Kolvetnisskattafyrisitingarlógin

 

28  Uppskot til  løgtingslóg um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi
(Kolvetnisskattafyrisitingarlógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 1999, 22. december, legði  Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetninsvirksemi
(Kolvetnisskattafyrisitingarlógin)

 

Kapittul 1
Vanligar reglur

§ 1. Undir hesa lóg koma øll, sum verða sett í skatt eftir reglunum í løgtingslóg um skatt av inntøkum av kolvetnisvirksemi.
Stk. 2. Vanligu reglurnar í skattalóggávuni um at lata inn sjálvuppgávu, álíkning, rætt til kæru, eftirlit, innkreving og revsing eru galdandi við teimum broytingum, ið henda løgtingslóg hevur við sær.

Kapittul 2
Álíkning

§ 2. Skattskyldug, sum koma undir kolvetnisskattalógina, verða sett í skatt av Toll- og Skattaráð Føroya. Tey verða sett í skatt av:

1) inntøku, sum kemur undir kapitul 2 í kolvetnisskattalógini og

2) aðrari inntøku, sum er skattskyldug her á landi.

Stk. 2. Toll- og Skattaráð Føroya kann heimila Toll- og Skattstovu Føroya at útinna myndugleikan sambært stk. 1.

§ 3. Tá fullfíggjað sjálvuppgáva er latin inn, og skattavaldið ætlar at líkna aðra peningaupphædd enn ta sjálvuppgivnu, skal skattavaldið skrivliga boða tí skattskylduga frá hesum og geva honum høvi til skrivliga ella munnliga at geva til kennar áskoðan sína um ætlaðu broytingina. Í slíkum førum og í førum, tá álíknað verður, uttan at fullfíggjað sjálvuppgáva er latin inn, skal tann skattskyldugi hava skrivliga og grundgivna fráboðan um álíkningina saman við kæruvegleiðing.
Stk. 2. Hevur skattavaldið gjørt eina álíkning, kann tað sjálvboðið ella eftir áheitan frá tí skattskylduga taka hana upp til nýggja viðgerð og broyta hana. Skattavaldið kann tó ikki broyta eina álíkning, sum Landsskattakærunevndin hevur gjørt úrskurð um. Áðrenn skattavaldið broytir eina álíkning, skal tann skattskyldugi hava høvi til skrivliga ella munnliga at geva til kennar áskoðan sína. Tann skattskyldugi skal hava skrivliga og grundgivna fráboðan um slíkar broytingar saman við kæruvegleiðing.

Kapittul 3
Skattur av inntøkum av kolvetnisvirksemi

§ 4. Skattur av inntøkum av kolvetnisvirksemi, sum kemur undir kapittul 2 í kolvetnisskattalógini, fellur til gjaldingar í trimum eins stórum gjøldum, tann 1. oktober, 1. november og 1. desember í árinum aftaná inntøkuárið, jbr. § 16.
Stk. 2. Um broyting verður gjørd, sum hevur við sær, at álíknaði skatturin verður hækkaður, fellur hækkingin til gjaldingar tann 1. í mánaðinum aftaná, at skattarokning er send út við gjaldsfreist til 20. í mánaðinum. Verður hesin skattur og skattur sambært stk. 1 ikki goldin rættstundis, verður afturat upphæddunum árlig renta skuldskrivað frá gjaldkomudegnum, svarandi til ta til eina og hvørja tíð verandi diskonto hjá danska tjóðbankanum umframt 2%.
Stk. 3. Um broyting verður gjørd, sum hevur við sær, at álíknaði skatturin verður lækkaður, skal ov nógv goldna upphæddin vera afturgoldin áðrenn tann 20. í mánaðinum aftaná, at fráboðanin er send út. Av tí ov nógv goldna skattinum verður árlig renta góðskrivað frá gjalddegi, svarandi til ta til eina og hvørja tíð verandi diskonto hjá danska tjóðbankanum umframt 2%. Áðrenn ov nógv goldni skatturin verður útgoldin, skal hann mótroknast í møguligum skattum, avgjøldum og rentum, sum landskassin eigur á hjá tí skattskylduga. Mótrokning kann eisini fremjast fyri falnar skattir, avgjøld og rentur til landskassan, sum tann skattskyldugi ábyrgdast fyri eftir § 12 í hesi lóg.

Kapittul 4
Skattur av lønarinntøku

§ 5. Skattur av inntøku eftir reglunum í § 11, stk. 2, í kolvetnisskattalógini verður kravdur inn á tann hátt, at hann, sum rindar A-inntøkuna (tann ávísingarskyldugi), skal ávísa bruttoupphæddina um eitt av landsstýrinum góðkent avrokningarstað. Reglurnar um A-inntøku í kapittul 6 í skattalógini eru galdandi fyri tann ávísingarskylduga í tann mun, tær ikki ganga ímóti reglunum í hesi løgtingslóg og kolvetnisskattalógini.
Stk. 2. Áðrenn A-inntøka kann útgjaldast, skulu bæði tann ávísingarskyldugi og løntakarin vera skrásettir hjá skattavaldinum. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um ávísing, útrokning, innkrevjing o.a.

Kapittul 5
Skyldu at geva upplýsingar

§ 6. Loyvishavari hevur skyldu til ókravdur at savna saman og lata skattavaldinum allar upplýsingar, sum eru kravdar eftir §§ 7 og 8 í hesi lóg, og sum viðvíkja teimum skattskyldugu, sum sambært loyvi hansara reka virksemi, ið kemur undir reglurnar í kolvetnisskattalógini, sum arbeiðstakarar ella løntakarar.
Stk. 2. Loyvishavari eftir hesi lóg er hann, sum sambært løgtingslóg um kolvetnisvirksemi hevur fingið loyvi til, og sum setir í verk forkanningar, leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann fyriseta neyvari reglur um skylduna hjá loyvishavara at savna saman upplýsingar eftir stk. 1.

§ 7. Skattskyldug, sum reka virksemi, ið kemur undir reglurnar í kolvetnisskattalógini, skulu ókravd lata avvarðandi loyvishavara eftir § 6, stk. 2, upplýsingar um arbeiðsavtalur, ið tey gera við persónar ella feløg v.m.
Stk. 2. Upplýsingarskyldan eftir stk. 1 fevnir um, hvat slag av arbeiði avtala er gjørd um, navn á persóni ella felag, sum ger arbeiðið, møguligt virkistal, nær og hvar arbeiðið verður gjørt, sáttmálaupphædd, tann væntaða útgoldna lønarupphæddin tilsamans saman við avriti av møguligari skrivligari arbeiðsavtalu.

