Føroya Lívstrygging

 

23  Uppskot til  løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging

Skjal 0

Frágreiðing um umskipan av

Føroya Lívstrygging til partafelag 

Innihaldsyvirlit

1 Inngangur *
2 Niðurstøða *
3 Grundarlag undir arbeiði okkara *
4 Samskifti við Tryggingareftirlitið *
5 Teir ymsu grunnarnir hjá Føroya Lívstrygging *
5.1 Tryggingargrunnurin *
5.2 Bonusgrunnur og tiltaksgrunnur *
5.3 Kursjavningargrunnur *
5.4 Niðurstøða viðvíkjandi grunnunum *
6 Landskassaábyrgdin *
7 Hægstarættardómurin frá 1. november 1993 og avleiðing-
  arnar av honum
*
8 Skipan av nýggja felagnum *
8.1 Binding av eginogn *
8.2 Partapeningur og eginogn í P/F Føroya Lívstrygging *
9 Skjøl *

 

    1. Inngangur

Føroya Landsstýri hevur ætlan um at umskipa Føroya Lívstrygging til alment partafelag. Í hesum sambandi hevur Føroya Lívstrygging heitt á okkum um at gera ymiskt fyrireikandi arbeiði.

Við støði í arbeiðssetninginum, sum lýst undir petti 1.1. hava vit býtt arbeiði okkara soleiðis:

  • At gera fyrireikandi arbeiði, so lógaruppskot um umskipan av Føroya Lívstrygging til partafelag kann leggjast fyri Føroya Løgting so felagið kann stovnast og
  • gerð av metanarfrágreiðin og byrjunnarfíggjarstøðu

Henda frágreiðing lýsir tað undir petti 1. nevnda.

Tá ársroknskapurin fyri 1999 fyri Føroya Lívstrygging er liðugur gera vit endaligu metanarfrágreiðingina og byrjunnarfíggjarstøðuna pr. 1. januar 2000 fyri P/F Føroya Lívstrygging. Hetta arbeiði vænta vit verður liðugt í mars 2000.

Felagið kann stovnast áðrenn metanarfrágreiðing og byrjunnarfíggjarstøða fyriliggja, men kann ikki fáa endaligt loyvi frá Tryggingareftirlitinum til at taka upp tryggingarvirksemi áðrenn hesi fyriliggja.

Við støði í arbeiðssetninginum verður frágreiðing okkara við tilhoyrandi skjølum handað Føroya Landsstýri.

 

Tórshavn, tann 15. november 1999


KPMG statsaut. revisorar Sp/f Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta

Súni Schwartz Jacobsen                Niels Winther Poulsen
statsaut. revisor                                  advokatur                 

 

    2. Niðurstøða

      Eftir okkara fatan skal umlegging av Føroya Lívstrygging til partafelag virða tær skyldur, stovnurin hevur mótvegis tryggingartakarunum og øðrum, og eigur annars at fara fram á ein slíkan hátt, at tryggingartakararnir ikki hava orsøk at halda, at støða teirra verður broytt til tað verra. Henda fatan hevur eisini verið grundarlagið undir ætlan landstýrisins og tí lógaruppskoti, sum er gjørt.

      Tað er sostatt m.a. neyðugt at tey tryggingar- og bonuskrøv, sum tryggingartakararnir sambært galdandi lóg og reglugerðum hava, verða vird, herundir, at tað landskassaveðhald, sum hevur verið galdandi, heldur fram fyri verandi skyldur.

      Teir grunnar, sum sambært galdandi lóg um Føroya Lívstrygging skulu verða, kunnu býtast upp í ogn hjá teimum, sum tryggjaði eru, nevniliga tryggingargrunnurin og bonusgrunnarnir, umframt lógarásettan bundnan tiltakspening, nevniliga tiltaksgrunnin, og kursjavningargrunnin. Sostatt er eftir okkara meting eingin grunnur, sum leiðslan ella eigarin frítt kann ráða yvir.

      Orsakað av grundaðu vónum tryggingartakarans um bonusveitingar, fara vit at mæla til, at felagið verður stovnað við kontantum partapeningi, og ikki við heilt ella lutvíst at konvertera núverandi eginogn hjá Føroya Lívstrygging til partapening.

