Føroya Lívstrygging

 

23  Uppskot til  løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging

Skjal 4 

 

U P P S K O T   T I L  V I Ð T Ø K U R

fyri

P/F Føroya Lívstrygging

 

Navn felagsins, heimstaður og endamál.

§ 1.

1.1.    Navn felagsins er P/F Føroya Lívstrygging, og heimstaður tess er í Tórshavn.

1.2.    Felagið hevur hjánavnið Lív (P/f Føroya Lívstrygging).

§ 2.

2.1.    Endamál felagsins er at reka lívstryggingarvirksemi og annað virksemi í hesum sambandi. Felagið kann tekna øll sløg av lívs- og eftirlønartryggingum og líknandi persóntryggingar. Felagið kann harumframt yvirtaka nevndu sløg av tryggingum í endurtrygging.

Partapeningur og partabrøv.

§ 3.

3.1.     Partapeningurin er kr. 500.000,00, býttur í partabrøv áljóðandi kr. 100,00 ella margfald av hesi upphædd.

3.2.     Partabrøvini skulu ljóða uppá navn og vera skrivað inn í partabrævabók felagsins.

3.3.     Partabrøvini skulu ikki vera umfaraskjøl.

3.4.    Partabrøvini kunnu bert verða avhend við loyvi frá nevndini.

3.5.    Fær felagið áheitan um loyvi at avhenda, skal nevndin innkallast skjótast gjørligt so avgerð kann takast. Tann, sum hevur biðið um loyvi, skal hava boð um avgerðina skjótast gjørligt. Hevur hann eingi boð fingið innan átta vikur eftir at áheitanin er sett fram, er loyvið at rokna sum givið.

3.6.    Eingi partabrøv hava framíhjárættindi, og partaeigararnir hava ikki skyldu at lata partabrøv síni innloysa.

Mortifikatión.
§ 4.

4.1. Partabrøv felagsins kunnu mortifiserast uttan dóm eftir reglunum, sum til eina og hvørja tíð eru galdandi fyri skjøl, sum ikki eru umfaraskjøl.

 

Aðalfundir.
§ 5.

5.1.    Nevndin boðar við í lagi 8 døgum og í mesta lagi 4 vikum hvørjum einstøkum partaeigara til fundar við brævi til tann bústað, hann hevur latið skrivað í partabrævabókina. Brævið skal innihalda fundarskrá við tilskilan av fundarstaði og tíð. Verða uppskot at viðgera, ið til samtyktar krevja serligan meiriluta, skal hetta verða tilskilað í fundarboðunum.

5.2.    Uppskot frá partaeigarunum skulu fyri at koma til viðgerðar á aðalfundi vera nevndini í hondum í so góðari tíð, at uppskotið kann takast við í fundarskránna fyri fundin. Partaeigari eigur at rokna við at uppskot, sum er nevndini í hondum seinast tveir mánaðir eftir at roknskaparár felagsins er endað, er komið fram í nóg góðari tíð.

5.3.    Eykaðaalfundir verða hildnir eftir avgerð nevndar- og/ella aðalfundarinnar, eftir kravi frá grannskoðaranum, ella tá ið partaeigarar, ið eiga 1/10 av partapeninginum, skrivliga krevja eykaaðalfund til viðgerð av ávísum evni. Boðað verður til eykaaðalfundar innan 14 dagar eftir, at skrivligt krav er komið nevndini í hendur.

5.4.    Í seinasta lagi 8 dagar undan hvørjum einstøkum aðalfundi skulu til skjals á skrivstovu felagsins vera tilskilað dagsskrá og tey fullfíggjaðu uppskot, ið skulu verða borin fram á fundi, og tá ið ársaðalfundur er, eisini ársroknskapur við grannskoðaraváttan við stjórnar- og nevndarundirskriftum.

§ 6.
Á ársaðalfundi skulu fundarevnini vera hesi:

6.1.   a) Val av fundarstjóra.

b) Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári.

c) Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi og ársfrágreiðing til góðkenningar.

d) Avgerð um nýtslu av yvirskoti, herundir ásetan av vinningsbýri jvb. § 20, ella rindan av halli sambært góðkenda roknskapin.

e) Val av nevndarformanni og næstformanni.

f) Val av nevndarlimum.

g) Val av grannskoðara.

h) Uppskot frá nevnd ella partaeigarum, um nakað er.

Fundarstjóri.
§ 7.

7.1. Aðalfundurin velur eftir uppskoti frá nevndini ein fundarstjóra.

7.2. Fundarstjórin stýrir fundinum og ger av allar spurningar um viðgerð av málum og atkvøðugreiðslu.

 

Atkvøðurættur v.m.
§ 8.

8.1. Hvør partaeigari eigur eina atkvøðu fyri hvørjar kr. 100,00 hann eigur í partapeningi.

Atkvøðurættur kann verða framdur við fulltrú. Fundarstjórin ger av gildi hennara.

Allir partaeigarar, ið hava atkvøðurætt, kunnu krevja skrivliga atkvøðugreiðslu.

§ 9.

