Vestmannasund - fast samband

 

18  Uppskot til  løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð
F. Nevndarskjøl

Ár 1999, 2. december, legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund

Rættur til tunnilsgerð og eftirlit

§ 1. P/F Vágatunnilin, (skr.nr. 2809/1998) fær rætt til vega,- brúgva- og tunnilsgerð millum Streymoynna og Vágarnar um Vestmannasund og ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrandi brúgvum og vegi.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal góðkenna tunnilsverkætlanina, herundir vega,- brúgva- og tunnilsgerðina, áðrenn tunnilsarbeiðið verður sett í verk.
Stk. 3. Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar.

Játtan til verkætlanina

Peningajáttan

§ 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at seta pening í P/F Vágatunnilin, annaðhvørt sum partapening ella sum ansvarligan lánikapital (ábyrgdarapening) soleiðis at samlaða upphæddin í mesta lagi verður kr. 160,3 mió., og kann landsstýrismaðurin ráða við grundarlagi í samlaðu heimildini frá gildiskomu lógarinnar.
Stk. 2. Játtanin verður ásett yvir eitt áramál á fíggjarlóg, tó í minsta lagi kr. 20 mió. árliga.
Stk. 3. Felagnum er heimilað at tiltransportera játtan, sum felagið hevur fingið frá landsstýrismanninum og tilsøgn landsstýrismansins um komandi játtan, til ognar ella trygdar í sambandi við fígging felagsins av verkætlanini.

Aðrar játtanir

§ 3. Landsstýrismanninum er heimilað at avhenda, uttan viðurlag, til felagið tað anleggsarbeiðið, sum higartil er framt av Landsverkfrøðinginum í sambandi við upprunaligu verkætlanina um gerð av føstum sambandi um Vestmannasund, herundir allar forkanningar og keypt tilfar, sum nýtiligt er. Slík avhending hevur ikki skattligar avleiðingar við sær fyri felagið.

Krøv til felagið

§ 4. Endamál felagsins skal vera at gera tunnil millum Streymoynna og Vágarnar, og hartil hoyrandi veg og brúgv, hava rakstur av tunnlinum um hendur umframt aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemi.
Stk. 2. Partabrøv felagsins eru ogn landsins. Tað er ikki loyvt:

  1. at avhenda partabrøv,
  2. øðrum enn landinum við nýtekning av partapeningi at tekna partapening í felagnum,
  3. felagnum at luttaka í fusión, klovningi ella aðrari yvirtøku av virki, sum hevur við sær, at onnur enn landið gerast eigarar av partabrøvum í felagnum.

Nýtslugjøld

§ 5. Tunnilseigaranum er heimilað at áseta og krevja inn nýtslugjøld frá teimum, ið nýta vega-, brúgva- og tunnilsanleggið.
Stk. 2. Vegir, brúgvar og tunnil verða ikki partur av landsvegnum eftir løgtingslóg nr. 51 frá 25. juli 1972 um landsvegir við seinni broytingum.
Stk. 3. Tó hevur landsstýrismaðurin tær heimildir, ið ásettar eru í §§ 6 og 7 í nevndu løgtingslóg, tá tað ræður um vegir, brúgvar og tunnil.

Ognartøka

§ 6. Landsstýrismanninum er heimilað, móti fullum endurgjaldi at ognartaka neyðugt lendi ella tilfar til vega-, brúgva- og tunnilsgerð til tess at útvega fast samband um Vestmannasund, fæst ikki við samráðingum semja við avvarðandi rættindahavarar um yvirtøku av lendi ella tilfari.
Stk. 2. Ognartøkan fer annars fram eftir "Lov nr. 69 af 7. maj 1881 om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder, samt til offentlige skoler på Færøerne".
Stk. 3. Landsstýrismanninum er heimilað at avhenda tað ognartikna til felagið fyri útveganarvirði.

Skattlig viðurskifti

§ 7. Verður tað, at skattskylduga inntøka felagsins vísir hall, kann hallið dragast frá skattskyldugu inntøkuni tey næstu 30 árini eftir, at tunnilin er latin upp fyri ferðslu.
Stk. 2. Frá og við árinum tá tunnilin verður latin upp fyri ferðslu, hevur felagið, við grundarlagi í útveganarkostnaðinum, rætt til skattligar avskrivingar eftir reglunum um vinnuligar bygningar.
Stk. 3. Við útveganarkostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslunar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð v.m.
Stk. 4. Avskrivingartíðin er 30 ár. Fyrstu 15 árini kann felagið árliga avskriva upp til 7% av útveganarkostnaðinum og síðani við upp til 3½% árliga.

Eftiransing

§ 8. Felagið hevur rætt til uttan viðurlag at fáa upplýsingar frá Bileftirlitinum um skrásettar eigarar/brúkarar av akførum, til tess at eftiransa gjaldsstaðið.

Kunning

§ 9. Landsstýrið setir ein bólk at fylgja við arbeiðinum, meðan bygt verður. Bólkurin verður mannaður við umboðum fyri føroyskan tekniskan, tilbúgvingarligan o.l. serkunnleika, til tess at tryggja, at tann vitan, sum fæst av verkætlanini, í størst møguligan mun kemur føroyska samfelagnum til gagns.

