Kolvetni - fyrsta útbjóðingarumfar

 

17  Uppskot til  løgtingslóg um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Broytingaruppskot
G. 3. viðgerð

Ár 1999, 30. november, legði Eyðun Elttør, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum

§ 1. Løgtingslógin ásetir samsvarandi § 7, stk. 2 í løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi, hvørji øki verða bjóðað út og almennu treytirnar, ið setast skulu í 1. útbjóðingarumfari til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.

§ 2. Økini, sum verða boðin út í 1. útbjóðingarumfari, eru hesir teigar og partteigar á landgrunninum:
6004/1-9, 11-13, 16-17, 6005/2-5, 7-10, 12-15, 17-20, 22-25, 6103/1-9, 11-13, 16-17, 21, 26, 6104/7-10, 12-30, 6105/20, 22-25 og 27-30. Útboðsøkið sæst á kortinum, ið er hjálagt sum fylgiskjal A.

§ 3. Landsstýrismaðurin veitir sambært § 6 í løgtingslógini um kolvetnisvirksemi loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Almennu treytirnar, sum setast skulu, eru í standardloyvinum, ið er hjálagt sum fylgiskjal B.

§ 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

ALMENNAR VIÐMERKINGAR

1. Inngangur

Endamálið við lógaruppskotinum er samsvarandi § 7, stk. 2, í løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi at áseta økini, sum verða boðin út í fyrsta útbjóðingarumfari til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, og at áseta almennu treytirnar, sum setast skulu í loyvunum.

Kolvetnislógin gevur landsstýrismanninum í oljumálum heimild til, eftir at alment er lýst eftir umsóknum, at veita loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum á neyvt ásettum økjum við gjølla ásettum treytum. Áðrenn útbjóðingarumfar verður sett í verk, verða økini og almennu treytirnar ásettar í løgtingslóg. Í viðmerkingunum til útbjóðingarlógina verður mett um avleiðingarnar, ið kolvetnisvirksemið kann hava fyri ymisk samfelagsviðurskifti. Tá útbjóðingar-lógin er samtykt, er tað landsstýrismaðurin í oljumálum, sum setir útbjóðingarumfarið í verk og veitir loyvini.

Týdningamiklar hendingar fram ímóti fyrsta útbjóðingarumfari eru m.a. avtalan um yvirtøku av málsøkinum "ráevni í undirgrundini" í 1992 og løgtingssamtyktin frá 24. september 1993, tá Løgtingið staðfesti, at skipað átti at verið fyri einum útbjóðingarumfari, men at forkanningar fyrst skuldu gerast fyri at lýsa jarðfrøðiligu viðurskiftini á landgrunninum. Somuleiðis skuldu viðurskiftini viðvíkjandi landgrunsmarkinum millum Føroya og Bretlands greiðast.

Síðani løgtingsamtyktina frá 1993 eru gjørdar nógvar kanningar á føroyska landgrunninum. Talan hevur fyri tað mesta verið um seismiskar kanningar, men eisini aðrar kanningar eru gjørdar, herundir boringin í Lopra, sum varð gjørd til tess at savna inn jarðfrøðiliga vitan. Kanningarnar hava, saman við kanningum og fundum á bretska landgrunninum, givið føroyskum myndugleikum eina fjølbroytta mynd av jarðfrøðiliga bygnaðinum og oljuvánunum á føroyskum øki. Henda mynd bendir á, at stórir partar av landgrunninum enn ikki eru búnir til veruligar oljuleitingar. Í pørtum av landgrunninum, serliga í ein landsynning úr Føroyum, tykjast leitimøguleikarnir og oljuvánirnar tó betri. Í oljuhøpi má útboðsøkið sum heild tó metast sum útjaðari við stórum leitingarváða.

Landgrunsmarkið millum Føroya og Bretlands varð sett í sáttmálanum, sum varð undirritaður í Tórshavn 18. mai 1999. Sáttmálin kom í gildi 21. juli 1999.

Landsstýrismaðurin í oljumálum metir, at viðurskiftini, sum Løgtingið í 1993 ynskti at fáa greiði á, innan fyrsta útbjóðingarumfar varð sett í verk, nú eru greidd, og verður tí mett ráðiligt at seta útbjóðingarumfarið í verk.

Vónandi kann nú verða staðfest, um tað finnast kolvetni á føroyskum øki, sum tað loysir seg fíggjarliga at framleiða. Vónin er, at úrslitið av leitingini verður ein oljuvinna, sum saman við fiskivinnuni kann tryggja framtíðar ættarliðum í Føroyum góð livikor.

Tá loyvi verða veitt, verður dentur lagdur á leitiskyldurnar, tí tær áseta, hvørjar kanningar loyvishavarin sum minstamark skal gera fyri at staðfesta, um kolvetni finst á loyvisøkinum. Dentur verður eisini lagdur á, at føroyskar fyritøkur fáa møguleikar at taka lut í virkseminum, soleiðis at tær vinna sær størri kunnleika og betra um altjóða kappingarførið til gagns fyri føroyska samfelagið sum heild.

Oljumálastýrið fer, tá útbjóðingarumfarið verður lagt til rættis og í umsitingini av virkseminum sambært veittu loyvunum, at hava endamálið við kolvetnislógini í huga, nevniliga at miðast skal móti einari "varisligari og skynsamari leiting eftir og gagnnýting av kolvetnistilfeinginum til gagns fyri føroyskan búskap og arbeiðsvinnu í Føroyum", og at "virksemið skal verða soleiðis skipað, at neyðug fyrivarni eru tikin fyri fiskiskapi, sigling, umhvørvis- og náttúruáhugamálum umframt øðrum samfelagsligum áhugamálum".

Allar treytir, ið settar verða oljufeløgum, eru ikki partar av hesum uppskoti. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer seinni í heyst at leggja fram uppskot um broyting í kolvetnisskattalógini (serskattur). Ætlaði serskatturin verður kortini umrøddur í broti 4.3.4 niðanfyri.

Uppskotini eru tilevnað av Oljumálastýrinum og einum ráðgevarabólki, sum landsstýrismaðurin í oljumálum setti í juni í ár. Oljumálastýrið hevur eisini leitað sær ráð frá altjóða viðurkendum serfrøðingum við serkunnleika til kolvetnisvinnu.

Sambært § 44 í lógini um kolvetnisvirksemi skal ein frágreiðing, ið skal vera grundarlag undir einum oljupolitiskum orðaskifti, leggjast fyri Løgtingið annaðhvørt ár, fyrstu ferð í 1999. Viðgerðin av lógaruppskotinum um 1. útbjóðingarumfar kemur í staðin fyri nevnda orðaskifti. Landsstýrismaðurin ætlar at geva tinginum eina frágreiðing um oljumál, tá leitingarloyvini eru veitt komandi summar.

2. Samandráttur av høvuðstreytum

Økið, sum mælt verður til at bjóða út, er samfast og umleið 14.000 km2 til støddar. Økið liggur eystanfyri og í ein landsynning úr Føroyum. Ætlanin við at bjóða hetta økið út er at savna leitivirksemið á økjum, har møguleikarnir fyri skjótt at finna olju verða mettir at verða teir bestu, samstundis sum hetta økið verður mett at geva oljufeløgunum møguleikar fyri at kanna aðrar partar av føroyska landgrunninum.

Av tí, at leitivánirnar á føroyskum øki eru sera ymiskar, verður mælt til at hava tvey sløg av leitingarloyvum. Leitiskeiðið verður ávikavist 6 og 9 ár. Arbeiðsskyldurnar, ið verða álagdar hvørjum einstøkum loyvishavara, eiga at spegla leitivánirnar í einstaka loyvisøkinum.

Umsøkjarar skulu rinda eitt umsóknargjald, tá søkt verður um loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Harafturat verður skotið upp, at loyvishavarar, tá teir hava fingið loyvi til ein ávísan part av landgrunninum, skulu rinda eitt árligt víddargjald, sum verður roknað eftir støddini á tí øki, sum er fevnt av loyvinum.

Mælt verður til at leggja eitt framleiðslugjald uppá 2 % á framleidd kolvetni, roknað av virðinum, sum framleiðslan hevur, tá hon kemur upp á land. Harumframt verður mælt til, at framleiðslan skal koma undir ein partafelagsskatt upp á 27 %. Eisini verður mett, at framleiðslan eigur at koma undir ein serligan kolvetnisskatt. Samlaði landskassaparturin eigur neyvan at fara upp um 55 %.

Mælt verður frá at seta landsoljufelag á stovn. Orsøkin til hetta er m.a. kappingarstøðan hjá Føroyum sum oljuøki. Mett verður eisini, at málini, sum vanliga verða rokkin við landsoljufelag, kunnu røkkast á annan hátt, herundir við lóggávu og við loyvistreytunum.

Skotið verður upp at áleggja loyvishavarum ymiskar skyldur, sum skulu tryggja føroyskum fyritøkum veruligar møguleikar fyri, í kapping við aðrar, at fáa høvuðs- og undirverktøkur og at veita loyvishavarum vørur og tænastur. Somuleiðis eiga loyvishavarar at hava skyldu til at arbeiða fyri, at avtalur verða gjørdar millum føroyskar og útlendskar fyritøkur um at byggja upp førleika og tøkniligan kunnleika í føroyskum fyritøkum. Hetta verður gjørt til tess at betra um kappingarførið hjá føroyskum vinnulívi og til tess at eggja føroyskum fyritøkum til at koma inn á nýggjar marknaðir.

3. Umheimurin og ávirkan á føroysku kappingarstøðuna

Stórar rembingar hava verið í oljuvinnuni seinastu tíðina. Oljuprísirnir hava verið skiftandi og fleiri oljufeløg eru keypt av ella hava lagt saman við kappingarneytum.

Í øðrum parti av álitinum "Fyrireikingar til oljuleiting" (bls. 58 ff.) varð m.a. greitt frá støðuni í oljubúskapinum, og verður sum heild víst til tann partin. Nógv er broytt seinastu tvey árini, og verður tí í stuttum greitt frá viðurskiftum sum oljuprísi, gassmarknaði og hvørjari strategi, oljufeløgini tykjast at fylgja í løtuni. Ávirkanin, ið kringumstøðurnar hava á kappingarstøðuna hjá Føroyum sum leitiøki, verður umrødd í stuttum.

3.1. Oljuprísurin

Oljuprísurin hevur stóra ávirkan á virksemið og íløguhugin hjá oljufeløgum. Seinasta árið hevur prísurin á olju (Brentprísurin) verið ógvuliga skiftandi. Undir $10 fyri fatið í januar 1999, men upp ímóti $25 fyri fatið eitt skifti í oktober.

Myndin niðanfyri sýnir gongdina í prísinum frá januar 1983 til oktober 1999.

Oljuprísurin (Brentolja)

Myndin vísir, at prísurin seinastu 10 árini fyri tað mesta hevur ligið millum $14 og $23 fyri fatið. Ymisk viðurskifti ávirka eftirspurning og útboð, og harvið oljuprísin. Eftirspurningurin verður serliga ávirkaður av búskapargongdini í stóru ídnaðarlondunum, meðan útboðið serliga verður stýrt av framleiðsluni í OPEC-londunum.

Gongdin er vanliga tann, at tá prísurin fer niður um framleiðslukostnaðin, og framleiðslan gevur hall á ávísum leiðum, verður hon steðgað. Samstundis fáa OPEC-londini ov lítið fyri oljuna til at nøkta teirra inntøkutørv, og tí áseta tey framleiðslukvotur (ein slík er galdandi í løtuni), sum avmarka útboðið og lyfta prísin aftur. Tá prísurin fer upp um framleiðslukostnaðin, koma fleiri framleiðarar aftur á marknaðin, og samstundis kann høgi oljuprísurin freista einstøk OPEC-lond til at framleiða meira enn avtalaðu kvotuna. Tískil veksur samlaða oljuframleiðslan, og prísurin lækkar aftur.

Eygleiðarar halda, at lági prísurin seinasta vetur var eitt undantak, men samstundis verður hildið, at verandi prísur oman fyri $21 ikki fer at halda sum frálíður. Hildið verður, at flestu oljufeløgini gera forsagnir við einum oljuprísi, sum fyri ár 2000 liggur millum $14 og $18 fyri fatið.

3.2. Gassmarknaðurin

Útlitini fyri gassmarknaðinum í Europa kunnu ávirka kolvetnisvinnu undir Føroyum, um tað vísir seg, at gass er í føroysku undirgrundini. Gassmarknaðurin í Europa er ógvuliga samansettur, og her kann bara verða nortið við einstøk viðurskifti.

Tað er sannlíkt, at gass, framleitt á føroyska landgrunninum, verður flutt til Bretlands. Forsøgnir sýna Bretland sum nettoinnflytara av gassi um nøkur fá ár, men hinvegin koma nýggjar rørleiðingar millum Bretland og Europa sum frálíður at samansjóða gassmarknaðin í Bretlandi og á meginlandinum.

Myndin niðanfyri sýnir gassframleiðsluna, verandi innflutning og væntaða gasseftirspurningin í ES.

 

Javnvágin millum útboð og eftirspurning av gassi í ES

Kelda: Department of Trade and Industry / Wood Mackenzie

ES-londini hava stórar gassgoymslur, og eru Bretland og Holland størstu framleiðararnir. Innflutta gassið kemur serliga úr EBS-landinum Noregi umframt Russlandi og Algeria.

Hildið verður, at gassmarknaðurin í Europa verður veikur komandi fyrstu árini, tí útboðið av gassi er stórt. Um nøkur ár verður eftirspurningurin størri enn verandi nýtsla, men økti tørvurin kann helst nøktast við øktari framleiðslu/innflutningi frá gassleiðum, ið eru funnar, men enn ikki bygdar út (t.d. í Noregi) og sum liggja nærhendis verandi gassleiðingum. Sum frálíður (fram ímóti 2020) fer innflutningurin av gassi í ES at vaksa til umleið 75% av samlaðu nýtsluni.

Nøkur oljufeløg hava í felag kannað møguleikarnar fyri at framleiða gass á leiðunum vestan fyri Hetland. Niðurstøðurnar frá kanningunum eru ikki almennar. Kortini verður hildið, at feløgini komu til tað úrslit, at nøgdirnar av funnum gassi higartil eru ov lítlar til at bera stóru íløgurnar, sum skulu til, um gassið skal framleiðast og fáast til marknað.

Um tað vísir seg, at jarðgass er í føroysku undirgrundini heldur enn olja, kann tað minka um áhugan hjá oljufeløgum fyri føroyska økinum tey fyrstu árini. Sum frálíður nýtist hetta kortini ikki at hava stórvegis týdning.

3.3. Oljufeløgini

Prísurin á olju hevur, sum nevnt í broti 3.1 frammanfyri, stóra ávirkan á ta strategi, sum oljufeløgini leggja seg eftir. Oljufeløgini og partaeigararnir í oljufeløgum lata seg ávirka av verandi oljuprísum, men eisini av metingum um, hvønn veg oljuprísurin fer. Orsakað av skiftandi oljuprísum hava oljufeløgini verið noydd at laga teirra strategi til kringumstøðurnar, soleiðis sum tær eru frá tíð til aðra.