9.1. Á aðalfundi kunnu bert verða samtykt uppskot, ið standa á fundarskránni og broytingaruppskot til teirra. Mál til viðgerðar á aðalfundi verða avgjørd við vanligum meiriluta, uttan so at lógir ella hesar viðtøkur krevja serligan meiriluta, ella at tann av Vinnumálastýrinum útnevndi nevndarlimur atkvøður fyri.

9.2. Avgerðir um tey í § 10 nevndu mál kunnu ikki samtykkjast á aðalfundum uttan tann av Vinnumálastýrinum útnevndi nevndarlimurin atkvøður fyri uppskotinum.

§ 10

10.1. Avgerðir um fylgjandi spurningar kunnu ikki takast uttan tann av Vinnumálastýrinum útnevndi nevndarlimurin atkvøður fyri:

    1. Útluting ella útbýti, sum er hægri enn tað í § 20.2.,
    2. avhending av tryggingarmongd felagsins, ella parti av henni,
    3. avhending ella annar flutningur av partabrøvum í felagnum,
    4. at felagið fusionerar við annað felag,
    5. at felagið verður upployst við likvidatión,
    6. avtøka ella broyting av § 9.2, § 10 og § 20.2 í viðtøkun felagsins.

Fundarbók.
§ 11.

11.1. Frásøgn frá tí, ið gjørdist á aðalfundi, verður førd í fundabók. Bókin, sum nevndin hevur góðkent til hetta, verður at undirskriva av fundarstjóranum og hjástøddum nevndarlimum.

Nevnd og stjórn.
§ 12.

12.1. Felagið verður stýrt av einari á aðalfundi valdari nevnd, ið hevur 5 limir.

12.2. Nevndarlimir verða valdir fyri eitt ár í senn. Afturval kann fara fram.

12.3. Vinnumálastýrið útnevnir, umframt teir, ið eru valdir sambært 12.1, ein lim í nevndina sambært løgtingslóg um skipan av Føroya Lívstrygging til partafelag.

§ 13.

13.1. Nevndin hevur hægstu leiðsluna av viðurskiftum felagsins. Nevndin ásetir við starvsskipan greiniligari reglur fyri starvi sínum.

13.2. Standa atkvøðugreiðslur í nevndini á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi og um hann ikki er til staðar, atkvøða næstformannsins.

13.3. Tað, sum á nevndarfundi gerst, verður ført í fundarbók, ið skal verða undirskrivað av hjástøddum nevndarlimum. Á fyrsta nevndarfundi, ið hildin verður, eftir at roknskapurin er grannskoðaður, verður grannskoðanarbókin framløgd og teir nevndarlimir, ið eru á fundi, skulu við undirskrift síni vátta, at teir hava gjørt seg kunnugar við tað, sum í henni er.

13.4 Nevndin kann veita umboðsfulltrú.

§ 14.

14.1 Nevndin setir ein ella fleiri stjórar at stjórna dagligu leiðslu felagsins.

Tekningareglur.
§ 15.

15.1. Felagið verður teknað av stjóra saman við nevndarformanni ella næstformanni, av nevndarformanninum ella næstformanninum saman við einum øðrum nevndarlimi, ella um fleiri stjórar eru, av tveimum stjórum saman.

Roknskapargrannskoðan.
§ 16.

16.1. Á hvørjum ársaðalfundi verða tveir roknskapargrannskoðarar valdir, sum skulu vera  statsaut. revisorar. Starv teirra stendur við, til aðalfundur hevur valt nýggjar   grannskoðarar.

Roknskaparár.
§ 17.

17.1. Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.

Burturleggingar
§ 18

18.1. Felagið kann leggja í trygdargrunn. Peningur, ið er burturlagdur í trygdargrunn kann ikki verða tikin úr hesum. Peningur trygdargrunnsins kann tó eftir loyvi frá Eftirlitinum verða nýttur til rindan av tapi í samband við, at tryggingarligar skyldur verða greiddar, ella á annan hátt til frama fyri tey tryggjaðu.

18.2. Nevndin og stjórnin hava skyldu at seta pening felagsins á ein hóskandi og fyri tryggingartakarnar vinnandi hátt soleiðis, at felagið altíð kann lúka sínar skyldur.

Ársroknskapurin.
§ 19.

19.1. Roknskapurin verður undirskrivaður av nevnd og stjórn og verður áskrivaður av grannskoðaranum.

19.2. Ársroknskapurin skal verða uppgjørdur samsvarandi lóggávu og góðum roknskaparsiði, og skal geva eina rættvísandi mynd av felagsins ognum og skuld, tess fíggjarligu støðu og úrslitinum.

Vinningsbýti
§ 20.

20.1. Tá ið grannskoðaður roknskapur er góðkendur av aðalfundinum, verður møguligt vinningsbýti útgoldið á skrivstovu felagsins til tann, ið er skrivaður í partabrævabók felagsins sum eigari av partabrøvunum.

20.2. Samlaða vinningsbýti og útlutingar til partaeigararnar tey fyrstu 10 árini eftir at felagið er stovnað, kunnu ikki verða hægri enn tann til hvørja tíð inngoldna áljóðandi partapening.

20.3. Vinningsbýti, ið ikki er tikið út innan 3 ár frá gjalddegnum fellur aftur til felagið.

 

Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi tann    /    2000.

Nevndin: