Føroya Lívstrygging

 

23  Uppskot til  løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging

Skjal 2

Nevnd Føroya Lívstryggings

Við skrivi dagf. 22/6-1998 varð undirritaði biðin um at gera eina løgfrøðisliga meting um møguleikarnar at skipa Føroya Lívstrygging til partafelag eftir sama leisti, sum Statsanstalten for livsforsikring varð umskipað.

Høvuðsdenturin skal leggjast á hesar spurningar:

Rættarliga støðan hjá Føroya Lívstrygging

Eru Føroya Lívstrygging og Statsanstalten for Livsforsikring so lík í sínum grundarlagi, at ein møgulig privatisering kann fremjast á sama hátt fyri báðar stovnarnar.

Útgreinan av teimum løgfrøðisligu spurningunum, ið stungu seg upp við privatiseringini og søluni av Statsanstalten

Í hvønn mun kann eginognin nýtast sum grundstøðið í prísásetanini av Føroya Lívstrygging við eina komandi sølu.

Viðlagt er frágreiðing og niðurstøða mín til omanfyri nevndu spurningar. 

Tórshavn, tann 22/9-1998
sign. Poul Hansen, advokatur

Rættarliga støðan hjá Føroya Lívstrygging.

Lógargrundarlagið.

Føroya Lívstrygging varð sett á stovn við løgtingslóg nr. 64 frá 10/10-1966, sum kom í gildi 1/1-1967.

Uppskotið um stovnsetan av føroyskari lívstrygging varð lagt fram fyri løgtinginum 24/2-1961 og samtykt 27/4-1961.

Tann 4/5-1962 varð uppskot um "løgtingslóg um lívstryggingarvirki" lagt fyri løgtingið. Undir 1. viðgerð sama dag varð málið beint í lógarnevndina. Málið kemur ikki aftur í løgtingið fyrr enn 25/1-1966 tá uppskotið verður lagt framaftur. Undir 1. viðgerðini 1. feb. og 13. mai 1966 legði lógarnevndin fram álit.

Lógaruppskotið frá 25/1-1966 var óbroytt frá 1961, tó undantikið, at grein 7 í seinna uppskotinum ikki ásetur, at endurtryggingin altíð, tá ið tilber, skal gerast hjá donskum ella føroyskum felagi. Uppskotið varð samtykt 14/5-1966 og kunngjørt 10/10-1966.

Við løgtingslóg nr. 34 frá 15/6-1967 varð grein 23 broytt, men hesar broytingar viðvíkja ikki teimum spurningum, sum verða viðgjørdir her.

Við lóg nr. 77 frá 23/5-1997 fer løgtingslóg nr. 64 frá 10/10-1966 úr gildi 1/1-1998, men hetta verður við løgtingslóg nr. 157 frá 19/12-1997 broytt til 1/1-1999.

Smb. 1966 lógini grein 4 stk. 1 varð ásett, at lívstryggingarstovnsins virki stjórnast av stýrinum frá Tryggingarsambandinum Føroyar og at stjórnin í Tryggingarsambandinum hevði dagligu leiðsluna av lívstryggingarstovninum.

Nevnda grein 4, stk. 1 verður broytt við løgtingslóg nr. 158 frá 29/12-1997 til, at tað nú er landsstýrismaðurin sum velur teir 5 nevndarlimirnar og at tað nú er nevndin, sum setur stjóran.

Lógargrundarlagið undir Føroya Lívstrygging er sostatt framvegis løgtingslógin frá 1966 við omanfyri nevndu broytingum.

-------------------------------

Fyrireikingarnar til løgtingslóg nr. 64 frá 10/10-1966 um lívstryggingarvirki.

Endamálið við stovnsetan av einari føroyskari lívstrygging sum skuldi hava einkarætt, var í fyrsta lagi at forða fyri, at peningur fór út av landinum og í øðrum lagi, at nógv fleiri fólk fóru at vissa sær hesa socialu trygd.