§ 8. Arbeiðsgevari, sum rekur virksemi, ið kemur undir reglurnar í kolvetnisskattalógini, skal ókravdur lata avvarðandi loyvishavara eftir § 6, stk. 2, upplýsingar um persónar, hann hevur í starvi, og sum arbeiða á teimum økjum, sum nevnd eru í § 1 í kolvetnisskattalógini.
Stk. 2. Upplýsingarskyldan eftir stk. 1 fevnir um navn starvsfólksins, føðingardag, møguligt persóntal, bústað, skattligan heimstað, navn arbeiðsgevarans og møguligt virkistal hansara, arbeiðspláss, slag av arbeiði, og hvussu leingi arbeiðið væntast at vara, sum starvið beinleiðis hevur samband við.

§ 9. Tá loyvishavari eftir § 6, stk. 2, ger arbeiðsavtalu, sum er umrødd í § 7, ella hevur í starvi persónar, sum umrøddir eru í § 8, hevur hann samsvarandi skyldu til ókravdur at lata skattavaldinum tær í §§ 7 og 8 nevndu upplýsingar.
Stk. 2. Upplýsingar sambært §§ 7 og 8 skulu latast skattavaldinum í seinasta lagi 14 dagar aftaná, at arbeiðið er byrjað.
Stk. 3. Um tær í §§ 7 og 8 nevndu upplýsingar ikki verða latnar skattavaldinum rættstundis, kann skattavaldið leggja á dagliga sekt fyri at tvinga innlating av upplýsingunum.

§ 10. Flogfeløg, reiðarí og aðrar flutningsfyritøkur hava skyldu til ókravd at lata skattavaldinum nøvn á ferðafólkum, sum tey flyta til og frá økjum, har virksemi verður rikið, sum kemur undir reglurnar í kolvetnisskattalógini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur fyri, hvussu og nær hesar upplýsingar skulu latast.

Kapittul 6
Eftirlit

§ 11. Skattavaldið kann uttan rættarúrskurð og uttan at siga frá frammanundan koma á staðið fyri at fremja eftirlit og útvega upplýsingar, sum, tað heldur, eru neyðugar fyri at fremja skatta- og avgjaldseftirlit eftir reglunum í hesi lóg, kolvetnisskattalógini ella aðrari skatta- og avgjaldslóggávu.

Kapittul 7
Ábyrgd av at rinda skatt og avgjøld til landskassan

§ 12. Ávísingarskyldug, sum ikki gera sína skyldu, tá løn verður ávíst, ella ávísa ov lítla upphædd, ábyrgjast beinleiðis mótvegis skattavaldinum fyri gjalding av írestandi falnum skattum og rentum.
Stk. 2. Loyvishavari eftir § 6, stk. 2, ábyrgist til fulnar fyri ógoldnar skattir, avgjøld og falnar rentur sambært kolvetnisskattalógini og aðrari skattalóggávu, sum arbeiðstakari hansara ella undirarbeiðstakari arbeiðstakarans ella undirarbeiðstakari í seinna liði skylda landskassanum.
Stk. 3. Kann eitt skattakrav móti einum arbeiðstakara, sum hevur skattskyldu eftir kolvetnisskattalógini, ikki gerast nágreiniliga upp, tí tann skattskyldugi hevur ikki latið inn fullfíggjaða sjálvuppgávu ella ikki hildið aðrar skyldur sambært skattalóggávuni, kann skattavaldið áseta kravið til at vera 5% av sáttmálaupphæddini fyri avvarðandi arbeiðstøku.

§ 13. Skyldugir skattir, avgjøld og falnar rentur fella til gjaldingar tann 1. í mánaðinum aftaná, at skattavaldið hevur sett krav fram um gjalding við gjaldsfreist til 20. í mánaðinum.

Kapittul 8
Sjálvuppgávan v.m.

§ 14. Sjálvuppgávan fyri inntøkuárið verður latin inn í seinasta lagi 1. juni í árinum aftan á inntøkuárið. Skattavaldið letur gera oyðubløð, sum skulu nýtast av tí skattskylduga, tá inntøkan verður sjálvuppgivin.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um innlating av upplýsingum og reglur um útgreiningar av roknskapartilfari, sum skal latast inn við sjálvuppgávuni.
Stk. 3. Løntakarar, sum rinda bruttoskatt eftir reglunum í kolvetnisskattalógini, skulu ikki lata inn sjálvuppgávu.

Kapittul 9
Kæra og rættarsókn

§ 15. Tann, sum er settur í skatt eftir reglunum í kolvetnisskattalógini, hóast hann eisini er settur í skatt eftir reglunum í skattalógini, kann kæra skattsetingina til Landsskattakærunevndina eftir reglunum í §§ 24 og 25 í løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting.
Stk. 2. Tann, sum er settur í skatt eftir reglunum í kolvetnisskattalógini, ella Toll- og Skattaráð Føroya kann skjóta úrskurð hjá Landsskattakærunevndini inn fyri Føroya rætt. Í slíkum førum skal stevning latast rættinum innan eitt ár eftir úrskurð Landsskattakærunevndarinnar.
Stk. 3. Toll- og Skattaráð Føroya er rætti stevndi í málum, sum verða skotin inn fyri Føroya rætt.

Kapittul 10
Aðrar ásetingar

§ 16. Inntøkuárið hjá teimum, sum eru skattskyldug eftir reglunum í kolvetnisskattalógini, er álmanakkaárið.

§ 17. Skattskyldug, sum koma undir reglurnar í kapittul 2 í kolvetnisskattalógini, skulu goyma roknskapir og øll skjøl, sum hoyra til í 10 ár aftaná enda roknskaparársins. Hevur tann skattskyldugi loyvir ella rættindi, sum vara longri enn 10 ár, eru fyri sama tíðarskeið galdandi reglurnar um álíkning, upplýsingar, eftirlit og ábyrgd eftir hesi lóg, kolvetnisskattalógini og skatta- ella avgjaldslóggávuni annars.

§ 18. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvussu skattskylduga inntøkan skal gerast upp, og hvussu roknskapargrundarlagið skal vera, um einki er ásett í galdandi lóggávu.

Kapittul 11
Gildiskoma

§ 19. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar
Eftir Kolvetnisskattalógini verður skattlagt alt virksemi á føroyskum øki, sum hevur við forkanning, leiting og framleiðslu av kolvetnum og av virksemi knýtt at hesum.

Eftir nevndu lóg verður vanliga skyldan til at rinda skatt til landskassan víðkað, so øll, sum á føroyskum øki (sjóøkið og meginlandsstøðið íroknað) hava við kolvetnisvirksemi at gera, ella virksemi, sum er knýtt at hesum virksemi, koma undir skyldu til at rinda skatt til landskassan, hóast tey eftir verandi skattalóggávu ikki hava hesa skyldu.

Endamálið við hesum uppskoti er at áseta reglur um, hvussu skattskyldan eftir kolvetnisskattalógini skal fyrisitast. Fyrisitingin av hesi skattskyldu snýr seg í høvuðsheitum um: 1. álíkning, 2. hvussu og nær álíknaði skatturin skal gjaldast, 3. skylduna at geva upplýsingar, 4. eftirlitsmøguleikan hjá skattavaldinum, 5. hvør ábyrgist fyri skatta- og avgjaldskrøvum landskassans, 6. sjálvuppgávu, 7. kærumøguleika og rættarsókn og 8. aðrar ásetingar.

