Flyting av telefonverksveðhaldi

 

26  Uppskot til  løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1999, 3. desember, legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings

 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað, at veita borgan sum sjálvskuldari mótvegis Nordisk Investeringsbank fyri lánavtalu 85/72, ið Telefonverk Føroya Løgtings hevur tikið, við heimild í løgtingslóg nr. 46 frá 2. mai 1986 um lán til Telefonverk Føroya Løgtings og sum P/F Telefonverkið hevur yvirtikið.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi, løgtingslóg nr. 46 frá 2. mai 1986.

Viðmerkingar

Sambært § 42 í løgtingslóg um Stýriskipan Føroya, skal borgan, ið skuldbindur landið, heimilast í løgtingslóg.

Sambært viðmerkingunum til løgtingsmál nr. 32/1997 um umlegging av Telefonverkinum til partafelag, síða 5, varð fráboðað, at landskassin borgar, sum sjálvskuldari mótvegis Nordisk Investeringsbank (NIB), vegna TFL.

Landskassin borgar fyri lánavtala nr. 85/72 frá 4. og 9. juni 1986, hvørs restskuld pr. 31. desember 1998 var uml. 36,3 mió. kr. (Smb. uppgerð frá Føroya Landsbanka. Lánið er skrásett sum landskassaveðhald nr. 253-1, 258-2 og 676-2).

Landsstýrið hevði ta áskoðan, at umleggingin til partafelag, í so stóran mun sum til ber, skuldi loysa landskassan frá ábyrgd síni móti felagnum. Heruppí at sleppa undan verandi borgsskyldu í sambandi við umleggingina.

TFL søkti NIB um loyvi, soleiðis at P/F Telefonverkið kundi yvirtaka lánið hjá gamla TFL og at NIB góðtók at loysa landskassan frá sjálvskuldara borganini. NIB hevði í prinsippinum góðkent umsóknina og ætlaði sær m.a. trygd í ognini við Tinghúsvegin.

Av tí at ognin við Tinghúsvegin, í samband við viðgerðina av løgtingsmálinum, varð lutað løgtinginum, kann NIB í dag ikki góðtaka, at loysa landskassan frá sjálvskuldara borganini.

Av hesi orsøk eru tríggjar loysnir á málinum:

  1. at Løgtingið góðkennir, at lansstýrismaðurin fær heimild til at borga fyri láninum, tá tað verða flutt til P/F Telefonverkið,
  2. at landskassin innfríar lánið ella yvirtekur tað, og veitir TFL eitt nýtt lán,
  3. at Telefonverkið fór á lánimarknaðin fyri at endurnýggja lánið.

Møguleiki 2+3 viðføra, um lánið verður innfríað, at NIB krevur eitt eykagjald fyri at innfría lánið; tí lánið er fast rentað – í mei var eykagjaldið 2,364 mió. kr av eini samlaðari skuld uppá 33,5 mió. kr., ella góð 7% . Eitt tílíkt tiltak inniber, at samlaða skuldin ístaðin verður uppá 35,864 mió. kr..

Við støði í restskuldini uppá 33,5 mió. kr. og innloysingarkostnaðinum uppá 2,364 mió. kr. og peningastreyminum (cashflow) fyri restlánitíðina á verandi láni verður niðurstøðan, at effektiva rentan á nýggjum láni, tvs. alternativ 3, í mesta lagi má vera 4,83% p.a. fyri at tað skal loysa seg at innloysa verandi lán frá NIB uttan tap.

Væntandi verður hetta ikki lætt og verður tí ístaðin skotið upp at flyta veðhaldini til P/F Telefonverkinum, sum væntandi hvørki kostar landskassanum ella telefonverkinum eyka.

Eingi skjøl hjáløgd.

1. viðgerð 14. december 1999. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 21. januar 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 3. desember 1999 og eftir 1. viðgerð tann 14. desember 1999 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Finnboga Arge, landsstýrismann í vinnumálum, umboð fyri Vinnumálastýrið og umboð fyri Føroya Tele. Landsstýrismaðurin segði, at talan er um lán, sum Telefonverk Føroya Løgtings tók hjá Nordisk Investeringsbank (NIB), sum landskassin borgar fyri, og sum verða útgoldin í 2002 og 2003. Hann upplýsti, at restskuldin nú er 27 mió. kr., og um lánið verður innfríað, so verður innloysingarkostnaðurin umleið 2 mió. kr. Upplýst varð, at lániskuldin hjá Føroya Tele er 140 mió. kr.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 25. januar 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-3. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 27. januar 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-2-2. Málið avgreitt.

Vms j.nr. 1921-2/91
Lms. j.nr. 691-24/99
Ll. nr. 7/2000 frá 08.02.2000