Um heystið 1961 eru samráðingar millum landsstýrið og Tryggingarsambandið um føroyska lívstrygging.

Tryggingarsambandið setur seg í samband við Einar Olsen, stjóra í danska tryggingarpartafelagnum Scandinavia við áheitan um at gera uppskot til lóg um føroyska lívstrygging.

Frá Tryggingarsambandinum varð upplýst fyri E. Olsen, at tað føroyska lívstryggingarfelagið skuldi uppbyggjast á sama hátt sum danska "Statsanstalten for livsforsikring."

Við skrivi 09/12-1961 sendir E. Olsen lógaruppskot til Th. Thomasen, stjóra í Tryggingarsambandinum.

Lógaruppskotið verður viðgjørt á fundi millum landsstýri og Tryggingarsambandið, sum gera ávísar broytingar í lógaruppskotinum.

Lógaruppskotið verður so framlagt í løgtinginum 04/05-1962.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið um lívstrygging 04/05-1962 stendur, at: "fyriliggjandi uppskot hevur sína fyrimynd í "Statsanstalten for Livsforsikring" jbr. Lógarkunngerð nr. 22, 15. januar 1951. Føroya Lívstrygging hevur fingið sama felagsligan status sum nevndi stovnur, samstundis sum roynt er at laga hana eftir skaðatryggingini her, har hetta letur seg gera".

Viðmerkingarnir verða endurtiknir í sambandi við framløguna av lógaruppskotinum 25/01-1966.

Í álitinum frá lógarnevndini stendur m.a., "Føroya Lívstrygging verður almennur sjálveigandi stovnur, stýrdur av stýrinum fyri Tryggingarsambandið Føroyar. Tað fyriliggjandi uppskotið til løgtingslóg, sum lívstryggingin skal stýrast eftir, er gjørd eftir reglunum fyri Statsanstalten for Livsforsikring."

Omanfyri nevndu viðmerkingar eru teir einastu almennu viðmerkingar, sum í sambandi við stovnsetanina av Føroya Lívstrygging geva eina ábending um, hvat løgtingið helt rættarligu støðuna hjá lívstryggingini vera.

Tó hevur Einar Olsen, sum tilevnaði lógaruppskotið um Lívstryggingina, skrivað soleiðis í brævi 09/12-1961 til Tryggingarsambandið:

Som retningslinje for den færøske livsforsikringsanstalts struktur angav De, at man ønskede en anstalt af en karakter i lighed med den danske Statsanstalt for Livsforsikring, og som De vil se af de første paragraffer har jeg søgt at efterkomme denne retningslinje ved at foreslå oprettelsen af en livsforsikringsanstalt, hvis selskabsretlige status ligger på linje med Statsanstalten ……"

Samsvar og ósamsvar millum løgtingslógina um lívstryggingarvirki og lógarkunngerðina um Statsanstalten for Livsforsikring.

Hóast fyrimyndin fyri Føroya Lívstrygging er Statsanstalten for livsforsikring jbr. Lógarkunngerð nr. 11 frá 15/1-1951 eru lógirnar rættiliga ymiskar. Tann danska hevur 51 greinir, meðan tann føroyska hevur 28 greinir. Nakrar av greinunum eru einsljóðandi, men tann danska hevur nágreiniligar ásetanir um tryggingartreytir, afturkeyp av tryggingum, gjøldum fyri tryggingum og bonus, í mun til ta føroysku lógini, sum í grein 18, stk. 1 og 2 ásetur hesin viðvíkjandi:

"Reglur fyri lívstryggingarstovnsins tekniska grundarlag, tryggingartreytum og bonusi og øðrum skulu vera góðkendar av landsstýrinum.

Tryggingartreytirnar skulu setast í stovnsins tryggingarskjølum, soleiðis sum landsstýrið ásetur".

