Kolvetni - fyrsta útbjóðingarumfar

 

17  Uppskot til  løgtingslóg um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum

Fylgiskjal 2

 

Fylgiskjal 2

til standardloyvi til leiting eftir og framleiðslu

av kolvetnum, 1. útbjóðingarumfar.

_______________________

VIÐMERKING: Hendan arbeiðsskráin er einans ætlað sum upplýsing og er ikki ein verulig arbeiðsskrá. Hvør einstøk arbeiðsskrá verður avtalað við grundarlagi í tilboðum frá umsøkjarum og avgerðum hjá landsstýrismanninum

Arbeiðsskrá fyri loyvið, jvb. § 4, stk. 1.

Arbeiðskráin niðanfyri fevnir um tað leitingarvirksemið, sum loyvishavarin skal fremja sambært § 4, stk. 1 í loyvi nr. .... til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, dagfest .... , sum er galdandi fyri loyvisøkið í teigi/teigunum ....

  1. Ikki seinni enn .... ár eftir, at loyvið er veitt, skal loyvishavarin hava fingið til vega tíðarhóskandi seismiska lýsing av teiginum/teigunum.
  2. Hetta samsvarar við .... Seismiska lýsingin skal hava eina meskavídd, sum er .... km.

  3. Ikki seinni enn .... ár eftir, at loyvið er veitt, skal loyvishavarin fremja niðanfyri nevndu leitiboringar:
  4. ..... leitiboring(ar) skal/skulu borast ígjøgnum/til (jarðfrøðilig lýsing) ella í mesta lagi niður á ..... metra dýpi, alt eftir, hvat ið verður rokkið fyrst.

    ..... leitiboring(ar) skal/skulu borast ígjøgnum/til (jarðfrøðilig lýsing) ella í mesta lagi niður á ..... metra dýpi, alt eftir, hvat ið verður rokkið fyrst.

    Leitiboringarnar skulu fremjast á fullgóðan hátt við atliti at oljuleitingini, herímillum við, at kjarnuboringar verða gjørdar, royndarlutir verða tiknir og royndarframleiðslur verða framdar í samsvar við tær leiðreglur, sum landsstýrismaðurin ásetir í sambandi við góðkenningina av teimum einstøku boriskráunum.

  5. Nøktandi sundurgreiningar og tulkingar av teimum innsavnaðu upplýsingunum skulu gerast. Loyvishavarin skal fylgja øllum ávísingum frá landsstýrismanninum hesum viðvíkjandi.
  6. Innan farið verður undir arbeiðið, kann loyvishavarin biðja landsstýrismannin taka støðu til, um arbeiðið, sum ætlanin er at fremja, kann metast at lúka skyldurnar eftir arbeiðsskránni.
  7. Tá leitingarskeiðið, ið er ásett eftir § 5, stk. 1 er runnið, skal loyvishavarin lata landsstýrismanninum endaliga frágreiðing um møguleikarnar fyri kolvetnum á økinum, sum loyvishavarin hevur latið frá sær.