      Við tað at fæfeingisgrundarlagið kann tryggjast við verandi eginogn í Føroya Lívstrygging, meta vit at partapeningurin í P/F Føroya Lívstrygging ikki nýtist at vera hægri enn 500 tkr.

    3. Grundarlag undir arbeiði okkara

Við brævi dagfest 22. september 1999 (skjal 1), hava vit nærri útgreinað arbeiðssetning okkara. Høvuðsendamálið við arbeiði okkara er:

  • at gera uppskot til stovningargrundarlag fyri partafelagið, herundir at gera uppskot til stovningarsamtykt og viðtøkur,
  • at gera uppskot til metanarfrágreiðing og byrjunarfíggjarstøðu fyri partafelagið, og í hesum sambandi at taka støðu til tær ognir og skyldur, sum verða fluttar til partafelagið, umframt útgreina eginogn hjá nýggja felagnum, og
  • at samskipa stovnanina við tað lógaruppskot, sum Vinnumálastýrið hevur gjørt.

Rættarliga støðan hjá Føroya Lívstrygging kann í stóran mun sammetast við danska tryggingarfelagið Statsanstalten for Livsforsikring, sum varð lagt um til alment partafelag í 1990.

Í tí sambandi varð drúgv frágreiðing skrivað (betænkning nr. 1189 om privatisering af Statsanstalten for Livsforsikring). Við støði í m.a. hesi frágreiðing, hevur Vinnumálastýrið gjørt uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging. Vit hava í stóran mun bygt arbeiði okkara á áður nevndu frágreiðing.

Í kjalarvørrinum av privatiseringini av Statsanstalten for Livsforsikring tók rættarmál seg upp um nýttu mannagongdina. Hægstirættur segði endaligan dóm 1. november 1993. Við tað at Føroya Lívstrygging er sett á stovn eftir sama leisti, sum Statsanstalten for Livstforsikring, meta vit, at nevndi dómur hevur beinleiðis týdning í samband við umskipanina av Føroya Lívstrygging til partafelag. Nærri um hetta, sí petti 7.

Við støði í nevndu frágreiðing og nevnda dómi, hevur Vinnumálastýrið sambært lógaruppskotinum gjørt nágreiniligar løgfrøðiligar kanningar av rættarligu støðu Føroya Lívstryggingar, og er komin til ta greiðu niðurstøðu, at einki er, sum forðar fyri, at Føroya Lívstrygging við lóg verður løgd um til partafelag.

Poul Hansen, advokatur, er við frágreiðing dagfest 22. september 1998 til nevnd Føroya Lívstryggingar, komin til somu niðurstøðu, sí skjal 2.

Eftir avtalu við Vinnumálastýrið, hevur hesin spurningur tí ikki verið ein partur av arbeiðssetningi okkara.

Verandi lóg um Føroya Lívstrygging er løgtingslóg nr. 64 frá 10. oktober 1966. Við løgtingslóg nr. 77 frá 23. mei 1997 varð lógin frá 1966 sett úr gildi frá 1. januar 1998, men við løgtingslóg nr. 157 frá 19. desember 1997 verður ásett, at lógin frá 1966 verður í gildi til 1. januar 1999 og seinni er hendan freist útsett til 1. januar 2000.

Í arbeiði okkara hava vit havt fleiri fundir við stjóran á Føroya Lívstrygging og Vinnumálastýrið. Vit hava harumframt havt fund við Erik Bonnerup stjóra, Steen Rasmussen, undirstjóra og Mogens Jørgensen, roknskaparleiðara, allar hjá Danica Liv A/S. Erik Bonnerup var stjóri í Statsanstalten for Livsforsikring, tá felagið varð broytt til partafelag og luttóku hann og Steen Rasmussen í tí arbeiði, sum tá fór fram.

    4. Samskifti við Tryggingareftirlitið

      Eftir umskipanina verður Føroya Lívstrygging fevnt av løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi.

      Sambært hesi lóg skal nýggja felagið hava konsessión frá Tryggingareftirlitinum og loyvi frá Føroya Landsstýri.

      Føroya Lívstrygging hevur í brævi dagfest 25. oktober 1999 sent umsókn til Tryggingareftirlitið um at P/F Føroya Lívstrygging fær loyvi at halda fram við tryggingarrakstrinum, sum nú verður rikin í Føroya Lívstrygging.

