Útnorðurráðið - tilráðingar og frágreiðing 1999

Skjal 2

13  Uppskot til  samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 1999 og um frágreiðing um virki ráðsins í 1999

Ársfrágreiðing frá føroysku útnorðurnevndini 1999

Árið, sum er farið, síðani ársfundin í Ilulissat í 1998, kann sigast vera tað fyrsta veruliga virkisárið aftaná broytingarnar, sum skuldu setast í verk sambært nýggja sáttmálaskjalinum og nýggju starvsskipanini fyri Útnorðurráðið.

Arbeiðið í 1998 og 1999 hevur verið eitt stig útnorrønum samstarvi at frama, bæði við atliti til samstarvið í Útnorðurráðnum eins og í samstarvinum við felagsskapir í nærumhvørvi okkara. Útnorðurráðið bindur alsamt fleiri sambond við partar á øllum stigum, so sum felagsskapir og tinglimir umframt ráðharrar og stjórnarlimir í so at siga øllum Norðurlondum.

Í hesi frágreiðing vil útnorðurnevndin í høvuðsheitum nema við fundir og tiltøk, sum ráðið hevur skipað fyri ella luttikið á, umframt greiða frá virksemi sínum annars.

Tilmæli og umbønir sendar til stjórnir og landsstýri
Ársfundurin í Illulissat í Grønlandi samtykti tríggjar tilráðingar, sum øll trý tingini í útnorði eisini samtyktu at taka undir við. Talan var í fyrsta lagi um stovnan av mentanargrunni, sum hevur til endamáls at stuðla tiltøkum, ið kunnu vera við til at menna ella styrkja um felags tjóðareyðkenni okkara í útnorði. Onnur tilráðingin snúði seg um samstarv á ítróttarøkinum, har viðkomandi ráðharrarnir vórðu eggjaðir til at seta ein arbeiðsbólk, sum skal leggja fram uppskot hesum viðvíkjandi. Í triðja lagi var talan um skúlasamstarv í útnorði. Endamálið var fyrst og fremst at kunna um lívshættir og hugburðir landanna millum í útnorði, og á henda hátt menna næmingarnar málsliga, umframt at ung í útnorði fáa møguleika at knýta saman bond sínámillum. Hetta skuldu undirvísingamálaráðharrarnir taka víðari stig til. Sambært upplýsingunum, sum útnorðurnevndin hevur, er gongd komin á í øllum hesum málunum.

Seinasta ársfundurin í Brjánsstaðir í Íslandi samtykti tilsamans 8 tilráðingar, sum nú verða lagdar fyri tingini.

Samstarv við fakministarar/landsstýrislimir
Arbeitt hevur verið fram ímóti, at í samráð við stjórnir/landsstýri leggja ein karm um samstarvið partanna millum. Í hesum sambandi er eisini umráðandi at leggja eina fasta starvsætlan viðvíkjandi uppfylging av tilráðingum ráðsins.

Útnorðurráðið hevði fund við føroysku og grønlendsku javnstøðumálaráðharrarnar og formannin í javnstøðunevnd Íslands í sambandi við ráðstevnuna (kvinnupolitiski verkstaðurin), sum ráðið skipaði fyri í Føroyum fyrst í juni 1999. Eftir áheitan frá Útnorðurráðnum bjóðaði føroyski landsstýrismaðurin í javnstøðumálum, Helena Dam á Neystabø, starvsfeløgum sínum í útnorði til ráðstevnuna í Føroyum. Stjórnarlimirnir luttóku somuleiðis á ráðstevnuni.

Formansskapur Útnorðurráðsins gjørdi av at bjóða einum stjórnarlimi við til ársfundin at greiða frá samstarvinum millum stjórnir/landsstýri í útnorði. Í hesum sambandi fekk fundurin vitjan av íslendska fiskimálaráðharranum, Árna M. Mathiesen, sum greiddi frá samstarvi landanna millum serliga á fiskivinnuøkinum.