Orsøkin til henda mun var, at tað var lættari at gera broytingar í tryggingartreytum, bonus v.m. um tað varð landsstýri, sum skuldi góðkenna tað, tí um tryggingartreytirnar, bonus v.m. beinleiðis vórðu settar í lógini, á sama hátt sum hjá Statsanstalten, vildi tað kravt lógarbroyting hvørja ferð ein broyting skuldi gerast hesum viðvíkjandi.

Føroyska og danska lógin eru heilt ella stórt sæð einsljóðandi í niðanfyri nevndu greinum, har danska greinin er í klombrum. Har sum danska lógin nevnir Staten ella finansministarin nevnir tann føroyska lógin landsstýrið ella landskassan.

Grein 2 (1), 3. Stk. 1 (3) 4 stk. 2 (6 stk. 2) 5 (4) 6 (12) 7 (13 stk. 4) 8 (14) 10 (15) 11 (6 stk. 1 og 2) 16 stk. 1 (39) 20 (37) 21 (9) 22 (11 stk. 1 og 2)

Niðanfyri nevndu greinir í føroysku lógini finnast ikki í donsku lógini um Statsanstalten, men eru ein beinleiðis avskriving av reglum í tágaldandi lóg um forsikringsvirksomhed:

9, 12 – 15, 16 stk. 2 og 3, 17, 23, 24 og 27.

Av tí at danska lógin nr. 147 frá 13/05-1959 um "forsikringsvirksomhed" ikki var galdandi fyri "stedlig forsikringsvirksomhed på Færøerne" hevur tað verið neyðugt at seta partar av henni í gildi fyri lívstryggingina.

Tað varð so gjørt við at seta hesar partar inn í lógina um lívstryggingarvirki.

Smb. grein 2 stk. 2 í nevndu lóg um forsikringsvirksomhed var hon heldur ikki galdandi fyri Statsanstalten við undantakið av ávísum lógargreinum m.a. nøkrum sum vóru settar í føroysku lógina, t.d. grein 23 og 24.

(Hetta varð tó broytt í 1983, soleiðis at nú er " Lov om Forsikringsvirksomhed" eisini galdandi fyri Statsanstalten, uttan so at annað er ásett í lógini um Statsanstalten).

Orsøkin til, at nakrir av nevndu reglum frá Lov om Forsikringsvirksomhed vóru settir í føroysku lógina var tann, at reglarnir hjá Statsanstalten í ávísum førum vóru mettir at vera ov stirvnir til eitt nýstovna føroyskt lívstryggingarfelag og at tað varð arbeiðsligari at nýta reglar, sum onnur donsk lívstryggingarfeløg arbeiddu undir.

Av tí, at hesir reglar ikki viðvíkja rættarligu støðuni hjá Lívstryggingini, verður ikki meira gjørt burtur úr teimum her.

Nakrar greinir í føroysku lógini: grein 1, 4 stk. 1 og 26 máttu vera serføroyskar av tí, at Tryggingarsambandið skuldi umsita lívstryggingina, sum skuldi hava einkarrætt.

Í føroysku lógini grein 25 er ásett, at "lívstryggingarstovnurin er frítikin fyri allan beinleiðis skatt til landskassan og kommunur".

Hetta er ikki ásett í donsku lógini um Statsanstalten. Smb. álitinum um privatisering av Statsanstaltinum er niðurstøðan, at av tí, at donsku lóggevararnir hava mett Statsanstalten at vera eina statsliga fyritøku, hevur hon smb. donsku skattalógini beinleiðis verið frítikin fyri rindan av skatti.

Tá Einar Olsen í 1961/62 tilevnar lógaruppskotið er " Lov for Færøerne nr. 76 fra 12/03-1923 om den kommunale beskatning" framvegis galdandi.

Mett var, at tað vildi verða neyðugt at gera broytingar í hesari skattalóg um lívstryggingin skuldi vera undantikin skattskyldu, men nevnda lóg um kommunuskattin varð avtikin við løgtingslóg nr. 50 frá 02/07-1963 um landsskatt og kommunuskatt.

Smb. hesari skattalóg var lívstryggingin ikki skattskyldug.

