurningar. Til dųmis skal ICES fyri stovnarnar av toski, hżsu og upsa undir Fųroyum meta um, hvussu stórt veišutrżst tillutaša tališ į fiskidųgum mest sannlķkt vil elva til, og samanbera hetta viš tey lķvfrųšiligu referansuviršini.

Rįšgevingin hjį ICES tekur stųši ķ sonevndu fyrivarnismeginregluni. Ķ stuttum veršur hetta gjųrt į tann hįtt, at taš fyri hvųnn stovn eru skotin upp nųkur sonevnd fyrivarnis referansuvirši ("Precautionary Reference Points") višvķkjandi stųdd į gżtingarstovni (t.e. Bpa) og į veišutrżsti (t.e. Fpa). Ķ hųvušsheitunum eru tey funnin viš stųši ķ referansuviršum, iš hava veriš nżtt įšur, og so er lagt upp fyri óvissum ķ hesum viršum. T.d. ber til at vķsa, at um gżtingarstovnurin fer nišur um eitt įvķst minstavirši, so eru mųguleikarnir smįir fyri at fįa góša tilgongd til stovnin. Stovnurin eigur tķ at vera stųrri enn hetta virši, iš nevnist Blim. Til ber eisini at finna, nęr veišutrżstiš er voršiš so stórt (Flim), at stovnurin vil minka nišur um Blim. Av tķ at óvissur eru ķ metingunum av stovnsstųddum og veišutrżsti, so er skilabest at leggja upp fyri hesum. Hvussu nógv, iš eigur at verša lagt aftrat, velst um, hvussu stóra óvissu ein toršir at liva viš. Hetta eiga teir stżrandi myndugleikarnir at gera av, men ICES skżtir tó nųkur vegleišandi virši upp. Hųvušssjónarmišiš er so, at ein og hvųr stżring av fiskiskapi skal vera so, at gżtingarstovnurin heldur seg oman fyri nevnda Bpa, og at veišutrżstiš veršur hildiš nišan fyri Fpa.

Fyri stovnar, har eingin verulig stovnsmeting er gjųrd, eru fyrivarnis referansuvirši skotin upp viš stųši ķ tķšarserium av veišu upp į roynd (U), iš sum kunnugt eru eitt mįt fyri stovnsstųdd. Referensuviršiš Upa fyri stovnsstųdd veršur roknaš sum 50% av tķ hęgsta viršinum, Umax (ķ įvķsum fųrum tó sum 60% av Umax). Veišan upp į roynd eigur tķ ikki at fara nišur um Upa.

Bert um ein stovnur lżkur nevndu treytir, veršur hann sagdur at vera innan fyri lķvfrųšiliga tryggar karmar.

Gjųrt skal verša vart viš, at endaliga tilmęliš frį ICES ikki veršur lišugt skrivaš fyrr enn um einar tvęr vikur. Tķskil kunnu onkrar smįvegis villur vera bęši ķ hesi frįgreišing og ķ fyribilstilmęlinum frį ICES.

Toskur į Landgrunninum. Tęr stóru broytingarnar ķ bęši stovni og fiskiskapi seinastu įrini hevur gjųrt taš trupult at gera įlķtandi stovnsmetingar. Stovnsmetingin ķ įr er tó mett at vera munandi neyvari enn stovnsmetingarnar seinastu 2-3 įrini. Stovnurin er mettur at vera ella um at vera innan fyri lķvfrųšiliga tryggar karmar. Gżtingarstovnurin er mettur vęl oman fyri Bpa upp į 40 tśs. tons, og veišutrżstiš ķ 1998 tykist vera nęr viš Fpa upp į 0.35. Orsųkin til, at gżtingarstovnurin fyrst ķ nķtiįrunum minkaši nišur ķ taš minsta, vit hava sęš, var ov hųgt veišutrżst saman viš vįnaligari tilgongd ķ įrunum 1984-91. Veišutrżstiš minkaši ķ sambandi viš tann lįga gżtingarstovnin, og hetta saman viš teimum sera góšu 1992- og serliga 1993-įrgangunum fekk gżtingarstovnin upp aftur į eitt hųgt stųši. Veišutrżstiš tvķfaldašist frį 1995 til 1996, og hóast taš minkaši nakaš afur ķ 1997, so er gżtingarstovnurin minkašur munandi seinastu tvey įrini. 1994-96 įrgangirnir eru smįir, og verandi veišutrżst vęntast at fįa gżtingarstovnin at minka nišur um Bpa. (Lagt skal tó verša aftrat, at įbendingar eru um, at 1997 og 1998 įrgangirnir eru góšir).