Tá prísirnir vóru høgir miðskeiðis í nítiárunum, royndu flestu oljufeløgini at vaksa náttúrliga, t.e. við at økja um framleiðsluna. Hetta tíðarskeiðið øktu feløgini eisini um játtanirnar til leiting, soleiðis at økta framleiðslan kundi verða mótvigað av nýggjum kolvetnisfundum. Tá oljuprísurin lækkaði í 1998/99 fóru feløgini undir nýggjar og umfatandi sparingar, og rakti hetta serliga leitivirksemið. Seinastu tíðina, síðani oljuprísurin menti seg aftur, eru játtanirnar til leiting øktar nakað aftur. Kortini tykjast feløgini at leggja seg meira eftir oljuleiðum, sum tey halda kunnu geva eina nóg stóra úrtøku til partaeigararnar. Samanleggingarnar, sum hava verið seinastu tíðina, hava m.a. tað mál, at størri virði skulu umsitast av lutfalsliga færri fólkum, t.e. rakstrarútreiðslurnar gerast lutfalsliga lægri.

Í oljuhøpi eru Føroyar útjaðaraøki. Um leitingin førir til, at olja verður funnin, er sera óvíst, og harafturat verður føroyska økið roknað fyri at vera dýrt at arbeiða í (high cost area). Feløgini, sum kunnu væntast at søkja um leitiloyvi, vera helst millum størru oljufeløgini í heiminum, harímillum nøkur av teimum heilt stóru.

Havt eigur at verða í huga, at hetta eru feløg, sum leita eftir olju kring allan knøttin og sum seta stór krøv til úrtøkuna úr einstøku íløgunum. Tað er eitt eyðkenni fyri oljuvinnuna seinastu árini, at oljufeløgini hava fleiri íløgumøguleikar, enn tey hava pengar til, t.e. at íløgurnar, sum feløgini ætla at gera í leiting á føroyskum øki, verða samanhildnar við møguleikarnar, sum standa feløgunum í boði aðrastaðir í heiminum. Serliga eru vit í kapping við útbjóðingar í okkara grannalondum.

Treytirnar, sum settar verða oljufeløgum á føroyskum øki, mugu tí vera kappingarførar mótvegis øðrum londum, har oljuvánirnar (prospektiviteturin) eru á leið tær somu sum í Føroyum. Í hesum sambandi kann verða nevnt, at uppskotini um gjøld, sum leggja byrðar á feløgini í leitiskeiðnum, t.e. umsóknar- og loyvisgjøld, leigugjøld o.l., av kappingarávum eru lækkað í mun til upprunaligu ætlanirnar. Kappingin við onnur lond, ið bjóða oljufeløgum leitimøguleikar, er eisini ein atvoldin til, at tað ikki verður hildið skilagott at krevja almenna luttøku, sum oljufeløgini skulu "bera", sí brot 4.5.

Kappingarstøðan hevur eisini ta avleiðing, at serligi kolvetnisskatturin, sí brot 4.3.4 - hóast hann er knýttur at vinningi í sambandi við framleiðslu og sum so ikki tyngir leitiraksturin - má lagast soleiðis, at feløgini ikki koma undir serskatt, fyrr enn íløgan hevur givið munandi úrtøku.

4. Høvuðstættir í fyrsta útbjóðingarumfarinum

Niðanfyri verða høvuðstættirnir í 1. útbjóðingarumfari lýstir. Hesir snúgva seg um øki at bjóða út, leitingartreytir, búskaparlig viðurskifti og vinnutreytir. Í broti 4.7 verða einstakar aðrar almennar loyvistreytir umrøddar í stuttum. Nøkur viðurskifti viðvíkjandi landsoljufelagi verða umrødd í broti 4.5, herundir hvussu mál, ið eitt alment oljufelag vanliga virkar fyri, kunnu verða rokkin á annan hátt.

4.1. Øki at bjóða út

Økið, ið skotið verður upp at bjóða út í 1. útbjóðingarumfarinum, er á leið 14.000 ferkilometrar til víddar, skift sundur í 56 heilar teigar og 26 partteigar. Talan er um eitt samfast øki eystan fyri og í ein landsynning úr Føroyum, einar 25 – 92 fjórðingar (46 – 170 km) úr landi, t.e. uttarlaga á landgrunninum, út eftir hellingini og út í Hetlandsrennuna. Innast er dýpið o.u. 250 metrar (130 favnar), men úti í rennuni røkkur dýpið heilt niður á einar 1400 metrar (750 favnar). Norðureftir er økið avmarkað til 620 N, móti útnyrðingi teknar tað eitt trappuskap fram við nøkrum heilum teigum frá 620 N / 40 V til 61020’ N / 5048’ V, vestureftir er tað avmarkað til 5048’ V, og eystureftir og í ein landsynning røkkur tað út ímóti bretska landgrunsmarkinum (sí kortið á fylgiskjali A). Partteigarnir liggja allir framvið markinum.

Ætlanin við at bjóða hetta økið út er m.a.:

Eisini má havast í huga, at tað eru fá oljufeløg, sum kunnu væntast at hava tann neyðuga sakkunnleikan, royndir, førleika og fíggjarorku til munadygt at leita á einum so krevjandi øki sum tí føroyska. Somuleiðis er fíggjarliga og arbeiðsliga orkan, oljufeløgini kunnu leggja av til føroyska økið, avmarkað, tí feløgini skulu eisini leggja orku av, og lutvíst nýta tey somu starvsfólkini, til samsvarandi uppgávur í okkara grannalondum. Har umframt eru bert fáir boripallar, ið eru førar fyri at bora á djúpum vatni, og setir hetta hámark fyri borivirkseminum.

Uppskotið um at bjóða hetta økið út er gjørt við omanfyrinevndu fyrilitum og krøvum í huga, og verður tað mett at kunna føra við sær eitt virksemi komandi árini, ið landið kann vera nøgt við. Undir summum loyvum, sum fevna um ein part av útboðsøkinum, kann væntast ein røð av leitiboringum. Aðrir partar av økinum væntast í fyrstani at koma inn undir loyvi, har ymsar aðrar kanningar, teirra millum innsavning av seismiskum upplýsingum, verða gjørdar tey fyrstu trý árini ella meira. Royndir í okkara grannalondum vísa, at av tí samlaða økinum, útboðið verður, verða loyvi vanliga bert givin til ein part. Hetta kemst fyrst og fremst av, at tað eru teigar í tí útbjóðaða økinum, har leitihugurin helst er lítil, og at tað kunnu vera umsøkjarar, sum ikki lúka tær ásettu treytirnar fyri at fáa loyvi. Landsstýrismaðurin kann sambært § 7, stk. 3, í løgtingslógini um kolvetnisvirksemi lata vera við at ganga umsóknum á møti, og kann tað viðhvørt vera skilagott at lata vera við at veita leitiloyvi í ávísum teigum, uttan so at talan er um serstakliga dyggar umsóknir. Her kann m.a. verða hugsað um komandi útbjóðingarumfør.

Møgulig framtíðar útbjóðingarøki kunnu sostatt fevna um teigar, ið eru við í fyrsta útbjóðingarumfari, men har eingi loyvi verða veitt í hesum umfari, ella sum verða latin myndugleikunum aftur, javnber brot 4.2. niðanfyri. Í komandi útbjóðingarumførum kunnu partar av teimum økjum, sum marka upp til verandi útboðsøki, eins og onnur øki, so sum Bankarennan, eisini koma upp á tal. Úrslitini, sum so hvørt fara at spyrjast burturúr leitivirkseminum, ið sprettur úr 1. útbjóðingarumfari, fara væntandi at geva munadygga nýggja vitan, eisini um øki, har loyvi ikki eru givin í hesum umfari. Henda vitan er sera umráðandi, tá ið komandi útbjóðingarumfør verða fyrireikað.

4.2. Leitingartreytir

Á leiðum, har tøkniligu møguleikarnir fyri at leita eftir olju og jarðgassi eru lutfalsliga góðir, og har jarðfrøðiligi kunnleikin til økið er góður og nágreiniligur, er tað í okkara grannalondum vanligt at veita loyvi til leitingar fyri 6 ár í senn. Hetta áramál verður hildið nøktandi, til tess at oljufeløgini kunnu greiða úr hondum ta frammanundan avtalaðu arbeiðsskránna, sum ofta fatar um eina ella fleiri boringar, umframt seinni at kunna meta um tørvin á at fremja fleiri leitingartiltøk. Treytað av úrslitunum kann loyvishavarin søkja um, at loyvisskeiðið verður longt, ella hann letur rættin til økið frá sær. Í truplari økjum kunnu loyvi til leitingar veitast fyri longri tíðarskeið.

Á føroyska landgrunninum líkist økið ytst í ein landsynning frá restini:

Tað verður mett, at 6-ára loyvi eru hóskandi í einum parti av tí útbjóðaða økinum, samanber § 5, stk. 1, 1. møguleika í standardloyvinum. Hetta ger seg serliga galdandi á økinum ytst í ein landsynning, men kann eisini verða galdandi í øðrum pørtum av tí útbjóðaða økinum, serliga fram við markinum upp ígjøgnum Hetlandsrennuna, har lítið ella einki av basalti er, og har nógv kanningatilfar er tøkt, longu áðrenn loyvi verða veitt.

Í øðrum pørtum av útboðsøkinum eru basaltfláirnar tjúkkari og kanningatilfarið ikki so umfatandi. Hetta ber við sær, at tørvur helst verður á gjøllari kortleggingum, áðrenn farið kann verða undir tær fyrstu boringarnar. Sambært § 5, stk. 1, 2. møguleika í standardloyvinum kunnu loyvi veitast fyri 9 ár, og soleiðis fáa feløgini høvi til at gera fleiri fyrireikandi kanningar tey fyrstu 3 árini av 9-ára skeiðinum.

4.2.1. Arbeiðsskrá

Leitiskyldurnar hava stóran týdning, tá loyvi skulu veitast. Hesar skyldur verða ásettar í tí arbeiðsskrá, sum verður avtalað, áðrenn loyvini verða veitt, sí § 4, stk. 1, í standardloyvinum.

Við støði í lutfalsliga neyva kanningatilfarinum og neyvu kortleggingini yvir partar av útbjóðaða økinum er tað væntandi, at 6-ára loyvi í meginregluni fara at áleggja loyvishavarunum hvør í sínum lagi at gera eina ella fleiri leitiboringar afturat øðrum kanningum. Í nøkrum førum kann tað hugsast, at onkrar eyka boriskyldur verða, sum tó gerast treytaðar av teimum upplýsingum, sum fáast til høldar frá tí ella teimum fyrstu, fast avtalaðu, boringunum.

Í 9-ára loyvum verður ein arbeiðsskrá avtalað fyri tey fyrstu trý árini. Síðani verður ein nýggj arbeiðsskrá avtalað fyri tey seinastu 6 árini av leitiskeiðinum. Seinna arbeiðskráin fer at spegla tey úrslit og tær vónir, ið standast av royndunum frá teimum fyrstu kanningunum. Fyrra arbeiðsskráin fer væntandi at fevna um seismiskar og aðrar kanningaskyldur, meðan kjarnin í arbeiðsskránni fyri tey seinastu 6 árini væntandi fer at verða ein skylda til at gera eina ella fleiri leitiboringar.

4.2.2. Stødd á loyvisøkjum og innlating av økjum

Sumstaðni á tí útbjóðaða økinum er kunnleikin meira nágreiniligur og áhugin fyri leiting so mikið stórur, at grundarlag helst er fyri at lata 6-ára loyvi, ið fevna um lutfalsliga smá øki hvørt sær, við tað at feløgini eyðvitað fara at kappast um loyvi til at troyta serstøk leitimið, sum tey meta seg før fyri at eyðmerkja við støði í verandi kanningatilfari. Loyvi sambært § 5, stk. 1, 1. møguleika í standardloyvinum fara tí hvørt sær ætlandi at fevna um øki á stødd við 1-3 teigar, t.e. einar 200 til 600 ferkilometrar.

Loyvi, sum sambært § 5, stk. 1, 2. møguleika í standardloyvinum verða veitt fyri 9 ár, ið væntandi verða givin á økjum, har kunnleikin og leitihugurin mugu haldast at vera nakað minni, fara helst at fevna um størri øki, upp til einar 5-6 teigar (1000 til 1200 ferkilometrar). Tá ið arbeiðsskráin fyri tey seinnu 6 árini verður avtalað, kann tørvur verða á, at loyvishavarin letur partar av loyvisøkinum frá sær, áðrenn 6-ára skeiðið byrjar ella seinni. Hetta veldst um avtalaðu arbeiðsskránna og tær royndir, ið spyrjast burtur úr kanningavirkseminum so hvørt. Loyvishavarar, ið átaka sær krevjandi leitiskyldur, kunnu rokna við at varðveita størri partar av upprunaliga loyvisøkinum.

Sum meginregla verður arbeiðsskráin fyri tey seinnu 6 árini einans góðkend, um hon í minsta lagi fevnir um eina leitiboring. Fæst semja ikki í lag um arbeiðsskránna, og um hvørji øki loyvishavarin skal lata frá sær, fer loyvið úr gildi, og við tí verður alt loyvisøkið latið myndugleikunum aftur.

4.3. Búskaparlig viðurskifti

Búskaparligu krøvini til loyvishavarar eru beinleiðis fíggjarlig krøv og óbeinleiðis krøv um, at teirra virksemi verður lagt soleiðis til rættis, at tað skapar inntøkur og elvir til økt virksemi í Føroyum.

Beinleiðis fíggjarligu krøvini eru avgjøld og skattir v.m., ofta undir einum nevnd "stjórnarpart-urin", á enskum "Government take". Greitt er frá oljuskattaspurninginum sum heild í kapitli 4.5 í "Fyrireikingar til oljuleiting".

Gjøld, ið loyvishavarin skal lata, verða partvíst grundgivin við, at landið eigur ognarrættin til tilfeingið í undirgrundini, og tískil hevur rætt at tilskila sær part av tí ágóða, ið hetta tilfeingið kann kasta av sær, og partvíst við, at oljufeløg eins og onnur, ið virka í Føroyum, herundir á føroyska landgrunninum, skulu lata skatt í samsvari við inntøku teirra. Talan verður sostatt partvíst um at skatta inntøku av leitingar- og útvinningarvirksemi eins og aðra inntøku, og partvíst at krevja upp avgjøld ella skattir, ið skulu tryggja føroyska samfelagnum part av tí sonevndu "tilfeingisrentuni" av kolvetnisvirkseminum. Tilfeingisrentan er tann inntøkan, sum tann, ið nýtir eitt náttúrutilfeingi, fær út um tað, ið krevst fyri at gjalda teimum framleiðslukreftum, ið medvirka í framleiðsluni, vanliga samsýning, t. d. løn til starvsfólk og vanliga rentu av íløgdum fæ.

4.3.1. Umsóknargjald og víddargjald

Tað hevur frá fyrsta degi verið politikkur landsstýrisins, at umsiting av oljumálum ikki skal kosta føroyska skattgjaldaranum nevnivert av peningi. Forkanningarnar, ið verið hava síðan málsøkið varð yvirtikið í 1992, hava allar verið gjørdar og goldnar av oljuvinnuni sjálvari, og kostnaðurin av at fyrireika og umsita loyvini hevur partvíst verið fíggjaður við loyvisgjøldum.

Tá ið søkt verður um loyvi til oljuleiting, skulu umsøkjararnir lata eitt umsóknargjald, ið er ætlað at vera við til at fíggja kostnaðin hjá føroyskum myndugleikum av at fyrireika útbjóðingina og viðgera umsóknirnar. Umsóknargjaldið er sett til 100.000 kr. fyri hvørja umsókn, ið kann vera frá einum einstøkum felag ella frá einum samtaki av feløgum.

Tá ið ein umsøkjari hevur fingið leitingar- og framleiðsluloyvi til ávísar teigar, skal loyvishavarin ár um ár lata eitt víddargjald, jvb. § 7 í standardloyvinum. Víddargjøldini fyri hvønn ferkilometur av havbotni hækka sum frá líður úr 500 kr. fyri ferkilometurin tey fyrstu 6 árini upp í 39.000 kr. fyri ferkilometurin 16. og møgulig fylgjandi ár. Inntøkan av hesi hækking kann verða heilt ella lutvíst mótvigað av, at feløgini við tíðini lata partar av loyvisøkinum aftur. Hækkandi gjaldið er m.a. ætlað at ávirka feløgini til at lata loyvisøki frá sær, ið tey ikki á fullgóðan hátt vilja ella megna at leita á.

Tá ið framleiðslan kemur í gongd, dettur víddargjaldið burtur fyri øki, har kolvetnisfundir liggja, og onnur gjøld, tengd at framleiðsluni og inntøkunum av henni, koma í staðin.

4.3.2. Framleiðslugjald

Ein hevdvunnin máti hjá tí, sum eigur ein rætt, ið verður latin øðrum, at tryggja sær part í inntøkumøguleikunum hjá tí, ið ger brúk av rættinum, er at krevja ein part av framleiðsluni, ella av framleiðslu- ella søluvirðinum, sum rættindagjald, ella loyvisgjald, sonevnt "royalty", ofta útroknað sum eitt framleiðslugjald.

Í loyvinum verður ásett eitt framleiðslugjald, ið verður roknað sum 2 prosent av virðinum av kolvetnisframleiðsluni, jvb. §§ 8-10 í standardloyvinum. Upphæddin skal roknast av tí virði, framleiðslan hevur, tá ið hon kemur upp á land. Hetta verður mett at vera ein einfaldur og lítið umsitingarkrevjandi háttur at rokna slíkt avgjald.

Ein fyrimunur fyri landskassan við framleiðslugjaldi sammett við skatt er, at hann fær inntøkur beinanvegin, framleiðslan byrjar. Av tí at skattur av bruttovirði ofta hevur lítið samband við, um virksemið kastar nakað av sær, er rættiliga trongt mark fyri, hvussu eitt slíkt amboð eigur at verða brúkt, uttan at tað kann fáa óhepnar avleiðingar. Tískil verður mett, at hetta avgjald ikki eigur at verða sett hægri enn 2 %.

4.3.3. Partafelagsskattur

Við løgtingslóg nr. 26 frá 21. apríl 1999 um skatt av inntøku av kolvetnisvirksemi er heimild fingin til vanliga skattauppkrevjing av virksemi á føroyska landgrunsøkinum. Hetta merkir m.a., at partafeløg, ið vinna inntøku av oljuframleiðslu ella av veitingum í hesum sambandi, koma undir føroyska skatting, herundir partafelagsskattin, sum nú er 27 %.

Føroyski partafelagsskatturin, sum higartil hevur verið 27%, er lágur, samanborin við grannalondini og við heimlondini hjá mongum oljufeløgum. T.d. er partafelagsskatturin í Bretlandi 30 % og í USA 35 %. Vanligt er, at feløgini í heimlondum sínum fáa góðskriving ("credit") fyri partafelagsskatt, ið er goldin í øðrum londum, um so er, at tey kunnu prógva, at talan er um inntøkuskatt í orðsins vanligu merking, tó ikki meir enn svarandi til tann skattin, tey annars skuldu goldið heima. At føroyski skatturin er lægri enn í heimlondunum hjá feløgunum, kann hava við sær, at feløgini, umframt skattin til Føroya, eisini koma at lata skatt av síni føroysku inntøku til síni heimlond. Hesin skattur kundi fallið føroyska landskassanum til, um føroyski skatturin var hægri enn í dag, men lægri enn í heimlondunum hjá feløgunum. Um so var, kom lági føroyski skatturin ikki feløgunum, men heimlondum teirra til góðar.

Myndin av hesum er tó alt annað enn einføld. Summi lond, eitt nú Háland, geva heldur enn góðskriving ("credit") frítøku ("exemption") fyri inntøku úr útlondum. Hjá feløgum úr slíkum londum hevði ein hægri føroyskur partafelagsskattur verið ein verulig byrða. Hjá feløgum heimahoyrandi í USA eru ávísir møguleikar at leggja inntøku úr fleiri útlondum saman og harvið javna út inntøkuna frá londum við ávikavíst høgum og lágum skatti, áðrenn amerikonsku skattamyndugleikarnir verða bidnir um góðskriving. Tí er hugsandi, at lági føroyski skatturin í flest øllum førum kemur feløgunum sjálvum til góðar, og at ein føroyskur partafelagsskattur, ið var hægri enn 27%, sostatt kundi gjørst ein verulig byrða fyri feløgini. Eisini kunnu reglur hesum viðvíkjandi verða avtalaðar í dupultskattaavtalum, t.e. avtalum um, at skattaborgarar, ið vinna inntøku í øðrum landi, sleppa undan dupultari skatting.

Ein grundgeving ímóti at áseta ein partafelagsskatt fyri inntøkur av kolvetnisframleiðslu, ið er hægri enn tann higartil kendi partafelagsskatturin, er, at oljufeløgini, ið hava áhuga fyri leiting undir Føroyum, vita, at føroyski partafelagsskatturin er 27%, og tí kundu uppfatað eina hækking sum eitt vánaligt tekin um vantandi støðufesti í føroysku oljuskattaskipanini.

Nú talan er um at seta føroyska partafelagsskattin uppaftur longur niður, t.d. 20%, kundi verið umhugsað at latið eina slíka lækking umfata inntøkur av kolvetnisframleiðslu. Um so var, hevði verið neyðugt at hækka aðrar tættir í skattaskipanini, t.e. annaðhvørt framleiðslugjaldið (ið sum áður nevnt er eitt óheppið slag av skatti), ella serskattin, ið hevur sínar vansar, t.d. má hann væntast at verða sera óstøðugur. Eisini er partafelagsskatturin tann parturin av skattinum, ið fremmand oljufeløg við vissu kunnu rokna við at fáa góðskrivaðan í heimlondum sínum. Hildið verður skilabest at nýta hetta høvið til at undirstrika, at ætlanin er, at føroyska oljuskattaskipanin skal vera støðug, og at partafelagsskatturin fyri inntøkur av kolvetnisframleiðslu tískil verður fasthildin á sama stigi sum higartil, nevniliga 27%, og at hetta verður ásett í viðkomandi lóggávu.

4.3.4. Serskattur

Við tí lutfalsliga lága føroyska partafelagsskattinum (27%) í huga, verður hildið, at oljufeløg, ið vinna pening av at útvinna tilfeingi úr føroysku undirgrundini, bæði eiga og eru før fyri at lata hægri skatt, um so er, at vinningurin fer upp um tað, ið krevst fyri at renta teirra íløgufæ við eini rentu, ið leggur upp fyri tann váða, tey taka við at brúka pening upp á leiting á føroyskum øki, og seinni at gera íløgur í framleiðsluútbúnað undir føroyskum viðurskiftum.

Ætlanin er tí, at inntøka, ið vunnin verður av at framleiða kolvetni á føroyskum øki, umframt partafelagsskatt, skal skattast við einum serskatti, t.e einum serligum kolvetnisinntøkuskatti. Hesin møguleiki varð umrøddur í viðmerkingunum til uppskotið til løgtingslóg um kolvetnisskatt, sí løgtingsmál nr. 79/1998. Serskatturin verður nærri útgreinaður í uppskoti til løgtingslóg, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at leggja fyri Løgtingið í næstu framtíð.

Í hesum viðfangi kann verða upplýst, at ætlanin er, at serligi kolvetnisinntøkuskatturin skal leggjast afturat vanliga partafelagsskattinum. Talan verður um at skatta tað avkastið hjá viðkomandi felag, ið fer upp um eitt ávíst innanavkast ("internal rate of return", "IRR" ella "ROR").

Tá ið oljufeløg meta um, hvar tey skulu gera íløgur, leggja tey stóran dent á møguleikarnar fyri at fáa eitt innanavkast (oftast roknað eftir, at partafelagsskatturin er goldin), ið svarar til eina rentu, ið er so mikið hægri enn marknaðarrentan fyri lænt fæ, at hon eisini inniheldur eina samsýning fyri tann váða, tey átaka sær. Váðin er partvíst leitingarváðin, t.e. vandin fyri, at leitingin ikki førir við sær, at olja verður funnin í handilsligum nøgdum, partvíst vandin fyri, at ein oljuleið kastar ov lítið av sær, t.d. vegna óvæntað høgar útbyggingarútreiðslur, minni úrtøku úr undirgrundini enn væntað, prísfall á olju o.a.m.

Serskatturin miðar ímóti at skatta inntøkuna av kolvetnisverkætlanum, ið kasta serliga nógv av sær, og sum sostatt kunnu sigast at hava eina serliga høga tilfeingisrentu. Serliga inntøkan skal sostatt gerast upp fyri hvørja oljuleið sær, tað ið ofta verður nevnt "innigirðing" ("ringfencing").

4.3.5. Samandráttur og tilmæli um fíggjarkrøv

Samlaðu skatta- og avgjaldstreytirnar eiga at verða mettar sum ein heild, og javnvág eigur at verða millum øðrumegin rætt samfelagsins til at fáa sum mest av inntøku burtur úr sínum náttúrutilfeingi, og hinumegin tann váða, oljufeløgini átaka sær við at fara undir oljuleiting.

Í summum av teimum oljuøkjum, ið liggja næst við, nevniliga Bretlandi og Írlandi, er skattingin av inntøkum frá nýggjum oljufundum í løtuni sera lagalig, einans partafelagsskattur, sum í Bretlandi er 30 %, og í Írlandi 25 %. Altjóða serfrøðingar í oljubúskapi meta kortini ikki, at oljufeløg rokna við, at skattingin, eitt nú í Bretlandi, verður verandi so lág, um fyritreytirnar broytast, t.d. við at stórir fundir verða gjørdir, ella at oljuprísurin verður verandi høgur.

Tá ið loyvi skal latast til leiting á føroyskum landgrunsøki, er mark sjálvandi fyri, hvussu harðar treytir føroyskir myndugleikar kunnu leggja við í hesum útbjóðingarumfari.

Tað hevur eisini stóran týdning, at tann skattaskipan, ið nú verður ásett fyri oljuinntøkur, verður sett soleiðis saman, at hon verður uppfatað sum støðug. Hon skal kunna tola tær broytingar, ið væntandi kunnu henda við oljuprísinum, eins væl og við íløgu- og framleiðslukostnaðinum. Skattainntøkurnar hjá tí almenna, og harvið skattaútreiðslurnar hjá oljufeløgunum, skulu kunna laga seg eftir hesum viðurskiftum á ein slíkan hátt, at tørvur ikki verður á broytingum í skattaskipanini.

Mett verður, at marknaðurin kann bera eina skipan við teimum trimum sløgunum av avgjøldum og skattum, ið eru umrødd omanfyri: (i) einum lágum framleiðslugjaldi - 2 % av bruttovirðinum, (ii) partafelagsskatti sum higartil - 27 %, og (iii) einum ávísum serskatti av serliga høgum innanavkasti. Ein landskassapartur omanvert við helvtina av vinninginum av eini rímiliga lønandi oljuleið verður hildið hóskandi. Skatturin av seinastu krónuni, marginalskatturin, av hesum trimum skattum tilsamans, roknaður netto, t.e. at framleiðslugjald er loyvdur frádráttur í teimum báðum inntøkuskattunum, og at annar inntøkuskatturin, helst partafelagsskatturin, er loyvdur frádráttur í hinum inntøkuskattinum, serskattinum, eigur neyvan at fara stórvegis upp um 55 %.

Verður landsoljufelag stovnað, ella verður krav sett um optión fyri landið at krevja borna luttøku fyri eitt landsoljufelag, má roknast við munandi broytingum í ætlaðu skattaskipanini. Eitt krav um, at loyvishavararnir bera leitingarútreiðslurnar fyri eitt landsoljufelag, fyri ikki at tala um íløguútreiðslurnar, verður av oljufeløgunum roknað sum ein fíggjarlig eykabyrða, ið kenst serliga tyngjandi, tá ið leitingarváðin verður mettur stórur. Skuldi borin luttøka av landsoljufelagi verið kravd í hesum umfari, slapst neyvan undan at royna at fáa javnvág aftur í skattaskipanina við at lækka hini fíggjarligu krøvini samsvarandi, og helst meira, av tí at nógv privat oljufeløg halda lítið um at fáa álagt samstarv við landsoljufeløg.

Samanumtikið er sera ivasamt, um tað hevði borið til at kravt bæði borið landsoljufelag og serskatt samstundis. Tá ið hugsað verður um, at serskatturin, um væl gongst í hond, kann gerast ein munandi innløgukelda hjá landinum, kann prísurin fyri eitt borið landsoljufelag sostatt gerast rættiliga høgur.

4. Vinnutreytir – føroysk luttøka í virkseminum

Sambært § 10 í lóg um kolvetnisvirksemi skulu treytir til frama fyri føroyskt vinnulív og føroyska arbeiðsmegi vera í loyvum til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. § 11 í lóg um kolvetnisvirksemi ásetir harumframt, at allur flutningur av útgerð og fólki til og frá føroyskum øki skal fara um føroyskan bryggjukant ella flogvøll. Vinnutreytirnar, sum eru gjørdar í tøttum og góðum samstarvi við vinnufeløgini og Vinnumálastýrið, eru nærri ásettar í §§ 11-15 í standardloyvinum. Sum nevnt í viðmerkingunum til § 10 í lóg um kolvetnisvirksemi er við hesum ásetingum miðað eftir, at vinnuligu treytirnar skulu føra til veruligt búskaparligt virksemi í Føroyum. Ein slík vinnumenning samsvarar somuleiðis væl við vinnupolitikkin hjá landsstýrinum, sum orðaskifti var um í Løgtinginum á vári 1999, har hugsjónin er: "Ein sjálvberandi búskapur, ið byggir á fleiri ymiskar vinnur, sum skapa avkast, framburð og vælferð í fríari, altjóða kapping, og sum raðfesta trivnað og umhvørvi ovarlaga".

Vinnuliga menningin, sum fer at taka seg upp í kjalarvørrinum á oljuvirkseminum, verður avmarkað í leitiskeiðnum, men virksemið fer at økjast munandi í einum útbyggingar- og framleiðsluskeiði. Í løtuni er tó ikki gjørligt at meta serliga neyvt um, hvussu gongdin verður, t.e um, nær og hvussu umfatandi eitt útbyggingar- og framleiðsluskeið verður. Endamálið í leitiskeiðnum er tí at betra um kappingarførið í føroyskum vinnulívi fyri at skapa møguleikar fyri, at føroysk virki kunnu koma inn á nýggjar marknaðir og nýggj framleiðsluøki, uttan mun til, hvussu gongdin verður á føroyska landgrunninum.

Niðanfyri verða vinnuligu treytirnar nærri lýstar. Lýsingin er býtt upp í fimm aðalevni, nevniliga virksemi loyvishavarans á landi, føroyskar veitingar, uppbygging av førleika, útbúgving og gransking umframt arbeiðsmøguleikar.

4.4.1. Virksemi loyvishavarans á landi

Sambært § 15 í standardloyvinum skal virksemið hjá loyvishavarunum ganga úr Føroyum í tann mun, tað verður ásett í einari ætlan, sum loyvishavararnir skulu lata landsstýrismanninum til góðkenningar. Krav fer í hesum sambandi at verða sett um, at fyristøðufelagið hevur skrivstovu í Føroyum og at umboð felagsins hevur neyðuga heimild til at umboða loyvishavaran mótvegis myndugleikunum.

Landsstýrismaðurin fer ikki at seta krav um, at útgerðarstøðir skulu liggja á ávísum staði í landinum. Ansast má hinvegin eftir, at óneyðugar íløgur í havnaútbyggingar ikki verða gjørdar.

Afturat kravinum um, at virksemið skal ganga úr Føroyum, er tað samsvarandi § 11 í kolvetnislógini ásett í § 14 í standardloyvinum, at útgerð í sambandi við virksemið skal flytast um føroyskan bryggjukant ella flogvøll.

Hesar ásetingar geva føroyskum fyritøkum góðar møguleikar fyri at koma í samband við oljuvinnuna, og ásetingarnar fara tí frá byrjan at føra til eitt ávíst vinnuligt virksemi. Samstundis sum hetta gevur arbeiðspláss, verður kappingarførið styrkt.

§ 11 varð sett í kolvetnislógina fyri at tryggja, at útgerðarstøðir vórðu lagdar í Føroyum. Løgtingið metti somuleiðis, at ásetingin fór at geva føroyskum fyritøkum møguleika fyri at luttaka í virkseminum frá byrjan, og at hetta fór at geva fyritøkunum møguleika fyri bæði skjótari og lættari at gerast kappingarførar, eisini í altjóða høpi. Endamálið við § 11 í lógini er rættiliga líkt endamálinum við § 10, og § 11 eigur tí at verða mett sum eitt ískoyti til § 10.

Sambært § 11, stk. 2, í lóg um kolvetnisvirksemi kann landsstýrismaðurin í serligum førum gera undantak frá kravinum í § 11, stk. 1. Heimildin til at veita undantaksloyvi er avmarkað og kann bert nýtast í førum, har undantaksloyvi ikki kann metast at ganga ímóti endamálinum við § 11.

Undantaksloyvi kunnu fyri tað fyrsta hugsast at verða veitt í førum, sum liggja heilt uttan fyri endamálið við § 11. Hugsað verður um neyðstøður, har tað verður neyðugt við skjótum flutningi av sjúkum ella meiddum fólki og av útgerð til at ganga ímóti dálking, eldi o.t. Verður undantaksloyvi sýtt í slíkum førum, kann vandi verða fyri mannalívum umframt fyri náttúru- og øðrum virðum.

Støður kunnu eisini taka seg upp, sum gera, at tað fer at hava ein órímiligan meirkostnað við sær fyri loyvishavaran, verður undantaksloyvi ikki veitt, t.d. framleiðslusteðgur, har tað er av avgerandi týdningi, at skjótt verður borið at.

Somuleiðis kann tað gerast neyðugt at veita undantaksloyvi, um talan er um vørur, sum tað má metast høpisleyst at veita um føroyskan bryggjukant. Hugsað verður um stórar sereindir til havstøðir, stóran maskinútbúnað og aðrar stórar lutir, sum vanliga verða fluttir beinleiðis á framleiðsluøkið. Tað sama er galdandi fyri einnýtisveitingar, sum krevja serstakan flutning, herundir serskip. Undantaksloyvi kunnu somuleiðis hugsast veitt, um talan er um vørur, sum ikki kunnu handfarast í Føroyum av tí, at neyðugi útbúnaðurin ikki er tøkur.

Dentur verður lagdur á, at landsstýrismaðurin bert fer at veita undantaksloyvi frá kravinum í § 11, stk. 1, í lóg um kolvetnisvirksemi í serstøkum førum, og at landsstýrismaðurin fer at føra ein vinnupolitik, sum samsvarandi vilja Løgtingsins, gevur føroyskum vinnulívi veruligar møguleikar fyri at luttaka í kolvetnisvirkseminum á føroyskum øki.

4.4.2. Føroyskar veitingar

Til tess í størri mun at tryggja føroyskum fyritøkum luttøku í virkseminum, er tað ásett í § 11 í standardloyvinum, at loyvishavarin skal geva føroyskum fyritøkum veruligar møguleikar fyri, í kapping við aðrar, at fáa høvuðs- og undirverktøkur og fyri at veita vørur og tænastur í sambandi við kolvetnisvirksemi. Hendan skylda liggur á bæði loyvishavaranum og á verktakarum hansara.

Vinnupolitiska endamálið við at tryggja fyritøkum møguleikar fyri at bjóða er, umframt tað búskaparliga, at føroyskar fyritøkur á hendan hátt kunnu fáa royndir og tilvísingar (referansur) umvegis veitingar til og samstarv ella samhandil við altjóða feløg. Hesar tilvísingar kunnu leggja støði undir menning og undir møguleikum fyri at koma inn á nýggjar útflutningsmarknaðir. Við at tryggja føroyskum vinnulívi møguleikar fyri at luttaka í virkseminum og á hendan hátt at tryggja føroyskum virkjum møguleikar fyri at samstarva við altjóða oljuvinnuna, verður ein vinnumenning stuðlað, sum gevur møguleikar fyri, at føroyskt vinnulív kann fara undir nýggjar vinnur, og fyri, at vinnulívið í størri mun fer at arbeiða aðrastaðni enn í Føroyum.

Føroyskar fyritøkur hava drúgvar royndir frá veitingum til sjóvinnuna og førleikin á hesum øki er eitt náttúrligt útgangsstøði fyri veitingum í sambandi við virksemið á føroyska landgrunninum. Kortini fara dømi at verða um, at føroyskar fyritøkur ikki hava møguleika fyri at kappast, eitt nú orsakað av støddini av einstøku veitingunum ella orsakað av, at føroysku fyritøkurnar ikki lúka eitt formligt krav um tilvísingar frá frálandavirksemi.

Landsstýrismaðurin fer út frá hesum at gera mannagongdir fyri, hvussu loyvishavarar skulu kunna vinnulívið um virksemi, sum ætlanin er at fara undir, og hvussu biðjast skal um tilboð og greiðast frá sáttmálaviðurskiftum. Loyvishavarar fara sambært hesum mannagongdum at hava skyldu til at kunna um ætlaða virksemið í góðari tíð fyri at tryggja fyritøkunum neyðugt skotbrá til at lata tilboð inn, leggja framleiðsluna til rættis, gera møguligar tillagingar av framleiðslugongdunum og finna samstarvspartar. Harumframt fer tað at verða nágreiniliga ásett í mannagongdini, at veitingar skulu sundurlutast fyri at tryggja, at føroyskir veitarar í størst møguligan mun fáa høvi at bjóða uppá veitingar, sum eru av einari hóskandi stødd. Somuleiðis fer krav at verða sett um, at førleikin hjá føroyskum virkjum verður mettur út frá einari heildarmeting, og at vantandi tilvísingar frá frálandavinnu ikki í sær sjálvum verður nøktandi grundarlag fyri at útihýsa tí einstaka føroyska veitaranum.

Kravið um at tryggja føroyskum fyritøkum luttøku í virkseminum fer at verða knýtt til eitt krav um, at loyvishavarin og hansara veitarar skulu kunna seg um teir møguleikar, sum føroyskt vinnulív hevur fyri at veita vørur og tænastur. Tað verður sostatt ein fortreyt fyri møguleikunum hjá føroyskum virkjum fyri at veita vørur og tænastur, at útlendsku feløgini uttan stórvegis trupulleikar kunnu fáa innlit í, hvørjar veitingar og hvørjir útvegarar kunnu koma upp á tal í føroyskum høpi. Vinnan arbeiðir við hesum spurningi og fer at stovna ein dátugrunn fyri útvegarar, sum á ein greiðan hátt fer at kunna um føroyskar vørur og tænastur, umframt um førleikan hjá teimum útvegarum, sum verða skrásettir. Ein slíkur dátugrunnur fer at hava við sær, at kravið um at geva føroyskum fyritøkum veruligar møguleikar fyri at veita vørur og tænastur, lættari kann lúkast av oljufeløgunum og útvegarum teirra.

Dátugrunnar av hesum slagi verða m.a. nýttir í sambandi við útbjóðingar sambært innkeypsdirektivinum hjá ES, og tað at nýta ein slíkan dátugrunn kann tí gera sítt til, at føroyskt vinnulív kann venja seg við at arbeiða í altjóða høpi, tí dátugrunnurin kann gerast ein lopfjøl hjá føroyskum útvegarum til at verða skrásettir aðrastaðni. Við hesum sprettast møguleikar fyri at gera seg galdandi á nýggjum marknaðum.

Í teimum frágreiðingum, sum loyvishavarar fáa skyldu til at lata inn í sambandi við sáttmálaviðurskifti, skulu m.a. vera ávísingar um, hvussu nógvir føroyskir útvegarar hava fingið møguleika fyri at bjóða, hvussu nógvar avtalur føroyskar fyritøkur hava fingið, umframt ávíkavist innflutningsinnihaldið og føroysku virðisøkingina í einstøku veitingini.

Í umsitingini av vinnuligu treytunum verður dentur lagdur á menningina av føroyska vinnulívinum, men tað verður hinvegin eisini neyðugt at hava fyrilit fyri teimum trupulleikum, sum loyvishavararnir kunnu hava av hesum ásetingum.

4.4.3. Uppbygging av førleika

Umframt at fáa møguleika fyri at bjóða upp á dagligu veitingarnar, verður tað hildið skilagott, um oljuvirksemið førir til ein miðvísan førleikaflutning millum útlendsku luttakararnar og føroyskt vinnulív. Hetta samsvarar væl við almenna vinnupolitikkin hjá landsstýrinum og er fevnt av § 12 í standardloyvinum.

Ætlanin við § 12 er at veita føroyskum fyritøkum, sum ynskja eina miðvísa strategiska menning, møguleikar fyri at uppbyggja førleika og tøknifrøðiligan serkunnleika ígjøgnum samstarv við útlendskar fyritøkur. Loyvishavarin hevur skyldu til at arbeiða fyri og birta uppundir, at slíkar avtalur verða gjørdar. Samstarvshátturin kann vera ymiskur, t.d. kann talan verða um sonevnd "joint ventures", "supply-chain"-avtalur, umframt tíðaravmarkað samstarv. Tað verður eitt krav, at føroyska fyritøkan er við í ítøkiligum veitingum í ein slíkan mun, at fyritøkan fær møguleika fyri at uppbyggja ein tilvísingarlista, sum er ein týðandi fortreyt hjá fyritøkum fyri at koma inn á nýggjar marknaðir.

Samstarvið sambært § 12 kann vera ímillum føroysku fyritøkuna og loyvishavaran, men kann eins væl hugsast at verða við systurfeløg, undirveitarar ella samstarvspartar hjá loyvishavarum. Uppgávurnar, sum samstarvað verður um, skulu ikki neyðturviliga hava samband við oljuvirksemi á føroyska landgrunninum, men kunnu eins væl vera rættaðar móti oljuvinnu í útlondum.

Endamálið við skipanini er, at føroysku fyritøkurnar, sum taka lut í slíkum samstarvi, skulu fáa ein nýggjan ella víðkaðan førleika, bæði tá tað snýr seg um vitan, tøkni og leiðslu, fyri á tann hátt at betra og víðka um virkisgrundarlagið og altjóða kappingarførið.

Skal skipanin virka, er umráðandi, at loyvishavararnir fáa innlit í, hvørjar føroyskar fyritøkur hava neyðugu møguleikarnar fyri, at eitt samstarv eftir § 12 í standardloyvinum kann hava ætlaðu menningina við sær. Fyritøkur, sum ynskja at fáa gagn av skipanini, eiga tí at gera eina skrivliga frágreiðing, har endamálið hjá fyritøkuni við at luttaka í skipanini, verður nærri lýst.

Landsstýrismaðurin fer at krevja, at loyvishavararnir javnan greiða frá, hvussu skipanin virkar. Loyvishavarin skal í hesum sambandi kunna um, hvørjar samstarvsavtalur loyvishavarin hevur ætlanir um at gera ella hevur gjørt, og hvørji úrslit eru komin burturúr. Í hesum sambandi kunnu tey mál, sum fyritøkurnar frammanundan hava sett sær, nýtast sum støði undir einari eftirmeting av úrslitunum.

4.4.4. Útbúgving og gransking

Uppbygging av førleika gjøgnum útbúgving ella granskingar- og menningarvirksemi er eitt lyklaorð í altjóða kappingini og hevur tí stóran vinnupolitiskan áhuga. Á hesum øki hava oljufeløgini longu í forkanningarskeiðinum víst samstarvsvilja. Her verður hugsað um fíggjarligan stuðul í sambandi við útbúgving av einstaklingum og um granskingarverkætlanir sum t.d. GEM-samstarvið. Tað er náttúrligt at arbeiða víðari við hesum møguleika fyri at hækka førleikastigið í almennu umsitingini og í vinnulívinum. Tær ásetingar í standardloyvinum, sum hava týdning í hesum sambandi, eru § 13, stk. 1 og 2.

Tað eru serstakliga tær fyritøkur, sum fáa í lag samstarv sambært § 12 og tí fara undir eina strategiska menning, sum kunnu hava tørv á ástøðiligari eins væl og verkligari framhaldsútbúgving av sínum starvsfólki og luttøku í granskingar- og menningarvirksemi. Aðrir veitarar, sum orsakað av virkseminum á føroyska landgrunninum skulu taka av nýggjum avbjóðingum og møguleikum, hava eisini tørv á útbúgving av sínum starvsfólki, í fyrsta umfari serliga innan fyri trygd, men í vaksandi mun eisini á øðrum økjum.

Gransking og menning innan tað almenna eins og tað privata verða í dag mett sum fortreytir fyri vinnumenning. Tí kann tað, at føroyskir granskingarstovnar og føroyskar fyritøkur fáa møguleika fyri at vera við í verkætlanum, sum loyvishavarin fremur, fáa týdning fyri vinnuligu menningina í Føroyum.

4.4.5. Arbeiðsmøguleikar

Virksemið og útgerðarvirksemið hjá loyvishavarum skal ganga úr Føroyum, og tí fara nýggj arbeiðspláss at verða stovnað. Harumframt fara vinnuligu treytirnar í loyvunum at økja um virksemið hjá føroyskum veitarum, og sostatt verður talan um øktar arbeiðsmøguleikar.

Samsvarandi kravinum í § 10 í lóg um kolvetnisvirksemi er í § 13, stk. 1, í standardloyvinum ásett, at loyvishavarin skal átaka sær at geva føroyingum arbeiðsmøguleikar í sambandi við virksemið á føroyska landgrunninum.

4.5. Landsoljufelag

Farið verður undir oljuvinnu m.a. fyri at fáa inntøkur til landskassan, fyri at fjøltátta okkara vinnulív og fyri at skapa virksemi í Føroyum. Til tess at náa hesum málum kunnu nógv ymisk amboð nýtast. Amboðini eru m.a. fíggjarligu krøvini og vinnuligu treytirnar, sí brotini 4.3 og 4.4 frammanfyri. Samstundis eru greinar í lógini um kolvetnisvirksemi og í standardloyvinum, sum áseta rætt myndugleikanna til innlit í virksemið hjá loyvishavarunum. Eitt annað amboð kann vera eitt alment oljufelag (landsoljufelag).

Spurningurin um eitt landsoljufelag er neyvt lýstur á bls. 205 – 228 í frágreiðingini "Fyrireikingar til oljuleiting" og í álitinum "Skipan av føroyskum landsoljufelag", ið ein arbeiðsbólkur handaði landsstýrismanninum í oljumálum í oktober 1999. "Skipan av føroyskum landsoljufelag" snýr seg serliga um, hvussu eitt føroyskt landsoljufelag eigur at verða skipað við atliti at ognarviðurskiftum, stýring, handilsligum og samfelagsligum stevnumiðum v.m. Verður gjørt av at stovna eitt landsoljufelag, er í álitinum eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu hetta kann verða skipað, t.d. stovningarlóg, viðtøkur v.m.

Sum nevnt í broti 3.3 frammanfyri, verður alheims kappingin hildin at vera soleiðis, at tað neyvan er skilagott at stovna eitt landsoljufelag, sum útlendsku oljufeløgini skulu bera ígjøgnum leitiskeiðið. Kappingarstøðan hjá Føroyum sum leitiøki í 1999 kann illa sammetast við støðuna hjá Norðsjóvarlondunum í seksti- og sjeytiárunum. Stórir partar av heiminum vóru um tað mundið ikki atkomuligir hjá altjóða oljufeløgum, t.d. Sovjettsamveldið, partar av arabisku londunum, Suðuramerika, partar av Asia o.s.fr. Grundað á m.a. avmarkaðu møguleikarnar, ið stóðu altjóða oljufeløgunum í boði, kundu vertslondini seta teimum rættiliga hørð krøv um borna almenna luttøku. Víst verður somuleiðis til brot 4.3.5 frammanfyri, har landsoljufelag verður umrøtt saman við øðrum fíggjarligum krøvum. Eisini aðrar orsøkir eru til at hugsa seg væl um, áðrenn støða verður tikin til at seta á stovn eitt alment oljufelag.

4.5.1. Ráðgeving uttanífrá

Altjóða ráðgevarafyritøka, ið hevur arbeitt fyri Oljumálastýrið í sambandi við útbjóðingarlógina, hevur eisini hugt at møguleikanum fyri at stovna eitt landsoljufelag. Fyritøkan ásannar, at stjórnir í nøkrum av okkara grannalondum halda ella hava hildið tað verið neyðugt við einum almennum felag, m.a. fyri at fáa størri eftirlitsmøguleikar við oljuvinnuni, betri innlit í virksemið hjá loyvishavarunum, størri part av inntøkunum o.s.fr. Í løtuni tykist gongdin kortini at vera tann, at almennu feløgini verða privatiserað heilt ella lutvíst, m.a. Noreg umhugsar nú framtíðarstøðuna hjá Statoil.

Ráðgevarafyritøkan staðfestir, at nógvar av grundgevingunum fyri einum almennum felag ikki vísa seg at halda í longdini, m.a. tí at eftirlitið og atgongd til upplýsingar um uppstreymsvirksemið eigur at verða tryggjað gjøgnum lóggávuna, sum skal seta hóskandi karmar fyri virkseminum hjá oljufeløgunum. Inntøkurnar eigur tað almenna at taka ein hóskandi part av gjøgnum skattaskipanina. Serligt fyri Føroyar verður mett, at við jarðfrøðiligu óvissuni, ið framvegis er knýtt at føroyska økinum, er tað ógvuliga ivasamt, um eitt alment oljufelag kann gerast nóg sterkt.

Sambært ráðgevarafyritøkuni verður eitt landsoljufelag ikki væl móttikið av oljuvinnuni, m.a. tí at

Sum heild heldur ráðgevarafyritøkan, at føroyskir myndugleikar kunnu røkka øllum málunum, sum eitt landsoljufelag vanliga hevur, við at nýta amboðini, sum liggja í kolvetnislógini og kolvetnisskattalógini, sí annars 4.5.2 niðanfyri. Annar altjóða viðurkendur ráðgevi, ið Oljumálastýrið hevur søkt sær ráð hjá, metir, at verður borið landsoljufelag partur av loyvistreytunum, má síggjast burtur frá serskatti.

4.5.2. Uppgávur hjá landsoljufelagnum

Eitt landsoljufelag kann hava ymisk mál. Hesi málini kunnu vera:

Vísandi til, at tað ikki verður hildið ráðiligt at krevja borna almenna luttøku í loyvunum, sum verða tillutaði í sambandi við 1. útbjóðingarumfar, verður niðanfyri gjøgnumgingið, hvussu nevndu mál kunnu røkkast á annan hátt enn við landsoljufelagi.

Málini um at byggja upp yrkisførleika í føroyskum fyritøkum og at føroyskar fyritøkur skulu sleppa framat at veita vørur og tænastur eru tryggjað við, at kravt verður av loyvishavarum (§§ 11-15 í standardloyvinum og brot 4.4 frammanfyri), at teir skulu geva føroyskum fyritøkum veruligar møguleikar at veita vørur og tænastur umframt at menna seg innan vitan, tøkni og leiðslu. Hesar treytir eru tilevnaðar saman við føroysku vinnuni fyri at tryggja, at m.a. vinnan, ið skal hava gagn av førda vinnupolitikkinum, metir treytirnar nøktandi.

Landsoljufelag sum eyka ella øðrvísi skattleggingaramboð er ikki neyðugt, tí fíggjarligu treytirnar eru tilevnaðar soleiðis, at tær tryggja føroyska samfelagnum so stóran part av fíggjarliga vinninginum, sum hildið verður møguligt. Sum nevnt í broti 4.3 verður hildið, at um eitt borið landsoljufelag ella optión verður partur av loyvistreytunum, má slakast í fíggjarligu krøvunum – møguliga so nógv, at serskattur heilt má sleppast.

Ávirkan á avgerðartilgongdina kunnu myndugleikarnir fáa við stýring gjøgnum lóggávu, herundir serliga at loyvishavararnir mugu fáa góðkenning frá oljumyndugleikunum, áðrenn farið verður undir virksemi av ymiskum slagi, t.d. borigóðkenning sambært § 15, stk. 1, í lógini um kolvetnisvirksemi. Somuleiðis kunnu myndugleikarnir vera við á fundum hjá samstarvsnevndum hjá teimum einstøku samtøkunum (Operating Committees). Harafturat er tað ivasamt, hvussu stóra ávirkan eitt føroyskt landsoljufelag kann hava á hini oljufeløgini. Roknast má við, at eigaraparturin hjá landsoljufelagnum undir øllum umstøðum verður lítil í einstaka loyvinum, og harafturat verður felagið – um tað verður borið – ikki rindandi partur av samtakinum. Hetta avmarkar í sjálvum sær ávirkanina, ið felagið kann vænta at fáa. Tey fyrstu nógvu árini kann heldur ikki væntast, at landsoljufelagið hevur ein førleika, ið kann geva tí serliga ávirkan í samtakinum.

Innlit í virksemið hava myndugleikarnir tryggjað sær við lóggávuni, m.a. kann landsstýrismaðurin í oljumálum áseta kunngerð, ið áleggur loyvishavarunum skyldu at upplýsa um flestu tættir av virkseminum, t.d. um fíggjarlig og jarðfrøðilig viðurskifti. Í standardloyvinum eru margfaldar ásetingar, sum krevja, at loyvishavarin letur upplýsingar um ymisk viðurskifti, t.d. um hvussu føroyskt vinnulív verður tikið við í virksemið undir loyvinum. Innlit kann eisini fáast við at taka lut á fundum í samstarvsnevndunum.

Til tess at røkka langsiktaðum samfelagsmálum kann vera gagnligt við einum landsoljufelag. Hugsa vit okkum, at myndugleikarnir ynskja oljuvinnu við Føroyar, men at handilsligur áhugi ikki er fyri hesum, kundi landsoljufelagið verið við til at stimbra áhugan hjá altjóða oljufeløgunum fyri føroyska økinum. Í summum londum hava almenn oljufeløg verið nýtt til at marknaðarføra viðkomandi land sum leitiøki, t.d. Nunaoil í Grønlandi. Higartil hevur føroyski politikkurin verið, at tað er handilsligi áhugin hjá altjóða oljufeløgunum, ið skal vera grundarlagið undir oljuvinnu á føroyska landgrunninum. Almennur peningur er ikki brúktur í sambandi við forkanningarnar. Føroyar liggja tætt upp at kendum oljuleiðum, og í løtuni verður hildið, at handilsligi áhugin hjá altjóða oljuídnaðinum – um treytirnar eru kappingarførar við aðrar møguleikar, ið standa feløgunum í boði – er nóg stórur til at fáa gongd á veruliga oljuleiting á føroyska landgrunninum.

Veitingartrygd, t.e. skipanir ið tryggja innlendskar oljuveitingar, kann uttan iva útvegast á fleiri mátar, t.d. eru Føroyar við í neyðveitingarskipanini hjá IEA (International Energy Agency) undir donskum veingjabreiði. Annar máti at tryggja veitingarnar er, soleiðis sum gjørt er í § 8, stk. 4, í standardloyvinum, at hava møguleika fyri at krevja framleiðslugjaldið goldið við kolvetnum.

Niðurstøðan er sostatt, at flest øll av nevndu samfelagsmálunum kunnu røkkast við amboðum, sum myndugleikarnir longu hava í lógini um kolvetnisvirksemi og kolvetnisskattalógini ella sum myndugleikarnir fáa við treytunum, ið settar verða í leiti- og framleiðsluloyvunum.

4.5.3. Kostnaður

Spurningurin um kostnaðin av einum landsoljufelag hevur eisini týdning.

Fyrsti kostnaðurin fyri føroyska samfelagið verður helst, at slakast má í øðrum treytum, ið tað sambært hesum uppskoti verður mett skilagott at seta. Tað mest sannlíka er, at verður eitt landsoljufelag við í leiting í hesum umfari, má tað berast. Hvørt kostnaðurin av beringini verður afturgoldin feløgunum ella ei, um rakt verður við kolvetni at framleiða, ger ikki stórvegis mun, tá tey skulu taka avgerð um at søkja um loyvi. Sum heild rokna oljufeløgini berikostnaðin sum eina útreiðslu, og vænta tey tí onkursvegna at sleppa lættari í øðrum treytum.

Sum dømi um kostnaðin, ið talan kann verða um, kann støði takast í einum leitikostnaði fyri hvørt loyvi uppá t.d. 300 mió. kr. Skal landsoljufelagið hava ein part uppá t.d. 5%, svarar tað til 15 mió. kr. í berikostnaði fyri hvørt loyvi. Verða t.d. 10 loyvi givin, er talan um 150 mió. kr.

Umframt leitikostnaðin skal felagið eisini útvega pening til útbygging, um rakt verður við kolvetni at framleiða. Her er talan um stórar upphæddir. Ikki er óhugsandi, at ein leiðútbygging kostar einar 10 mia. kr. Eigur felagið ein part uppá 5%, skal tað útvega 500 mió. kr. til hvørja leið. Dømi eru um almenn oljufeløg, ið ikki hava kunnað útvegað neyðugu upphæddirnar, og sum tí hava seinkað útbyggingum av oljuleiðum.

Ein annar kostnaður er so at reka felagið. Hvussu stórur hesin kostnaður er, veldst m.a. um, hvussu nógvum starvsfólki felagið hevur tørv á, og eisini nær tað verður stovnað. Verður tað stovnað beinanvegin, fer tað at rinda rakstrarkostnað eisini í leitiskeiðnum. Verður tað hinvegin ikki stovnað, fyrr enn rakt er við kolvetni at framleiða, kann tað spara rakstrarútreiðslur hesi árini.

Skal felagið hava møguleika at gera seg galdandi, má tað hava neyðuga førleikan. Tað er rættiliga trupult at siga, hvussu stórt starvsfólkatalið skal verða, men roknast kann við, at árligu lønarútreiðslurnar verða nakrar milliónir krónur. Harafturat kemur kostnaður til høli, útgerð og – ikki minst – keyp og tulking av seismiskum upplýsingum.

4.6. Privatu føroysku oljufeløgini

Í frágreiðingini "Fyrireikingar til oljuleiting" verður tað ikki hildið sannlíkt, at privatur føroyskur kapitalur kann seta á stovn eitt oljufelag, ið kann roknast at fáa neyðugu styrkina til at røkja nøkur av samfelagsáhugamálunum við oljuvinnu.

Tvey privat føroysk oljufeløg eru stovnað.

Umráðandi er, at privatu føroysku oljufeløgini verða viðgjørd eins og onnur oljufeløg, t.e. at samtøkini, har føroysku feløgini eru partar, mugu lata inn umsóknir, sum eru kappingarførar samanborið við umsóknirnar hjá øðrum feløgum/samtøkum.

Tað hevði skapt ógvuliga óhepnar avleiðingar fyri føroyska samfelagið, um altjóða oljufeløgini – serliga tey, ið ikki eru í samtøkum við føroyskum feløgum – fingu ta fatan, at samtøkini við privatum føroyskum oljufeløgum fingu fyrimunir, bara tí at føroysk feløg eru í samtakinum. Tað kundi í ringasta føri havt ta avleiðing, at einstøk feløg ikki hildu tað vera vert at taka lut í útbjóðingini.

4.7 Aðrar almennar loyvistreytir

Í § 17 í standardloyvinum er ásett, at oljumyndugleikin hevur rætt at taka lut á fundum í samstarvsnevndum hjá loyvishavarum. §§ 18 og 19 eru um skylduna, ið loyvishavarin hevur at veita starvsfólki hjá eftirlitsmyndugleikanum hjálp í kanningarvirksemi teirra og um tær upplýsingar, sum loyvishavarin hevur skyldu at lata myndugleikunum sambært reglum, ið verða nærri ásettar við kunngerð.

Í §§ 20 og 21 eru ásetingar um tagnarskyldu, trúnaðarskeið v.m.

Í § 24 verður staðfest, at samloyvishavarar ábyrgjast í felag fyri endurgjald og skaðabøtur til fiskimenn, sum skulu gjaldast sambært kapittul 7 í løgtingslógini um kolvetnisvirksemi. Kravt verður, at loyvishavarar veita vissu fyri, at teir megna at bøta fyri sær, koma teir undir endurgjaldsskyldu.

Sambært § 26 kann loyvi ikki avhendast uttan góðkenning frá landsstýrismanninum.  

5. Trygd, arbeiðsumhvørvi, umhvørvi og tilbúgving v.m.

Sambært § 14 í kolvetnislógini skal "leitingar- og framleiðsluvirksemið vera forsvarligt og skyn-samiligt". Kravið um forsvarligt virksemi vendir sær til loyvishavarar eins og til myndugleikar. Loyvishavarar bera ábyrgd av, at virksemið verður lagt til rættis og útint trygdarliga forsvarligt, meðan myndugleikar skulu ansa eftir, at meginreglan verður fylgd.

Í kapittul 5 í lógini um kolvetnisvirksemi er heimild at áseta nærri reglur um trygd, arbeiðsumhvørvi, umhvørvi og tilbúgving v.m., og verður hetta gjørt, áðrenn kolvetnisvirksemið fer í gongd. Í sambandi við útbjóðingina verða umsøkjarar tó bidnir um at lata myndugleikunum upplýsingar um ávís trygdarviðurskifti v.m.

Tá umsøkjarar lata inn umsóknir um loyvi, verða teir bidnir um at lýsa krøv, ið teir sjálvir seta til trygd, arbeiðsumhvørvi, umhvørvi og tilbúgving v.m. Hesi krøv skulu spegla viðurskiftini á tí havøkinum, umsóknin fevnir um.

Umsóknin skal harumframt lýsa førleikan hjá umsøkjaranum at virka á tí havøki, umsóknin fevnir um, uttan mun til um talan verður um boringar á grunnum ella djúpum vatni. Lýsingin skal við atliti at trygd, arbeiðsumhvørvi, umhvørvi og tilbúgving v.m. í minsta lagi umrøða hesi viðurskifti: (i) leiðreglur umsøkjarans í sambandi við boringar, (ii) serstakar avbjóðingar, ið umsøkjarin leggur dent á í sambandi við boringar á djúpum vatni, (iii) stýringsamboðini, ið umsøkjarin nýtir til at handfara vandar í sambandi við boringar og (iv) krøv umsøkjarans um hvussu starvsfólk verða tikin upp á ráð og lærd upp.

Í samband við leitiboringar skulu fyristøðufeløg hava eina bjargingartyrlu í tilbúgving í Føroyum, umframt at hóskandi tilbúgvingaramboð til oljuvernd skulu vera til at taka á einari støð í Føroyum.

6. Avleiðingar fyri fiskivinnu, umhvørvi v.m.

Sambært § 7, stk. 2, 2. pkt. í lógini um kolvetnisvirksemi skulu viðmerkingarnar til útbjóðingarlógina meta um avleiðingarnar, ið komandi kolvetnisvirksemið kann hava fyri sigling, fiskiskap og aðrar vinnur, umframt náttúru-, umhvørvis- og onnur samfelagsáhugamál. Somuleiðis skal metast um, hvat íkast virksemið fer at geva búskapi og arbeiðsvinnu.

Í brotunum 6.1 til 6.7 niðanfyri verður mett um avleiðingarnar, ið kolvetnisvirksemið kann hava fyri nevndu áhugamál.

Metingarnar í brotunum 6.1 til 6.5 eru gjørdar av einum arbeiðsbólki, ið landsstýrismaðurin í oljumálum setti við umboðum úr Fiskimálastýrinum, Fiskirannsóknarstovuni, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni umframt Oljumálastýrinum. Oljumálastýrið bjóðaði fiskivinnu- og øðrum áhugafeløgum til kunnandi fund 29. september 1999, har gjørdu metingarnar vórðu lagdar fram. Ongar atfinningar vóru til niðurstøðurnar.

Hóast lógin um kolvetnisvirksemið ásetir, at viðmerkingarnar skulu meta um "avleiðingarnar" frá kolvetnisvirkseminum, hevur arbeiðsbólkurin sum heild lagt seg eftir at lýsa møguligar negativar avleiðingar heldur enn møguligar positivar avleiðingar.

Støðið undir metingunum er fyrst og fremst útboðsøkið, sí fylgiskjal A. Metingarnar eru grundaðar á eitt miðal virksemi í leitingarskeiðinum. Her verður m.a. hugsað um vavið í arbeiðsskráunum, áramálið fyri leitingarskeiðið o.s.fr. Harumframt taka metingarnar støði í vitanini, sum myndugleikar og stovnar hava um vinnu- og umhvørvisviðurskifti. Sum dømi kunnu nevnast upplýsingar úr veiðidagbókum um slag av fiskiskapi á teimum ymisku havleiðunum.

6.1. Avleiðingar fyri sigling

Leitingarvirksemið á føroyska landgrunninum kann ávirka sigling hjá fiskiførum o.ø. á tvinnar hættir:

  1. Havstøðir leggja hald á eitt ávíst havøki og kunnu á tann hátt vera ein forðing fyri sigling í føroyskum sjógvi. Sambært § 28, stk. 1, í lógini um kolvetnisvirksemi skulu havstøðir hava eitt ávíst trygdarøki. Víddin á trygdarøkinum verður ásett sambært altjóða reglum, og vanliga víddin er 500 m kring havstøðina.
  2. Leitingarvirksemið á landgrunninum økir um skipaferðsluna í føroyskum sjógvi og kann á tann hátt ávirka sigling og umstøðurnar hjá fiskiflotanum.

Í hvønn mun havstøðir fara at darva sigling, og um skipaferðslan verður munandi økt, veldst um hvussu umfatandi leitingarvirksemið verður, hvussu nógvar havstøðir verða osfr.

Tað verða helst fáar havstøðir á føroyskum landgrunsøki í leitingarskeiðinum, og tørvurin á sjóvegis flutningi til og frá havstøðum verður væntandi lítil. Niðurstøðan er, at leitingarvirksemið og tann sigling, ið stendst av hesum, ikki er mett at verða nøkur álvarslig forðing fyri sigling.

6.2. Avleiðingar fyri fiskiskap

Viðvíkjandi fiskiskapinum er spurningurin í fyrstu atløgu, hvar farið verður at leita eftir olju, um og hvør fiskiskapur er á leiðunum, hvussu nógvar havstøðir talan verður um, og hvussu stór øki havstøðirnar leggja hald á.

Ein havstøð leggur vanliga hald á eitt øki, sum er 500 m í allar ættir kring havstøðina, jvb. brot 6.1. Fiskiskapur er ikki loyvdur innanfyri hetta økið. Verður talan um havstøðir, sum verða hildnar uppá pláss við akkerum, kann akkersøkið vera størri enn trygdarøkið. Tað veldst um dýpið á leiðini. Vanliga verður roknað við, at frástøðan frá havstøðini til akkerini svarar til 4-5 ferðir dýpið. Tá metast skal um, hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri fiskiskap, er neyðugt at skilja ímillum ymisk sløg av fiskiskapi og reiðskapi. Avleiðingarnar eru ymiskar, alt eftir um talan er um fiskiskap við botntroli, flótitroli, nót, línu ella gørnum og um roynt verður eftir botnfiski ella uppsjóvarfiski.

Royndin eftir botnfiski fer mest fram á økjum, sum eru grynri enn 500 m. Avleiðingarnar fyri slíkan fiskiskap eru tí lítlar ella ongar, um kolvetnisvirksemið fer fram á størri dýpum enn hetta. Meginparturin av tí útbjóðaða økinum liggur á meiri enn 500 m dýpi.

Trolarar, sum royna við botntroli, verða mest ávirkaðir, tá leitingarvirksemið gongur út frá einari havstøð. Orsøkin er 500 m trygdarøkið, sum minkar um møguligu fiskileiðina. Avleiðingarnar kunnu tá verða ymiskar alt eftir, um talan er um troløki, ið liggur í eini helling, ella um troløki, ið liggur á slættari botni við smáum broytingum í dýpinum. Orsøkin er, at møguleikarnir fyri at tóva uttan um og rundan um eina havstøð eru betri á leiðum við sløttum botni enn í einari helling, har dýpið broytist skjótt.

Árinini á fiskiskap við línu og gørnum eru sum heild minni enn árinini á fiskiskap við botntroli. Tað veldst tó um, hvør fiskiskapur er á leitingarleiðunum, og í hvønn mun aðrar fiskileiðir kunnu bøta fyri møguligar skerdar ella mistar fiskileiðir.

Nógv tey flestu fiskiførini í Føroyum verða nýtt til útróður við snellu ella línu. Talan er í flestu førum um smá før, ið royna nær landi. Komandi leitingarvirksemið fær ikki stórvegis avleiðingar fyri útróðurin.

Fiskiskapur eftir uppsjóvarfiski fer í høvuðsheitum fram við nót (sild og makrelur) ella flótitroli (svartkjaftur). Hvar og nær fiskiskapurin fer fram er treytað av, hvussu fiskurin ferðast, og hvar hann stendur. Hetta kann verða ymiskt frá einum ári til næsta. Kanningar aðrastaðni hava víst, at kolvetnisvirksemi neyvan ávirkar ferðingarmynstrið. Harnæst hava havstøðir sjáldan týdning fyri, hvar fiskað verður eftir uppsjóvarfiski. Mett verður tí ikki, at havstøðir fara at darva fiskiskapinum eftir uppsjóvarfiski munandi.

Tá tað snýr seg um seismiskt virksemi hava kanningar aðrastaðni víst, at hetta kann styggja fiskin. Roknast má við, at soleiðis er tað eisini undir Føroyum. Fráboðanarskipanin, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur rikið síðani 1998, hevur virkað væl. Sum er, er seismiskt virksemi bert loyvt í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til 1. november. Neyðugt kann verða við neyvari tíðaravmarking fyri seismiskt virksemi á ávísum leiðum, t.d. á leiðunum suður av Munkagrunninum um tað mundið, tá svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv, t.e. í mai mánaða.

Niðurstøðan viðvíkjandi avleiðingunum fyri fiskiskapin er, at hóast leiting eftir kolvetnum eystan- og sunnanfyri kann ávirka møguleikarnar at troyta leiðirnar, so fer leitingarvirksemið ikki at verða fiskiskapinum til álvarsligan ampa. Hetta kemst fyrst og fremst av, at stórsti parturin av útbjóðaða økinum liggur á meiri enn 500 metra dýpi, meðan størsti parturin av fiskiflotanum roynir á grynri leiðum. Havstøðirnar verða væntandi fáar í tali, og havøkið, tær leggja hald á, verður samsvarandi lítið. Vert er eisini at hava í huga, at fyribils er talan um avmarkað tíðarskeið, tí vanliga varir ein leitiboring einar 50-80 dagar. Talan verður ikki um munandi skerdar veiðumøguleikar hjá fiskiflotanum.

Roynt verður at leggja viðurskiftini soleiðis til rættis, at ávirkanin á fiskivinnuna verður so lítil sum gjørligt. Í tí sambandi er tað av alstórum týdningi, at tær reglur og fyriskipanir, ið skulu regulera viðurskiftini ímillum fiskivinnu og oljuvinnu, verða gjørdar við atliti at áhugamálunum hjá báðum pørtum. Kjarnin í hesum er samskifti millum partarnar. Áhugamálini hjá fiskivinnuni eiga at verða havd í huga, so hvørt farið verður undir ítøkiligar ætlanir um leiting. Landsstýrismaðurin í oljumálum ætlar sum frá líður at seta eitt samstarvsráð við umboðum fyri fiski- og oljuvinnuna, men í fyrstu atløgu er avtalað við fiskivinnufeløgini, at landsstýrismaðurin komandi ár, tá leitingarloyvini eru latin, tekur stig til ein kunnandi fund. Tá loyvini eru latin, verður møguligt at upplýsa, hvørjir teigar eru tillutaðir, hvørjar arbeiðsskyldurnar hjá oljufeløgunum eru (boringar og seismiskt virksemi), nær tað eftir ætlan veður borað á hvørjari leið o.s.fr.

6.3. Avleiðingar fyri aðrar vinnur – kapping um arbeiðsmegi

Tá leitingarvirksemið tekur seg upp, kann tað hava við sær økta kapping um arbeiðsmegina. Vandi kann verða fyri, at fólk fara at rýma úr verandi vinnum og flyta í aðra. Avleiðingarnar fyri eitt nú fiskivinnuna kunnu verða beinleiðis ella óbeinleiðis.

Beinleiðis ávirkanin kemst av, at ein nýggj vinna kemur inn á føroyska arbeiðsmarknaðin. Kapping um arbeiðsmegi kann standast av eftirspurninginum eftir fólki á sjónum (havstøðir, útgerðar- og vaktarskip o.t.) og á útgerðarstøðum á landi.

Eftirsum virksemið vanliga er lítið í leitingarskeiðinum, er tað neyvan sannlíkt, at havstøðir og útgerðarstøðir fara at økja munandi um eftirspurningin eftir føroyskari arbeiðsmegi. Vanliga leiga fyristøðufeløgini havstøðir við manning og útgerð. Á møguligum útgerðarstøðum er bert grundarlag fyri heilt fáum ársverkum. Hetta er eisini galdandi, um fleiri havstøðir virka í senn.

Óbeinleiðis ávirkanin stendst av, at virksemið í øðrum vinnugreinum veksur vegna øktan eftirspurning eftir vøru- og tænastuveitingum. Hetta kann hava við sær, at kappingin um arbeiðsmegina fer at standa millum oljuvinnuna og aðrar vinnugreinar. Óbeinleiðis ávirkanin hevur vanliga størri týdning fyri kappingina um arbeiðsmegina.

Hvussu stór óbeinleiðis ávirkanin verður, veldst øðrumegin um, hvussu umfatandi leitingar-virksemið verður, leiklutin hjá føroyska vinnulívinum, og um hetta skapar nýggj arbeiðspláss. Hinumegin hevur kappingarstøðan hjá fiskivinnuni nógv at siga. Hava fólk í fiskivinnuni heldur hug at arbeiða innan kolvetnisvinnuna ella innan tað virksemið, sum henda vinna skapar á landi, má hyggjast nærri eftir, hvørji viðurskifti eru avgerandi fyri, at fólk flyta í aðra vinnu. Royndir aðrastaðni vísa, at tað ikki bert eru inntøkuviðurskifti, sum hava týdning, men eisini hvussu frítíðin er skipað, lønar- og eftirlønarviðurskifti, framtíðarútlit o.s.fr.

Grundað á væntaða leitingarvirksemið og væntaða eftirspurningin eftir arbeiðsmegi er tað lítið, ið bendir á, at hetta fer at ávirka aðrar vinnugreinar stórvegis í einum leitiskeiði.

6.4. Avleiðingar fyri náttúruáhugamál

Ein beinleiðis avleiðing av leitingarvirkseminum er, at djóralívið í ávísan mun verður órógvað í leitingarøkinum. Hugsað verður serliga um botnbiotu, sjóverur, fisk, fugl og havsúgdjór. Hesi djór ferðast í og úti á havinum og kunnu tí flyta seg burtur úr økinum og annars ótarnað venda aftur, tá leitingarvirksemið er liðugt. Avleiðingarnar verða mettar sum avmarkaðar.