Gildiskoma

§ 10. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Almennar viðmerkingar

Á eykajáttanarlóg í oktober 1998 (konto 4.38.2.20) Skjal 1, samtykti Løgtingið, at Føroya Landsstýri fekk heimild til at stovna og seta pening í partafelag, hvørs endamál skuldi vera at byggja fast samband um Vestmannasund.

Heimildin fevndi um samanlagt kr. 160,3 mió. Tilskilað varð, at 20,3 mió. kundu setast í felagið í 1998 og síðani kr. 20 mió. í fylgjandi 7 ár. Felagið fekk rætt til at krevja inn bummpening.

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur síðani stovnað partafelag við navninum P/F Vágatunnilin, við einum partapeningi uppá kr. 20,3 mió., og játtanin fyri 1998 varð flutt felagnum og sett í sum partapeningur. Víst verður til Skjal 2 og 3, sum eru ávikavist stovningarsamtykt og viðtøkur í partafelagnum.

Leiðsla felagsins er ein 5 mannanevnd og stjórn við 1 stjóra.

Felagið hevur síðani stovnanina miðvíst arbeitt við verkætlanini og útvegað sær neyðugar upplýsingar umframt at dagføra hesar bæði hvat viðvíkur tí tekniska, fíggjarliga og løgfrøðiliga partinum av verkætlanini.

Fleiri kanningar av tekniskum slagi standa fyri framman til tess at útvega leiðslu felagsins so fullfíggjað avgerðargrundarlag, sum til ber, áðrenn farið verður í holt við endaliga projektering og útbjóðing av verkætlanini.

Fyribils hevur leiðslan arbeitt víðari við teimum ætlanum, sum Landsverkfrøðingurin í 1989 arbeiddi við og víkur núverandi ætlan ikki stórvegis frá henni, hvat viðvíkur hvar vegir og tunnil skulu leggjast. Henda linjuføring er vald við atliti til, at hon er mjúkari og slættari enn norðara linjan, sum eisini hevur verið uppá tal, og kemur ferðslan at ganga betri eftir hesari. Eisini slepst undan, at ferðslan frá tunnlinum fer eftir tronga og krókuta vegnum við Leynar og Stykkið. Somuleiðis slepst undan at leggja atkomuvegin gjøgnum bratta lendið norðan fyri Kvívík, har nógvur kavi legst. Tó kunnu neyvari seismiskar kannigar, kjarnuboringar v.m., sum felagið er farið í holt við, hava við sær, at ætlanirnar verða lagaðar eftir nýggju upplýsingunum.

Verkætlan felagsins fevnir um hesi høvuðsarbeiði:
Vega- og tunnilsgerð:
Vegagerð:
Vegagerðin á Streymoynni verður frá verandi tunnilsmunna í Leynum til íbinding í landsveg, og strekkið er umleið 300 metrar.
Vegagerðin á Vágoynni verður frá tí ætlaða tunnilsmunnanum til íbindingina í landsvegin, og strekkið er umleið 2,1 km.
Tunnilsgerð:
Tunnilin verður uml. 4,7 km., harav 2500 metrar eru undir Vestmannasundi. Streymoyarmegin frá tunnilsmunna til sundið er strekkið uml. 1500 metrar, meðan strekkið á Vágoynni frá sundinum til tunnilsmunnan verður uml. 700 metrar.
Tunnilin verður, har hann er djúpast, umleið 105 metrar undir havbotninum í Vestmannasundi. Tunnilin verður ætlandi til víddar uml. 10 metrar og til hæddar 4,6 metrar.

Víst verður til Skjal 4, sum vísir ta ætlaðu linjuføringina av vega- og tunnilsgerðini, sum higartil hevur verið arbeitt við.

Tíðarætlan:
Tíðarætlan felagsins er, sum skjótast at fara í holt við projektering og útbjóðing av arbeiðium. Arbeiðið er ætlað at verða framt eftir 3-4 árum, sum tað kann loysa seg best, tá ið mett verður um entreprenørkostnað í mun til fyrimunin av at tunnilin kann verða tikin í nýtslu fyrr.

Roknað verður við at byrja tunnilsgerðina Streymoyarmegin. Samstundis verður farið undir at gera atkomuveg Vágamegin, og síðani verður riggað til, so farast kann undir tunnilsgerð Vágamegin eisini.

Farið verður undir vegagerð Streymoyarmegin, tá ið tunnilsarbeiðið er komið væl og virðiliga í gongd. Tá ið vegagerðin Streymoyarmegin er liðug, verður farið undir vegagerð Vágamegin, tá verður eisini tilfar tøkt frá tunnlinum, sum kann nýtast til uppbygging av vegkassanum. Partafelagið er komið ásamt við Landsverkfrøðingsstovnin um at gera avtalu, soleiðis at stovnurin vegna partafelagið stendur fyri tí partinum av verkætlanini, ið viðvíkur vegagerðini. Men tó soleiðis, at P/F Vágatunnulin hevur bæði fíggjarligu og juridisku ábyrgdina av samlaðu verkætlanini.

Kostnaður:
Felagið hevur kannað tunnilsgerðir í grannalondum okkara og útvegað sær neyvari upplýsingar um kostnað v.m. til sammetingargrundarlag við egnu dagførdu útrokningar felagsins.