ICES męlir tķ til at minka veišutrżstiš nišur um Fpa.

Viš stųši ķ verandi stovnsmeting og eini kanning av sambandinum millum daganżtsluna hjį teimum einstųku skipaflotunum og nųgdina av toski, teir hava fiskaš 1985-95, veršur sagt, at um veišutrżstiš ķ 1999/2000 viš 80% sannlķkindi ikki skal verša stųrri enn Fpa, so er neyšugt at minka dagatališ nišur ķ helvt ķ mun til verandi tillutaš dagatal. (Lagt kann verša aftrat, at sama kanning vķsir, at um flotin fiskar tosk upp į sama mįta sum ķ 1985-95, og verandi dagatal veršur varšveitt, so eru 80% sannlķkindi fyri, at veišutrżstiš ķ 1999/2000 kann koma heilt upp į umleiš 0.8).

Męlt veršur til fylgja vęl viš ķ, hvussu dagaskipanin roynist – serstakliga at kanna mųguligar broytingar ķ įvikavist fiskievnunum hjį flotanum og hvųrji slųg, iš roynt veršur eftir.

Av tķ at toskur veršur fiskašur ķ blandašum fiskiskapi saman viš hżsu og upsa, so mugu reguleringar višvķkjandi toski taka hędd fyri mųguligum reguleringum av hinum fiskastovnunum eisini. Her veršur serliga hugsaš um ta vįnaligu stųšuna hjį upsa.

Toskur į Fųroyabanka. Taš ber ikki til neyvt at meta um stovnsstųddina į Fųroyabanka, men stovnurin er eftir ųllum at dųma į einum hųgum stųši. Hetta sęst m.a. į landingunum av Fųroyabanka og į veišu upp į roynd frį yvirlitstrolingunum viš Magnusi Heinasyni, iš tó eisini benda į, at stovnurin er ķ minking aftur (mynd 2).

Vegna óvissurnar ķ metingini veršur męlt til, at royndin ķ 1999/2000 ikki fer upp um įrliga stųšiš ķ 1996-98.

Gjųrt varš vart viš, at taš er ivasamt, um veišutųlini ķ seinastuni eru rųtt, tķ taš nś er voršiš loyvt at flyta av Bankanum beinleišis inn į Landgrunnin (og umvent), uttan at fara inn at avreiša fyrst. Hetta kann oyšileggja tey sųguliga góšu veišutųlini fyri Fųroyaųkiš. Av tķ at toskastovnarnir į Landgrunninum og į Fųroyabanka eru ymiskir, so er taš alt avgerandi, at veišutųlini frį teimum bįšum ųkjunum ikki koma ķ bland, tķ annars veršur taš ómųguligt at gera neyvar stovnsmetingar av teimum bįšu toskastovnunum. Tķskil veršur męlt til, at hetta fęst ķ rętt lag aftur, t.d. viš at venda aftur til skipanina framanundan.

 

Yvirlitstroling viš Magnusi Heinasyni

  

Hżsa undir Fųroyum. Stórar óvissur eru knżttar at stovnsmetingini ķ įr, og hóast sjįlv tųlini skulu takast viš stórum fyrivarni, so veršur įlķkavęl hildiš, at metingin lżsir gongdina ķ stovninum. Stovnurin er ķ lųtuni mettur at verša troyttur so, at hann er innan fyri lķvfrųšiliga tryggar karmar viš taš, at gżtingarstovnurin er mettur at vera vęl oman fyri Bpa upp į 55 tśs. tons, og veišutrżstiš nišan fyri Fpa upp į 0.25 (mynd 3). Orsųkin til, at gżtingarstovnurin er so vęl fyri er, at tann framśr góši 1993 og tann vęl yvir mišal góši 1994 įrgangurin eru inni ķ stovninum. Men įrgangirnir 1995-97 eru smįir, og gżtingarstovnurin vil minka lķšandi nęstu įrini.

ICES męlir tķ til, at veišutrżstiš ikki veršur ųkt ķ mun til verandi stųši.

Viš stųši ķ eini kanning av sambandinum millum daganżtsluna hjį teimum einstųku skipaflotunum og nųgdina av hżsu, iš teir hava fiskaš sķšani 1985, veršur veišutrżstiš viš 80% sannlķkindi mett ikki at fara upp um Fpa = 0.25 ķ 1999/2000, um verandi tal į fiskidųgum heldur fram.

