Íløgugrunn til endurnýggjan av veiðiflotanum

 

10  Uppskot til  løgtingslóg um íløgugrunn til endurnýggjan av veiðiflotanum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð

Ár 1999, 18. oktober, legði Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot
til
løgtingslóg um íløgugrunn til endurnýggjan av veiðiflotanum

§ 1. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setir á stovn vinnurekandi grunn, "Íløgugrunnur til endurnýggjan av veiðiflotanum".
Stk. 2. Í tann mun, hetta ikki stríðir móti ásetingunum í hesi lógini, skullu ásetingarnar í A. nr. 247 af 3. maj 1995 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde, verða galdandi fyri grunnin.
Stk. 3. Landsstýrið setir játtanina á rakstrarstaði 5.34.4.34: "Nýggj lóggáva" í fíggjarlógini fyri 1999 í grunnin.

§ 2. Endamál grunsins skal verða, eftir vinnuligum treytum, at gera íløgur í verkætlanir til nýbygging ella keyp av nýggjari veiðiførum til føroyska fiskiflotan. Tað er ein treyt, at aðrir íleggjarar innseta eginpening ella ábyrgdarlánspening, sum svarar til í minsta lagi 60% av tí til endamálið innsetta peninginum, og at ein ella fleiri peningastovnar, grundað á egnar lánsmetingar, samstundis veita lán sum svarar til samlaða til endamálið insetta peningin. Harumframt er tað ein treyt, at grunnurin fær ávirkan í fyritøkuni.
Stk. 2. Íløgan kann verða gjørd við innsetan av eginpeningi.
Stk. 3. Grunnurin skal avhenda gjørdar íløgur, tá hesar hava víst seg lívførar og tað loysir seg at selja.

§ 3. At sita fyri og hava ábyrgdina av grunninum, verður vald ein nevnd. Nevndin hevur 5 limir, har teir fýra verða útnevndir av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, meðan tann fimti einmælt verður valdur av hinum fýra nevndarlimunum, allir fyri 4 ár í senn. Endurútnevning kann fara fram.
Stk. 2. Nevndarlimirnir skulu hava kunnleika til vinnulig og fíggjarlig viðurskifti, kunnu ikki vera løgtingsmenn, og kunnu ikki samstundis vera nevndarlimir ella stjórnarlimir í teimum feløgum, sum grunnurin hevur ella hevur havt nakað fíggjarligt við at gera.
Stk. 3. Nevndin kann seta á stovn skrivstovu at hava dagliga raksturin um hendi.

§ 4. Grunnurin ger ársroknskap og ársfrágreiðing um virki grunsins.
Stk. 2. Roknskapurin skal grannskoðast av løggildum grannskoðara.

§ 5. Heldur nevndin, at endamál grunsins ikki er til longur, ger nevndin tilmæli til landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at taka grunnin av.
Stk. 2. Í hesum føri verður støða tikin til, hvussu verða skal við ognum grunsins.

§ 6. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur umsjón og fíggjarligt eftirlit við grunninum og røkir annars tær uppgávur, sum eru lagdar til "fondsmyndigheden" sambært A. nr. 247 af 3. maj 1995 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ger neyðugu viðtøkurnar fyri grunnin í samsvari við omanfyristandandi.

§ 7. Hendan løgtingslógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar
Tað tykist vera breið semja um, at neyðugt er at loysa trupulleikan viðvíkjandi endurnýggjan av veiðiflotanum. Hetta er vorðið eitt átrokandi mál, nú tað vísir seg, at stigtakarar helst bíða eftir, um tað røkist fyri nakrari loysn á hesum stórmáli. Menn vilja ikki fara undir verkætlanir, so leingi óvissa ræður. Harafturat hava helst allir poilitisku flokkarnir endurnýggjan av flotanum ovarlaga á skrá síni. Hetta er eisini at finna í samgonguskjalinum. Samsvarandi hesum eru júst til sama endamál 40 mió.kr. árliga at finna í løgtingsfíggjarlógini frá og við 1999 til og við ár 2002.

Aðalmálið má vera at finna eina munadygga og varandi loysn, sum er til gagns fyri møguligar samstarvspartar. Javnaðarfloksins mál er at finna eina loysn sum loyvir øllum framtakshugaðum fólki framat.

