Tubbaksnýtsla

 

19  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 4. mars, legði  Eyðun Elttør, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna

§ 1

Í løgtingslóg nr. 94 frá 4. oktober 1984 um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 5, stk. 2, verður "tubbaksráðnum, jbr. § 6," broytt til: "Fyribyrgingarráðnum".
  2. § 6 verður strikað.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2000.
Stk. 2. Samstundis fer danski teksturin í lógini úr gildi.

Viðmerkingar

Í sambandi við at uppskot til løgtingslóg um fyribyrgingarráð verður lagt fyri Løgtingið, verður neyðugt at fremja hesar broytingar í tubbakslógini. Orsøkin er, at ætlaða fyribyrgingarráðið kemur at verða sett í staðin fyri m.a. Tubbaksráðið, sum verður tikið av, tá ið lógin um fyribyrgingarráð verður samtykt. Fyribyrgingarráðið kemur eftir ætlan at yvirtaka tær uppgávur, sum í dag liggja hjá Tubbaksráðnum. Hetta lógaruppskotið hoyrir tí náttúrliga saman við uppskotinum til løgtingslóg um fyribyrgingarráð.

1. viðgerð 14. mars 2000. Tingmálini nr. 12, 19 og 68 viðgjørd undir einum. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 7. apríl 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Uppskotið er dagfest 29. november 1999, men er ikki formliga lagt fram av landsstýrismanninum í heilsumálum fyrr enn tann 4. mars 2000, tí at neyðugt var at bíða eftir einum fylgibroytingaruppskoti til rúsdrekkalógina, sum varð framlagt av landsstýrismanninum í vinnumálum við løgtingsmáli nr. 68/1999. Eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2000 varð uppskotið beint í trivnaðarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 27. og 28. mars og 4. apríl 2000.

Uppskotið er ein avleiðing av løgtingsmáli nr. 12/1999: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgingarráð.

Av tí at málið varð seinni framlagt enn ætlað, er neyðugt at broyta gildiskomudagin.

Ein samd nevnd mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins við nevndu broyting, og setir tí fram soljóðandi  

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

Í § 2 verður "1. januar" broytt til "1. juli"

2. viðgerð 12. apríl 2000. Broytingaruppskot frá trivnaðarnevndini til § 2 samtykt 25-1-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-1-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 26. apríl 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-1-1. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 687-19/1999
Ahs.j.nr. 0.12-9800559/17
Ll.nr. 55 frá 10.05.00