Um grein 25 í lívstryggingini var óneyðug ella ikki, hevur ongan týdning longur, men ætlanin hevur óiva bert verið at áseta tað, sum hesum viðvíkjandi eisini var galdandi fyri Statsanstalten.

---------------------------------

Rentuskattalógin og broyting í skattalógini.

Við løgtingslóg nr. 87 frá 05/06-1992 um rentuskatt varð ásett í grein 2 stk. 2 at m.a. eisini Føroya Lívstrygging skuldi rinda rentuskatt av innistandandi peningi í føroyskum peningastovnum.

Henda skyldan varð avtikin við løgtingslóg nr. 170 frá 22/12-1995 um broytingar í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt frá 01/01-1996 at rokna.

Samstundis varð lívstryggingin skattskyldug smb. skattalógini og hevur frá 1996 rinda skatt av tí úrsliti, sum er flutt til eginognina.

Nevnast kann, at Statsanstalten varð skattaskyldugur í 1/1-1988.

---------------------------------

Niðurstøða:

Tað framgongur greitt av fyrireikingararbeiðinum til løgtingslógina um lívstryggingarvirksemi, at ætlanin var, at Føroya Lívstrygging skuldi hava sama status sum Statsanstalten for livsforsikring.

Í álitinum frá lógarnevndini verður tó nevnt at " Føroya Lívstrygging verður almennur sjálveigandi stovnur, stýrdur av stýrinum fyri Tryggingarsambandið Føroyar". Lógarnevndin nevnir tó eisini í álitinum at "tað fyriliggjandi uppskotið til løgtingslóg, sum lívstryggingin skal stýrast eftir, er gjørd eftir reglunum fyri Statsanstalten for Livsforsikring".

Hví lógarnevndin hevur hesa mótsøgn í sínum áliti ber ikki til í dag at siga við vissu.

Orsøkin kann vera:

1. lógarnevndin metti Statsanstalten at vera sjálveigandi stovn
2. lógarnevndin gjørdi ikki mun á sjálveigandi og almennum stovnum.

Hóast hesa mótsøgn má Lívstryggingin metast at vera ein almennur stovnur, bæði út frá fyrireikingararbeiðinum til lógina, men eisini út frá grein 2 stk. 2, sum ásetur at, " Stovnurin hevur formúgu sína fyri seg sjálvan. Hon má ikki blandast við landskassan". Um stovnurin var sjálveigandi var tað ikki neyðugt við slíkari áseting.

Eisini er ásett í grein 4 stk. 2 at tað almenna tilsýnið hjá Lívstryggingini liggur hjá tveimum persónum, valdum ávikavist av løgtingi og landsstýri.

Ein munur á Lívstryggingini og Statsanstalten var, at nógv av starvsfólkunum í Statsanstalten vóru statstænastumenn, meðan tænastumenn ongantíð hava verið settir í Lívstryggingini.

Orsøkin til tað er, at Lívstryggingin varð stýrd av Tryggingarsambandinum, sum setti og segði upp starvsfólk.

Hesin munur broytir heldur ikki rættarligu støðuna hjá Lívstryggingini sum almennan stovn.

Ein annar munur var, at smb. grein 5 í lógini frá 15/1-1951 um Statsanstalten valdi kongur allar 5 nevndarlimirnar, meðan grein 4 í lívstryggingarlógini ásetur, at nevndin í Tryggingarsambandinum eisini er nevnd í Lívstryggingini.

Smb. samtyktini fyri Tryggingarsambandinum dagf, 27/09-1957, góðkend av Landsstýrinum 15/01-1958 er nevndin í Tryggingarsambandinum eisini 5 limir harav løgtingið velur 2, landsstýrið 2 og umboðsráðið 1, so øll nevndin er meir ella minni beinleiðis vald av landstýri og løgtingi. 