      Í samband við arbeiði okkara hava vit havt kunnandi fundir við Tryggingareftirlitið v/ Thomas Magnussen, formanni og Jens Peter Tranbjerg. Harumframt hava vit havt fund við Steen Christiansen, tekniskan ráðgeva hjá Tryggingareftirlitinum.

      Eftir samrøðurnar við Tryggingareftirlitið er tað okkara fatan, at P/F Føroya Lívstrygging uttan trupulleikar lýkur treytirnar fyri at fáa konsessión sambært lóg um tryggingarvirksemi. So vítt vit hava skilt kann loyvi fáast í 1999, tó treytað av at Tryggingareftirlitið fær neyðugu upplýsingarnar.

    5. Teir ymsu grunnarnir hjá Føroya Lívstrygging

Tann samlaða eginognin hjá Føroya Lívstrygging er eftir galdandi lóg um Føroya Lívstrygging býtt upp í hesar grunnar:

5.1 Tryggingargrunnurin

        Ásetingin um tryggingargrunnin í § 13 í galdandi lóg um Føroya Lívstrygging er soljóðandi:

        1.stk. Í statusuppgerðini skulu undir skuldunum serskilt verða tikin ein tryggingargrunnur av samlaða peninginum í:

        a) Tiltaksviðurgjaldinum fyri tílíkum tryggingum við bonusi, ið eru fráboðað og fallin til gjaldingar, men ikki goldin.

        b) Tiltakstryggingargjaldinum av øllum virðum av tryggingum í umfari. Tiltakstryggingargjaldið skal í minsta lagi vera á hædd við munin millum kapitalvirðið og stovnsins skyldur sambært allar leypandi lívstryggingarsáttmálar (skuldir) og kapitalvirðið av tí reina tryggingargjaldinum, sum tann tryggjaði skal rinda í framtíðini (ognir). Við tað reina tryggingargjaldið skilst tann parturin av tryggingargjaldinum, sum við íbirtan av tryggingarsáttmála sambært tágaldandi grundarlag fyri tryggingargjaldsins útrokning svarar til tann átikna vágleika. Sama grundarlag skal verða nýtt við útrokning av nevnda kapitalvirði. Til rindan av framtíðarrakstri av tryggingum, ið ikki longur verður goldið tryggingargjald fyri, verður tiltaks-tryggingargjald at innihalda uppískoyti, sum er skotið upp av stovninum og góðkent av tilsýninum.

        2. stk. Hevur stovnurin givið frá sær eina trygging í endurtrygging, er hann ikki við ásetanina av tryggingargrunninum skyldugur at viðrokna so mikið, sum endurtryggjað er, um so er, at yvirtøkufelagi setur eina av tilsýninum góðkenda trygd fyri tiltakstryggingargjaldið.

        Tryggingargrunnurin vísir sostatt skyldurnar hjá Føroya Lívstrygging mótvegis teimum tryggjaðu.

        Tryggingargrunnurin var 876,9 mio.kr. tann 31. desember 1998.

5.2 Bonusgrunnur og tiltaksgrunnur

        Ásetingarnar um bonusgrunn og tiltaksgrunn eru í § 16 í lóg um Føroya Lívstrygging:

        1. stk. Ársyvirskotið verður at býta millum bonusgrunnin og tiltaksgrunnin soleiðis:

        a) Alt yvirskotið skal falla til bonusgrunnin, um tiltaksgrunnurin er meira, ella tað sama sum 5% av ogn og skuld (smbr. § 13, 1. stk.).

        b) Løgd verða 10% av yvirskotinum til tiltaksgrunnin og hin parturin av yvirskotinum til bonusgrunnin, um tiltaksgrunnurin er minni enn 5% av ogn og skuld, men meira ella tað sama sum 2%, fyri reinar rentutryggingar tó 2,5%.

        c) Er tiltaksgrunnurin minni enn 2% - fyri reinar rentutryggingar 2,5% - av ogn og skuld, skal, um yvirskotið røkkur, fyrst leggjast av til tiltaksgrunn so nógvur peningur, at grunnurin fær nevndu stødd. Viðvíkjandi tí eftirverandi yvirskotinum, verður at skipa sum undir b).