Ætlanin er, at innbjóðing av viðkomandi stjórnarráðharrum verður fastur táttur á temaráðstevnum ráðsins. Somuleiðis skal vertslandið fyri ársfundin bjóða einum av landsins ráðharrum á fundin at greiða frá samstarvinum millum stjórnir/landsstýri. Sum ein liður í hesum fara samstarvsmálaráðharrarnir í útnorði, Høgni Hoydal, Jonathan Motzfeldt og Siv Friðleifsdóttir, fyrstu ferð at hittast á ársfundinum í Stockholm. Á fundinum verður m.a. tosað um samstarvið í framtíðini millum Útnorðurráðið og stjórnir/landsstýri í útnorði.

Virkin luttøka í norðurlendskum samstarvi
Útnorðurráðið hevur havt eitt virkið samstarv við Norðurlandaráðið, sum á ársfundinum var umboðað av Svein Ludvigsen úr Noregi. Norðurlandaráðið luttekur sum gestur á ráðstevnum og ársfundi ráðsins, eins og Útnorðurráðið er við sum gestur á ársfundum í Norðurlandaráðnum.

Í juni mánaði 1998 hevði formansskapur Útnorðurráðsins fund í Tórshavn við formannin í Norðurlandaráðnum og umboð fyri politisku bólkarnar í Norðurlandaráðnum. Eisini hittust partarnir í november 1998 í Oslo, har formansskapurin hevði felagsfund við formansskapin í norðurlandanevnd Norðurlandaráðsins. Tosað var um virksemið nú og samstarvið í framtíðini partanna millum.

Eisini hitti formaðurin í ùtnorðurráðnum formannin í Norðurlandaráðnum undir vitjan í Íslandi, har formaðurin í Útnorðurráðnum m.a. takkaði fyri stuðulin til Brattalíðverkætlanina.

Í sambandi við formansskapsfundin í Keypmannahavn tann 18. mars 1999 vitjaði formansskapurin høvuðsskrivstovur Norðurlandaráðsins og Nordisk Ministerråd. Í hesum sambandi var fundur hildin, har starvsfólkini á høvuðsskrivstovunum søgdu frá arbeiði sínum við serligum atliti til útnorðurmál.

Ráðsskrivarin luttók vegna formansskapin á Barentsráðstevnu Norðurlandaráðsins í Alta í apríl 1999.

Samstarv við aðrar partar í útnorðursamstarvi
Á ársfundinum í Ilulissat samtykti Ráðið at víðka og styrkja um samstarvið við norðurlandahúsini í Útnorði og NAPA. Úrslitið av hesum arbeiði er fyribils, at húsini fara at samskipa eina felags framsýning um lív William Heinesens komandi ár.

Á útnorðurfundinum í Tórshavn 1998 vitjaði formansskapurin skrivstovuna hjá NORA og tosaði við formannin, Kjartan Hoydal, sum greiddi frá virkseminum. Tosað varð um, hvussu samstarvið í Útnorði kundi styrkjast, og var niðurstøðan tann, at ein felagsfundur skal haldast, har allir samstarvspartar í Útnorði hittast at siga frá sínum arbeiði.

Formansskapurin í Útnorðurráðnum hevur gjørt av at taka stig til at bjóða til felagsfund í komandi ári.

Samstarv við arktiskar stovnar og felagsskapir
Formansskapurin í Útnorðurráðnum hevur tosað um møguleikan, at Ráðið biður um at vera eygleiðari á "standing committee of parliamentarians of the arctic regions". Ráðsskrivstovan hevur verið í samband við skrivstovuna hjá "the standing committe", m.a. viðvíkjandi kostnaðinum í sambandi við eygleiðarastøðu, eftirsum hesin helst verður rættiliga høgur, serliga ferðakostnaðurin. Orsakað av hesum hevur formans-skapurin givið ráðsskrivstovuni boð um at kortleggja sambond ráðsins við altjóða felagsskapir og stovnar, áðrenn ráðið tekur avgerð um nærri tilknýti til hesar.

Ráðstevnur og fundir í Útnorði
Útnorðurráðið skipaði fyri Útnoður ungdómsráðstevnu í juli 1998 í Reykjavík, har uml. 150 persónar luttóku.

Temaráðstevna ráðsins 1999, sum var "kvinnupolitiski verkstaður Útnorðurráðsins", var hildin í Tórshavn í døgunum 4. til 8. juni. Ein starvsnevnd við umboðum úr Kvinnufelagssamskipan Føroya, Kvindesags-foreningen i Island og Javnstøðuráð Grønlands løgdu ráðstevnuna til rættis í samráð við føroysku umboðini í ráðnum. Umleið 50 luttakarar vóru á ráðstevnuni umframt limirnir í Útnorðurráðnum, gestir úr Norðurlandaráðnum og javnstøðumálaráðharrarnir úr útnorðurlondunum. Endamálið við ráðstevnuni var í fyrsta lagið at styrkja um útnorður samstarvið, og í øðrum lagi at tilvirka niðurstøður viðvíkjandi megintema verkstaðsins, fyri seinni at leggja hesi fram á ársfundinum.

Úrslitini frá verkstaðnum framganga sum tilráðingar, har ráðið heitir á stjórnir/landsstýri í Útnorði at skipa fyri tiltøkum, sum hava til endamáls at bøta um javnstøðukorini hjá kvinnunum í Útnorði. Arbeitt verður m.a. fyri at økja um lut kvinnunnar í politikki, at styrkja um kvinnu- og kynsviðkomandi gransking í Útnorði, at stovna/menna barnsburðarskipanir í londunum í Útnorði, at taka felags stig til at stríðast ímóti harðskapi móti kvinnum og harafturat bøta um støðuna hjá kvinnum á arbeiðsmarknaðinum. Eisini var semja um at styrkja kvinnupolitiska samstarvið í Útnorði, við m.a. at skipa fyri evnisfundum, har kvinnuligir parlamentarikarar og onnur, sum arbeiða við javnstøðu, luttaka.

Harafturat samtykti ráðið at mæla útbúgvingarmálaráðharrunum í londunum í Útnorði til at koma við uppskoti til at betra sínamillum atgongd til universitetsútbúgvingar í Útnorði.

Útnorðurráðið er longu farið undir fyrireikan av temaráðstevnu um mentan, sum verður í Grønlandi komandi ár.

Kunningarátak
Ráðsskrivstovan hevur í samstarvi við PR-fyritøkuna Birtir skipað eina kunningarstrategi fyri ráðið. Ætlanin er at nýta tríggjar høvuðskunningarmiðlar: Heimasíður á internetinum, kunningarbóklingur og tíðindabræv. Heimasíða ráðsins læt upp í apríl 1999, og um sama mundið gav ráðið út kunningarbókling undir heitinum: "Nýtt navn, nýggjur bygnaður". Vónandi fer hetta kunningarátakið at gera Útnorðurráðið meira sjónligt enn higartil, og at vit kunnu styrkja um sambandið millum tinglimir Útnorðurs.

Brattaliðætlanin
Í sambandi við at tað næsta ár eru 1000 ár síðani, at Leivur Hepni helt úr Brøttulíð til Vínlands, samtykti Útnorðurráðið verkætlan um endurreisn av Tjóðhildarkirkju og garðinum hjá Eiriki Reyða í Brøttulíð í Grønlandi. Tjóðhildarkirkja verður roknað at vera fyrsta kristna kirkjan í Ameriku.

Hugskotið til verkætlanina gongur aftur til 1993, og er tað grønlendska landsstýrið, sum saman við Útnorðurráðnum stendur fyri tiltakinum. Í 1997 varð ein teknisk nevnd sett, sum skuldi hava ábyrgdina fyri verkætlanini. Tað er byggifelagið Ístak, sum hevur staðið fyri byggiarbeiðinum, sum í høvuðsheitum var liðugt nú í heyst. Eftir er nú at gera innbúgv og at fríðka um kring bygningarnar.