Røddir eru frammi um, at vinnuligar verkætlanir mugu byggja á veruligan og hollan eginpening. Eingin ivi er um, at fíggjarstovnar eru farnir at krevja meira av møguligum stigtakarum, tá ið tað ræðum um eginpening. Hetta dylur okkara avmarkaði fíggjarheimur heldur ikki fyri.

Øll eru vit greið yvir, at íløgur í skip eru dýrar. Vinnulívshugurin man mangan vera størri, enn fíggjarorkan loyvir, og tað ger tað helst ógjørligt fyri einstaklingin at fara undir skipabygging ella skipakeyp. At røkka máli av slíkum slagi krevur meira enn hug og virkisfýsni.

Við at stovna ein grunn, sum veitir iløgufígging sum partapening, slepst undan partapolitiskum trýsti og áhugamálum. Grunnurin verður leysur av skiftandi stjórnum og verður sostatt ein støðugari loysn.

Sambanborið við vanliga stuðulsveting fær almenni parturin nú ein aktivan leiklut. Gongst væl í hond, og verkætlanin verður burðardygg, ber til hjá grunninum at selja sín part og fara víðari í aðrar verkætlanir.

Vanliga stuðulshugtakið er helst eisini ilt at fáast við. Tí nær, hvar og hví er rætt at stuðla? Er ikki vandi fyri mannamuni størri við reinum stuðli, enn um talan er um partapening?

Við grunninum standa møgulig áhugað á jøvnum føti. Og helst munnu flestu okkara halda, at virðiligast er, at ábyrgd og myndugleiki fylgjast.

Viðmerkingar til einstøku greinarnar
Ad § 1.
Greinin áleggur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at seta á stovn vinnurekandi grunn við ásetta navninum.

Sambært § 1, stk. 4, í A. nr. 247 af 3. maj 1995 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde, fevnir lógin ikki um grunnar, sum eru settir á stovn við ella sambært lóg. §1, stk. 2, í fyriliggjandi lóg ásetir tó, at fyriskipanin skal verða galdandi í tann mun, tað ikki stríðir móti ásetingum í fyriliggjandi lóg.

Játtanin á rakstrarstaði 5.34.4.34: "Nýggj lóggáva" í fíggjarlógini fyri 1999 fevnir um 40 mió. kr., sum enn ikki eru nýttar.

Ad. § 2. Greinin ásetir endamálið við grunninum og treytirnar fyri, at grunnurin kann gera íløgur í verkætlanir. Grunnurin kann sostatt fara við í verkætlanir við at seta upp til 40% av eginpeninginum ella ábyrgdarlánspeninginum í verkætlanina. Harumframt er tað eitt krav, at tørvur er á samsvarandi upphædd í lánspeningi, sum samlaði til endamálið insetti peningurin. Mett verður, at tørvur ikki er hjá grunninum at fara við í verkætlanir, har møguleiki er fyri at fáa til vega so nógvan eginpening og/ella ábyrgdarlánspening, at restfíggingin kann útvegast við lánspeningi, uttan at grunnurin kemur uppí. Tað er í hesum sambandi lagt til grund, at til ber at fáa fígging við lánspeningi, um eginpeningurin ella ábyrgdarlánspeningurin fer upp um 50%.

Stk. 2 og 3 innihalda ásetingar um, hvussu íløgur verða gjørdar, og nær tær eiga at verða avhendar.

Ad. § 3. Greinin inniheldur ásetingar um val av nevnd og stovnan av skrivstovu. Víst verður annars til A. nr. 247 af 3. maj 1995 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde, jbr. § 1, stk. 1, í fyriliggjandi lóg.

Ad. § 4. Greinin inniheldur ásetingar um ársroknskap, ársfrágreiðing og grannskoðan. Víst verður annars til A. nr. 247 af 3. maj 1995 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde, jbr. § 1, stk. 1, í fyriliggjandi lóg.

Ad. § 5. Um t.d. trupulleikin viðvíkjandi endurnýggjan av veiðiflotanum verður loystur, ella tað av aðrari orsøk ikki longur er tørvur á grunninum, skal nevndin gera tilmæli til landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at taka grunnin av, og verður í hesum sambandi eisini tikin støða til, hvussu verða skal við ognum grunsins.

Ad. § 6. Greinin inniheldur ásetingar um umsjón og fíggjarligt eftirlit v.m. og um viðtøkur fyri grunnin. Víst verður annars til A. nr. 247 af 3. maj 1995 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde, jbr. § 1, stk. 1, í fyriliggjandi lóg.