        2. stk. Teir í 1. stk. nevndu prosentpartar til tiltaksgrunnin kunnu skerjast í mun til tann procentpartin av tí í § 14 nevndu ogn, sum ikki er tikin við í stovnsins statusi.

        3. stk. Tað, sum tiltaksgrunnurin er meira enn tað í 1. stk. a) nevnda procent, kann verða nýtt at leggja av til tiltakstryggingargjald, ið tørvur er á. Vegna broyting í útrokningargrundarlagnum annars má tiltaksgrunnurin ikki verða minkaður uttan samtykki tilsýnisins, uttan so at tørvur er á at rinda undirskotið.

        Sum nevnt omanfyri, ásetir §16 um yvirskotið, at hetta skal býtast millum bonusgrunn og tiltaksgrunn á tann hátt, at lagt verður í tiltaksgrunn til hann hevur ávísa stødd, meðan restin fer í bonusgrunn.

        Sambært teirri undir petti 3 nevndu frágreiðing um privatisering av Statsanstalten for Livsforsikring og Hægstarættardóminum frá 1. november 1993 nevndur sama stað og undir petti 7, má "yvirskot" skiljast sum alt yvirskot, tvs. avkast av øllum ognum felagsins, eisini tað sum fyrr er lagt í grunn undir eginognini og ikki bert yvirskot av ognum hjá verandi tryggingartakarum.

5.2.1 Bonusgrunnur og bonusútjavningargrunnur

          Í bonusgrunninum vóru 185,9 mio kr.. og í bonusútjavningargrunninum kr. 39,3 mio. kr. pr. 31. desember 1998.

          Bonusútjavingargrunnurin er ikki heimilaður í lóg ella viðtøkum, men er settur á stovn av leiðsluni við tí endamáli at halda eina so støðuga rentu sum møguligt mótvegis teimum tryggjaðu við at javna munin millum ta rentu, sum frammanundan er ásett, og tað seinni staðfestu rentuna. Leiðslan flytir eftir tørvi úr bonusútjavningargrunninum og yvir raksturin í sjálvan bonusgrunnin.

5.2.2 Bonusreglugerð

Fyri at lýsa, hvørjar grundaðu vónir tryggingartakaranna til bonus eru, verður í stuttum greitt frá galdandi bonusreglum fyri Føroya Lívstrygging.

Býtið millum bonusgrunn og tiltaksgrunn, og ásetingarnar um hvør partur av ársyvirskotinum skal í bonusgrunnin, eru sum fyrr nevnt í § 16 í lóg um Føroya Lívstrygging. Har er ásett, at alt yvirskotið, sum ikki sambært ásetingunum í nevndu grein skal í tiltaksgrunnin, skal falla til bonusgrunnin.

Í § 18 í nevndu lóg, er m.a. ásett, at reglur fyri tryggingartreytum og bonusi, skulu verða góðkendar av landsstýrinum.

Í almennu tryggingartreytunum fyri Føroya Lívstrygging, sum eru settar í gildi frá 1. januar 1993 er í § 15 ásett, at tryggingarnar taka lut í bonusskipanini sambært bonusreglugerð hjá Føroya Lívstrygging, sum eina og hvørja tíð er galdandi, og sum er góðkend av Føroya Landsstýri.

Bonusreglugerðin, sum er frá 6. juli 1993, ásetur í § 1, at upphæddin til íløgu í bonusgrunnin, verður sambært ásetingunum í § 16 í lóg um Føroya Lívstrygging.

Í § 2 í bonusreglugerðini er ásett:

"Stýrið fyri Føroya Lívstrygging avger við góðkenning frá Føroya Landsstýri, hvussu stórur partur av bonusíløguni skal tillutast tryggingartakaranum. Við landsstýrisins loyvi kann tann parturin av bonusgrunninum, sum ikki er tillutaður tryggingartakarunum sum ogn, nýtast til at hækka um tryggingargjaldstiltakið."

Í § 5 í bonusreglugerðini eru ásettar tær 3 grundreglurnar, sum bonus verður tillutað eftir, nevnliga:

  • rentuvinningi,
  • váðisvinningi og
  • vinningi av fyrisiting.

