Gjøld fyri innkrevjing av skuld til landskassan

 

6  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð
D. 3. viðgerð

Ár 1999, 18. oktober, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan

§ 1

Í løgtingslóg nr. 93 frá 11. mai 1993 um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan við seinni broyting verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 1, stk. 1, verður "Gjaldstovuni" broytt til: "Toll- og Skattstovu Føroya".
2) Í § 1, stk. 2-4, verður "Føroya Gjaldstova" broytt til: "Toll- og Skattstova Føroya".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 93 frá 11. mai 1993 um gjøld o.l. fyri innkrevjing av falnari skuld til landskassan við seinni broyting úr gildi.

Almennar viðmerkingar
Í samband við skipan av Fíggjarmálastýrinum er innkrevjing og panting av skatti, avgjøldum o.ø. við gildi frá 1. mai 1998 flutt frá Føroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovu Føroya.

Lógargrundarlagið varð ikki broytt í sambandi við yvirflytingina, og ber hetta við sær, at heimildin til m.a. panting fyri skatt o.a. hevur verið hjá Føroya Gjaldstovu. Fyrr í ár vórðu broytingar gjørdar í toll-, skatta- og avgjaldslógunum soleiðis, at tær heimildir, ið fyrr lógu hjá Føroya Gjaldstovu viðvíkjandi innkrevjing og panting, nú eru hjá Toll- og Skattstovu Føroya.

Tær lógarbroytingar, ið nú verða lagdar fyri Løgtingið, eru m.a. broytingar í løgtingslóg um panting fyri skatt og um avgjøld í sambandi við panting. Við hesum lógarbroytingum fær Toll- og Skattstova Føroya heimild til at panta fyri skatt og at rokna avgjøld í samband við panting.

Broytingarnar hava ongan meirkostnað við sær.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar:
Ad nr. 1-2:
Hesar broytingar verða gjørdar í sambandi við, at innkrevjing og panting av skatti, avgjøldum o.ø. er flutt frá Føroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovu Føroya.

1. viðgerð 21. oktober 1999. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 26. oktober 1999. §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 3. november 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Fms.j.nr. 2580-34/99
Lms.j.nr. 688-26/99
Ll. nr. 90/1999 frá 15/11-1999