Føroya Lívstrygging

 

23  Uppskot til  løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging

Skjal 1

22. septmber 1999

 

Føroya Lívstrygging
Quillingsgarður
FO-100 Tórshavn

 

Arbeiðssetningur í samband við umskipan av Føroya Lívstrygging til alment partafelag

Eftir áheitan frá Føroya Lívstrygging og Vinnumálastýrinum hava undirritaðu játtað at gera eina kanning av Føroya Lívstrygging. Kanningin verður gjørd í samband við umskipan av Føroya Lívstrygging til parta-felag, ætlandi pr. 1. januar 2000.

Á fundum 3. september 1999 við Tummas Eliasen og í Vinnumálastýrinum við Arna Poulsen og Gunnar Holm Jacobsen varð avtalað, at undirritaðu skuldu gera uppskot til arbeiðssetning.

Høvuðsendamálið við arbeiði okkara er, við støði í fyriliggjandi tilfari, at fáa greiðu á, hvussu stórur partur av eginognini í Føroya Lívstrygging er ogn tryggingartakarans.

Eftir okkara metan kann arbeiðssetningurin greinast í hesar høvuðspartar:

Á fundi tann 16. september 1999 við Vinnumálastýrið og Føroya Lívstrygging varð avtalað, at arbeiði okkara skal byggja á tær løgfrøðisligu niðurstøður, sum eru gjørdar viðvíkjandi støðu Føroya Lívstrygging.

Í uppskotinum til stovningargrundarlag skal atlit verða tikið at ognum Landsins og tryggingartakarans vónum um bonusútgjaldingar.

Mett verður at tað í hesum sambandi er neyðugt er við óheftari aktuarmeting.

Nevndu uppskot kunnu væntandi leggjast fyri Vinnumálastýrið og Føroya Lívstrygging 20. oktober 1999.

Vinarliga




KPMG statsaut. revisorar Sp/f         Advokatskrivstovan
                                              Fr. Petersensgøta

Súni Schwartz Jacobsen           Niels Winther Poulsen
statsaut. revisor          advokatur