Hóast endamálið við hesum lógaruppskotið er at áseta, hvussu skattskyldan sambært kolvetnisskattalógini skal umsitast, so er tað kortini so, at vanligu reglurnar í skattalóggávuni um fyrisiting av skattskylduni eisini eru galdandi fyri skatting av kolvetnisvirksemi, um hetta lógaruppskot ikki ásetir annað. Við øðrum orðum eru vanligu reglurnar í skattalóggávuni um fyrisiting av skattskylduni eisini galdandi fyri skatt av kolvetnisvirksemi, um einki verður sagt um spurningin í hesum lógaruppskoti.

Álíkning
Skotið verður upp, at Toll- og Skattaráð Føroya verður álíknandi myndugleiki, men at ráðið kann heimila Toll- og Skattstovu Føroya at útinna henda myndugleika.

Skattgjaldari, sum verður líknaður eftir hesum lógaruppskoti, verður settur í skatt av allari inntøku, sum er skattskyldug í Føroyum. Hevur ein skattgjaldari inntøku, sum fyri ein part er skattskyldug sambært kolvetnisskattalógini og fyri ein part er skattskyldug sambært vanligu skattalóggávuna, so skal hann setast í skatt av allari inntøku síni av Toll- og Skattaráð Føroya.

Tey, sum verða líknað eftir hesum uppskoti, verða sostatt loyvishavarar og t.d. undirarbeiðstakarar teirra og útlendingar, sum koma at arbeiða á føroyskum øki fyri útlendskar arbeiðsgevarar.

Skotið verður upp, at skattavaldið altíð skrivliga skal boða hinum skattskylduga frá, tá tað ætlar at broyta skattskyldugu inntøkuna, so hann fær høvi til at geva til kennar áskoðan sína um ætlan skattavaldsins. Avgerð skattavaldsins skal somuleiðis altíð vera skrivlig og grundgivin, og kæruvegleiðing skal altíð latast saman við henni.

Hvussu og nær álíknaði skatturin skal gjaldast
Skattur av inntøku av kolvetnisvirksemi, sum kemur undir kapittul 2 í kolvetnisskattalógini, fellur til gjaldingar í trimum eins stórum gjøldum tann 1. oktober, 1. november og 1. desember árið eftir inntøkuárið (sum er álmanakkaárið frammanundan).

Slíkar inntøkur eru: fyrsta søla av framleiddum kolvetnum, inntøka, sum er ásett sum ein partur av framleiddum kolvetnum ella virðinum á tí, vinningur ella tap við beinleiðis ella óbeinleiðis at lata frá sær loyvisbræv, loyvi ella rættindi til at forkanna, leita eftir ella framleiða kolvetni, vinning ella tap við sølu av rakstrargøgnum, skipum og bygningum, sum bert verða nýtt í sambandi við forkanningar- og leitingarvirksemi og til framleiðsluna av kolvetni.

Skatturin av hesum inntøkum fer allur í landskassan. Skattaprosentið er tað sama sum fyri partafeløg - í løtuni 27%, og tað ger ongan mun, um hin skattskyldugi er eitt felag, ella talan er um eitt persónliga rikið virki. Inntøka av hesum slagi verður gjørd upp fyri seg, og inntøkuskatturin verður roknaður serstakt av hesi inntøku.

Í okkara grannalondum, sum skatta inntøkur frá kolvetnisvirksemi, verður kravt, at fyribilsskattur skal rindast av hesum inntøkum.

Hetta lógaruppskotið hevur við sær, at eingin fyribilsskattur verður rindaður, men at skatturin verður goldin árið eftir í trimum gjøldum ávikavist 1. oktober, 1. november og 1. desember. Hetta er sama skipan, sum í dag er galdandi fyri partafeløg, sum eru skrásett í Føroyum. Talan er sostatt um reglur, sum í mun til onnur lond geva fyrimunir til tey, ið skulu rinda skatt av inntøkum frá kolvetnisvirksemi í Føroyum.

Skotið verður upp at skuldskriva skattakrøv, sum verða goldin ov seint og skattakrøv, sum verða stovnað, tí ein broytt álíkning hevur við sær, at skatturin hækkar, við einari árligari rentu svarandi til diskontoina hjá danska tjóðbankanum umframt 2%. Av ov nógv goldnum skatti verður frá gjalddegnum góðskrivað árlig renta við sama prosenti.

Skattur av lønarinntøku
Løntakarar, sum koma inn á føroyskt øki at arbeiða fyri útlendskar arbeiðsgevarar, rinda ein endaligan bruttoskatt eftir reglunum, sum eru ásettar í kolvetnisskattalógini, og skulu ikki lata inn sjálvuppgávu.

Bruttoskatturin er sambært nevnda uppskoti ásettir til at vera 35% av bruttoinntøkuni.

Eftir núgaldandi skattareglum ber ikki til at krevja, at arbeiðsgevari, sum ikki hevur heimating í Føroyum, skal ávísa lønir gjøgnum føroysku skattaskipanina, so skattur á tann hátt kann verða afturhildin. Men í hesum uppskoti verður mælt til, at arbeiðsgevari, hóast hann ikki hevur heimating í Føroyum, skal ávísa inntøkur til persónar, sum ikki hava fulla skattskyldu til Føroya, og sum koma á føroyskt øki at arbeiða, um eitt av landsstýrinum góðkent avrokningarstað. Á henda hátt koma hesir persónar at rinda ein endaligan samtíðarskatt upp á 35% av bruttoinntøkuni.

Sum ein beinleiðis avleiðing av hesum verður mælt til, at bæði arbeiðsgevari og løntakari skulu skráseta seg hjá skattavaldinum, áðrenn A-inntøka kann útgjaldast.

Skotið verður upp, at hin ávísingarskyldugi, sum ikki ger sína skyldu, tá løn verður ávíst ella ávísur ov lítla upphædd, ábyrgist beinleiðis mótvegis skattavaldinum fyri gjalding av írestandi skattum og rentum.

Men afturat hesum verður skotið upp, at avvarðandi loyvishavari til fulnar kemur at ábyrgjast fyri ógoldin skattakrøv, sum arbeiðstakari hansara ella undirarbeiðstakari arbeiðstakarans skylda landskassanum. Hetta hevur við sær, at loyvishavarin kann verða kravdur eftir teimum skattum, sum ikki verða goldnir av framman fyri nevndu A-inntøkum. Niðanfyri verður greitt meira frá, hvør hevur ábyrgd av at rinda skatt og avgjøld til landskassan eftir hesum uppskoti.