1. viðgerð 27. oktober 1999. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 23. november 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av Javnaðarflokkinum tann 18. oktober 1999 og eftir 1. viðgerð tann 27. oktober 1999 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 4., 11., 18. og 22. november 1999.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Føroya Reiðarafelag, Føroya Sparikassa, Føroya Realkredittstovn, landsstýrismenninar í vinnu- og fiskivinnumálum og Framtaksgrunn Føroya.

Ein minniluti í nevndini (Heini O. Heinisen, Kári P. Højgaard og Jákup Suni Joensen) tekur ikki undir við málinum, og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Heini O. Heinisen, Kári P. Højgaard og Jákup Suni Joensen) hava hesar viðmerkingar til uppskotið frá Javnaðarflokkinum. Lógaruppskotið líkist nógv viðtøkunum fyri Framtaksgrunnin, men sum viðtøkurnar eru orðaðar, kann Framtaksgrunnurin ikki luttaka í verkætlanum, sum bara viðvíkja beinleiðis endurnýggjan. Tað, sum skilir, er eisini, at tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum hevur umsjón og fíggjarligt eftirlit við grunninum. Nevnast kann eisini, at nevndin verður vald fyri 4 ár ísenn, meðan nevndin í Framtaksgrunninum verður vald fyri 1 ár ísenn. Báðir eru teir undirgivnir lógini um vinnurekandi grunnar frá 3. mai 1995.

Landsstýrið hevur gjørt semju um at strikað tær 40.000.000 á fíggjarlógini, fyri í staðin at skapa betri fortreytir fyri vinnuna við at lækka partafelagsskattin og loyva íløgugrunnar innan fiskivinnuna við serligum teytum. Harafturat skal lógin um vinnuligan fiskiskap gerast geiðari, hvat viðvíkir umsetiligheit av fiskidøgum og fiskiloyvum. Minnilutin (Heini O. Heinisen, Kári P. Højgaard og Jákup Suni Joensen) eru samdur við landsstýrinum um, at vit eiga at skapa fortreytirnar fyri eini endurnýggjan av flotanum, sum kemur av einum góðum rakstri.

Út frá hesum kunnu Heini O. Heinisen Kári P. Højgaard og Jákup Suni Joensen ikki taka undir við uppskotinum frá Javnaðarflokkinum.

Ein annar minniluti í nevndini (Henrik Old, Dan R. Petersen og Kjartan I. Joensen) tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Kjartan I. Joensen hevur hesar viðmerkingar:

Tað er átaluvert, at 40 mió. kr. hava verið settar av á fíggjarlógini nú í fylgjandi 3 ár, og enn eingin semja er fingin um, hvussu hesin peningur best kann koma vinnuni og harvið øllum samfelagnum til góða.

Tað kann vera gott við nýggjum tonkum um nýggjar vinnur í nýggjum tíðum, men almenna fatanin má ikki vera hon, at vinnulívsmenninir í Føroyum spekulera í og dúva upp á stuðulslóggávurnar. Og almenna fatanin má heldur ikki vera hon, at tað er óneyðugt at halda fram við at byggja fiskiskip til føroyingar í Føroyum.

Vit liva, og vit skulu jú øll liva av tí, sum vinnan kastar av sær, eisini politikarar.

Avgerðin millum samgonguflokkarnar um at strika tær 40 miljónirnar á komandi fíggjarlóg og í staðin lækka partafelagsskattin, gera fiskidagar meira umsetiligar, seta í verk partabrævamarknað og at bøta avskrivingarmøguleikar hjá fiskiskipum, vigar á ongan hátt upp ímóti tí árligu 40 miljóna-játtanini sum eingangs íløgujáttan til nýbygging av skipum.

Sostatt er einki annað alternativ til upprunaliga uppskotið um íløgujáttan enn uppskot Javnaðarfloksins, og mælir Kjartan I. Joensen sum limur í vinnunevndini tí til, at eitt samt Løgting tekur undir við uppskotinum.

Ein triði minniluti í nevndini (Alfred Olsen) kann í prinsippinum ikki taka undir við uppskotinum, vísandi til tað sum er komið fram undir viðgerðini av málinum, men tekur sær rætt til endaliga støðutakan í tinginum.

2. viðgerð 25. november 1999. §§ 1 - 7 fullu 9-6-11. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.