Í § 6 er ásett, at bonus, sum er útlutað fyri árið, við árslok verður sett á bonuskonto fyri hvørja trygging sær. Hereftir kann útlutaði peningurin ikki flytast aftur frá tryggingartakaranum.

5.2.3 Tiltaksgrunnur

Tiltaksgrunnurin, sum tann 31. desembur 1998 var 48,7 mio. kr. er ein partur av tí tiltakspeningi, sum sambært lóggávuna skal vera til staðar. Nýtslan av tiltaksgrunninum er lógarásett í § 16 stk. 3.

Í § 16 stk. 3 er ásett ein heimild at minka tiltaksgrunnin "við samtykki tilsýnisins". Vit hava uttan úrslit roynt at finna tilfar, sum kann lýsa grundgevingarnar fyri hesi heimild. Einki er í viðmerkingunum til sjálva lógina um Føroya Lívstrygging, og vit hava somuleiðis uttan úrslit gjøgnumgingið tilfar hjá Føroya Lívstrygging, umframt tilfar á Landsskjalasavninum.

Orðingin av § 16, stk. 3 í føroyska og danska lógartekstinum er ymisk. Føroyska orðaljóðið er endurtikið undir petti 5.2, og danska orðaljóðið er hetta:

"3. stk. Beløb hvormed reservefonden overstiger den i stk. 1 a) nævnte procentsats kan benyttes til henlæggelse til præmiereserven, som er nødvendiggjort ved en ændring i beregningsgrundlaget. I øvrigt må reservefonden ikke formindskes uden tilsynets samtykke, medmindre det er nødvendigt for at dække underskud."

Sostatt er punktum í føroyska tekstinum sett frammanfyri vegna, meðan punktum í danska tekstinum er sett frammanfyri i øvrigt.

Hesin munur er avgerandi fyri hvussu lógarteksturin skal skiljast. Eftir okkara fatan gevur bert danski teksturin eina greiða meining, og er tí helst tann rætti.

Sambært tí tilfari, vit hava gjøgnumgingið, herundir viðmerkingar til upprunaliga lógaruppskotið um stovnan av Føroya Lívstrygging, er einki, sum tíðir uppá, at ætlanin frá byrjan hevur verið at Føroya landsstýri sum eigari skuldi fáa part av yvirskotinum hjá Føroya Lívstrygging.

Nevnast kann, at í § 15 í viðtøkunum fyri Statsanstalten for Livsforsikring frá 6. mars 1989 - tvs. áðrenn umleggingina til partafelag - var henda áseting:

"Er basiskapitalen, herunder medregnet sikkerhedsfonden, større end den nødvendige solvensmargen, kan den overskydende del af sikkerhedsfonden dog med finanstilsynets samtykke anvendes til styrkelse af de tekniske reserver eller på anden måde til fordel for de forsikrede".

Vit kunnu tí ikki hugsa okkum annað endamál við hesi heimild enn, at ein møgulig minking av tiltaksgrunninum er ætlað at koma tryggingartakarunum til góðar.

5.3 Kursjavningargrunnur

        Ásetingarnar um kursjavningargrunnin eru í § 17 í fyrrnevndu lóg:

        "1. stk. Vinningur og tap vera, tá ið søla og úttøka av virðispappírum fer fram, at seta sum munur millum tann vunna pening, og bókað virði á ávíkjandi pappírum.

        2. stk. Um vinningur er, tá ið stovnsins virðisskjøl verða uppgjørd, ella tá ið ognin økist í virði, ella tá ið virðispappír ella fastar ognir verða seldar, verður hann at flyta til kursjavningargrunnin, hvørs ognir nýtast til at skriva niður stovnsins virðisskjøl ella føstu ognir, ella til rindan av tapi við sølu. Á sama hátt við vinningi við úttøku av virðispappíri."

        Í grunnin verða fluttar virðisøkingar av virðisbrøvum og føstum ognum, umframt staðfestur vinningur í samband við sølu. Grunnurin kann sambært § 17 nýtast at standa ímóti møguligum virðisfalli, ella staðfestum tapi.

        Í grunninum vóru 35,8 mio. kr. tann 31. desember 1998.