Skyldu at geva upplýsingar
Treytin fyri at hava eina skattafyrisiting, sum bæði skattaborgarar og myndugleikar kunnu vera nøgdir við, er, at grundarlagið fyri einari rættari álíkning er til staðar. Landsstýrið leggur tí stóran dent á at skipa fyri einari mannagongd, sum hevur við sær, at tær upplýsingar frá skattgjaldarunum, sum eru neyðugir fyri at røkka hesum endamáli, fást til vega á ein einfaldan og tryggan hátt.

Royndirnar frá útlondum vísa, at kolvetnisvirksemi vanliga er bygt upp sum ein stigskipan, har ein ella fleiri loyvishavarar gera avtalur (skrivligar ella munnligar) við undirarbeiðstakarar, sum so aftur gera avtalur (skrivligar ella munnligar) við aðrar undirarbeiðstakarar. Hetta ger, at tað kann gerast neyðugt at halda skil á nógvum arbeiðstakarum og uppaftur fleiri løntakarum fyri hvørt loyvi, sum givið verður til at útinna kolvetnisvirksemi.

Skotið verður tí upp, at loyvishavari ókravdur skal hava skyldu mótvegis skattavaldinum at savna saman og lata inn allar neyðugar upplýsingar frá teimum, sum vinna inntøkur sambært hesum loyvi.

Fyri at lætta um hesa skyldu verður samstundis skotið upp, at tey, sum reka skattskyldugt virksemi eftir kolvetnisskattalógini, og sum gera arbeiðsavtalur sum arbeiðsgevarar við arbeiðstakarar (t.d. avtalur um arbeiðstøkur millum undirarbeiðstakara hjá loyvishavara og undirarbeiðstakara hjá undirarbeiðstakaranum), ókravd skulu lata loyvishavaranum upplýsingar um, hvat slag av arbeiði avtala er gjørd um, navn á persóni ella felag, sum ger arbeiðið, virkistal, nær og hvar arbeiðið verður gjørt, sáttmálaupphædd og ta væntaðu útgoldnu lønarupphæddina tilsamans saman við avriti av møguligari skrivligari avtalu.

Somuleiðis verður skotið upp, at nevndu arbeiðsgevarar, sum hava fólk í starvi á føroyskum øki, ókravdir skulu lata loyvishavaranum upplýsingar um navn starvsfólksins, føðingardag, møguligt persóntal, bústað, skattligan heimstað, navn arbeiðsgevarans og møguligt virkistal hansara, arbeiðspláss, slag av arbeiði, og hvussu leingi arbeiðið varir, sum starvið beinleiðis hevur samband við.

Nevndu upplýsingar skulu latast skattavaldinum í seinasta lagi 14 dagar aftaná, at arbeiðið er byrjað.

Fyri at tryggja so fullfíggjaðar upplýsingar sum møguligt, verður skotið upp, at eisini flogfeløg, reiðarí og aðrar flutningsfyritøkur hava skyldu til ókravd at lata skattavaldinum nøvn á ferðafólkum, sum tey flyta til og frá økjum, har virksemi verður rikið, sum kemur undir reglurnar í kolvetnisskattalógini.

Skotið verður upp, at landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur fyri, hvussu og nær hesar fyritøkur skulu lata upplýsingarnar frá sær.

Eftirlit
Fyri at skattavaldið kann vissa seg um, at upplýsingarskyldan verður hildin, og at upplýsingarnar eru rættar, verður skotið upp, at tað skal hava ein lógarfestan rætt at fara á staðið hjá hinum skattskylduga at fremja slíkt eftirlit uttan at biðja rættin um loyvi frammanundan.

At kunna gera eftirlitið á staðnum merkir, at skattavaldið ótarnað skal hava atgongd til øll hølir, skjalagoymslur o.a. hjá hinum skattskylduga. Hóast tað verður skotið upp, at skattavaldið kann gera eftirlitið uttan at siga frá frammanundan, so verður roknað við, at skattavaldið kemur at boða frá frammanundan, sum vanligt er, og at etirlitið verður framt sambært góðum fólka- og fyrisitingarsiði.

Ábyrgd av gjalding av skatti og avgjøldum
Skotið verður upp, at loyvishavari til fulnar ábyrgist fyri ógoldnar skattir, avgjøld og falnar rentur, sum arbeiðstakari hansara ella undirarbeiðstakari arbeiðstakarans og undirarbeiðstakari í øllum seinni liðum skyldar landskassanum.

Somuleiðis verður skotið upp, at loyvishavari eisini beinleiðis ábyrgist mótvegis skattavaldinum fyri gjalding av írestandi falnum skattum og rentum, sum arbeiðstakari hansara ella undirarbeiðstakari arbeiðstakarans og undirabeiðstakari í øllum seinni liðum sum ávísingarskyldugur skyldar landskassanum, tí hann ikki til fulnar hevur gjørt sína skyldu, tá løn verður ávíst, ella ávísir ov lítla upphædd.

Við hesum verður - á sama hátt sum viðvíkjandi upplýsingum - álagt loyvishavara eina økta skyldu til at ábyrgjast fyri skattakrøvum hjá øllum teimum, sum arbeiða fyri hann sum arbeiðstakarar og undirarbeiðstakarar í øllum seinni liðum. Grundgevingin er, at eyðkenni fyri hesa vinnu eru lutfallsliga stór fíggjarlig áhugamál, har fyritøkur velja at loysa arbeiðsuppgávur í samtøkum, sum, serliga tá tað snýr seg um kolvetnisframleiðslu, eru uppbygd í stórar og torgreiddar stigskipanir.

Tá tað snýr seg um skuld til landskassan, sum er íkomin, tí ein arbeiðstakari hjá loyvishavara ella undirarbeiðstakari arbeiðstakarans ella undirarbeiðstakari í seinna liði ikki hevur latið skattavaldinum fullfíggjaða sjálvuppgávu við teirri avleiðing, at skattakravið ikki kann gerast nágreiniliga upp, kann skattavaldið áseta krav, sum er 5% av sáttmálaupphæddini fyri avvarðandi arbeiðstøku. Slíkt peningakrav fellur til gjaldingar beinanvegin, tað er fráboðað.

Er støðan hon, at skattgjaldarin ikki rindar kravið beinanvegin og er rýmdur av føroyskum øki, hvílir gjaldskyldan á loyvishavaranum.

Loyvishavari ábyrgist fyri skyldugar skattir, avgjøld og falnar rentur, sum arbeiðstakari hjá loyvishavara ella undirarbeiðstakari arbeiðstakarans og undirarbeiðstakarar í øllum seinni liðum skylda landskassanum. Kravið fellur til gjaldingar tann 1. í mánaðinum, aftaná at skattakravið er sett fram við gjaldsfreist til 20. í mánaðinum.