Torførasta metingin er sjálv tunnilsgerðin og serliga undir sundinum. Felagið ásannar, at tess fleiri og greiniligari kanningar, ið gjørdar verða at staðfesta tilfarið, sum sprongt verður ígjøgnum, tess betri avgerðargrundarlag verður til sáttmálagerð við tilsvarandi bíligari sáttmála til fylgju. Hóast so neyvar kanningar verða gjørdar sum til ber, áðrenn projekteringina, verður slík umfatandi verkætlan altíð heft við ávísari óvissu, sum entreprenørar, ið skulu bjóða uppá arbeiðið, eisini fara at taka hædd fyri, tá bjóðað verður.

Leiðsla felagsins hevur upplýst, at teir í løtuni arbeiða við einari íløguætlan uppá kr. 240 mió. fyri samlaðu verkætlanina.

Fígging:
Fígging av verkætlanini er umframt tær 160,3 mió., sum Løgtingið gjøgnum Vinnumálastýrið setir í felagið, upptøka av láni frá fíggingarstovnum.

Felagið hevur kannað ymsar møguleikar fyri útvegan av fígging og hevur møtt áhuga hjá teimum, sum felagið higartil hevur verið í sambandi við. Enn eru tó ongar realitetssamráðingar byrjaðar um lánifígging og til hvørjar treytir herundir avdráttartíð og rentu, sum veitast kann.

Fíggingin verður í tveimum pørtum. Deils er neyðugt við einari byggifígging og deils einari endaligari fígging.

Byggifíggingin er neyðug, m.a. tí at tær 140 mió., sum landsstýrið setir í felagið, bert partvíst verða tøkar undir byggingini, tí játtanin er spjadd yvir 7 ár við 20 mió. um árið. Eisini er møguleiki fyri, at tann fíggjarstovnur, sum veitir endaliga fígging, bert veitir hesa, tá verkætlanin er liðugt gjøgnumførd. Tí má byggifígging til, har tann byggifíggjandi fær transport í teimum endaligu tilsøgnunum.

Møguleikarnir fyri lánsfígging til lagaligar treytir eru í stóran mun tengdir at spurninginum, um lángevarin, umframt at hava álit á at komandi rakstrarinntøkur kunnu svara rentur og avdráttir av lánunum, eisini heldur seg hava aðra trygd fyri afturgjaldingini, skuldi tað víst seg, at inntøkurnar ikki røkka til útreiðslurnar.

Í hesum sambandi verður spurningurin um veðseting av ognum felagsins til fíggingarstovnin helst aktuellur, serliga tá havt verður í huga, at tað almenna ikki hevur nakra fíggjarliga ábyrgd mótvegis lángevarum.

Einki landskassaveðhald kemur uppá tal, og leiklutur landskassans í fíggingini er úti við játtanini av teimum samlaðu kr. 160,3 mió. Til sammetingar kann verða nevnt, at tá tað ráddi um sambandi um Stórabelt, veðhelt danski staturin fyri gjalding av rentum, avdráttum og øðrum leypandi skyldum hjá tí partafelag, sum staturin lat stovna at standa fyri projekteringini og byggingini sum byggiharri.

Vegastrekkini og lendið kring tunnilsmunnarnar er tí neyðugt hjá felagnum at hava fullan ognarrætt til, soleiðis at hetta lendið verður sjálvstøðugt matrikulerað og kann veðsetast til frama fyri lángevarar, skuldu hesir kravt slíka veðseting av føstu ognum felagsins.

Sum sæst av § 6 í lógaruppskotinum er ognartøkuheimild innsett, tí í løtuni er ivasamt, um neyðug heimild er í nakrari løgtinglóg til ognartøku av lendi til slíkt endamál sum til tunnilsgerð. Hildið verður hóskandi at seta hesa heimild í lógina, ístaðin fyri heldur at gjørt broytingar í lógini um landsvegir, sum frammanundan inniheldur ognartøkuheimild.

Viðvíkjandi veðseting av vegi og tunnilsmunna verður hetta eftir vanligu reglunum um veðseting av fastari ogn.

Verður tað, at felagið ikki er ført fyri at svara sínar skyldur mótvegis lángevarunum, sum hava veð í føstu ognunum, kunnu hesar lýsast til tvingsilssølu av veðhavarunum. Slík støða kann eisini hava við sær, at ein slíkur veðhavari steingir tunnilin, og eisini kunnu reglurnar um "brugeligt pant" møguliga nýtast í hesum førunum, tá tað ræður um fastar ognir.

Fæst ikki greiða á slíkari fíggjarligari støðu hjá felagnum, kann hetta leggja stórt politiskt trýst á løgtingið, tí er tunnilin fyrst komin, verður tað torført at standa í tí støðu, at hann verður stongdur.

Ferjusambandið um Vestmannasund verður niðurlagt, tá tunnilin verður opnaður.

Útbjóðing av arbeiði:
Ætlandi verður arbeiðið boðið út millum norðurlendskar arbeiðstakarar, sum hava førleika til at átaka sær slíkt arbeiði.

Verður tað, at føroyskir arbeiðstakarar ikki bjóða uppá arbeiðið ella ikki eru kappingarførir sammett við aðrar og tikið verður av útlendskum tilboði, verða treytir lagdar við, at samstarv skal verða við føroyskar arbeiðstakarar har hesir hava førleikan.

Rakstur av tunnlinum:
Inntøkurnar av ferjusambandinum eru í løtuni uml. 14 mió. árliga, tá øll bussferðandi verða íroknaði.