Męlt veršur til fylgja vęl viš ķ, hvussu dagaskipanin roynist – serstakliga at kanna mųguligar broytingar ķ įvikavist fiskievnunum hjį flotanum og hvųrji slųg, iš roynt veršur eftir.

Av tķ at hżsa veršur fiskaš ķ blandašum fiskiskapi saman viš toski og upsa, so mugu reguleringar višvķkjandi hżsu taka hędd fyri mųguligum reguleringum av hinum fiskastovnunum eisini. Her veršur serliga hugsaš um taš vįnaligu stųšuna hjį upsanum. 

Upsi undir Fųroyum. Stovnurin er mettur at vera uttan fyri lķvfrųšiliga tryggar karmar bęši višvķkjandi stovnsstųdd og veišutrżsti (mynd 4). Gżtingarstovnurin ķ 1998 varš mettur til 61 tśs. tons, iš er taš minsta, vit vita um; lķvfrųšiliga minsta markiš fyri gżtingarstovnin av upsa (Blim) er 85 tśs. tons, og skotiš varš ķ 1998 upp, at Bpa er 110 tśs. tons. Hetta seinna viršiš er tó eftir ųllum at dųma ov hųgt sett. Eingir nżggir góšir įrgangir eru at hóma, og veišutrżstiš er alt ov hųgt (F98 = 0.42); Fpa er skotiš upp at vera 0.28. Um hildiš veršur fram viš sama veišutrżsti nęstu įrini sum i 1998, vil gżtingarstovnurin ķ 1999 verša 50 tśs. tons, og hann vil ķ 1999 og 2000 halda sęr į sama stųši (įvikavist 52 tśs. og 48 tśs. tons).

ICES męlir tķ til, at ein ętlan veršur gjųrd fyri at fįa stovnin at koma fyri seg aftur. Veišutrżstiš eigur at verša minkaš vęl nišur um Fpa = 0.28, og hóast hetta, so er ikki mųguligt at fįa stovnin inn um lķvfrųšiliga tryggar karmar nęstu fįu įrini. Onnur tiltųk mugu setast ķ verk eisini. Taš eigur m.a. fyribils ikki at vera loyvt at trżfalda dagatališ viš at flyta į djśpari vatn at royna (her veršur tó ikki hugsaš um lķnu), og gżtingarfrišingin av upsa eigur at halda fram.

Viš stųši ķ eini kanning av sambandinum millum daganżtsluna hjį teimum einstųku skipaflotunum og nųgdina av upsa, iš teir hava fiskaš sķšani 1985, veršur sagt, at um veišutrżstiš viš 80% sannlķkindi skal fara nišur um Fpa ķ 1999/2000, so mį dagatališ skerjast viš 60 % ķ mun til verandi tillutaš tal į dųgum. Um verandi dagatal veršur galdandi nęsta įr eisini, og alt annaš er lķka, so eru 50 % sannlķkt, at veišutrżstiš komandi fiskiįr vil vera umleiš 0.4.

Męlt veršur til fylgja vęl viš ķ, hvussu dagaskipanin roynist – serstakliga at kanna mųguligar broytingar ķ įvikavist fiskievnunum hjį flotanum og hvųrji slųg, iš roynt veršur eftir.

Kongafiskur undir Fųroyum, Ķslandi og Eysturgrųnlandi. Eingin neyv stovnsmeting fyriliggur, men stovnarnir av stóra kongafiski og trantkongafiski verša bįšir mettir at vera į einum lįgum stųši.

Stóri kongafiskur. Heildarveišan ķ ųllum ųkinum saman og bert undir Fųroyum er vķst į mynd 5. Veišan hevur minkaš stųšugt sķšan fyrst ķ 1980unum; undir Fųroyum hevur hon veriš stųšug į einum lįgum stųši seinastu mongu įrini. Sama gongd sęst frį serium viš veišu upp į roynd frį yvirlitstrolingum undir Ķslandi og undir Fųroyum, mešan stóri kongafiskur at kalla er horvin undir Eysturgrųnlandi sambęrt tżskum yvirlitstrolingum har. Yviritstrolingarnar undir Fųroyum og serliga Ķslandi hava tó vķst ein lķtlan vųkstur ķ seinastuni, og tekin eru um nżggjar įrgangir, iš seta til fiskiskapin ķ Ķslandi. Tann parturin av stovninum, iš er undir Ķslandi, er ķ lųtuni mettur at vera innan fyri lķvfrųšiliga tryggar karmar, mešan hann veršur mettur at vera uttanfyri undir Fųroyum og serliga ķ Eysturgrųnlandi.