Hesar serligu skyldur, sum skotnar verða upp at áleggja loyvishavara, er ein beinleiðis avleiðing av royndunum, sum útlendskar fyrisitingar hava gjørt. Royndir í øðrum londum vísa t.d., at umleið 20% av undirarbeiðstakarunum sleppa sær avstað aftur uttan at gera sína skyldu. Tí verður mett, at skilabest er at leggja ábyrgdina fyri gjalding av møguligum eftirstøðum á loyvishavaran. Hugsast kann, at tað verður sera trupult at fyrisita eina innkrevjingarskipan, sum skal krevja ógoldin gjøld inn frá virkjum, sum eru heimahoyrandi í fjarskotnum londum.

Gerst neyðugt hjá skattavaldinum at innheita skattakrøv við rættarsókn, skuldi hetta latið seg gjørt uttan trupuleikar, tá loyvini eftir lógini um kolvetnisvirksemi verða treytað av, at avvarðandi loyvishavari skal hava varnarting í Føroyum.

Sjálvuppgávan v.m.
Løntakarar, sum eftir kolvetnisskattalógini skulu rinda bruttoskatt til Føroya, skulu ikki lata inn sjálvuppgávu.

Øll onnur, sum eru skattskyldug eftir reglunum í kolvetnisskattalógini, skulu lata inn sjálvuppgávu í seinasta lagi 1. juni árið eftir inntøkuárið.

Skattavaldið ger serligt oyðublað at sjálvuppgeva inntøkuna á, og landsstýrismaðurin kann áseta reglur um innlating av upplýsingum og útgreining av roknskapartilfari, sum skal latast inn við sjálvuppgávuni.

Kæra og rættarsókn
Tann, sum verður settur í skatt eftir reglunum í kolvetnisskattalógini, kann kæra skattsetingina til Landsskattakærunevndina. Tær kommunalu skattakærunevndirnar kunnu sostatt ikki viðgera kærur um skattseting av virksemi, sum verður skattað eftir kolvetnisskattalógini.

Einki er tó til hindurs fyri, at tann, sum er settur í skatt, leggur eina skattseting fyri Føroya rætt uttan fyrst at hava lagt spurningin fyri Landsskattakærunevndina. Verður ein skattseting løgd fyri Føroya rætt, er mótparturin Toll- og Skattaráð Føroya.

Ynskir tann, sum er settur í skatt, ella Toll- og Skattaráð Føroya at skjóta ein úrskurð hjá Landsskattakærunevndini inn fyri Føroya rætt, skal stevning latast rættinum innan eitt ár eftir úrskurð Landsskattakærunevndarinnar.

Aðrar ásetingar
Skotið verður upp, at inntøkuárið hjá teimum, sum eru skattskyldug eftir kolvetnisskattalógini, er álmanakkaárið, uttan mun til um hin skattskyldugi er ein likamligur persónur ella ein løgfrøðiligur persónur.

Tey, sum eru skattskyldug eftir kapittul 2 í kolvetnisskattalógini, skulu goyma roknskapir og øll skjøl, sum hoyra til, í 10 ár aftaná enda roknskaparársins. Hevur tann skattskyldugi loyvir ella rættindi, sum vara 10 ár ella longur, hevur skattavaldið fyri sama tíðarskeið rætt til at taka avgerðir um líkning, rætt til at fáa upplýsingar og rætt til at útinna eftirlit eftir hesum lógaruppskoti, eins og reglurnar um ábyrgd fyri skatta- og avgjaldskrøvum eftir hesum lógaruppskoti, kolvetnisskattalógini og skatta- og avgjaldslóggávuni annars hava gildi fyri sama tíðarskeið.

Landsstýrismaðurin fær eftir uppskotinum heimild til at áseta nærri reglur um, hvussu gerast skal upp skattliga, og hvussu roknskapargrundarlagið skal vera í teimum førum, galdandi lóggáva ikki er nøktandi. Her verður hugsað um tey serligu viðurskifti, sum kunnu gera seg galdandi, tá tað snýr seg um roknskapirnar hjá teimum, sum reka kolvetnisvirksemi. Royndir hjá grannalondum okkara vísa, at slíkir roknskapir kunnu vera sera torgreiddir, og at tað kann gerast neyðugt hjá landsstýrismanninum at hava lógarheimild til at áseta tær reglur, sum tørvur verður mettur á í slíkum førum.

Fíggjarligar og fyrisitingarligar avleiðingar
Tá tosað verður um tær fíggjarligu og fyrisitingarligu avleiðingarnar av lógaruppskotinum, skal partvíst verða víst á viðmerkingarnar til uppskotið um kolvetnisskattalóg, har mett varð um møguligt framtíðar virksemi á føroyskum øki og partvíst tað, sum greitt verður frá niðanfyri um uppgávuna hjá skattaumsitingini.

Enn eru eingi loyvi givin til at forkanna, leita eftir ella framleiða kolvetni, men verða loyvi givin í næstu framtíð, er neyðugt at hyggja eftir tørvinum og førleikanum hjá verandi manning hjá Toll- og Skattstovuni.

Skal føroysk arbeiðsmegi nýtast í komandi fyrisiting av kolvetnisskattaskipanini, er neyðugt at hugsa um at menna kunnleikan hjá verandi starvsfólkum, eitt nú við eftirútbúgving ella upplæring hjá ella av kolvetnisskattafyrisitingum í okkara grannalondum.

Hóast skattafyrisitingin er mannað við dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki, er neyðugt at ásanna, at ov fá hava tann førleika, sum krevst fyri at viðgera roknskapir og viðurskifti hjá altjóða fyritøkum. Nevnast kann, at í grannalondum okkara eru hesi størv mannað við fólki, sum hava kandidatprógv frá hægri lærustovni og royndum skattagrannskoðarum við góðum málsligum førleika.

Ilt er at meta um, hvør tørvurin verður her í Føroyum. Tað veldst um, nær og hvussu stórt virksemið verður á føroyska økinum. Ætlanin er tí at kanna tørvin, soleiðis at tann fyrisiting, sum tørvur verður á, lagar seg til tað virksemi, sum kann væntast. Hugast kann, at fleiri skip koma inn á økið at skjóta seismik, og umborð á teimum eru bæði feløg, sum taka sær av teimum ymisku uppgávunum, og persónar, sum gera tað vanliga arbeiðið fyri hesi feløg. Tá Føroyar nú hava rættin til at skatta hetta virksemið hjá loyvishavara og møguligum arbeiðstakara og undirarbeiðstakara umframt lønirnar til manningina umborð, er neyðugt at leggja soleiðis tilrættis, at fyrisitingin kann taka ímóti hesi uppgávuni.

Verður farið undir leitingarvirksemið, verður neyðugt at taka onnur stig, tí tá verður tørvur á at taka í móti skattgjaldarum, sum eru vanir at arbeiða í altjóða høpi við serfrøðingum á øllum økjum.

Mett verður, at í byrjanini verður neyðugt at seta fólk av til at taka sær av fyrisitingini av kolvetnisskattalógini og kolvetnisskattafyrisitingarlógini umframt, at tær edv-skráir, sum tørvur er á, verða gjørdar so hvørt. Verður kolvetni funnið, verður mett, at tørvurin á starvsfólki verður munandi størri, og verður kostnaðurin tá eisini munandi hægri.

Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar

Til § 1

Reglurnar í hesum lógaruppskoti verða bert nýttar, tá álíknað verður eftir reglunum í kolvetnisskattalógini. Tað ger tó ongan mun, um hin skattskyldugi hevur fulla ella avmarkaða skattskyldu eftir skattalógini eisini ella einans hevur skattskyldu eftir kolvetnisskattalógini. Nakrar av reglunum í hesum uppskoti verða einans galdandi fyri tey, sum bert koma at hava skattskyldu eftir kolvetnisskattalógini.

Í stk. 2 verður staðfest, at galdandi skattalóggáva sum meginregla eisini er galdandi fyri tey, sum eru skattskyldug eftir reglunum í kolvetnisskattalógini. Lógaruppskotið broytir og víðkar tær vanligu reglurnar á teimum økjum, har mett verður, at tørvur er á hesum. Í uppskotinum eru reglurnar víðkaðar, tá tað snýr seg um ábyrgd av, at upplýsingar verða latnar og av at falnir skattir og avgjøld verða goldin.

Til § 2

Álíkningin av persónum, feløgum o.ø., sum reka kolvetnisvirksemi, verður mett at seta stór krøv til skattafyrisitingina. Fyri at kunna uppbyggja neyðuga innlitið í henda serstaka virkisháttin, og fyri at kunna savna tann neyðuga serkunnleikan innan løgfrøði, búskap og roknskap, verður skotið upp, at líkningin verður løgd í eina líkningareind fyri seg.

Skattgjaldari, sum verður líknaður eftir hesum uppskoti, verður settur í skatt av allari inntøku, sum er skattskyldug í Føroyum. Hevur hann inntøku, sum fyri ein part er skattsyldug eftir kolvetnisskattalógini og fyri ein part er skattskyldug eftir vanligu skattalóggávuni, so skal hann setast í skatt av allari inntøku síni av tí serligu kolvetnislíkningareindini eftir reglunum í hesum lógaruppskoti.

Til § 3

Hevur skattskyldugi latið inn fullfíggjaða sjálvuppgávu og roknskap, men skattavaldið ætlar at líkna aðra peningaupphædd enn ta sjálvuppgivnu, skal tann skattskyldugi hava høvi til, munnliga ella skrivliga, at bera fram áskoðan sína, áðrenn skattskylduga inntøkan verður broytt. Sama er galdandi, um álíkningin verður framd eftir ætli, tí hin skattskyldugi hevur ikki rættstundis latið inn fullfíggjaða sjálvuppgávu og roknskap. Hin skattskyldugi skal altíð kunnast um rættin til at kæra.

Skattavaldið hevur heimild til at taka eina álíkning upp aftur til nýggja viðgerð, bæði sjálvboðið og eftir áheitan frá hinum skattskylduga. Eins og ásett er frammanfyri, skal hin skattskyldugi fáa høvi til at siga sína hugsan, munnliga ella skrivliga, áðrenn møgulig broyting verður framd, og skal skattskyldugi altíð kunnast um rættin til at kæra.

Til § 4

Skotið verður her upp, at skattskyldugir, sum hava inntøku av slíkum slagi, sum nevnt er í kapittul 2 í kolvetnisskattalógini, rinda skattin í trimum eins stórum gjøldum, tann 1. oktober, 1. november og 1. desember í árinum aftaná inntøkuárið, sum í § 16 er allýst sum álmanakkaárið. Inntøkurnar fevna um inntøku av fyrstu sølu av framleiddum kolvetni, inntøku, sum er ásett sum ein partur av framleiddum kolvetni ella virðinum á tí, vinning ella tap við beinleiðis ella óbeinleiðis at lata frá sær loyvisbræv, loyvi ella rættindi til at forkanna, leita eftir ella framleiða kolvetni, vinningi ella tapi við sølu av rakstragøgnum, skipum og bygningum, sum bert verða nýtt í sambandi við forkanningar- og leitingarvirksemi og til framleiðsluna av kolvetni.

Eftir § 11, stk. 3, í kolvetnisskattalógini rinda hesir skattgjaldarar, líkamikið um hesir eru løgfrøðiligir ella likamligir persónar, inntøkuskatt bert til landskassan við einum ásettum prosenti, sum svarar til galdandi skattaprosent fyri partafeløg og onnur líknandi feløg. Inntøkan verður gjørd upp fyri seg av hesum virksemi, og skatturin verður roknaður fyri seg av hesi inntøkuni.

Verður broyting gjørd í álíkningini, og hetta hevur við sær, at álíknaði skatturin verður hækkaður, fellur hækkingin til gjaldingar tann 1. í mánaðinum aftan á, at skattarokning er send. Gjaldsfreistin er uttan renturokning til tann 20. í mánaðinum. Verður hinvegin ikki goldið rættstundis, verður árlig renta roknað frá gjalddegnum.

Um álíkning verður broytt, og hetta hevur við sær, at álíknaði skatturin verður lækkaður, skal ov nógv goldna upphæddin afturrindast hinum skattskylduga innan 20. í mánaðinum aftan á, at fráboðanin er send. Um upphæddin ikki er útgoldin rættstundis, verður árlig renta góðskrivað tí skattskylduga frá gjalddegnum.

Skotið verður upp, at tað skal kunna lata seg gera at mótrokna skatt, sum skal afturgjaldast skattskylduga, í møguligum skattum, avgjøldum og rentum, sum hann skyldar landskassanum, og eisini í krøvum, sum hann ábyrgist fyri, tí ein undirarbeiðstakari, sum loyvsihavari ábyrgist fyri, hevur sloppið sær undan at rinda falna skuld til landskassan.

Til § 5

Henda grein snýr seg um skattin hjá teimum útlendingum, sum koma inn á føroyskt øki at arbeiða fyri útlendskar arbeiðsgevarar, sum ikki hava heimting í Føroyum. Hesir persónar koma undir avmarkaða skattskyldu í Føroyum og skulu eftir reglunum í § 11, stk. 2, í kolvetnisskattalógini rinda ein endaligan bruttoskatt upp á 35%. Slík løn skal á sama hátt sum aðrar A-inntøkur rindast yvir eitt av landsstýrinum góðkent avrokningarstað. Tí er her víst á reglurnar í kapittul 6 í skattalógini um ávísing av løn um afturhaldsskipanina.

Bæði løntakari og hin ávísingarskyldugi skulu skráseta seg hjá skattavaldinum, áðrenn lønir kunnu útgjaldast.

Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um ávísing, útrokning, innkrevjing o.a. Í slíkum reglum ber eisini til at áseta reglur um t.d. lønarávísing í fremmandum gjaldoyra.