Roknað verður við, at inntøkurnar av tunnlinum verða nakað hægri, við tað at eitt ávíst ferðslulop verður, tá tunnilin letur upp, og við tað at ferðafólk hevur ein øktan gjaldsvilja, svarandi til virðið av bíðitíð og ampum tey sleppa undan. Tí verður í løtuni roknað við, at tunnilin fær 15-30% hægri inntøku svarandi til einar 17 mió. árliga.

Ferðafólkatal og nýtslugjald eru grundleggandi fortreytir fyri inntøkugrunarlagnum hjá felagnum. Tí er felagið saman við Vinnumálastýrinum og Strandferðsluni í løtuni í holt við at gera neyvari kanningar av ferðslumynstrinum og gjaldsviljanum hjá ferðafólki um Vestmannasund, fyri at fáa so greiða mynd av støðuni sum til ber.

Útreiðslurnar av rakstrinum hevur felagið mett um við grundarlagi í rakstrinum av Hvalfjørðartunnlinum við tillaging til føroysk viðurskifti og roknar við rakstraútreiðslum uppá uml. 7 mió. árliga.

Fíggjarligar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur ikki eyka fyrisitingarligan kostnað við sær.

Tá tunnilin verður latin upp fyri almenninginum, verður ferjusambandið millum Vestmanna og Oyragjógv niðurlagt.

Hetta hevur við sær, at ongar inntøkur verða frá farðleiðini, men samstundis verða spardar allar rakstrarútreiðslur í sambandi við ferjusiglingina v.m.

Vesturleiðin gav í 1998 eitt rakstraravlop, ið var 3,1 mió kr. Hetta avlop fer SL at missa, tá undirsjóartunnilin verður tikin í nýtslu. Orsakað av at nýíløgur í skip verða settar á serliga konto á fíggjarlógini, eru avskrivingar av ferjuíløgum ikki íroknaðar í hesum rakstraravlopi. Samlaði missurin hjá landskassanum verður tí væl minni, uml. 0-0,5 mió kr. árliga.

Eisini má roknast við, at talið av ferðandi við Bygdaleiðum ávirkast av fasta sambandinum. Væntandi minkar talið á ferðandi við Bygdaleiðum nakað, um bummpengarnir á leið verða á sama støði, sum ferðaseðlaprísirnir umborð á ferjunum í dag. Ein fyribils meting av inntøkumissinum hjá Bygdaleiðum er uml. 1,5-2 mió. kr. fyrsta árið, fasta sambandið verður tikið í nýtslu.

Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

Til § 1:
Stk. 1.
Her verður staðfestur rætturin hjá partafelagnum at gera tunnil um Vestmannasund.

Sum greitt frá undir almennu viðmerkingunum, verður talan um, at nakað av tunnlinum verður í sundinum og nakað uppi á landi.

Tað kann vera nakað ymisk støða ognar- og ræðisrættarliga sæð, alt eftir um talan verður um atgongd til "undirgrundina" uppi á landi ella í sundinum.

Hvat viðvíkur rættinum at avgera hvør hevur rætt til at ráða yvir undirgrundini í einum sundi, er tað greitt, at eingin privatpersónur kann gera ognarrættarlig sjónarmið galdandi, sum forða eini tunnilsgerð.

Tá talan er um privatan ognarrætt til lendi, eru bæði spurningurin um, hvar markið fyri ognarrættinum gongur víddarliga sæð omaná og spurningurin um, hvussi djúpt ognarrætturin røkkur, aktuellir.

Hvat viðvíkur markinum til sjóøkið verður vanliga hildið, at ognarrætturin gongur til lægstu fjøru. Tí er tað Løgtingið, sum hevur myndugleika til regulering av, hvør skal hava rætt til, til dømis tunnilsgerð í sjálvum sundinum.

Hvat viðvíkur markinum niðureftir er hetta ein sera torførur spurningur at svara, eins og hvat innihald slíkur ognarrættur hevur. Spurningurin er lítið viðgjørdur av løgfrøðingum og torførur at greina. Skuldi tað komið til skarpskeringar, verða tað í síðsta lagi dómstólarnir, sum koma at taka støðu.

Skuldi tað gjørst neyðugt við ognartøku, tí privatrættarligi ognarrætturin kann verða forðing fyri tunnilsgerðini, er heimild fyri ognartøku sett í lógina.

Stk. 2.
Hóast tað almenna eigur allan partapeningin í felagnum, og ein tí kundi rokna við, at tann nevnd, sum landsstýrismaðurin velur, kunnar partaeigaran, verður mett neyðugt, at landsstýrismaðurin eigur at góðkenna samlaðu verkætlanina áðrenn arbeiðið byrjar, m.a. fyri at tryggja sær, at teir normar og standardir, ið eru galdandi á økinum, verða yvirhildnir.

Stk. 3.
Her verður staðfest, at ognarrætturin til samlaða anleggið gongur yvir til tað almenna, tá íløgan er goldin.

Til § 2
Sum greitt frá undir almennu viðmerkingunum, hevur Løgtingið longu játtað at seta kr. 160, 3 mió. í felagið til gerð av fasta sambandinum um Vestmannasund.

Í eykajáttanarlógini er tilskilað, at 140 mió. av játtanini verða goldnar yvir tey næstu 7 árini. Slík samtykt á eini eykajáttanarlóg bindur ikki tingið løgfrøðiliga til at avseta á teimum komandi 7 fíggjarlógunum kr. 20 mió. árliga, uttan at talan var um sonevnda "løgujáttan". Her er ístaðin fyri løgujáttan talan um at seta pening í eitt partafelag, og tí er neyðugt við slíkari áseting.

