Føroya Lívstrygging

 

23  Uppskot til  løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging

Skjal 3 

 

Uppskot til S T O V N I N G A R S A M T Y K T

fyri

P/F Føroya Lívstrygging 

Undirritaði

 

Vinnumálastýrið
v/ Finnboga Arge, landsstýrismanni
Tinganes, Tórshavn

havi í dag stovnað eitt partafelag sambært viðhefta uppskot til viðtøkur.

Partapeningur felagsins er kr. 500.000,00 og er teknaður av Vinnumálastýrinum til kurs 100. Partapeningurin verður inngoldin samstundis sum stovningarsamtyktin verður undirskrivað. Partapeningurin verður inngoldin kontant.

Felagið verður stovnað við tí endamáli at yvirtaka verandi tryggingarfelag, við tað at tað í løgtingslóg nr. ? frá ?, um umskipan av Føroya Lívstrygging er ásett at felagið yvirtekur rættindi og skyldur hjá Føroya Lívstrygging.

Eingin samsýning verður goldin í samband við yvirtøkuna.

Metanarfrágreiðing, sett upp av KPMG statsaut. revisorar Sp/f er viðheft stovningarsamtyktini. Henda frágreiðing er send Tryggingareftirlitinum

Stovnandi aðalfundur verður hildin í beinleiðis framhaldi av undirskriving av hesari stovningarsamtykt.

Stovnarin skjýtur upp hesar nevndarlimir:

Stovnarin skjýtur upp hesa stjórn fyri felagið:

Stovnarin skjýtur upp hesar grannskoðarar fyri felagið:

Felagið rindar útreiðslurnar í samband við stovnan felagsins. Hesar útreiðslur til skrásetingargjøld, lýsingar og ómakslønir verða mettar til hægst kr. ?

Uppskot til viðtøkur er heft við hesari stovningarsamtykt.

Sambært lóg nr. xx frá xx.xx.2000 um umskipan av Føroya Lívstrygging § 2 stk. 2 eru reglurnar í lóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi um avhending av tryggingarmongd ikki galdandi. Tí er uppskot til sáttmála í samband við avhendingina sambært § 15 í nevndu lóg ikki gjørdur. Mannagongdin í kapittul 16 í lóg um tryggingarvirksemi er somuleiðis ikki galdandi.

 

Tórshavn, tann      /        2000.

Stovnari: 

Vinnumálastýrið

v/ Finnbogi Argi,
landsstýrismaður