Til § 6

Tá talan er um kolvetnisvirksemi, er tað bygt upp sum ein stigskipan, har ein ella fleiri loyvishavarar gera avtalur ella sáttmálar við undirarbeiðstakarar, sum so aftur, hvør í sínum lagi, gera avtalur ella sáttmálar við aðrar undirarbeiðstakarar. Ofta kunnu tað vera fleiri tíggju ella upp aftur fleiri virkir í eini slíkari stigskipan, og hvør av hesum hevur so ein hóp av løntakarum í starvi. Hesar umstøður hava so við sær, at haldast skal skil á nógvum arbeiðsgevarum og uppaftur fleiri løntakarum.

Skotið verður tí upp, at loyvishavari ókravdur skal savna saman tær upplýsingar, sum kravdar verða eftir hesum lógaruppskoti, frá teimum skattskyldugu, sum sambært loyvi hansara reka virksemi, ið kemur undir reglurnar í kolvetnisskattalógini, og lata tær til skattavaldið. Hetta hevur so eisini við sær, at skattavaldið hevur ikki fyri neyðini at fara út til hvønn einstakan arbeiðsgevara, um okkurt er áfatt, men kann halda seg til loyvishavaran. Henda mannagongd verður mett at kunna stimbra sjálvseftirlitið í stigskipanini.

Til § 7

Í hesi grein verður álagt skattgjaldarum (arbeiðstakarum ella undirarbeiðstakarum í øllum liðum), sum reka virksemi, sum kemur undir reglurnar í kolvetnisskattalógini, ókravd at geva loyvishavara nærri tilskilaðar upplýsingar um avtalur um arbeiði, sum hesir gera við persónar ella feløg v.m. (arbeiðstakarar ella undirarbeiðstakarar í øllum liðum).

Til § 8

Í hesi grein verður álagt arbeiðsgevara, sum rekur virksemi, ið kemur undir reglurnar í kolvetnisskattalógini, ókravdur at lata avvarðandi loyvishavara nærri tilskilaðar upplýsingar um persónar, hann hevur í starvi, og sum arbeiða á teimum økjum, sum nevnd eru í § 1 í kolvetnisskattalógini.

Til § 9

Loyvishavarin hevur sambært hesi grein skyldu til ókravdur at lata skattavaldinum upplýsingar um seg sjálvan, sínar undirarbeiðstakarar og teir persónar, hann hevur í starvi. Talan er um somu upplýsingar, sum kravdar eru eftir §§ 7 og 8.

Hesar upplýsingar skal loyvishavarin lata skattavaldinum í seinasta lagi 14 dagar aftaná, at arbeiðið er byrjað.

Letur loyvishavari ikki skattavaldinum tær upplýsingar, sum umrøddar eru frammanfyri, rættstundis, er skattavaldinum heimilað at áleggja dagliga sekt fyri at tvinga innlating av teimum. Støddin á dagligari sekt verður ásett sambært vanligu reglunum í revsilógini, sum er ein upphædd, ið svarar til meðal dagsinntøkuna hjá avvarðandi, tó so, at støddin á ognunum hjá avvarðandi og onnur viðurskifti, sum hava ávirkan á gjaldsevnini, eisini kunnu hava ávirkan á, hvussu stór dagliga sektin skal vera.

Til § 10

Eftir hesi grein skulu flutningsfyritøkur hava skyldu til ókravdar at lata skattavaldinum nøvn á ferðafólkum, sum tey flyta til og frá økjum, har virksemi verður rikið, sum kemur undir reglurnar í kolvetnisskattalógini. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur fyri, hvussu og nær hesar upplýsingar skulu latast.

Til § 11

Í hesi grein verður skotið upp, at skattavaldið fær rætt til at fremja eftirlit á tann hátt, at tað uttan rættarúrskurð kann koma á staðið fyri at útvega sær upplýsingar, sum, tað heldur, eru neyðugar fyri at fremja neyðugt skatta- og avgjaldseftirlit. At kunna gera eftirlit á staðnum merkir, at skattavaldið ótarnað skal hava atgongd til øll hølir, skjalagoymslur o.a. hjá tí skattskylduga.

Hóast hesa reglu, so skal meginreglan framvegis vera, at skattavaldið boðar frá eftrilitsvitjan í góðari tíð frammanundan, so skattgjaldarin fær høvi til at fyrireika seg til vitjanina.

Til § 12

Í viðmerkingunum til § 6 er greitt frá stigskipanini innan kolvetnisvirksemi, og hvussu skotið verður upp, at loyvishavarin hevur skylduna mótvegis skattavaldinum at savna saman og lata tær upplýsingar, sum lógaruppskotið ásetir.

Í hesi grein verður samsvarandi skotið upp, at loyvishavari eisini ábyrgdast mótvegis skattavaldinum fyri gjalding av írestandi skattum, avgjøldum og falnum rentum, um so er, at hin skattskyldugi er arbeiðstakari hjá loyvishavaranum ella undirarbeiðstakari hjá fyrr nevnda arbeiðstakara ella undirarbeiðstakari í seinni liði.

Nevnda ábyrgd hjá loyvishavara loysir tó ikki arbeiðstakarat hansara o.o. frá skyldum teirra mótvegis skattavaldinum, men ásetir hinvegin, at loyvishavarin ábyrgist solidariskt við arbeiðstakara, sum hann hevur gjørt arbeiðsavtalu við, og undirarbeiðstakarar í seinni liðum.

Mælt verður til, at ávísingarskyldugir, sum ikki fylgja reglunum um at ávísa løn um afturhaldsskipanina, ella lata verða við at ávísa fulla upphædd, ábyrgjast beinleiðis fyri skattin av teirri ov lítið ávístu lønini. Talan kann eisini verða um at gera revsiábyrgd galdandi eftir § 141 í skattalógini.

Um tað skuldi komið fyri, at eitt skattakrav ikki kann gerast upp, tí hin skattskyldugi ikki heldur skyldur sínar sambært skattalóggávuni, kann skattavaldið álíkna skattakravið til at vera 5% av sáttmálaupphæddini fyri avvarðandi arbeiðstøku.

Talan kann t.d. vera um fyritøkur, ið reka atknýtt virksemi, sum hvørki rinda pening í landskassan ella senda inn sjálvuppgávu. Royndirnar hjá myndugleikum í øðrum londum eru, at umleið 5. hvør undirarbeiðstakari fer avstað aftur uttan at gera skyldur sínar mótvegis skattavaldinum.

Tá avvarðandi loyvishavari eisini ábyrgist fyri slíkum skattakrøvum ímóti undirarbeiðstakarum, ber til at krevja hann eftir ásettu upphæddini upp á 5% av sáttmálaupphæddini fyri arbeiðstøkuna.

Nevndu 5% av sáttmálaupphæddini svara til ein skatt, sum er 27% av skattskyldugu inntøkuni, tá henda verður sett til 18,5% av sáttmálaupphæddini fyri arbeiðstøkuna.

