Kolvetni - fyrsta útbjóðingarumfar


17  Uppskot til  løgtingslóg um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum

 

Upprit til løgtingsformannin

 

Í løgtingsmáli nr. 17/1999: Uppskot til løgtingslóg um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum kann ein gerast eitt sindur ørkymlaður av, hvønn status fylgiskjal A, sum nevnt verður í § 2, og fylgiskjal B, sum verður nevnt í § 3, hava.

Hetta eru ikki skjøl, sum annars vanliga hoyra til løgtingsmál, sum stiðja uppundir, hvussu lógateksturin skal skiljast. Her er talan um lógatekst, sum hevur fult lógagildi. Hetta tí, at lógateksturin í § 2 og 3 beinleiðis vísir á, at innihaldið í fylgiskjølunum skal fylgjast. Tí má innihaldið í skjølunum kunngerast í Kunngerðablaðnum saman við samtyktu og staðfestu lógini, tí annars kann ikki krevjast av borgarum og fyrisiting at tey skulu fylgja lógini. Kunngerðakravið framgongur greitt av stýrisskipanarlógini § 26. Einasti munur á hesum teksti og lógatekstinum annars er, at hann ikki hevur fylgjandi greinaraðsnummar.

Broytingaruppskotið til fylgiskjalið skal tí atkvøðuliga viðgerast, eins og talan var um eitt broytingaruppskot til ein av greinunum í lógatekstinum.

 

Á skrivstovu løgtingsins

2. februar 2000

Sjúrður Rasmussen, løgfr.