Eru Føroya Lívstrygging og Statsanstalten for Livsforsikring so lík í sínum grundarlagi, at ein møgulig umskipan/privatisering kann fremjast á sama hátt fyri báðar stovnar

Privatiseringin av Statsanstalten fór fram soleiðis:

Gjørd varð ein fólkatingslóg har danska fíggjarmálastýrið stovnaði eitt lívstryggingarpartafelag við 100 mill. kr. í partapeningi, sum Staturin teknaði.

Harumframt stovnaði fíggjarmálastýrið eitt holdingpartafelag við einum partapeningi uppá 300 mill. kr., sum Staturin teknaði.

Partabrøvini í lívstryggingarpartafelagnum vórðu skotin inn í holdingpartafelagið sum lutvíst gjald fyri partapeningin.

Ásett varð eisini í lógini, at lívstryggingarpartafelagið yvirtók øll rættindi og allar skyldur hjá Statsanstalten, men Staturin veitir framhaldandi veðhald fyri tær tryggingar, sum vóru teknaðar í Statsanstalten. Fólkatingslógin heimilaði fíggjamálaráðharranum at selja partabrøvini hjá Statinum í holdingpartafelagnum, tó við góðkenning frá fíggjarnevndini.

----------------- 00 -------------------

Føroya Lívstrygging varð sum nevnt stovnað við lóg. Einki innskot ella eginkapitalur var settur í felagið.

Eginognin er tí íkomin við tryggingargjøldum og íløgum av teimum.

Tryggingartakarin hevur tó – eins og í Statsanstaltinen – ikki av hesum vunnið nakran ognarrætt til Lívstryggingina.

Í mun til Statsanstalten varð Føroya Lívstrygging stýrd av øðrum tryggingarfelagið, nevniliga Tryggingarsambandinum.

Mær kunnugt finst eingin avtala millum Landsstýrið og Tryggingarsambandið um nakra samsýning ella onnur viðurskifti í hesum sambandi.

Tey fyrstu árini er tað væl hugsandi, at Tryggingarsambandið hevur havt nakað av útreiðslum av Lívstryggingini, men tey seinnu árini er tað eins væl hugsandi, at Tryggingarsambandið hevur havt ein vinning av stýringini av Lívstryggingini við samskipan av umsiting, edv. v.m.

Av tí, at eingin lóg ella avtala finst, ið gevur Tryggingarsambandinum nakran rætt til endurgjald ella samsýning fyri stýringina síðani stovnanina, hevur Tryggingarsambandið einki rættarkrav uppá samsýning fyri leiðsluni av Lívstryggingini við umskipanini.

Hóast Lívstryggingin er almennur stovnur og landskassin eigur eginognina í Lívstryggingini, kann hesin rættur ikki skerja tryggingartakarans heimilaðu krøv uppá bonus.

Grein 16 í lívstryggingarlógini ásetur, hvussu alt ársyvirskotið skal býtast.

Í grein 17 er ásett, at vinningur av virðisbrøvum ella við sølu av føstum ognum skal flytast í kursjavningargrunnin

Smb. grein 18 skulu tryggingartreytir, bonus v.m. góðkennast av Landsstýrinum. Við heimild í nevndu grein er bonusreglugerð gjørd.

Hvørki lógin, reglugerðin ella tær einstøku policurnar hava eina áseting smsv. grein 2 stk. 4 í viðtøkunum frá 6/3-1989 fyri Statsanstaltin um, at alt yvirskotið aftaná neyðugar burturleggingar skal býtast millum tryggingartakararnar.

Teir føroysku tryggingartakararnir hava tí hvørki smb. lóg, reglugerð ella policurnar ein líka stóran heimilaðan forvæntning til lut í øllum yvirskotinum hjá Lívstryggingini.

At lívstryggingin er ein almennur stovnur, gevur tó ikki Landskassanum heimild til, at taka eginognina út úr Lívstryggingini.

Smb. løgtingslóg nr. 3 frá 13/2-1996 um tryggingarvirksemi og kunngerð nr. 7 frá 13/1-1997 um fæfeingisgrundarlag fyri lívstryggingarvirksemi skal eitt lívstryggingarfelag hava eina ávísa eginogn. 