Dømi: Sáttmálaupphædd kr. 1.000.000
5% kr. 50.000

Hetta svarar til, at skattskylduga inntøkan er 18,5% av kr. 1.000.000, t.e. kr. 185.000, og verður skatturin 27% av kr. 185.000 ella kr. 50.000.

Til § 13

Skotið verður upp, at gjaldkomnir skattir, avgjøld og rentur falla til gjaldingar tann 1. í mánaðinum aftaná, at kravið um gjaldingina er sett fram við rentufríari gjaldsfreist til 20. í mánaðinum.

Til § 14

Tey, sum eru skattskyldug eftir reglunum í kolvetnisskattalógini, skulu lata inn sjálvuppgávu og roknskap í seinasta lagi 1. juni á árinum aftaná, at roknskaparskeiðið, sum er álmanakkaárið, endar.

Løntakarar, sum eftir kolvetnisskattalógini skulu rinda bruttoskatt til Føroya, skulu tó ikki lata inn sjálvuppgávu.

Skattavaldið ger serligt oyðublað at sjálvuppgeva inntøkuna á, og landsstýrismaðurin kann áseta reglur um innlating av upplýsingum og útgreining av roknskapartilfari, sum skal latast inn við sjálvuppgávuni.

Til § 15

Tey, sum eru settir í skatt eftir reglunum í kolvetnisskattalógini, kunnu kæra álíkningarnar beinleiðis til Landsskattakærunevndina eftir somu reglum, sum ásettar eru í greinunum 24 og 25 í løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting.

Um ein avgerð frá Landsskattakærunevndini gongur skattavaldinum ímóti, kann Toll- og Skattaráð Føroya royna málið í rættinum. Í slíkum førum skal stevning latast rættinum innan eitt ár, frá Landsskattanevndin tók avgerð. Gongur avgerðin ímóti skattgjaldaranum, kann hann á sama hátt og undir somu treytum royna málið í rættinum.

Skattavaldið verður umboðað av Toll- og Skattaráð Føroya í rættarmálum.

Til § 16

Inntøkuskeiðið ella roknskaparskeiðið hjá teimum, sum eru sett í skatt eftir reglunum í kolvetnisskattalógini, er álmanakkaárið.

Til § 17

Mælt verður til, at skattskyldug eftir kapittul 2 í kolvetnisskattalógini skulu goyma allar roknskapir, alt roknskapartilfar og øll skjøl, sum hoyra til, í 10 ár aftaná enda roknskaparársins. Um hin skattskyldugi hevur fingið loyvir ella rættindir, sum vara longri enn 10 ár, hevur skattavaldið fyri sama tíðarskeið rætt til at fáa upplýsingar og rætt til at útinna eftirlit eftir hesum lógaruppskoti, eins og reglurnar um ábyrgd fyri skatta- og avgjaldskrøv eftir hesum lógaruppskoti, kolvetnisskattalógini og skatta- og avgjaldslóggávuni annars hava gildi fyri sama tíðarskeið.

Til § 18

Landsstýrismaðurin fær eftir hesi grein heimild til at áseta reglur um, hvussu skattliga skal gerast upp, og hvussu roknskapargrundarlagið skal vera í teimum førum, verandi lóggáva ikki er nøktandi. Her verður hugsað um tey serligu viðurskifti, sum kunnu gera seg galdandi, tá tað snýr seg um roknskapirnar hjá teimum, sum reka kolvetnisvirksemi. Slíkir roknskapir kunnu vera sera torgreiddir. Tí verður skotið upp, at landsstýrismaðurin skal kunna áseta tær reglur, sum tørvur verður hildin at vera á í slíkum førum.

Til § 19

Lógaruppskotið er ætlað at koma í gildi dagin eftir, at lógin er kunngjørd.

1. viðgerð 18. januar 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 2. februar 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 22. desember 1999 og eftir 1. viðgerð tann 18. januar 2000 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 19. januar, 26. januar og 2. februar 2000. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann, saman við umboðum úr Fíggjarmálastýrinum og Eyðun Elltør, landsstýrismann.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskoti landsstýrisins tó við smærri broytingum.

Í § 4 verður ásett, at tá ið ov seint verður goldið, so skal gjaldast renta svarandi til rentu Tjóðbankans + 2 %. Henda áseting er ikki samsvarandi tí, sum er galdandi annars viðvíkjandi rentu, tá ið ov seint verður goldið. Hesar reglur eru at finna í lóg nr. 638 frá 21.12.1977 "om renter ved forsinket betaling m.v.", sum hon er sett í gildi við kgl. fyriskipan nr. 588 frá 04.11.1982 og broytt við kgl. fyriskipan nr. 107 frá 27.02.1996. Eftir hesi lóg § 5 er rentusatsurin renta Tjóðbankans + 6 %. Men eftir lógini kann løgmálaráðharrin eftir samráðing við landsstýrið og tjóðbankan áseta aðra yvirrentu yvir rentu tjóðbankans annað hvørt ár. Hetta verður so gjørt alt eftir rentustøðuni annars í Føroyum. Nevndin heldur, at í kolvetnisskattafyrisitingarlógini eiga at verða somu rentureglur galdandi sum annars í øðrum viðurskiftum, og at rentan ikki eigur at verða fastlæst til rentu tjóðbankans + 2 %.

Nevndin tekur undir við grundregluni í § 12 um, at loyvishavari ábyrgist fyri ógoldnar skattir, avgjøld og falnar rentur sambært kolvetnisskattalógini og aðrari skattalóggávu, sum arbeiðstakari hansara ella undirarbeiðstakari arbeiðstakarans ella undirarbeiðstakari í seinna liði skylda landskassanum. Nevdin heldur tó, at tað púra greitt eigur at framganga av lógini, at hetta útgjald loyvishavarans ikki kann dragast frá í roknskapi loyvishavarans soleiðis, at samlaða úrslit landskassans gerst verri enn, um skattur upprunaliga var goldin av rætta viðkomandi.

Samsvarandi hesum verður sett fram soljóðandi  

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í § 4 verða í stk. 2 og stk. 3 orðini "svarandi til ta til eina og hvørja tíð verandi diskonto hjá danska tjóðbankanum umframt 2%" broytt til "samsvarandi lógini um at gjalda rentur, tá ið ov seint verður goldið"
  2. Í § 13 verður sett inn sum nýtt stk. 2: "Stk. 2. Goldin peningakrøv eftir § 12, stk. 2, kunnu ikki dragast frá í útrokning av inntøku, tá inntøkan skal nýtast til at rokna skatt ella avgjøld. Sama er galdandi fyri útreiðslur av at gera upp møguliga fíggjarliga ábyrgd av skatti og avgjøldum, her íroknað útreiðslur av at veita trygd fyri skatta- og avgjaldskrøvum o.ø."

 

2. viðgerð 8. februar 2000. Broytingaruppskot frá fíggjarnevndini til §§ 4 og 13 samtykt 28-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 10. februar 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 688-32/99
Ll. nr. 16/2000 frá 14.02.2000