Vágatunnilin - stovningarsamtykt

Skjal 2

18  Uppskot til  løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund

 

Stovningarsamtykt

fyri

P/F Vágatunnilin

J. nr. 980737

Stovningarsamtykt
í
P/F Vágatunnilin

Undirritaði stovnari:

Vinnumálastýrið
Tinganes
100 Tórshavn 

hevur í dag tikið avgerð um at stovna eitt partafelag við navninum

P/F Vágatunnilin

við heimstaði í Tórshavn og við tí endamáli at útvega fast samband millum Streymoy og Vágoy, hava rakstur av fasta sambandinum um hendi umframt aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemið.

Felagið verður stovnað við støði í eykajáttanarlóg fyri oktober 1998, har Føroya landsstýri hevur heimild til at seta í felagið kr. 20,3 mió í 1998 og kr. 20 mió. fyri hvørt av fylgjandi árum 1999, 2000, 2001, 2002, 2003, 2004 og 2005 ella samanlagt kr. 160,3 mió.

Partapeningurin verður inngoldin kontant.

Partapeningurin er settur til kr. 20.300.000,-, býttur í partabrøv á kr. 1.000,- og margfald av hesum.
Partabrøvini verða teknað til kurs 100,00.

Kostnaðurin av at stovna felagið fer ikki upp um kr. 150.000,-, sum verður goldin av felagnum.

Hvørki stovnarar ella aðrir fáa ábyrgdarløn ella annað viðurlag í sambandi við stovnanina av felagnum.

Eingi partabrøv hava framíhjárættindi, og partaeigararnir hava ikki skyldu at lata partabrøv síni innloysa.

Partabrøv felagsins eru ogn landsins.

Tað er ikki loyvt:

  1. at avhenda partabrøv,
  2. øðrum enn landinum við nýtekning av partapeningi at tekna partapening í felagnum,
  3. felagnum at luttaka í fusión, klovningi ella aðrari yvirtøku av virki, sum hevur við sær, at aðrir enn landið gerast eigarar av partabrøvum í felagnum.

Partabrøvini skulu ljóða uppá navn og skulu vera skrivað inn í partabrævabók felagsins.

Hvør partaeigari eigur eina atkvøðu fyri hvørjar kr. 1.000,-, sum hann eigur í partapeningi.

Partabrøvini eru ikki-umfarsskjøl.

Stovnandi aðalfundur verður hildin . dec. 1998. Stovnanin fer fram uttan frammanundan at hava innkallað til fundar, jbr. partafelagslógina § 9, stk. 2.

Uppskot til viðtøkur eru viðheftar hesa stovningarsamtykt.

Tórshavn tann 21. dec.1998

Sum stovnari og teknari av øllum partapeninginum

Vinnumálastýrið

Finnbogi Arge, landsstýrismaður Arne Poulsen, vinnumálastjóri

Netversjónin er málsliga redigerað í mun til skrásetta eintakið