6.5. Avleiðingar fyri umhvørvisáhugamál

Kolvetnisvirksemið verður í síni heild mett sum ein dálkingarkelda, har dálkingin fyrst og fremst stavar frá úrleiðingum í sjógv og luft. Hvørjar og hvussu umfatandi avleiðingarnar kunnu gerast fyri umhvørvið er treytað av trygdarskipanum, tiltøkum til verju av umhvørvinum v.m. Sum heild hevur oljuvinnan tikið seg fram seinastu árini, tá talan er um at leggja virksemið til rættis við neyðugum fyrilitum fyri umhvørvis- og náttúruáhugamálum.

Undir leitiboringum kunnu serliga hesar úrleiðingar væntast: borispónir og borievja, sementleivdir, húsarhaldsspillivatn, frárensluvatn, kølivatn, roykur og avdamping umframt lekar, sum koma av óvart. Um ikki rætt verður borið at, er vandi fyri, at hesi evni dálka umhvørvið, og at dálkingin fær vistfrøðiligar avleiðingar. Hetta kann elva til árin á djóralívið á økinum og skapa trupulleikar hjá øðrum vinnum.

Avleiðingarnar fyri umhvørvið kunnu m.a. verða samansavning av eiturevnum í biotu, grugg í sjónum og roykur. Meginreglan í § 14 í kolvetnislógini ásetir, at virksemið skal verða umhvørvisliga forsvarligt. Neyðugt er tí at leggja dent á umhvørvisfyrilit í øllum skeiðum í kolvetnisvirkseminum.

§ 6, stk. 1, 2. pkt., í lógini um kolvetnisvirksemi ásetir, at "loyvi kann bert veitast umsøkjarum, sum ætlandi hava neyðugan sakkunnleika, royndir, førleika og fíggjarorku". Tá umsóknir um loyvi verða viðgjørdar, verður ansað eftir, at umhvørvisførleikin hjá umsøkjaranum er nøktandi.

Tá farið verður undir virksemið, verða onnur og meira ítøkilig umhvørviskrøv ásett. Skipanin í kolvetnislógini er soleiðis háttað, at loyvishavarin skal hava serstakt loyvi ella góðkenning til hvørt virksemið sær, t.d. skal loyvishavarin søkja um góðkenning til at bora hvønn einstakan brunn, jvb. § 15, stk. 1. Sambært kap. 4 í løgtingslógini um kolvetnisvirksemi kann verða kravt, at loyvishavarin, áðrenn farið verður at bora, ger eina kanning til tess at meta um fylgjur og árin, ið boringin kann hava fyri umhvørvið. Hvørjar umhvørvistreytir, ið verða settar fyri borigóðkenningina, veldst um niðurstøðurnar í kanningunum.

Lagt kann verða afturat, at borievni, ið loyvishavarin ætlar at brúka, skulu verða góðkend. Sambært § 30 í kgl. fyriskipan nr. 646 um verju av havumhvørvinum hevur landsstýrið (t.e. landsstýrismaðurin í umhvørvismálum) heimild til at áseta kunngerð um slík borievni. Kunngerðin skal, áðrenn hon verður sett í gildi, góðkennast av danska umhvørvismálaráðharranum fyri at tryggja, at hon sampakkar við altjóða avtalur. Heilsufrøðiliga Starvsstovan, ið umsitur kgl. fyriskipanina til verju av havumhvørvinum, fer í næstum at áseta kunngerð um nýtslu av borievnum.

6.6. Avleiðingar fyri onnur samfelagsáhugamál

Viðvíkjandi avleiðingum fyri onnur samfelagsáhugamál verður í síni heild víst til kap. 5.3 í "Fyrireiking til oljuleiting". Har er víst á, at árinið á samfelagið neyvan verður munandi í einum leitiskeiði. Men eydnast leitingin, so oljuleiðir verða útbygdar og framleiðsla av kolvetnum kemur í gongd undir Føroyum, kann roknast við munandi árini á nógvum samfelagsøkjum. Tí varð mælt til, at tíðin, áðrenn útbygging og framleiðsla møguliga fara í gongd, og ikki minst tað væntaða leitiskeiðið, m.a. verður nýtt til at kortleggja hesi árin, granska, hvussu tey mest skilagott kunnu handfarast, og at orða ein politikk hesum viðvíkjandi.

Granskingarverkevni, ið umsøkjarar til leiti- og framleiðsluloyvi møguliga kunnu bjóða sær at verða við til at stuðla sambært § 13, stk. 1, í standardloyvinum, umfata sjálvsagt eisini gransking av samfelagsligum avleiðingum av oljuvirksemi. Best hevði verið, um føroyskir granskingarstovnar, m.a. í ljósinum av einum framhaldandi politiskum orðaskifti um, hvat føroyska samfelagið helst vil hava burtur úr oljuvirkseminum, og hvørjum avleiðingum, samfelagið helst vil sleppa undan, kundu víst á evni, ið verða mett av týdningi at granska.

6.7. Metingar um, hvat íkast virksemið fer at geva búskapi og arbeiðsvinnu

Farið verður undir 1. útbjóðingarumfar í vón um, at hetta fer at kasta inntøkur av sær til føroyska samfelagið bæði beinleiðis til landskassan sum skattir og avgjøld og óbeinleiðis við, at føroysk virki og føroyskir einstaklingar kunnu vinna pening av at taka lut í oljuvirkseminum.

Á núverandi stigi er ógjørligt at siga nakað við vissu. Vísast kann til kap. 4.6. í "Fyrireiking til oljuleiting", har roynt verður at greiða frá nøkrum møguligum menningargongdum.

Í forkanningarskeiðinum hevur ikki verið roknað við nøkrum munandi íkasti til føroyska samfelagsbúskapin av sjálvum forkanningarvirkseminum. Høvuðsendamálið hevur verið at hækka virðið av føroysku undirgrundini í framtíðini við at fáa vitan til vega.

Virksemið í leitiskeiðnum verður í fyrsta lagi meira av teimum kanningum, vit kenna frá forkanningarskeiðnum, t.e. fyrst og fremst fleiri seismiskar upptøkur. Síðan koma nakrar leitiboringar. Leitingarvirksemið á sjónum fer í høvuðsheitum at fara fram í summarhálvuni.

Sambært lógini um kolvetnisvirksemi og loyvistreytunum skal komandi leitivirksemið ganga úr Føroyum. Útgerð skal flytast frá føroyskum havnum og fólk frá føroyskari floghavn. Hetta javnstillar føroyskar veitarar við útlendskar og føroyska arbeiðsmegi við útlendska í tann mun, tey annars eru kappingarfør. Ikki kann roknast við, at kravið um veiting um føroyskan bryggjukant í sjálvum sær kastar meira inntøku av sær enn lastingar- og lossingarvirksemi annars.

Hugsast kann, at krøvini um, at føroyskar fyritøkur skulu sleppa framat við veitingum og kunnu sleppa at ogna sær neyðuga vitan og sambond við altjóða oljuvinnu, sum frá líður kunnu leggja grundina undir lønandi servinnur av ymiskum slag. Eisini kravið til oljufeløgini um at seta og útbúgva føroyska arbeiðsmegi kann sum frá líður fara at økja um virkismøguleikarnar hjá føroyingum.

Verður olja funnin verður støðan øðrvísi. Tá kann roknast við munandi øktum virksemi í sambandi við framleiðsluboringar, útbyggingar av oljuleiðum og møguliga eisini útbygging til móttøku á landi. Hetta fer at økja munandi um virksemið og ferðsluna. Eisini raksturin av havstøðum og øðrum framleiðsluútbúnaði kann tá koma í eina fasta legu og bjóða bæði varandi arbeiðspláss og støðugar veitingarmøguleikar fyri føroyskar fyritøkur. Verður olja funnin, eggjar tað har umframt til størri leitivirksemi.

Í einum útbyggingarskeiði, serliga um tað eisini fevnir um útbyggingar á landi, fer vandin fyri ovurhiting av føroyska búskapinum at gerast so stórur, at tiltøk mugu gerast til tess at tryggja, at eftirspurningurin eftir føroyskum vørum og tænastum og føroyskari arbeiðsmegi verður hildin á einum hóskandi stigi í hesum avmarkaða tíðarskeiði. Verða nýggir fundir gjørdir, og fleiri útbyggingar framdar á rað, kann útbygging við hartil hoyrandi trýsti á føroyska búskapin gerast gerandiskostur í einum longri – men kortini avmarkaðum - skeiði.

Hóast roynt verður at fremja føroyska luttøku sum heild, má serliga í fyrstani roknast við, at krøvini um serkunnleika eru so sterk, at meginparturin av teimum starvandi vera útlendingar, og meginparturin av veitingunum verða frá útlendskum fyritøkum. Tað er eitt rættiliga trongt mark fyri, hvussu nógv arbeiðsøki føroyskar fyritøkur kunnu breiða seg yvir.

Eitt av endamálunum við kolvetnisskattalógini er at tryggja, at eisini útlendingar og útlendsk virki, ið taka lut í virkseminum á landgrunninum, rinda skatt til Føroya. Tískil kann verða roknað við ávísum skattainntøkum frá tí tilknýtta virkseminum longu í leitiskeiðinum.

Fer framleiðsla í gongd, fer nakað at koma inn í framleiðslugjaldi. Munandi skattainntøkum skal kortini ikki verða roknað við, fyrrenn komið er so langt við framleiðsluni, at leitingarútreiðslurnar eru avskrivaðar, og rakstrarinntøkurnar eru vorðnar størri enn avskrivingarnar av útbyggingunum, so at oljufeløgini fara at gjalda partafelagsskatt. Gongst feløgunum væl, fara tey nøkur ár seinri eisini at rinda serskatt.

7. Gongdin í fyrsta útbjóðingarumfarinum

Í hesum broti verður í stuttum greitt frá gongdini í útbjóðingini, eftir at løgtingsviðgerðin av útbjóðingarlógini er liðug.

7.1. Kunngerð

Tá uppskotið til útbjóðingarlóg er samtykt, verður fyrsta útbjóðingarumfar sett í verk við fráboðan í føroyskum og útlendskum bløðum og tíðarritum. Landsstýrismaðurin ætlar, at hetta skal gerast beinanvegin, lógaruppskotið er samtykt. Umsóknarfreistin verður væntandi umleið 3 mánaðir.

Útbjóðingarskjalið fer at lýsa høvuðstreytirnar, sum umsøkjararnir skulu lúka fyri at fáa leitiloyvi, eins og krøvini til skjalprógvan o.t. Har umframt fer útbjóðingarskjalið at lýsa útboðsøkið og almennu loyvistreytirnar.

Støk feløg eins væl og samtøk av feløgum kunnu søkja um loyvi. 

7.2. Fortreytir fyri veitan av loyvum

Sambært § 6 í kolvetnislógini kunnu loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum bara veitast umsøkjarum, sum ætlandi hava neyðugan sakkunnleika, royndir, førleika og fíggjarorku. Hvat tøkniligum førleika viðvíkur er tað fyristøðufelagið, ið skal lúka krøvini, meðan tað eru loyvishavararnir í felag, ið skulu lúka fíggjarligu krøvini. Loyvið ásetir, at loyvishavarar samábyrgjast fyri endurgjaldsskyldum v.m. Landsstýrismaðurin skal harumframt leggja dent á, at tað almenna fær innlit í og gagn av virkseminum.

Ein onnur fortreyt, sum stórur dentur verður lagdur á í sambandi við veitan av loyvum, er førleikin hjá umsøkjarum í trygdar-, heilsu-, arbeiðsumhvørvis- og umhvørvisviðurskiftum umframt tilbúgvingarviðurskiftum, jvb. brotini 5 og 6.5 omanfyri.

7.3. Metingarstøði, tá loyvishavarar verða valdir

Tá loyvishavarar verða valdir millum umsøkjarar, sum lúka fortreytirnar fyri at fáa loyvi, verður dentur fyrst og fremst lagdur á uppskotið til arbeiðsskrá, herundir ta skjalprógvan, ið skal vísa førleikan og viljan hjá umsøkjaranum til gjølla at leita eftir kolvetnum á tillutaða økinum. Kolvetni kunnu bert staðfestast við boringum, og tí verður stórur dentur lagdur á, at boringar verða partur av arbeiðsskyldunum, jvb. brot 4.2. omanfyri.

Umframt arbeiðsskyldurnar verður dentur lagdur á at tryggja føroyska luttøku í virkseminum, herundir vøru- og tænastuveitingar, handilssamstarv, arbeiðsmøguleikar umframt útbúgvingar o.a., jvb. brot 4.4 omanfyri.

8. Fyrisiting o.a.

Oljumálastýrið varð sett á stovn í august 1999, eftir at landgrunsmarkið millum Føroya og Bretlands varð avtalað, og greitt varð, at farast skuldi undir útbjóðing av økjum til oljuleiting.

Í Oljumálastýrinum eru 12 starvsfólk og á Jarðfrøðisavninum eru 11 starvsfólk. Jarðfrøðisavnið, ið er partur av Føroya Náttúrugripasavni, røkir eisini aðrar jarðfrøðiligar uppgávur enn tær, ið hava samband við arbeiðið hjá Oljumálastýrinum. Arbeiðið at fyrireika útbjóðingina hevur kravt munandi av serkønari hjálp uttanífrá, og hevur Oljumálastýrið í hesum sambandi fingið játtaðar 3,0 mió. kr. í eykajáttan fyri 1999 (upprunaliga 1999-játtanin var 6,35 mió. kr.).

Torført er at meta um inntøkurnar, ið kunnu standast av lógaruppskotinum um 1. útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. Inntøkurnar eru treytaðar av, hvussu leitiskeiðið, ið nú verður farið undir, hepnast, sí brotini 4.3 og 6.7 frammanfyri.

Í sambandi við viðgerð av umsóknum verður kravt eitt umsóknargjald á kr. 100.000,- fyri hvørja umsókn. Fyri øki, ið verða tillutað, koma loyvishavararnir at gjalda eitt árligt víddargjald, sum fyrstu árini verður kr. 500,- fyri ferkilometurin. Hesi gjøldini eru umrødd í broti 4.3.1 frammanfyri og koma bert at geva tí almenna avmarkaðar inntøkur. Verða umsóknirnar t.d. 10 í tali og samlaða tillutaða loyvisøkið helvtin av teimum 14.000 km2, ið skotið verður upp at bjóða út, verða inntøkurnar frá umsóknar- og víddargjøldum 4,5 milliónir krónur ár 2000 og 3,5 milliónir krónur í árunum 2001 og 2002.

Oljuleitingin fer alt eftir, hvussu nógv loyvi verða latin, at føra til, at dagligu fyrisitingaruppgávurnar gerast fleiri, bæði í Oljumálastýrinum og á Jarðfrøðisavninum. Roknast má tí við, at talið á starvsfólkum kemur at økjast, men torført er at siga nakað endaligt um tørvin á starvsfólki, áðrenn vit kenna úrslitið av útbjóðingarumfarinum.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 er ætlanin, at Oljumálastýrið fær eina nettojáttan á 9,63 mió. kr. Roknað verður við inntøkum (umsóknargjøld) á 1,0 mió. kr., soleiðis at bruttojáttanin er 10,63 mió. kr. Oljumálastýrið kemur at brúka nakað av peningi til at keypa serkøna hjálp í sambandi við viðgerðina av umsóknum, og kann tað tí koma at vísa seg, at nettojáttanin er í minna lagi.