        Eftir umskipanina skal P/F Føroya Lívstrygging greiða ársroknskap eftir reglunum í lóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi við tilhoyrandi roknskaparkunngerð, sum partafelagið verður fevnt av. Orsakað av hesum og orsakað av virðisásetingarreglunum í roknskaparkunngerðini er kursjavningargrunnurin ikki neyðugur. Tískil hava vit skotið upp at upploysa grunnin, tó soleiðis at hann framvegis verður ein partur av eginognini, sí nærri undir petti 8.2.

5.4 Niðurstøða viðvíkjandi grunnunum

Teir grunnar, sum sambært galdandi lóg um Føroya Lívstrygging skulu vera, kunnu býtast upp í ogn hjá teimum, sum tryggjaði eru, nevniliga tryggingargrunnurin og bonusgrunnarnir, umframt lógarásettan bundnan tiltakspening, nevniliga tiltaksgrunnin, og kursjavningargrunnin.

Sostatt er eftir okkara meting eingin grunnur, sum leiðslan ella eigarin frítt kann ráða yvir.

    6 Landskassaábyrgdin

      Tað landskassaveðhald, sum sambært løgtingslóg um Føroya Lívstrygging frá 1966 er galdandi fyri verandi lívstryggingar, kann ikki avtakast, við tað at ein slík avtøka má metast at vera í stríð við lógarásettu rættindi tryggingartakaranna.

      Í lógaruppskotinum um umskipan av Føroya Lívstrygging er ásett, at nevnda landskassaábyrgd framvegis verður galdandi fyri tær tryggingaravtalur, sum Føroya Lívstrygging hevur tann 31. desember 1999, umframt aðrar skyldur, ið verða yvirtiknar frá Føroya Lívstrygging eftir hesi lóg.

      Í mun til støðuna eftir verandi lóg, sum ásetur at "Lívstryggingin røkir virki sítt við landskassaveðhaldi", fer landskassaábyrgdin eftir umskipanina at vera galdandi individuelt fyri hvørja tryggingaravtalu sær.

      Landskassaábyrgdin fevnir um øll tey krøv, sum tey tryggjaðu kunnu gera galdandi, eisini í tann mun tryggingaravtalurnar sambært heimild í tryggingarskjalinum verða broyttar. Landskassaábyrgdin fellur tó burtur um talan kann sigast at vera um nýggja trygging. Í hvønn mun talan er um nýggja trygging, verður ein spurningur, sum má avgerast millum tann einstaka og Føroya Landsstýri, um tað skuldi hent, at landskassaábyrgdin verður aktuel.

      Sambært stjóranum á Føroya Lívstrygging eru ikki teknaðar trygginar við rættindum, sum frávíkja vanligum treytum.

    7 Hægstarættardómurin frá 1. november 1993 og avleiðingarnar av honum

      Í samband við stovnanina av Statsanstalten for Livsforsikring A/S var í viðtøkunum ásett, at einki vinningsbýti skuldi rindast út 10 tey fyrstu árini. Harumframt kravdist undirtøka frá tí av Fíggjarmálaráðnum valda nevndarlimi til ávísar viðtøkubroytingar, so sum vinningsbýti eftir 10 ár, avhending av partabrøvum v.m.

      Eftir privatiseringina stevndu tveir fólkatingslimir Fíggjarmálaráðnum við kravi um at privatiseringin var dømd ólóglig.

      Fíggjarmálaráðið var frídømt bæði av Eystara landsrætti og av Hægstarætti, men Hægstirættur fór longri enn Eystari landsrætur tá talan var um at verja tryggingartakararnar.

      Niðurstøðan í Hægstarætti var hendan:

      "Privatiseringslovens §3 og §4 må efter forarbejderne forstås således, at de forpligtelser, som livsforsikringsselskabet efter § 3 er indtrådt i, omfatter en pligt til at sikre at forsikringstagerne ifølge de forsikringer, som selskabet har overtaget fra Statsanstalten, fortsat får andel i overskuddet i overensstemmelse med, hvad der gjalt efter §2, stk. 4, i Statsanstaltens vedtægter, at forpligtelsen også gælder efter udløbet af den 10-års periode, der er nævnt i §20, stk. 4, i selskabets vedtægter, og at statsgarantien efter lovens § 4 omfatter også denne forpligtelse."

