Tryggingarvirksemi

 

24  Uppskot til  løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um tryggingarvirksemi

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 1999, 7. december, legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi

§ 1

Í løgtingslóg nr. 3 frá 13. februar 1996 um tryggingarvirksemi, sum broytt við løgtingslóg nr. 153 frá 30. desember 1996, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 4 verða orðini "og Føroya Lívstrygging" strika.
  2. Aftaná § 180 sett verður inn:

"§ 180 a. Landsstýrismaðurin kann í kunngerðum seta í gildi heilt ella partvíst kunngerðir, ið lýstar eru í Danmark við heimild í "lov om forsikringsvirksomhed" í tann mun heimild annars er fyri slíkum ásetingum í hesi løgtingslóg. Tá verða donsku reglurnar at lýsa sum skjal til kunngerð landsstýrismannsins.
Stk. 2. Eftirlitið kann í ásetingum, krøvum ella reglum við heimild í hesi lóg gera av, at farið verður fram heilt ella partvíst eftir ásetingum, krøvum og reglum, ið danska tryggingareftirlitið hevur ásett við heimild í "lov om forsikringsvirksomhed", í tann mun ásetingarnar og krøvini hava heimild í hesi løgtingslóg."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar
Av tí at Føroya Lívstrygging eftir uppskoti landsstýrismansins skal umskipast í eitt partafelag, er neyðugt at broyta løgtingslógina um tryggingarvirksemi. Aftaná umskipanina verður Føroya Lívstrygging eitt partafelag og kemur sostatt undir reglurnar fyri tryggingarpartafeløg. Tí skal ongin serstøk áseting vera fyri Føroya Lívstrygging, og verða orðini "Føroya Lívstrygging" tí strikaði í § 4. Viðmerkjast skal, at Føroya Lívstrygging ongantíð hevur fingið loyvi eftir § 4 í tryggingarvirksemislógini, men hevur virkað eftir løgtingslóg nr. 64 frá 10. oktober 1966 um lívstryggingarvirki.

Harumframt fær landsstýrismaðurin heimild til at seta í gildi danskar kunngerðir um tryggingareftirlit í Føroyum. Henda broyting er neyðug nú, tí tað í sambandi við umskipan av Føroya Lívstrygging er neyðugt at seta kunngerð um fráboðan av tekniskum grundarlagi í einum tryggingarfelag, kunngerð um grundlagsrentu, kunngerð um upplýsingarskyldu mótvegis lívstryggingartakarum og roknskaparkunngerð í gildi, soleiðis at leiðslan í nýstovnaða lívstryggingarpartafelagnum veit, hvat hon hevur at halda seg til.

Kunngerðirnar, sum eru ógvuliga tryggingartekniskar, koma sostatt at hava eitt ógvuliga avmarkað tal av móttakarum. Leiðslurnar í øllum tryggingarfeløgunum í Føroyum taka undir við, at heimild at seta í gildi danskar kunngerðir, sum viðvíkja tryggingareftirliti, verður sett inn í løgingslóg um tryggingarvirksemi.

Eisini eftirlitið fær heimild til at avgera, at danskar reglur v.m. skulu brúkast, á teimum økjum, har eftirlitið sambært lógini hevur heimildir til at seta krøv.

Eingi skjøl hjáløgd.

1. viðgerð 9. december 1999. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 16. december 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 7. desember 1999, og eftir 1. viðgerð tann 9. desember 1999 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 14. og 15. desember 1999.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við umboð fyri Føroya Lívstrygging, landsstýrismannin í vinnumálum, umboð fyri Havnar Arbeiðsmannafelag og umboð fyri Starvsmannafelagið.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, men heldur ikki, at tað er neyðugt ella í samsvari við heimastýrislógina § 11 at gera ásetingar um, at landsstýrismaðurin kann lýsa kunngerðir á donskum máli, ella at tryggingareftirlitið kann nýta reglur, ið eru á donskum, við tað at henda grein ásetir, at danskt eins væl og føroyskt kann nýtast í almennum viðurskiftum. Slíkar ásetingar, ið áður eru gjørdar í øðrum lógum, hava havt óhepnar fylgjur við sær.

Samsvarandi hesum setir ein samd nevnd fram soljóðandi:

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§1, nr. 2, verður strikað.

2. viðgerð 20. december 1999. Broytingaruppskot frá samdari nevnd samtykt 28-4-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 32-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð. 22. december 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Vms. j.nr. 617-6/91
Lms. j.nr. 691-25/99

Ll.nr. 104/1999 frá 22.12.1999