Tað er heilt avgerandi fyri, at verkætlanin kann gerast veruleiki, at tær kr. 140 mió, sum eru eftir av samlaðu játtanini, verða staðfestar soleiðis, at tað er eitt rættarkrav uppá peningin, sum partafelagið fær.

Annars kann felagið ikki veita teimum, ið skulu byggifíggja nakra trygd. Ætlandi verður tilsøgnin tiltransporterað byggilánsgevaranum. Tí verður heimilað landsstýrismanninum at gera nýtslu av samlaðu upphæddini longu frá gildiskomuni, soleiðis at felagið kann veita lánsgevaranum trygd fyri at hann fær ætlaða peningin.

Ein annar spurningur er, hvussu hetta kemur at ávirka gjaldføri landskassans. Her er júst tikin við tann skipan, sum tingið frammanundan ásetti, nevniliga at útgjaldingin fer fram yvir eitt áramál, tó so at tað í minsta lagi verður talan um 20 mió. árliga.

Til § 3
Sum kunnugt gjørdi Landsverkfrøðingurin á sinni drúgt fyrireikingararbeiði í sambandi við ætlaðu tunnilsgerðina, og byrjað varð eisini uppá arbeiðið við tunnilsmunnan í Leynum. Felagið ætlar sær at taka við har, sum Landsverkfrøðingurin slepti, og tær íløgur, sum á sinni vórðu gjørdar, fara tí ikki allar til spillis.

Tí verður í stk. 1 skotið upp, at landsstýrismaðurin fær heimild til at avhenda tey anleggsarbeiði, sum framd vórðu, umframt tær forkanningar og innkeypta tilfarið, um hetta er nýtiligt, og at einki verður goldið fyri hetta.

Til § 4
Sum víst á undir almennu viðmerkingunum var felagið P/F Vágatunnilin stovnað nakað eftir eykajáttanarlógina frá oktober 1998.

Sambært viðtøkum felagsins er endamál felagsins ásett í samsvari við eykajáttanarlógina, tó so at eisini er tilskilað, at felagið kann reka aðra vinnu, sum hevur samband við høvuðsvirksemi felagsins.

Nevnda uppískoytið er grundað á, at slíkar orðingar eru vanligar í viðtøkum í partafeløgum, til tess at tryggja, at endamálsorðingin ikki verður ov trong.

Við at áseta í løgtingslóg hvat endamálsorðingin í felagnum skal vera, kann partaeigarin ikki broyta viðtøkurnar, sum hann annars hevði havt rætt til.

Á henda hátt verður tryggjað, at felagið bert verður nýtt til tað endamál, tað er stovnað til.

Í stk. 2 er ásett regla um, at partabrøvini eru ogn landsins, og at løgtingsins samtykki krevst, um so er, at landsstýrismaðurin ynskir at privatisera felagið.

Tað verður hildið, at slík prinsipiell avgerð ikki eigur at vera tikin, uttan at Løgtingið hevur viðgjørt málið, jbr. § 48, stk. 2 í tingskipanini.

Til § 5
Higartil hava nýslugjøld ikki verið kravd í Føroyum fyri nýtsluna av nøkrum tunnli, sum tað almenna hevur latið byggja. Hetta er tó kent fyribrygdi í øðrum londum, bæði tá tað ræður um tunnlar og eisini størri motorvegir.

Hugskotið er, at íløgan skal hvíla í sær sjálvari, og landið hevur onga ábyrgd mótvegis lángevarum ella øðrum ognarum hjá felagnum, eins og landið ikki hevur nakra ábyrgd sum byggiharri ella ábyrgd av rakstri ella møguligum endurgjøldum fyri skaðar, sum kunnu standast av tunnlinum.

Ætlanin er, at nýtslugjøldini skulu fíggja bæði afturgjaldingina av lánunum til byggingina og raksturin av vegunum og tunnlinum.

Tað er eigarin av tunnlinum og eingin annar, sum kemur at gera av støddina av teim nýtslugjøldum, ið kravd verða frá teimum, ið nýta tunnilin v.m. Landsstýrismaðurin hevur ongar heimildir til áseting av støddini á nýtslugjøldunum. Hetta merkir eisini, at um ein veðhavari yvirtekur tunnilin, fær hann henda rætt.

Ætlan felagsins er, at hesi nýtslugjøld skulu vera av eini stødd, sum ger, at felagið hevur ráð at afturgjalda rentur og avdráttir til lánistovnarnar, umframt at kunna gjalda rakstur og viðlíkahald av anlegginum. Hertil kemur rentingin av stóru eginognini, tá partapeningurin /ábyrgdarapeningurin er so stórur sum kr. 160 mió. Eisini skulu nýtslugjøldini gera felagið ført fyri at konsolidera seg rímiliga væl.

Tá felagið enn ikki er farið í holt við projekteringina og heldur ikki hevur gjørt nakrar byggisáttmálar, er tað ógjørligt í dag at siga støddina á teimum nýtslugjøldum, talan verður um, tí hetta er tengt at íløguni.

