Føroya Lívstrygging

 

23  Uppskot til  løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging

Skjal 8

P/F Føroya Lívstrygging
Kongabrúgvin
100  Tórshavn

Mentanarfrágreiðing smb. grein 6b í partafelagslógini og grein 14 stk. 2 í lóg um tryggingarvirksemi

 

innihaldsyvirlit
____________________________________________________________________________

1 Inngangur *

2 Frágreiðing um innskotnu virðini og gjaldið fyri hetta *

2.1 Nýttur framferðarháttur við meting av innskotinum *

3 Váttan *

1 inngangur

    _______________

    Sum metingarmenn smb. partafelagslógini § 6a og lóg um tryggingarvirksemi, § 14 stk. 2, skulu vit smb. avleggja hesa metanarfrágreiðing í sambandi við, at felagið verður stovnað við tí fyri eyga at yvirtaka og traðka inn í rættindi og skyldur hjá Føroya Lívstrygging, soleiðis sum greitt frá í lóg nr. # frá ## (lóg um umskipan av Føroya Lívstrygging til partafelag).

2 Frágrei‹ing um innskotnu virðini og gjaldið fyri hetta

    ___________________________________________________________

    Smb. lóg um umskipan av Føroya Lívstrygging, grein § 2, yvirtekur P/F Føroya Lívstrygging øll rættindi og allar skyldur hjá Føroya Lívstrygging. Ongin samsýning verður goldið fyri hetta. Samsýningin, sum er nevnd í grein # í lóg um tryggingarvirksemi, er sostatt 0 kr.

    Innskotið í P/F Føroya Lívstrygging fevnir soleiðis um virksemi hjá Føroya Lívstrygging tann 1. januar 2000 gjørt upp við framhaldandi rakstri fyri eygað.

2.1 Nýttur framferðarháttur við meting av innskotinum

    ______________________________________________

    Tá ið mett er um innskotið, er útgangsstøði tikið í tí grannskoðaða ársroknskapinum fyri Føroya Lívstrygging fyri árið 1999. Ársroknskapuin er hjálagdur sum skjal.

    Hvat viðvíkur hendingum í tíðarskeiðnum frá 1. januar 2000 til í dag hava vit framt eina gjøgnumgongd av íløguvirkseminum hjá Føroya Lívstrygging umframt mett um virðið av hesum. Somuleiðis hava vit fingið eina váttan frá góðkenda tryggingarserfrøðinginum hjá felagnum, sum hevur upplýst, at einki óvantað er farið fram eftir árslok, sum eigur at verða tikið við her.

3 Váttan

____________

Eftir okkara metan svarar virðið av teimum yvirtiknu ognunum við frádrátti av avsetingum og skuld bæði tann 1. januar 2000 eins og í dag í minsta lagi til ta avtalaðu samsýningina.

Tórshavn, hin ……….

KPMG statsaut. revisorar Sp/f

Súni Schwartz Jacobsen
statsaut. revisor