Útgreinan av teimum løgfrøðisligu spurningunum, ið stungu seg upp við privatiseringini og søluni av Statsanstalten for Livsforsikring.

Í juni 1989 setti Finansministeriet, Budgetdepartementet eina nevnd, sum skuldi kanna:

1. hvussu ein privatisering av Statsanstalten frægast kundi gerast
2. og herundir, hvussu Staturin kundi fáa ein vinning við einari slíkari privatisering.

Táverandi virksemi hjá Statsanstalten skuldi aftaná privatiseringina halda fram í privatum felagsformi eftir somu treytum, sum onnur lívstryggingarfeløg.

Statsveðhaldið fyri virksemið hjá Statsanstalten skuldi bert halda fram fyri verandi lívstryggingar og privatiseringin skuldi fremjast uttan, at Staturin varð endurgjaldskyldugur.

Teir løgfrøðisligu spurningarnir, sum støða skuldi takast til vóru:

  1. Rættarliga støðan hjá Statsanstalten.

    Tann fyrsti stóri spurningur hjá nevndini at taka støðu til var, hvør rættarliga støðan hjá Statsanstalten var.

    Í drúgvari kanning, sum umfataði upprunan og upprunalógina til Statsanstalten og allar seinni lógarbroytingar við álitum og viðmerkingum í Ríkisdegi og Fólkatingi kom nevndin til ta niðurstøðu, at Statsanstalten var ein statslig fyritøka og ikki ein sjálveigandi stovnur ella eitt sínámillum felag.

  2. Var privatiseringin ein ognartøka smb. grundlógini grein 73?

    Av tí, at Statsanstalten var ein statslig fyritøka, kom nevndin til tað úrslit, at Statsanstalturin, sum forvaltningseind í sær sjálvum ikki er vard móti broytingum í skipanarviðurskiftum, sum verða framdar við lóg. Haraftur ímóti eru rættindini hjá privatpersónum, feløgum, stovnum v.m. mótvegis forvaltningseindini vard av grl. 73.

  3. Hvørji rættindi høvdu tryggingartakararnir hjá Statsanstalten?

    Við niðurstøðuni um, at Statsanstalten var ein statslig fyritøka, var sligið fast, at tryggingartakararnir ikki høvdu ein ognarrætt til Statsanstalten, og tí, at eingin lóg segði øðrvísi. At eginognin í Statsanstalten er uppstaðin við gjøldunum frá tryggingartakarunum og íløgum av gjøldum gav ikki tryggingartakarunum ein ognarrætt til fyritøkuna.

    Smb. grein 2 stk. 4 í viðtøkunum frá 6/3-1989 hjá Statsanstalten skuldi alt yvirskotið hjá Statsanstalten aftaná, at neyðugar burturleggingar vóru gjørdar koma tryggingartakarunum tilgóðar.

    Hetta skal samanberast við grein 15 stk. 2 í viðtøkunum, sum gav nevndini í Statsanstalten við góðkenning frá fíggjarmálaráðharranum møguleika at gera aðrar burturleggingar enn tær lógarkravdu og nevndin hevði sostatt eitt ávíst frælsi til sjálv at avgera, hvussu stórt yvirskot ið, skuldi vera sum kom tryggingartakarunum tilgóðar.
                                       ------------------00--------------------

    "Alt" yvirskotið hjá Statsanstalten skal skiljast soleiðis, at tað er yvirskotið av øllum ognunum í Statsanstalten tvs. eisini yvirskotið av eginognini.

    Tær heimalaðu forvæntningarnar hjá tryggingartakarunum smb. bonusreglugerðini og viðtøkunum fyri Statsanstalten skuldu virðast framyvir um privatiseringin skuldi fremjast.

    Fyri at "binda um heilan fingur" varð tí ásett í viðtøkunum fyri lívstryggingarpartafelagið, at í 10 ár skuldi vinningsbýti ikki gjaldast út, uttan so at tað var fíggja av nýggjum kapitali, soleiðis at samlaða ognin í Statsanstalten umframt øll inntøkan tá umskipað varð, ikki minkaði við vinningsbýti.

    Fyri at tryggja uppaftur meira, at kapitalur ikki varð fluttur frá felagnum til skaða fyri tryggingartakararnar, varð ásett, at teir "frie reserver" og "skjulte reserver" vórðu fluttir til bonus fonden ella sikkerhedsfonden.

  4. Statsveðhaldið heldur fram fyri tær tryggingar, sum vórðu teknaðar áðrenn umskipanina, meðan einki forðar  fyri at broyta lógina soleiðis at einki veðhald er fyri nýggjum tryggingum.

  5. Harumframt kom nevndin við mertingum um, hvussu komandi eigaraviðurskiftini skuldu vera, um starvsfólkini og um skattlig viðurskiftir.

---------------- 00 -----------------

Privatiseringslógin varð viðtikin í Fólkatinginum 3. apríl -1990.

Tann 26/9-1990 løgdu 2 tryggingartakarir, sum eisini vóru limir av Fólkatinginum, sak við Eystara Landsrætt við kravi um, at privatiseringslógin varð dømd ógyldug. Í øðrum lagi varð kravt endurgjald frá Statinum.

Tann 28/9-1990 sendu Statsanstalten og Baltica fráboðan til Børsin um søluna.

Søluprísurin var netto o.u. 3,9 mia. kr., men sølusáttmálin varð ikki framlagdur í rættarmálinum og er ikki almennur. Tað er tí ikki gjørligt at siga nakað nærri um sjálva søluna, uttan tað, at aftaná hægstarættardómin frá 1/11-1993 reklameraði Baltica mótvegis Fíggjarmálaráðnum um keypið av Statsanstalten.

Tað spurdist tó ikki meira út av hesum, tí í nov. 1994 varð avtala gjørd millum Finanstilsynet, Baltica og Den Danske Bank, sum tá var vorðin stóreigari í Baltica, um hvussu umsiting, útbýti og burturleggingar skulu fremjast framyvir í fyrrv. Statsanstalten.

Bæði landsrætturin og hægstirættur komu til ta niðurstøðu, at Statsanstalten áðrenn privatiseringslógina, var ein statslig fyritøka. Harumframt kom hægstirættur til ta niðurstøðu, at grein 3 og 4 í privatiseringslógini tryggjaði, at tryggingartakararnir framvegis – eisini aftaná 10 ár – høvdu rætt til alt yvirskotið aftaná neyðugar burturleggingar smb. grein 2 stk. 4 í viðtøkunum hjá Statsanstalten.

Undir hesum umstøðum varveittu tryggingartakararnir øll síni rættindi, og privatiseringslógin var tí ikki á nakran hátt nøkur ognartøka av rættindunum hjá tryggingartakarunum.

----------------- 00 ------------------ 

 

Í hvønn mun kan eginognin nýtast sum grundstøði í prísásetanini av Føroya Lívstrygging við eina komandi sølu.

Um landsstýrið aftaná umskipanina tekur støðu til at selja øll ella nøkur av partabrøvunum í Lívstryggingini, kann eginognin nýtast sum grundstøði í prísásetanini, men hædd má eisini takast fyri um heimilaðu bonusforvæntningarnar hjá tryggingartakarunum framyvir ávirka møguleikanum fyri einari vanligari øking í eginognini.

Harumframt hevur Lívstryggingin størri virði enn bókaða eginognin, tí Good-will hjá Lívstryggingini hevur stórt virði. Tað hevur eisini stórt virði at umsita allar ognirnar hjá Lívstryggingini, íløgur v.m..

Eisini kann eitt annað felag við at keypa Lívstryggingina fáa stóran fyrimun av at samskipa starvsfólk, umsiting edv. v.m. Tað er tí ringt at seta tal á hesar fyrimunir, tí tað vil altíð verða ein spurningur um keypara og seljara kunnu koma ásamt um hesi virðir.