Fyri at verja teir nżggju innkomandi įrgangirnar eigur royndin at verša hildin į einum lįgum stųši, fyri at stovnurin kann sleppa at vaksa aftur. ICES męlir tķ til, at royndin undir Fųroyum og Ķslandi ikki veršur ųkt ķ mun til hana ķ 1998. Undir Eysturgrųnlandi eigur eingin beinleišis roynd at vera eftir stóra kongafiski. Eisini veršur męlt til, at skiljiskipanir verša nżttar ķ rękjufiskiskapinum fyri at minka um hjįveišuna av yngli og ungfiski.

Trantkongafiskur. Heildarveišan ķ ųllum ųkinum er viš fįum undantųkum vaksin sķšan seinast ķ 1970unum, kom ķ hęddina ķ 1994, men er sķšan fallin nógv og hevur seinastu įrini ligiš į einum lįgum stųši (mynd 6). Eisini undir Fųroyum er veišan minkaš nógv. Ongar yvirlitstrolingar eru eftir trantkongafiski, men at dųma eftir veišu upp į roynd hjį lemmatrolarum bęši undir Ķslandi og Fųroyum er stovnurin nógv minkašur og hevur seinastu įrini veriš stųšugur į einum lįgum stųši. Somu keldur vķsa, at stovnurin ķ ųllum ųkinum liggur į leiš Upa. Tżskar yvirlitstrolingar ķ Eysturgrųnlandi hava vķst, at sera lķtiš av vaknsum trantkongafiski er har. Men, tęr hava vķst, at sera nógv er til av smįum trantkongafiski, og hóast vit enn ikki vita, um hetta bert er okkara trantkongafiskur, so eru śtlitini įhugaverd. Stovnurin er tó mettur at vera uttan fyri lķvfrųšiliga tryggar karmar.

Viš stųši ķ m.a. hesum og ķ samsvari viš įšur givna rįšgeving męlir ICES til at minka royndina ķ ųllum ųkinum viš 25% ķ mun til ķ fjųr. Samstundis veršur sagt, at tann sera nógvi ungfiskurin ķ Eysturgrųnlandi eigur at verjast so nógv sum mųguligt, og skiljiśtgerš eigur at nżtast ķ rękjufiskiskapinum.

Eisini veršur gjųrt vart viš, at taš kann vera eitt samband millum okkara trantkongafisk og tann trantkongafisk, iš veršur fiskašur uppi ķ sjónum į djśpum vatni ķ Irmingerhavinum, og sum lķkist okkara fiski; hetta eigur at vera tikiš viš ķ styringini av fiskiskapinum. 

Kongafiskur ķ Irmingerhavinum. Óvist er, hvussu stovnsuppbżtiš er ķ Irmingerhavinum, men nżggjar arvaligar kanningar benda į, at taš eru ķ minsta lagi tveir stovnar av trantkongafiski uppi ķ sjónum, ein iš altķš er uppi ķ sjónum, nevndur "śthavs-trantkongafiskur", og ein, iš lķkist trantkongafiskinum undir Fųroyum, Ķslandi og Eysturgrųnlandi og vęl kann hava samband viš henda. Bįšir stovnar eru - ķ hvussu so er til tķšir - blandašir saman, og trupult er at gera stovnsmetingar av teimum. Av tķ at stovnsstųddin ikki er kend, at talan kann vera um fleiri stovnar, og at ivasamt er um viršiš į seriunum viš veišu upp į roynd, so er ómųguligt ķ lųtuni at įseta lķvfrųšilig referansuvirši. Tó skal sigast, at bęši stovnsmetingar viš ekkóloddi og veiša upp į roynd tżša uppį, at stovnurin (bįšir "komponentar") er minkašur nógv ķ nķti-įrunum.

Ķ trįš viš taš, iš sagt er omanfyri, og havandi ķ huga, at kongafiskur veksur og kynsbśnast seint, metir ICES, at veišan ķ 2000 eigur at verša minkaš munandi ķ mun til įrligu veišuna ķ 1997 og 1998 og męlir til, at veišan ikki fer upp um 85 tśs. tons ķ 2000.Av tķ at tekin eru um fleiri ymsiskar stovnar ķ irmingerhavinum, so burdi TAC mųguliga veršiš bżtt sundur millum stovns-"komponentar".

