Dagstovnar og dagrøkt

 

29  Uppskot til  løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt

Skjal 1

Klaksvíkar Kommuna

Almanna- og Heilsumálastýrið
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Stílað: Súsanna Nolsøe / Birita Petersen
Telefax nr. 34 40 45

Your Ref. Our Ref. Klaksvík, 9. november 1999

Uppskot til løgtingslóg um dagstovnar o.l. - fyribils viðmerkingar.

Vísandi til telefonsamrøðu verða hjálagd sendar fyribils viðmerkingar til uppskotið, sum gjørt er í umsitingini.

Dentur skal leggjast á, at hetta mál enn onga politiska viðgerð hevur fingið, og tí verða viðmerkingarnar latnar við tí fyrivarni. 

B. v. 

Steinbjørn O. Jacobsen
varaborgarstjóri

/John Færø
býráðsskrivari

  

UPPSKOT TIL LØGTINGSLÓG UM DAGSTOVNAR O.L.
DAGFEST 4/11-1999 - VIÐMERKINGAR / SPURNINGAR

§3 - Viðvíkjandi nærri reglum um virksemið á dagstovnum.
Stk. 5: Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um virksemið á dagstovnum.

Viðmerking:
Onkur brúkari av verandi dagstovni hevur gjørt vart við, at hann saknar eitt nú reglur fyri, hvat ein dagstovnur kann hava húsdjór í búri. Sambært viðkomandi brúkara, so hava danskir stovnar ikki loyvi til at hava slík innandura, meðan onkrir stovnar her heima hava tey inni á sjálvum stovunum, har børnini dagliga búleikast, spæla, eta o.s.fr.. Hann ger vart við, at hetta er alt annað enn gott fyri ovurviðkvæmi, sum í dag er ógvuliga vanligt millum børn.
Væl vitandi at hetta so avgjørt er ein smálutur í løgtingslógarhøpi, verður hetta kortini borið upp á mál, so eisini hesin (umhvørvis)parturin verður tikin við í tað samlaðu viðgerðina av málinum.
Koma viðurskifti sum hesi undir tær í hesi grein nevndu reglur, ella hvussu ?

§4 - Viðvíkjandi upptøkureglum fyri dagstovnar.
Stk. 4: Kommunurnar gera upptøkureglur, sum skulu góðkennast av landsstýrismanninum.

Viðmerking:
Her er tað óiva heppi, um antin kommunufeløgini og/ella Almanna- og Heilsumálastýrið lata gera eitt uppskot til slíkar upptøkureglur.

§7, stk. 2 - Viðvíkjandi stovnsetan av dagstovnum:
Dagstovnar kunnu stovnsetast av øðrum enn kommununi, t.d. fyritøkum og stovnum, treytað av, at krøvini í hesi lóg verða fylgd og góðkenning fingin til vega frá landsstýrismanninum.

Viðmerkingar:
Í løtuni tykist møguleikin, at onnur enn kommunan stovnseta dagstovn, sera lítil, tí tað er jú kommunan, sum sambært lógini skal rinda meginpartin av stovnsins útreiðslum. Sum gjald-ari er kommunan av sær sjálvum ein góðkennandi myndugleiki
Kortini hevði tað verið upp á sítt pláss, at tað stóð í hesi "góðkenningargreinini", at bæði landsstýrismaðurin OG KOMMUNAN skulu góðkenna stovnsetan av slíkum stovnum. Tað hevði eisini verið fult í tráð við §10, stk. 1, sum ásetir, at "kommunurnar hava eftirlit við dagstovnaøkinum í kommununi sambært hesi lóg".

§9 - Viðvíkjandi val av ráði fyri hvønn einstakan dagstovn:
Stk. 1: Fyri allar dagstovnar, IÐ ERU GÓÐKENDIR SAMBÆRT HESI LÓG, skal veljast eitt ráð, sum gevur leiðaranum ráð og vegleiðing viðvíkjandi námsfrøðiliga innihaldinum og stevnumiðunum á stovninum. Ráðið skal eisini arbeiða fyri at bøta og styrkja um sam-starvið ímillum foreldrini og stovnin.

Spurningur:
Verður henda lógargrein GALDANDI FYRI ALLAR DAGSTOVNAR? - Tvs. eisini teir verandi stovnarnar, sum frammanundan eru góðkendir sambært øðrum reglum.
Óiva er tað "ruddiligast", at allir stovnarnir virka undir somu lóg, men hinvegin krevur hetta helst onkra bygnaðarbroytin hjá onkrum av verandi stovnum - ella hvussu ? - Skal ráðið sambært hesi lógargrein avloysa tey stýri, sum frammanundan sita á stovnunum, ella er her talan um nakað, sum einans er ráðgevandi, ið kemur afturat??

§9 - Viðvíkjandi longd av tíðarskeiði, sum ráðslimir verða valdir.
Stk. 2: Leiðarin tekur stig til, at eitt ráð verður sett.
Stk. 3: Ráðið hevur 5 limir, sum verða valdi fyri tvey ár í senn. Fyri hvønn nevndarlim verður ein varalimur valdur.

Viðmerking:
Ikki tí tað hevur tann stóra týdningin, men vanlig siðvenja higartil hevur verið at velja slíkar nevndir og ráð FYRI 4 ÁR Í SENN AFTANÁ HVØRT KOMMUNUVAL. Kortini letur hin hátturin seg sjálvsagt væl gera.

§9 - Viðvíkjandi viðtøkum fyri ráðsvirksemi.
Stk. 4: Kommunan ger viðtøkur fyri virksemið hjá ráðum.

Viðmerking:
Her er tað óiva heppi, um antin kommunufeløgini og/ella Almanna- og Heilsumálastýrið lata gera eitt uppskot til slíkar viðtøkur.

§9 - Viðvíkjandi samsýning av ráðslimum.
Stk. 5: Stovnurin rindar limunum í ráðnum eina samsýning eftir almennum reglum.

Viðmerking:
Her eru lokalir persónar, sum frammanundan hesi lóg sita í slíkum nevndum her í økinum, ósamdir um rættleikan í at rinda limum samsýning fyri fundir v.m..
Sjálvur havi eg ilt við at mótmæla hesi reglu, tí talan er um eitt ráð, sum verður kravt eftir dygdargóðum ráðum, og sum kunnugt eru "góð ráð dýr", tvs. tey eru nógv verd.

Klaksvík tann 9. november 1999
John Færø, býráðsskrivari