Jarðfrøðisavnið fær sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 eina nettojáttan á 3,927 mió. kr. Inntøkurnar eru mettar til 1,596 mió. kr, herav eru millum 1,0 og 1,5 mió. kr. fyri tænastur, ið Jarðfrøðisavnið letur Oljumálastýrinum.

Lógaruppskotið um 1. útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum kemur í ávísan mun at ávirka virksemið hjá øðrum myndugleikum og stovnum, t.d. í sambandi við fyrisitingina av havumhvørvislógini, lógini um kolvetnisskatt v.m. 

VIÐMERKINGAR TIL EINSTØKU LÓGARGREINIRNAR

Til § 1

Sambært § 7, stk. 2, í lógini um kolvetnisvirksemi er tað løgtingið, ið tekur avgerð um, hvørji øki verða boðin út til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum og hvørjar almennar treytir skulu setast í hesum sambandi.

Eftir at lóg um útbjóðing er samtykt, er tað landsstýrismaðurin í oljumálum, sum setir útbjóðingarumfarið í verk og veitir loyvi til teir umsøkjarar, sum verða mettir at lúka fortreytirnar fyri at fáa loyvi, og sum vilja átaka sær bestu leitiskyldurnar í ávísu teigunum.

Loyvini verða veitt við heimild í lógini um kolvetnisvirksemi, sum hevur reglur um bæði veiting av loyvum og um øll skeiðini í kolvetnisvirkseminum, t.e. forkanningar, leiting og meting, útbygging og framleiðslu umframt avrigging.

Til § 2

Lógin ásetir samsvarandi § 7, stk. 2, í lógini um kolvetnisvirksemi økini, ið verða boðin út í 1. útbjóðingarumfari.

Víst verður til kortið, sum er hjálagt hesi lóg sum fylgiskjal A og til brot 4 í almennu viðmerkingunum frammanfyri.

Til § 3

Lógin ásetir samsvarandi § 7, stk. 2, í lógini um kolvetnisvirksemi almennu treytirnir fyri loyvunum, ið verða veitt í 1. útbjóðingarumfari. Almennu treytirnar eru at finna í standardloyvinum, sum er hjálagt hesi lóg sum fylgiskjal B.

Almennu treytirnar verða tær somu fyri øll loyvi, og samráðingar verða tískil ikki um hesar treytir, áðrenn loyvini verða veitt. Skuldu avgerandi grundir fyri smærri broytingum í almennu treytunum víst seg neyðugar undir útbjóðingarumfarinum, eigur landsstýrismaðurin at hava heimild at gera hesar.

Í loyvum til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum fara umframt almennar treytir at verða treytir, sum eru serstakar fyri einstøku loyvini. Serstøku treytirnar líkjast frá almennu treytunum á tann hátt, at talan er um treytir, sum ikki kunnu verða settar, áðrenn umsóknirnar eru komnar inn og samráðingar hava verið við einstøku umsøkjararnar. Serstøku treytirnar, ið samráðst fer at verða um í 1. útbjóðingarumfari, eru øki, sum skulu vera fevnd av einstaka loyvinum og arbeiðsskyldunum fyri einstøku loyvini. Har umframt skal samráðast um partar av teimum treytum, ið viðvíkja luttøkuni hjá føroyskum vinnulívi í kolvetnisvirkseminum.

Fleiri av ásetingunum í standardloyvinum geva landsstýrismanninum í oljumálum heimild at áseta nærri reglur um ymisk viðurskifti. Eitt nú ásetir § 11, stk. 1, at landstýrismaðurin ger mannagongdir fyri, hvussu loyvishavarin skal greiða frá virkseminum, hvussu arbeiði verða boðin út v.m. Ansað verður eftir, at mannagongdirnar verða gjørdar við fyriliti fyri vinnulóggávuni, handilsavtalum o. ø.  

 

Skjalayvirlit:

Skjal A:

Uppskot um útboðsøki

Skjal B:

Standardloyvi

Fylgiskjal 1:

Standardloyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, 1. útbjóðingarumfar

Fylgiskjal 2:

Standardloyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, 1. útbjóðingarumfar

 1. viðgerð 2. december 1999. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 26. januar 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 30. november 1999, og eftir 1. viðgerð tann 2. desember 1999 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 9. og 14. desember 1999 og tann 4., 6., 11., 14., 18., 20., 25. og 26. januar 2000.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við umboð fyri nevndina, sum hevur skrivað álit um alment oljufelag, Amerada Hess bólkin, Atlants Kolvetni, Føroya Kolvetni, Hydro (Saga Petroleum Føroyar), Vinnuhúsið, fiskirannsóknarstovuna og landsstýrismannin í oljumálum.

Føroyingar hava altíð dugað væl at farið um sítt umhvørvi og hava burturav livað av náttúrunnar gávum úr bø, haga, firðum og havi. Fyri framman liggur ein møgulig oljuvinna, sum, um hon fær fótin fyri seg, fer at ávirka føroyska umhvørvið og samfelagið munandi búskaparliga, vinnuliga, mentanarliga og sosialt.

Vandi kann eisini verða fyri, at sosialu og mentanarligu broytingarnar skjótt kunna kollrenna føroysku bygdasamfeløgini eins og miðstaðarøkið. Neyv atlit eiga tí at verða tikin hesum viðvíkjandi, so at føroyingar eisini frameftir fara at kenna seg væl í egnum landi við óspiltum umhvørvi, egnum máli og egnari mentan.

Henda nýggja vinnan fær ein enda og fer ikki á sama hátt sum fiskivinnan at halda lív í sær sjálvari við skynsamari stovnsrøkt. Hon er tí ein stór avbjóðing fyri eitt samfelag, sum í øldir hevur livað av náttúrunnar gávum úr einum óspiltum umhvørvi.

Vandi er í hvørji vælferð. Leypa vit fram av og lata kolvetnisvinnuna og peningavaldið fara avstað við okkum, kann hetta kollrenna føroyska samfelagið, soleiðis at tað, tá ið ævintýrið er av, ikki er at kenna aftur sum fiskivinnusamfelag og kanska fær ilt við at fóta sær aftur sum slíkt.

Landsstýrið eigur í síni umsiting at leggja dent á, at kapping er millum oljufeløgini. Samstundis eiga vit at ansa eftir, hvørjar íløgur vit gera, soleiðis at hesar ikki verða burturspiltar í kapping millum økini.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 sæst, at keyp av vørum og tænastum kosta landskassanum 550 mió.kr. árliga, og liggur dastið av hesi vinnu í miðstaðarøkinum. Sjálvsagt er, at júst hendan vinnan eisini fer at veita vørur og tænastur til oljuvinnuna uttan mun til, hvar í landinum vinnan setir seg niður verkliga.

Landsstýrið eigur at skipa so fyri, at allar Føroyar fáa lut í úrtøkuni og menningini av kolvetnisvinnuni, og hetta gerst einans við, at øllum landinum verður tryggjaður lutur í og umsiting av útgerðarvinnuni, longu tá leitingarskeiðið tekur seg upp og frameftir.

Tann tøkniliga menningin, ið stendst av hesi nýggju vinnu, eigur at koma føroyska framtíðarsamfelagnum til gagns til at byggja upp eitt vitanarstøði, ið nýtast kann í avleiddum vinnum frameftir, eins og áleggjast kann fremmanda kapitalinum at byggja út og framleiða mest møguligan part av síni útgerð í Føroyum.

Vit eiga somuleiðis at brúka neyðugan pening til gransking, vørumenning og annað mennandi arbeiði, ið kann vera við til at stuðla upp undir og skapa karmar um framtíðarrættaðar vinnur, ið eru vitanartungar og geva nógv avkast til føroyska samfelagið. Tað vil siga, at føroyska samfelagið (fólkið) er ført fyri at taka kappingina upp, tá oljan ikki er her meir.

Í álitinum frá vinnunevndini, sum viðgjørdi uppskotið til løgtingslóg um kolvetninsvirksemi, verður upplýst, at oljufeløgini, ið hendan nevndin hevði vitjað, mæltu frá at seta teimum ov nógvar treytir, tí tað kom av sær sjálvum. Harafturímóti vóru stórtingslimir í Noregi ikki í iva um, at rætt er at seta treytir, sum innan rímilig mørk kunnu stýra kolvetnisvirkseminum út á so stóran part av landinum sum møguligt og samstundis kunna ansa eftir, at nýggja virksemið ikki kollrennir annað virksemi.

Ein samd vinnunevnd mælir tí til, at landsstýrið í øllum avgerðum sínum frameftir tekur neyðug fyrilit, grundaði á omanfyri standandi viðmerkingar, og at infrastruktururin verður skipaður soleiðis, at virksemið av oljuvinnuni kemur at gagna øllum landinum.

Vinnunevndin heldur eisini, at landsstýrið eigur at koma við ítøkiligum uppskoti um, hvussu fíggjarliga avkastið av oljuvinnuni verður umsitið.

Meirilutin í nevndini (Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Jákup Suni Joensen og Jákup Sverri Kass) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið óbroytt.

Ein minniluti í nevndini (Alfred Olsen, Henrik Old og Katrin D. Jakobsen) tekur undir við uppskotinum, men mælir Løgtinginum til at broyta uppskotið soleiðis, at tað verður álagt landsstýrismanninum at tryggja, at eitt møguligt framtíðar alment føroyskt oljufelag skal kunna fáa ein part í loyvinum.

Samsvarandi hesum setir hesin minnilutin fram soljóðandi:

broytingaruppskot

Í § 3 verður sett inn nýtt stk. 2, sum verður soljóðandi: "Í loyvum sambært stk. 1 skal landsstýrismaðurin treyta sær, at eitt møguligt alment føroyskt oljufelag skal kunna fáa ein part í loyvinum (optión), sum er millum 1 og 5%."

Ein annar minniluti í nevndini (Henrik Old og Katrin D. Jakobsen) mælir harumframt Løgtinginum til at broyta uppskotið soleiðis, at tað í standardloyvinum verður ásett, at virksemið hjá loyvishavaranum í Føroyum skal ganga úr Suðuroy.

Undir 1. viðgerð boðaði framsøgumaður Javnaðarfloksins frá, at hann ikki kundi góðtaka, at vinnan einsamøll skuldi taka avgerðina um útgerðarstøðir, tí henda avgerð fær stórar samfelagsligar avleiðingar. Framsøgumaðurin boðaði samstundis frá, at minnilutin vildi gera tað, sum var neyðugt til tess, at henda avgerð gjørdist politisk.

Ein ávís miðsavnan av virksemi og her serstakliga innan umsiting og tænastuvinnu hevur altíð verið og fer altíð at verða. Men til tíðir er henda miðsavnan virknari enn vanligt, og seinastu 20 árini hevur hon rættiliga tikið dik á seg.

Nú alt meira verður tikið upp og mett út frá marknaðarbúskaparligum treytum, so tykist tað vera munandi torførari at grundgeva fyri at leggja vinnuvirksemi, almenna umsiting og tænastuvinnur í útjaðaranum. Hetta er bara ein av nógvu veruleikunum í gongdini seinastu árini.

Minnilutin hevur fyri drúgvari tíð síðan ásannað, at gongdin, sum nú er, um ikki alt ov langa tíð, verður trupul fyri ikki at siga ógjørlig at venda. Fólkatalið í ávísum økjum er í stórari minking, stórt burðarhall er, og ungdómurin vendir ikki aftur eftir lokna útbúgving.

Skal henda gongd vendast, so er neyðugt, at hesi øki umframt vanligt virksemi eisini fáa arbeiðspláss, sum krevja ymiskar førleikar. Førleikar, sum eisini útjaðaraungdómurin hevur nomið sær, men har arbeiðsplássini, ið seta hesi førleikakrøv, í løtini eru heldur sparsom í útjaðarum. Stóri vøksturin innan almenna umsiting seinastu árini hevur so dyggiliga undirstrikað hetta.

Minnilutin tekur hesar trupulleikar í størsta álvara, og heldur hann, at tað eigur at verða tikin ein politisk avgerð um, hvar framtíðar oljuvirksemið skal liggja. Hetta eigur ikki at verða latið upp í hendurnar á útlendskum kapitali at gera av, tí avgerðin hevur í sera stóran mun samfelagsligar avleiðingar, alt eftir hvar henda vinna fær sína høvuðsmiðstøð.

Samsvarandi hesum setir hesin minnilutin fram soljóðandi:

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 15, stk. 1, í fylgiskjali B, verður nýtt pkt. 2 sett inn, sum verður soljóðandi: "Leitingar- og framleiðsluvirksemi úr Føroyum, herundir m.a. við útgerðarstøðum, skal ganga úr Suðuroy".

2. viðgerð 2. februar 2000. Áðrenn atkvøðugreiðsluna las formaðurin upp løgfrøðiligt upprit. Broytingaruppskot frá minnilutanum Henrik Old og Katrin Dahl Jakobsen til § 15, stk. 1,  í fylgiskjali B fall 11-1-19. Broytingaruppskot frá minnilutanum Alfred Olsen, Henrik Old og Katrin Dahl Jakobsen til § 3 fall 14-0-17.   Uppskot landsstýrisins  samtykt 22-7-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 4. februar 2000 løgdu tingmenninir Annita á Fríðriksmørk, Jógvan á Lakjuni, Sámal Petur í Grund og Hergeir Nielsen  fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 3 verður sett inn nýtt stk. 2, sum verður soljóðandi: "Tá ið landsstýrismaðurin veitir loyvi, skal hann leggja dent á, at leitingar- og framleiðsluvirksemi úr Føroyum, eisini fer fram í útjaðaranum."

Viðmerkingar
Sum nevnt í álitinum hjá vinnunevndini frá 26. januar 2000, eigur ágóðin av eini møguligari oljuvinnu at koma øllum landinum til góðar – bæði í leitingar- og møguligum framleiðsluskeiði. Hetta er galdandi fyri inntøkur, vinnuframtøk og umsiting. Virksemið kann hava alstórar sosialar, mentanarligar, umhvørvisligar og búskaparligar avleiðingar við sær. Vandi er fyri, at virksemið verður savnað á einum stað og á fáum hondum, og hetta kann hava stóran ójavnað við sær millum samfelagsbólkar og økir í landinum.

Endamálið er at spjaða virksemið, so ikki eitt pláss ella øki í landinum fær allar avleiðingar – bæði fyrimunir og óhepnar avleiðingar. Tað verður tó ásannað, at tað kann verða trupult at náa hesum endamáli í einum leitiskeiði við avmarkaðum virksemi.

Hetta eigur ikki bert at vera eitt politiskt stevnumið, men eitt mál, tá komið verður til ymisku stigini í eini oljumenning. Tí verður tað hildið at vera rætt, at tað í lógini er álagt landsstýrismanninum at leggja dent á, at virksemi verður lagt soleiðis til rættis, at tað gagnar øllum landinum.

3. viðgerð 4. februar 2000. Broytingaruppskot frá Annitu á Fríðriksmørk, Jógvan á Lakjuni, Sámal Petur í Grund og Hergeir Nielsen til § 3 samtykt 16-15-1.Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 27-4-1. Málið avgreitt.

Lms. j.nr. 693-1/99
Ll. nr. 5/2000 frá 08.02.2000