Hetta TAC-tilmęliš skal tó metast sum fyribils, tķ stųšan ķ stovninum er ikki neyvt kend, og ein nżggj yvirlitstroling veršur gjųrd ķ summar. ICES męlir tķ til at taka mįliš upp aftur į heyst fundinum hjį ACFM, tį śrslitini av yvirlitstrolingini eru klįr, og so endurskoša rįšgevingina tį.

Ein nżggjur fiskiskapur viš lķnu og gųrnum tók seg upp ķ 1996 eftir einum sera stórvaksnum kongafiski į botni į Reykjanesrygginum ķ altjóša sjógvi. Hesin kongafiskur er mest įlķkur stóra kongafiski, men arvaligar kanningar benda į, at hetta er ein stovnur fyri seg, kanska eitt heilt annaš fiskaslag. Hann er fingin įšur ķ kongafiskiskapinum undir Fųroyum, Ķslandi og Grųnlandi, sķšan kongafiskiskapurin tók seg upp, men bert einstakir fiskar. Aldurskanningar vķsa, at talan er um elligamlan fisk, og tķ varš ķ fjųr męlt til at fara fram viš stųrsta varsemi ķ troytanini av hesum kongafiski, tķ lķtiš skal til at fiska hann heilt nišur. Ķ hesum sambandi skal nevnast, at eingin veiša varš frįbošaš ķ 1998 ķ mun til bert 43 tons ķ 1997 og yvir 900 tons ķ 1996. Eingin nżggj rįšgeving varš givin ķ įr. 

Svartkalvi. Stovnurin er mettur at vera uttan fyri lķvfrųšiliga tryggar karmar, hóast veišutrżstiš ķ 1998 var nęr viš taš, iš er skotiš upp sum Fpa (0.39). Gżtingarstovnurin er sera illa fyri, hann er stųšugt minkašur sķšani 1988 og er minni enn uppskotiš Bpa. Įrgangirnir, iš eru inni ķ ella į veg inn ķ fiskiskapin (1987-91) eru smįir. Seinasta įr varš męlt til at minka veišutrżstiš munandi svarandi til eina heildarveišu undir Fųroyum, Ķslandi og Eysturgrųnlandi upp į ikki meira enn 11 tśsund tons ķ 1999. Stųšan ķ stovninum er ikki batnaš sķšani tį, og ICES endurtekur tķ rįšgevingina frį ķ fjųr.

Gjųrt veršur vart viš, at eingin felags umsiting er av hesum felagsstovni, og at taš tķ ķ veruleikanum ikki er nųkur felags stżring av veišutrżstinum fyri stovnin.

Svartkjaftur. Stovnurin veršur hildin at vera uttan fyri lķvfrųšiliga tryggar karmar. Hóast gżtingarstovnurin er mettur oman fyri Bpa = 2.25 mió. tons, so vaks veišutrżstiš sera nógv ķ 1998 frį tķ uppskotna Fpa stųšinum (0.32) til Flim (0.51). Śrslitiš av hesum var, at veišan ķ 1998 var nęstan tvęr reisur so stórt sum tilmęlt TAC. Tann góši 1995 įrgangurin, iš var nęstan einarįšandi ķ veišuni, er nś ķ minking. Men tann sera góši 1996 įrgangurin er nś komin inn ķ gżtingarstovnin, og hann vil dominera veišuna ķ 1999.

Skotiš veršur upp, at veišutrżstiš eigur ikki at fara upp um taš uppskotna Fpa = 0.32. Hetta vil svara til eina veišu ķ 2000 upp į ikki meiri enn 800 tśs. tons. Upp į sikt er tó sannlķkt, at ein įrlig veiša upp į 650 tśsund tons ikki er buršardygg.

Višmerkjast skal, at taš er enn trupult neyvt at įseta stųddina į 1995- og 1996-įrgangunum, tķ teir hava bert veriš ķ stutta tķš inni ķ fiskiskapinum, og tķskil eru metingarnar omanfyri heftar viš stórari óvissu. Eisini er mųguligt, at ICES vil skjóta upp, at Bpa įtti at veriš sett til 1.5 mió. tons ķ mun til verandi 2.25 mió. tons

