Føroya Lívstrygging

 

23  Uppskot til  løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging

Skjal 7 

Inngangur

______________________________________________________________________________________

Í samband við gerð av frágreiðing til Vinnumálastýrið um umskipan av Føroya Lívstrygging til partafelag hava vit sett upp eitt uppskot til byrjunarfíggjarstøðu pr. 1. januar 2000. Endamálið við uppskotinum er at vísa, hvussu ogn, skuld og eginogn í partafelagnum væntandi verða.

Viðmerkjast skal, at uppskotið til byrjunnarfíggjarstøðu pr. 1. januar 2000 er sett upp grundað á ársroknskapin fyri 1998. Einastu broytingar í mun til ársroknskapin fyri 1998 er býti av grunnum undir eginognini og innroknað kapitalinnskot frá Føroya Landsstýri upp á 500 tkr. kontant.

Tá byrjunnarfíggjarstøðan pr. 1. januar 2000 verður gjørd skulu gerast broytingar í roknskaparháttinum fyri virðisbrøv, so hesi verða virðisásett sambært kunngerð frá 20. desember 1995 um ársroknskapir fyri lívstryggingarfeløg. Annars verður byrjunnarfíggjarstøðan pr. 1. januar 2000 grundað á grannskoðaða ársroknskapin fyri 1999 fyri Føroya Lívstrygging.

Leggjast skal til merkis, at trygdargrunnurin og fluttur vinningur pr. 1. januar 2000 eru bundin til frama fyri núverandi tryggingartakarar.

GRANNSKOÐANARÁTEKNING
______________________________________________________________________________________

Vit hava grannskoðað byrjunarfíggjarstøðuna tann 1. januar 2000 fyri P/F Føroya Lívstrygging.

Framda grannskoðanin
Vit hava fyrireikað og framt grannskoðanina í samsvari við vanliga góðkendar grannskoðanarreglur við atliti til at fáa eina grundaða sannføring um, at byrjunarfíggjarstøðan ikki inniheldur týðandi feilir og manglar. Út frá eini meting um týdning og vanda hava vit undir grannskoðanini eftirkannað grundarlagið og skjalprógvið undir teimum í byrjunarfíggjarstøðuni uppsettu upphæddum og upplýsingum annars. Í hesi hava vit tikið støðu til nýttu roknskaparreglurnar og roknskaparligu metingarnar og hava mett, um upplýsingarnar í ársroknskapinum sum heild eru nøktandi.
Grannskoðanin hevur ikki givið orsøk til fyrivarni.

Niðurstøða
Okkara fatan er, undantiki› omanfyri umrødda fyrivarni, at byrjunarfíggjarstøðan er greiddur úr hondum í samsvari við krøvini í lóggávuni um roknskaparframløgu, og at ársroknskapurin gevur eina rættvísandi mynd av ogn, eginpeningi, avsetingum og skuld felagsins og tí fíggjarligu støðuni.

Tórshavn, hin ##. ## 2000

KPMG statsaut. revisorar Sp/f

Súni Schwartz Jacobsen
statsaut. revisor

NÝTTAR ROKNSKAPARREGLUR
_________________________________________________________________________

Alment
Byrjunnarfíggjarstøðan hjá P/F Føroya Lívstrygging er gjørdur eftir ásetingunum í lóg um tryggingarvirksemi.

Í sambandi við umskipanina av Føroya Lívstrygging til eitt alment partafelag eru nýttu roknskaparreglurnar broyttar samsvarandi ásetingunum í lóg um tryggingarvirksemi og kunngerð frá 20. desember 1995 um ársroknskapir hjá lívstryggingarfeløgum.

Týdningarmestu broytingarnar í nýttu roknskaparreglunum í mun til undanfarin ár eru:

  1. virðisásetingin av virðisbrøvum er broytt frá útveganarvirðinum, tó ikki hægri enn kursin fyri úttøku, til at hesi nú verða upptikin til útveganarvirðið javnað við broytingum í kursvirðinum orsakað av stytting í tíðini til úttøku. Samlaða ávirkanin av broytingini, ## kr. er bókað á eginognina við ársbyrjan 2000.
  2. kursjavningarkontoin, sum áður hevur verið nýttur til at standa ímóti møguligum virðisfalli ella staðfestum tapi, er við ársbyrjan 2000 upployst. Upphæddin er flutt til fluttan vinning undir eginognini. Samstundis verður staðfestur kursvinningur og staðfest kurstap umframt ikki staðfestan kursvinning og kurstap nú rakstrarført í mun til áður, tá ið upphæddirnar vóru bókaðar beinleiðis á kursjavningarkontoina undir eginognini.

Samanberingartølini eru broytt samsvarandi nýggju roknskaparreglunum.

Tryggingarvirksemi
Tryggingargjøldini fevna um tey skuldskrivaðu tryggingargjøldini, og hesi verða tíðaravmarkað undir tryggingartekniskum avsetingum soleiðis, at tey fevna um roknskaparárið. Endurtryggingargjøldini verða goldin sambært avtalur við endurtryggingarfeløg, og verður hetta virksemið árliga javnað í samband við uppgerð av endurtryggingargjaldinum.

Tryggingarveitingarnar umfata veitingar í roknskaparárinum, og er endurtryggjaranna partur tá drigin frá.

Tær tryggingarteknisku avsetingarnar eru ásettar og góðkendar av aktuarinum út frá tí galdandi tryggingartekniska grundarlagnum. Hesar avsetingar, sum eru stovnsins skyldur mótvegis tryggingartakarunum, eru settar sum passiv á fíggjarstøðuni.

Í rakstrarroknskapinum verður broytingin í teimum tryggingarteknisku avsetingunum førd.

Fíggjarvirksemi (Íløguvirksemi)
Fíggjarinntøkurnar fevna um rentur, sum umfata roknskaparárið, av innistandandi í peningastovnunum, útlánum, virðisbrøvum og rakstur av fastognum.

Staðfestur kursvinningur og tap inniheldur vinning og tap við sølu av íløguaktivum.

Ikki staðfestur kursvinningur og -tap inniheldur virðisbroytingar av íløguaktivum umframt valutakursjavningar, (íroknað vinning og tap upp á valutaterminshandlar.)

Lánsbrøvini eru upptikin á fíggjarstøðuni til útveganarvirðið, javnað fyri broytingum í kursvirðinum orsakað av at restleypitíðin styttist.

Partabrøv í børsnoteraðum feløgum verða upptikin til keyparakurs pr. 31. desember 1999. Onnur partabrøv verða upptikin til mett virði.

Útlán eru virðisásett til eitt mett marknaðarvirði.

Fíggjastøðan
Fastognir verða avskrivaðar javnt yvir 50 ár. Bygningarnir vóru í 1993/94 niðurskrivaðir soleiðis, at virðið varð tillagað einum nýtsluvirði, sum byggir á eina leiguútreiðslu, um so var, at fyritøkan skuldi leiga teir tøku fermetrarnar. Niðurskrivaða virðið er grundarlagið fyri komandi avskrivingum.

Innbúgv er avskrivað við 10% av útveganarvirðinum og telduútgerð og annar telduútbúnaður verður avskrivað yvir 3-5 ár.

Skattur
Beinleiðis skattur og møguliga útsettur skattur, verður avsettur í roknskapinum.

Uppskot til FÍGGJARSTØ‹U tann 1. januar 2000

_____________________________________________________________________


Nota

1. januar  
2000       

____

___________

kr.        

OGN
Íløguaktiv
Fastogn

7.950.628

Partabrøv

41.380.920

Lánsbrøv

651.653.876

Útlán

188.755.358

Innlán

63.860.898

___________

Íløguaktiv í alt

953.601.679

___________

Áogn
Áogn hjá tryggingartakarum

2.452.055

Áogn hjá tryggingarfeløgum

69.754

Onnur áogn

1.774.884

___________

Áogn tilsamans

4.296.693

___________

Onnur aktiv
Innbúgv, edv-útgerð v.m.

4.143.780

___________

Onnur aktiv tilsamans

4.143.780

___________

Tíðaravmarkingar
Renta tilgóðar

10.211.410

___________

Tíðaravmarkingar tilsamans

10.211.410

___________

OGN Í ALT

972.253.562

                      

UPPSKOT TIL FÍGGJARSTØÐU tann 1. januar 2000

____________________________________________________________________________


Nota

1. januar  
2000       

____

__________

kr.       

EGINPENINGUR, AVSETINGAR OG SKULD
Eginpeningur
Partapeningur

500.000

Trygdargrunnur

48.697.599

Fluttur vinningur

35.810.170

____________

Eginpeningur í alt

____________

Tryggingartekniskar avsetingar
Lívstryggingartekniskar avsetingar

837.534.887

Endurtryggjarans partur

-10.442.999

____________

Lívstryggingartekniskar avsetingar, netto

827.093.864

___________

Tiltaksviðurgjald

1.493.338

___________

Bonusútjavningarkonto

39.266.527

___________

Tryggingartekniskar avsetingar, netto

867.853.729

____________

Skuld
Skuld til tryggingarfeløg

1.217.709

Frammanundan goldin tryggingargjøld

10.298.333

Skattur

6.593.670

Onnur skuld

1.282.353

____________

Skuld í alt

19.392.064

____________

EGINPENINGUR, AVSETINGAR og skuld í alt

972.253.562