Í stk. 2 verður tilskilað, at vegir, brúgvar og tunnil ikki verða partar av landsvegnum eftir løgtingslóg nr. 51 frá 25. juli 1972 um landsvegir við seinni broytingum. Landsvegalógin ásetur nevniliga í § 2, at "Landið ger og heldur landsvegir", og hetta er júst ikki ætlanin, tí talan verður um privatan ognarrætt hjá felagnum til vegir, brúgvar og tunnil.

Í stk. 3 hevur landsstýrismaðurin, hóast talan verður um privatan veg og tunnil, sambært §§ 6 og 7 í nevndu løgtingslóg, somu heimildir, tá tað ræður um vegir, brúgvar og tunnil. Eftir nevndu greinum er heimild hjá vegamyndugleikunum t.d. at áseta, hvussu langt frá landsvegi bygt eigur at verða, treytir um bygging framvið vegnum v.m., og hildið verður av ferðsluligum ávum, at tað eisini er neyðugt, at vegamyndugleikarnir hava hesi amboð, tá tað ræður um hesa vega- og tunnilsgerðina.

Til § 6
Sum nevnt undir teimum almennu viðmerkingunum, er tað neyðugt hjá felagnum at gerast eigari av lendinum til vegin og kring tunnilsmunnarnar fyri at hava ræði á tunnlinum. Tað kann eisini gerast neyðugt at leggja m.a. rørleidningar í øki nærhendis. Hertil kemur helst, at lángevarar vilja krevja veð í føstu ognum felagsins.

Til § 7
Stórur partur av íløguni verður fíggjaður við lántøku. Meðan byggiarbeiðið stendur uppá, verða umframt rentuútreiðslur eisini aðrar munandi útreiðslur, so sum forkanningar v.m., sum ikki kunnu dragast frá, tí tað verða ongar rakstrarinntøkur í byggitíðini.

Eftir galdandi skattalóg er heimild til at draga frá skattligt hall í skattligu inntøkuni tey fylgjandi 5 árini. Í hesum skeiði kann frádrátturin tó bert flytast til eitt seinni inntøkuár, rúmast tað ikki í skattskyldugu inntøkuni undanfarna ár. Tá arbeiðið við gerð av samlaðu verkætlanini kemur at taka drúgva tíð, verður tað trupult hjá felagnum at fáa gagn av útreiðslunum, áðrenn tær fella fyri aldursmarkinum. Tí verður skotið upp at leingja framflytingartíðina úr verandi 5 árum til 30 ár.

Annar spurningur, sum stingur seg upp, er, hvussu ein vega-, brúgva- og tunnilsgerð í avskrivingarligum høpi er at meta eftir galdandi skattalóg.

Mest nærliggjandi er at sammeta hetta við vinnuligar bygningar, og tí er hetta skilað til í lógini. Sambært skattalógini er avskrivingarsatsurin fyri bygningar 7% tey fyrstu 10 árini. Hetta hóskar illa til slíka verkætlan, ið her er talan um, og verður tí skotið upp, at avskrivingartíðin í hesum serliga føri verður 30 ár, soleiðis at avskrivast kann tey fyrstu 15 árini við upp til 7% og síðani við upp til 3½%.

Mælt verður til, at henda broyting í avskrivingarreglunum verður upptikin í hesa lóg ístaðin fyri í skattalógina, tí her er talan um serreglu, sum annars bert vildi tyngt skattalógirnar.

Til § 8
Soleiðis sum nútímans rakstur av motorvegum, tunnlum v.m. er skipaður, kunnu í teimum førum, har talan er um nýtslugjøld fyri at nýta vegin, tunnilin v.m. fyri at gera dagliga raksturin so rationellan sum til ber, nýtast ymisk tøkni til at lætta um gongdina, tá tað um gjaldingina ræður. Ætlandi verða gjaldsstøðini á onkran hátt automatiserað, men hvussu hetta verður skipað, er ikki fastlagt enn.

Ansingarskipanin skal handfarast so skinsamliga og varisliga, at ampin verður so lítil sum til ber hjá teimum ferðandi.

Fyri at geva felagnum møguleika fyri at eftirkanna hvørjir teir eigarar av akførunum eru, sum møguliga vilja royna at sleppa sær undan at gjalda nýtslugjøld, er felagnum heimilað at útvega sær upplýsingar um skrásettu eigararnar frá Bileftirlitinum, sum hevur fullfíggjaða skrá yvir øll føroysk akfør.

Til § 9
Landsstýrismaðurin setur ein bólk, at fylgja við arbeiðinum, soleiðis at tann vitan sum fæst við eini tílíkari verkætlan, í mest møguligan mun kemur føroyska samfelagnum til gagns seinni. Tað er helst óneyðugt at hava bólkin sitandi aftaná at sjálvt arbeiðið er liðugt og tikið í nýtslu. Men hetta kann landsstýrismaðurin sjálvur gera av tá tann tíðin kemur. Limirnir í bólkinum verða fyrst og fremst umboð fyri tekniska serkunnleikan í Føroyum – her verður serliga hugsað um umboð fyri Landverksfrøðingsstovnin, men eisini onnur kunnu hava áhuga í at fylgja við arbeiðinum. Her verður hugsað um umboð fyri kommunur , fyri tilbúgving, løgreglu, brunaumsjón o.l.

Tað er ikki lagt fast í sjálvari lógini hvussu arbeiðið í fylgibólkinum skal skipast, men ætlanin er at formaðurin í partafelagnum regluliga kallar inn til fundar, kunnar um aktuel mál og letur bólkin fáa høvi at viðgerða og skifta orð um hesi og onnur mál av áhuga.

Til § 11
Ætlanin er, at lógin skal koma í gildi skjótast til ber.

Tørvur skuldi ikki verið á at gjørt broytingar í øðrum løgtingslógum.

Løgtingslógin um fólka- og farmaflutning nr. 51 frá 1. juni 1977 regulerar fólka- og farmaflutning og til hetta krevst skrivligt loyvi (serloyvi) frá landsstýrinum. Henda verkætlan at gera veg og tunnil og bjóða hann fram til fólka- og farmaflutning er ikki fólkaflutningur og ikki farmaflutningur. Tí er ikki neyðugt hjá felagnum at fáa nakað serskilt loyvi til tess.

Ferðslulógin verður galdandi fyri vegin og tunnilin, og tørvur sæst ikki at gera serskiltar broytingar í ferðslulógini við atliti til verkætlanina. Tá tað í ferðslulógini verður talað um vegamyndugleika annan enn løgregluna, merkir hetta eigarin av vegnum.

Løgtingslógin um matrikulering er onnur lóg, sum hugsast kundi verið broytt í sambandi við at felagið fær ognarrætt til tunnilin.

Løgtingslógirnar um privatar og almennar skráir, skuldi ikki verið neyðugt at broytt, tí í § 9 er serskilt loyvi givið til skráseting. 

Skjalatilfar:

Skjal nr. Skjali viðvíkur

  1. Eykajáttanarlóg í oktober 1998 (konto 4.38.2.20)
  2. Stovningarsamtykt í P/F Vágatunnilin.
  3. Viðtøkur í partafelagnum P/F Vágatunnilin.
  4. Kort ið vísir ætlaðu linjuføringina av vega- og tunnilsgerðini.

  1. viðgerð 7. december 1999. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 26. januar 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. desember 1999, og eftir 1. viðgerð tann 7. desember 1999 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 9. og 14. desember og 4., 7., 11., 13., 18., 20., 25. og 26. januar 1999.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Hans Biskopstø, stjóra á Landsverkfrøðings-stovninum, Klæmint Weihe og David Reinert Hansen frá P/f Vágatunnlinum, Leivur Harryson, landsgrannskoðara, Henning Jacobsen, Heina Olsen og Finnboga Arge, landsstýrismann í Vinnumálum.

Sambært upplýsingunum í málinum, varð P/F Vágatunnilin stovnað 21. desember 1998. Felagið hevur gjørt avtalur um ráðgeving, eftirlit og projektering í sambandi við tunnillin sum gerast skal undir Vestmannasund. Rakstrar-, fyrisitingar,- og starvsfólkakostnaður hjá felagnum higartil liggur um 1. mió. Harumframt eru uml. 2. mió. brúktar til forkanningar og 2,7 mió. til projektering av tunnlinum. Knappar 6 mió. kr. tilsamans.

Frá Henning Jacobsen hevur nevndin fingið upplýst, at projektið sum so er upp á pláss og skuldi landsverkfrøðingurin starta upp aftur í hesum formi, skulu teri bert hava 2-3 mánaðir til at gera maskinurnar í stand. Vegin kunna teir byrja upp á innan fyri nakrar vikur. Nýggjur borihamari skal keypast til Vágasíðuna, so aftaná 1/2 ár er møguligt at byrja hinumegin frá eisini.

Meirilutin í nevndini  tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, men verður mælt til, at ávísar broytingar verða gjørdar m.a. soleiðis, at ávísar uppgávur verða lagdar til Landsverkfrøðingsstovnin, ásetingar verða gjørdar um eftirlit og soleiðis, at ávísar serásetingar um skattastøðuna hjá felagnum verða strikaðar.

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi:

broytingaruppskot

  1. Í § 1, stk. 2, verða orðini "Landsstýrismaðurin skal" broytt til "Landsverkfrøðingsstovnurin skal, undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum".
  2. Í § 1, stk. 3, verður sett inn nýggj áseting, sum verður soljóðandi: "Landsverkfrøðingsstovnurin skipar, undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum, fyri eftirliti við, at verkætlanin verður framd samsvarandi góðkendu ætlanini, smb. stk. 2."
  3. § 1, stk. 3, sum hereftir verður stk. 4, verður orðað soleiðis: "Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Vágatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar.
  4. § 7, stk. 1 og 4, verða strikað og § 7, stk. 2-3, verða hereftir stk. 1-2.
  5. Í § 9 verða orðini "Landsstýrið setir" broytt til "Undir ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum, setir Landsverkfrøðingsstovnurin".

 

Viðmerkingar:

Ad. 1) Við broytingini verður tað ásett, at Landsverkfrøðingsstovnurin skal standa fyri góðkenningini, men verður tað undirstrikað, at endaliga ábyrgdin er hjá landsstýrismanninum, og merkir hetta eisini, at landsstýrismaðurin hevur endaligu heimildina. Broytingin hevur sostatt ikki til endamáls at forskjóta ábyrgdina hjá landsstýrismanninum smb. stýrisskipanarlógini.

Ad. 2)Skotið verður upp, at Landsverkfrøðingsstovnurin skal skipa fyri einum eftirliti, sum skal tryggja, at verkætlanin veruliga verður framd soleiðis, sum hon varð góðkend. Hetta eftirlitið skal verða framt av Landsverkfrøðingsstovninum, men sum í broytingini til § 1, stk. 2, verður tað eisini her undirstrikað, at endaliga ábyrgdin er hjá landsstýrismanninum. Víst verður í hesum sambandi til viðmerkingarnar undir ad. 1. Partafelagið Vágatunnilin skipar fyri sínum egna eftirliti sum byggiharri.

Ad. 3) Við broytingini verður tað gjørt greitt, at ognarrætturin til anleggið bert verður avhendaður landinum til ognar, um P/F Vágatunnilin, tá útvgeganarkostnaðurin er fult afturgoldin, stendur sum eigari av anlegginum.

Ad. 4) Skotið verður upp, at útveganarkostnaðurin verður avskrivaður beinleiðis eftir reglunum um vinnuligar bygningar, og ikki sum skotið upp í upprunaliga uppskotinum. Hetta fyri at javnstilla partafelagið við onnur feløg, og tí at mett verður, at tær reglur, ið eru galdandi fyri vinnuligar bygningar í avskrivingarlógini, eru nøktandi. Við til samlaðu byggiútreiðslurnar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð v.m. teljast allar útreiðslurnar, partafelagið hevur havt í sambandi við verkætlanina, herundir eisini útreiðslur til projektering, forkanningar, fíggjarkostnað v.m.

Ad. 5) Við broytingini verður tað ásett, at Landsverkfrøðingsstovnurin skal seta bólkin, men sum í broytingini til § 1, stk. 2, verður tað eisini her undirstrikað, at endaliga ábyrgdin er hjá landsstýrismanninum. Víst verður í hesum sambandi til viðmerkingarnar undir ad. 1.

Minnilutin í nevndini (Henrik Old og Katrin Dahl Jakobsen) harmast um, at politisk ósemja í samgonguni hevur havt við sær, at arbeiðið upp á Vágatunnilin enn ikki er byrjað.

Umboð Javnaðarfloksins eru av tí áskoðan, at føroyingar sjálvir skulu standa fyri allari vega- og tunnilsgerð í landinum. Víst verður á, at higartil hevur Landsverkfrøðingsstovnurin havt ábyrgdina av øllum teimum 14 tunnlunum, ið gjørdir eru í Føroyum, sjálvt um privat byggifeløg gjørdu partar av arbeiðinum, serliga tey fyrstu árini, og síggja vit onga orsøk til at broyta hesa mannagongd. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur eftir øllum at døma lagt seg eftir at beina fyri Landsverkfrøðingsstovninum – ein stovnur við servitan og royndum á samferðsluøkinum.

Minnilutin heldur harafturímóti, at tað er neyðugt at hesin tekniski stovnur verður styrktur og fær nýggjar avbjóðingar, soleiðis at hann eisini framyvir kann standa fyri størri verkætlanum og til at viðlíkahalda gjørdu íløgurnar.

Tá ið landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Finnbogi Arge, førir fram, at tað ikki letur seg gera at byggja tunnil undir Vestmannasundi uttan ígjøgnum eitt partafelag, so er minnilutin avgerandi ósamdur í hesum.

Fylgjan av áskoðan landsstýrismansins má so vera tann, at einki størri arbeiði í framtíðini kann gerast, uttan at fyrst verður stovnað partafelag, ið so skal standa fyri øllum arbeiðum.

Sostatt kann ein ætlan um at byggja nýggjan "Smyril", sum í kostnaði verður á hædd við Vágatunnilin, ikki fremjast, uttan at fyrst verður stovnað eitt partafelag til at standa fyri.

Minnilutin ivast ikki í, at við Landsverkfrøðinginum sum byggiharra tryggjar ein best, at aðrar privatar, føroyskar fyritøkur fáa partar av arbeiðinum at gera.

Tað er trupult at skilja, hví samgongan hevur so stóran áhuga í at lata útlendskar fyritøkur gera nógv av teimum arbeiðum, sum tað almenna setir í verk. Her kann nevnast nýggja vaktarskipið, skrokkurin til nýggju Sandoyarferjuna, og nú eisini Vágatunnilin.

Tað tykist sum um landsstýrið og samgongan halda, at altjóðagerð (globalisering) skal merkja, at útlendsk áhugamál skulu verða alt meira ráðandi í føroyskum vinnulívi og verkætlanum.

Meirilutin í vinnunevndini hevur ígjøgnum hesa verkætlan møguleikan at venda hesi gongd, við at lata føroyingar sjálvar gera tey arbeiði, sum møguleiki er fyri at gera. Men minnilutin má, hóast drúgva nevndarviðgerð, ásanna, at okkum ikki hevur eydnast at sannføra meirilutan um týdningin av, at føroyingar sjálvir koma í fremstu røð, serliga innan øki, har ongin ivi er um, at vit sjálvir hava neyðugu royndirnar og førleikan.

Í vinnunevndini hava umboð javnaðarflokksins hildið fast við, at føroyingar sjálvir skulu standa fyri hesum arbeiði. Men tá hetta sjónarmið nú einans fær undirtøku frá umboðum Javnaðarfloksins í nevndini, sær minnilutin onga meining í at seta broytingaruppskot fram.

2. viðgerð 2. februar 2000. Broytingaruppskot frá meirilutanum til §§ 1, 7 og 9 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 4. februar 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-1-0. Málið avgreitt.

Vms. j.nr. 1871-8/91
Lms. j.nr. 691-21/99
Ll. nr. 6/2000 frá 08.02.2000