 Noršhavssild. Taš er ķ lųtuni ikki mųguligt neyvt at siga, hvussu stórur stovnurin er, men hann veršur mettur at vera vęl fyri og innan fyri lķvfrųšiliga tryggar karmar. Veišutrżstiš er mett at vera į sama stųši sum nattśrudeyšatališ. Teir sera góšu 1991 og 1992 įrgangirnir fingu gżtingarstovnin at vaksa nógv ķ 1997. Įrgangirinir eftir 1992 eru verri, men įlķkavęl betri enn teir ķ tķšarskeišnum sķšst ķ seksti-įrunum til fyrst ķ įttati-įrunum. Teir eru tó ikki mettir fųrir fyri at halda gżtingarstovninum uppi į tķ hųga stųšnum, iš hann er į nś, og gżtingarstovnurin vil eftir ųllum at dųma minka aftur upp į stutt sikt, lķka mikiš hvussu fiskiskapurin veršur stżrdur.

Męlt veršur til at halda fęst viš verandi stżring av veišuni svarandi til eina veišu ķ 2000 upp į ikki meiri enn 1.5 milliónir tons. Um stovnurin fer at minka nišur ķmóti Bpa = 5 mió. tons, so eigur veišutrżstiš tó at minkast beinanvegin. 

Ķslendsk summargżtandi sild. Stovnurin er mettur at vera innan fyri lķvfrųšiliga tryggar karmar og er vęl fyri. Ķ 1998 varš skotiš upp, at veišutrżstiš ikki mį fara upp um Fpa = F0.1 = 0.22, og at gżtingarstovnurin altķš skal vera omanfyri Bpa = 300 tśs. tons. Gżtingarstovnurin veršur ķ lųtuni mettur at vera 494 tśs. tons og veišutrżstiš 0.18.

Ķ troytanini av hesum stovni veršur roynt at regulera veišutrżstiš soleišis, at taš alla tķšina liggur um F0.1, iš er 0.22, og hesum tekur ICES undir viš. Viš hesum veišutrżstiš veršur veišan ķ 1999/2000 mett til umleiš 100 tśsund tons, og ķ 2000/2001 er metingin 102 tśsund tons. Gżtingarstovnurin veršur tį mettur at verša oman fyri 500 tśs. tons ķ 2000/2001.

Lodna undir Ķslandi, Eysturgrųnlandi og Jan Mayen. Stovnurin er mettur at vera innan fyri lķvfrųšiliga tryggar karmar og er vęl fyri. Gżtingarstovnurin skiftir nógv įr undan įri, tķ lodna livir so stutta tķš. Rįšgevingin fyri hendan stovnin veršur tķ givin ķ tveimum, fyri eitt hįlvįr ķ senn. Endamįliš viš stżringini er, at gżtingarstovnurin altķš er umleiš 400 tśsund tons, tį iš vertķšin er śti. Mett veršur, at hetta er ķ trįš viš sonevndu fyrivarnismeginregluna. Fyri fyrru helvt av 1999/2000 vertķšini veršur męlt til, at veišan ikki fer upp um 856 667 tons. Hetta eru tveir trišingar av tķ TAC upp į 1 285 tśs. tons, iš er er mett at vera galdandi fyri alla vertķšina. Endaligt TAC fyri vertķšina veršur įsett, tį śrslit eru klįr frį tveimum yvirlitstrolingum įvikavist ķ oktober/november 1999 og ķ januar/februar 2000.

Umframt veršur męlt til, at leišir viš nógvari ungari lodnu verša frišaš fyri fiskiskap, og at 1999 summar/heyst vertķšin veršur byrjaš umleiš 20. juni.

Fųroyskur laksafiskapur į sjónum. Royndir hava ķ fleiri įr veršiš gjųrdar at rokna, hvųrja įvirkan fųroyski laksafiskiskapurin hevur havt į laksanųgdirnar ķ teimum įum ķ ymsum londum, har vitan er um, at laksurin ķ fųroyskum sjógvi hevur sķn uppruna. Teoretiskt er roknaš, at taš, at fųroyski laksafiskapurin helt uppat, hevur ųkt um afturkomuna av laksi ķ ymsum įum viš eini 6-14% (ķ fjųr varš sagt 6-12%). Men, taš er ķ veruleikanum ongantķš eydnast at įvķsa, at veruliga veišan ķ įunum er ųkt, eftir at fųroyski fiskiskapurin helt uppat. Einki beinleišis tilmęli veršur giviš um laksaveišu ķ fųroyskum sjógvi.

Męlt veršur til, at royndarfiskiskapurin eftir laksi ķ fųroyskum sjógvi heldur fram. 

Keypmannahavn, tann 20. mai 1999 

Jįkup Reinert