      Í § 2 stk. 4 í viðtøkunum fyri Statsanstalten for Livsforsikring frá 6. mars 1989 er staðfest, at tryggingartakararnir skulu hava alt yvirskotið eftir at neyðugar avsetingar eru gjørdar.

      Tær upprunaligu ásetingarnar í viðtøkunum vóru sostatt ikki nøktandi einsamallar við tað at grundaðu bonusvónir verandi tryggingartakaranna skulu verjast so leingi tryggingarnar ganga og ikki bert í 10 ár.

      Niðurstøðan hjá Hægstarætti er sostatt, at privatisering kundi fara fram, men at støða tryggingartakaranna skuldi verða óbroytt í mun til, um eingin privatisering fór fram.

      Hereftir var í 1994 avtala gjørd millum Danica Liv I (Statsanstalten for Livsforsikring), Baltica og Fíggjareftirlitið sum í stuttum staðfesti:

      1.    at einki vinningsbýti verður útgoldi fyrstu 25 árini, tó so at inngoldni partapeningurin kann útlutast og at ein ávís renting av inngoldna partapeninginum eftir 10 árum kann rindast út,

      2. um vinningsbýti verður goldið út eftir 25 ár, skulu tryggingaravtalur, sum eru gjørdar áðrenn 1. juni 1990 (áðrenn privatiseringina) og framvegis eru í gildi tá, hava ávísa kompensatión, sum veður avtalað nærri við Fíggjareftirlitið,

      3. fyri at byrgja fyri at felagið byggir upp óneyðugt stóra eginogn tey fyrstu 25 árini, og harvið rindar tilsvarandi lítið í bonus, varð avtalað, at árliga konsolideringin bert skuldi vera kontorentan + 2%. Eginognin skal tó ongantíð verða meira enn 152% av lógarinnar krøvum til fæfeingi í einum 5 ára tíðarskeiði, og hægst 180% av lógarinnar krøvum til fæfeingi fyri eitt einstakt roknskaparár.

      Nevndu ásetingar um %-satsir eru søgulig tøl fyri Statsanstalten for Livsforsikring og bera í sær, at støða tryggingartakarans verður óbroytt í mun til, um Statsanstalten helt fram óbroytt, t.v.s. ikki varð lagt um til partafelag.

      4. Fyrivarni er tó í avtaluni um munandi broytingar fara fram í lógargrundarlagi ella marknaðarviðurskiftunum fyri lívstryggingarfeløg. Um so verður kann verða neyðugt at umhugsa spurningin um vinningsbýti av nýggjum. Um hetta førir við sær at vinningsbýti skal rindast áðrenn 25 ár, skal felagið kompensera tryggingartakararnar, sum høvdu trygging áðrenn 1. juni 1990, sum omanfyri nevnt.

      Ein avleiðing av Hægstarættardóminum er eftir okkara fatan, at øll eginognin í Føroya Lívstrygging má bindast til fyrimunar fyri tryggingartakararnar. Hetta kann verða gjørt eftir sama leisti, sum umrøtt omanfyri.

    8 Skipan av nýggja felagnum

    8.1 Binding av eginogn

        Sum nevnt undir petti 7 má niðurstøðan av Hægsarættardóminum vera, at grundaðu vónirnar hjá tryggingartakarunum, sum hava teknað tryggingar við landskassaveðhaldi, skulu virðast so leingi hesar tryggingar eru í gildi. Tað ber sostatt ikki til at seta ávíst áramál á nær hesar skyldur fella burtur, og hava vit tískil í uppskoti til viðtøkur valt at halda fast um eitt 10 ára skeið, sum ófrávíkiligt forboð móti vinningsbýti og útlutingum hægri enn inngoldnan partapening. Hildið verður fast í 10 ára skeiðið við tí grundgeving at møguleiki skal verða fyri at tillaga møguliga avtalu um viðurskiftini broytast munandi.

        Vit meta tað harumframt neyðugt, at landsstýrismaðurin í samband við framløgu av lógaruppskotinum um umskipan av Føroya Lívstryggnig staðfestir, at grundaðu vónir tryggingartakarans um bonusveitingar verða virdar, eisini eftir 10 ára skeiðið, og at Føroya Landsstýri í samband við møguligari sølu av partabrøvunum treytar sær, at avtala verður gjørd við keyparan og Tryggingareftirlitið um, at keyparin virðir somu rættindi hjá trygginartakarunum - møguliga ein avtala í tráð við ta sum nevnd er undir petti 7.