Samlaðu kostnaðirnir verða uml. kr. 6 milliónir, sum eru fíggjaðar soleiðis: Ísland og Grønland kr. 2 milliónir í part, Norðurlandaráðið kr. 1 millión, NORA kr. 600.000, Løgtingið kr. 100.000 og Dronning Margrethes og Prins Henriks Fond somuleiðis kr. 100.000. Umframt hesi hava NAPA, Samikfonden, Grønlandsgrunnurin í Íslandi og Den Kongelige Grønlandsfond eisini latið pening til verkætlanina. Tó vantar enn peningur til innbúgv og fríðkan kring húsini.

Bygningarnir skulu standa liðnir 1. juli ár 2000. Vígslan verður sunnudagin tann 16. juli ár 2000, og verður hetta ein partur av almenna hátíðarhaldinum í Grønlandi í sambandi við ferð Leiv Hepna til Vínlands.

Endurreisnin av toftunum í Brattalíð er størsta tiltakið, sum Útnorðurráðið hevur fyriskipað. Eingin ivi er um, at bygningarnir koma at hava stóran týdning fyri ferðavinnuna í Grønlandi umframt týdningin fyri søguligu bondini millum Grønland og Norðurlond.

Inn í nýggja øld
Formansskapur Útnorðurs hevur í farna ári hildið fimm fundir, har uppgávan hjá formansskapinum hevur verið at leiða og samskipa arbeiði ráðsins millum ársfundirnar. Sambært sáttmálaskjali ráðsins skuldi formansskapurin 1999/2000 vera í Føroyum, og varð Jógvan Durhuus settur at røkja formansstarvið. Vegna umboðini úr Grønlandi og úr Føroyum mælti Lisbeth L. Petersen til, at Íslendska ríkisgrannskoðanin skuldi vera grannskoðari ráðsins fyri 1999, og varð hetta einmælt samtykt.

Í skránni fyri komandi ár er gjørt av, at mentan skal vera tema ella høvuðsevni, og í hesum viðfangi skipar ráðið fyri einari mentanarráðstevnu í Grønlandi umframt onnur tiltøk, sum hava mentanarligt tilknýti. Eitt nú er ætlanin at seta á stovn virðislønargrunn fyri útnorðurlendskar barna- og ungdómsbókmentir. Endamálið er, at eggja rithøvundunum til at leggja orku í hesar bókmentagreinirnar, eins og ynskið um at Útnorður á henda hátt kann standa saman og vera meira sjónligt í bókmentaligum høpi.

Gjørt er eisini av, at í árinum 2001 skal aðaltátturin snúgva seg um veiði. Havið í Útnorði hoyrir til tað reinasta í heiminum, og er ynski okkara sjálvsagt at varðveita umhvørvið soleiðis til tess at tryggja best møguliga umhvørvi til náttúrliga tilfeingið í Útnorði. Hetta hevur bæði búskaskaparligan og mentanarligan týdning fyri øll londini í Útnorði. Tiltakið skal eisini umrøða møguleikarnar fyri fiskivinnu-tøknifrøðiligum, menningar- og granskingardepli í Útnorði og samstarv um sjóvinnuútbúgvingar. Somuleiðis er ætlanin at skipa fyri framsýningum um veiðimentan í londunum í Útnorði.

Íslendski formansskapurin í Nordisk Ministerråd vísir virkseminum í Útnorði stóran ans, og dentur verður lagdur á at seta í verk verkætlanir, sum hava stóran týdning fyri økið. Verkætlanin ’Folk og Hav i Nord’ leggur dent á tann týdning, ið havið hevur fyri fólkið í økinum innan umhvørvisvernd, menning av flutningsmøguleikum o.a..