    8.2 Partapeningur og eginogn í P/F Føroya Lívstrygging

      Við tað at fæfeingisgrundarlagið kann tryggjast við verandi eginogn í Føroya Lívstrygging, meta vit ikki at partapeningurin nýtist at vera hægri enn 500 tkr.

      Vit kunnu í hesum sambandi nevna, at PFA Pension A/S, sum hevur ein fíggjarjavna uppá 123 mia. kr. og tí er eitt tað størsta lívstryggingarfelagið í Danmark, hevur ein partapening uppá 1. mio. kr.

      Orsakað av grundaðu vónum tryggingartakarans um bonusveitingar, fara vit at mæla til, at felagið verður stovnað við kontantum partapeningi, og ikki við heilt ella lutvíst at konvertera núverandi eginogn hjá Føroya Lívstrygging til partapening.

      Í byrjunnarfíggjarstøðuni fara vit at mæla til, at verandi trygdargrunnur hjá Føroya Lívstrygging upp á 48,7 mio. kr. (pr. 31. desember 1998) verður fluttur til trygdargrunn hjá partafelagnum og sostatt bundin eftir §18 í uppskoti til viðtøkur.

      § 18 í uppskoti til viðtøkur verður orðað soleiðis:

      "Felagið kann leggja í trygdargrunn. Peningur, ið er burturlagdur í trygdargrunn kann ikki verða tikin úr hesum. Peningur trygdargrunnsins kann tó eftir loyvi frá Eftirlitinum verða nýttur til rindan av tapi í samband við, at tryggingarligar skyldur verða greiddar, ella á annan hátt til frama fyri tey tryggjaðu."

      Undir petti 5.3 mæla vit til at kursjavningargrunnurin verður upploystur. Upploysti grunnurin kann antin førast til fluttan vinning ella til trygdargrunnin. Grunnurin kann eisini býtast millum hesar postar.

      Fyri uppgerðina av fæfeinginum hevur hetta ongan týdning og tað er tí ikki tørvur á at taka støðu til hetta áðrenn felagið er stovnað.

      Vit mæla til at Føroya Landsstýri, saman við leiðsluni á Føroya Lívstrygging, tekur støðu til henda spurning tá endalig byrjunnarfíggjarstøða fyri P/F Føroya Lívstrygging skal gerast, eftir at ársroknskapurin fyri 1999 fyriliggur.

      Bonusgrunnurin, bonusútjavningargrunnurin og tryggingartekniskar avsetingar v.m. verða fluttar beinleiðis til partafelagið við sama heiti.

      Vit skulu tó viðmerkja, at Tryggingareftirlitið skal góðkenna støddina á partapeninginum og uppgerðina av fæfeingisgrundarlagnum v.m.

      Í uppskoti til byrjunnarfíggjarstøðu er kursjavningargrunnurin fluttur til "fluttur vinningur" undir eginognini. Viðmerkjast skal, at uppskoti til byrjunnarfíggjarstøðu pr. 1. januar 2000 er beinleiðis grundað á ársroknskapin fyri 1998 og er bert ætlað at lýsa samansetingina av eginognini pr. 1. januar 2000. Endaliga byrjunnarfíggjarstøðan verður grundað á ársroknskapin fyri 1999 fyri Føroya Lívstrygging.

    9 Skjøl

    1. Arbeiðssetningur.
    2. Frágreiðing frá Poul Hansen advokati um rættarligu støðu Føroya Lívstrygging.
    3. Uppskot til stovningarsamtykt fyri P/F Føroya Lívstrygging.
    4. Uppskot til viðtøkur fyri P/F Føroya Lívstrygging.
    5. Ársroknskapur fyri 1998 fyri Føroya Lívstrygging.
    6. Uppgerð av gjaldførisbredda við støði í ársroknskapinum fyri 1998.
    7. Uppskot til byrjunnarfíggjarstøðu við støði í roknskapi fyri 1998.
    8. Fyribils orðingar av metanarfrágreiðing í samband við innskot av virkseminum frá Føroya lívstrygging til nýggja partafelagið.