Dagstovnar og dagrøkt

 

29  Uppskot til  løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt

Skjal 10

Løgmansskrivstovan Løgdeildin

Tórshavn, tann 30-11-99
J.nr..: 870-9/99
Viðgjørt: HH
Tygara skriv 0.15-9901512

Almanna og Heilsumálastýrið
Fyrisitingardeildin
Eiragarður 2
FO-100 Tórshavn

Viðmerkingar til lógaruppskot um dagstovnar og dagrøkt

Í almennu viðmerkingunum verður gjørt eitt sindur burtur úr, at lógaruppskotið verður gjørt, tí at økið nú verður lagt út til kommunurnar, og at tað hevur verið tørvur á lóggávu á økinium, men hetta gongur ikki aftur í endamálsgreinini í lógaruppskotinum.

Ein meiri samsvarandi orðing hevði verið:

§ 2 Endamálið við lógini er at áseta karmar fyri dagstovna- og dagrøktarøkið í samband við, at økið verður lagt út til kommunurnar at umsita sjálvstøðugt. Uppgávan hjá dagstovnum og dagrøktum er at veita ansingartilboð, og skal stevnumiðið hjá teimum verða at menna, menta og hava umsorgan……

Tá heitið á brotinum er endamál, eigur at verða staðfest, hvat ætlanin er við hesi lóggávu. Henda lóg verður gjørd, tí at ábyrgdarbýtið á økinum verður broytt. Frá at land og kommunur hava verið felags um økið, skal ábyrgdin nú burtur av vera hjá kommununum. Tað, sum so er endamálið við lógini, er at áseta, hvørjar karmar kommunurnar skulu virka innanfyri á økinum.

Síðani eigur at verða staðfest, hví henda uppgáva yvirhøvur kemur uppá tal sum ein í hesum føri sjálvboðin ella ókravd kommunal uppgáva. Orsøkin er at veita foreldrum, sum ynskja tað, eitt tilboð um skipaða ansing av børnum teirra. Ansing í hesum føri skal ikki skiljast sum ein virðislødd orðing, tí at eftirfylgjandi verður ásett innihaldið í ansingini, tvs. hvørji stevnumið skulu verða galdandi fyri dagstovnarnar, ella í hvørjum anda ansingin skal fara fram.

Ein annar grundleggjandi spurningurin er, í hvussu stóran mun økið verður lagt til kommunurnar, tí at í lógaruppskotinum stendur:

Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um:

  1. námsfrøðiliga stevnumiðið og virksemið á dagstovnum og dagrøktum (§ 3 stk 3)
  2. gjald á dagstovnum og dagrøktum (§ 6 stk 4)
  3. royndarvirksemi (§ 7 stk 4)
  4. starvssamansetingina á dagstovnum og dagrøktarskipanum (§ 8 stk 4)
  5. um eftirlit (§ 10 stk 4)

Eftir viðmerkingunum at meta, er ætlanin at hesar ásetingar skulu vera rættiliga neyvar. Samb. viðmerkingunum til § 3 stk 3 skal tilboðið verða tað sama í øllum landinum. Eisini skulu mennandi og mentandi skyldur hjá dagstovnunum og dagrøktarskipanum ásetast, umframt virðið av spæli metast, og arbeiðshættir í høvuðsheitinum fyriskrivast. Í viðm. til § 6 stk 4 verður mett, at tað er rættast at landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri gjald, soleiðis at tilboðið verður tað sama í øllum landinum. Samb. § 7 stk 4 fær landsstýrismaðurin heimild at áseta reglur um royndarvirksemi, men samstundis fær landsstýrismaðurin eisini heimild at góðkenna royndarskipanir. Í viðm. til § 8 stk 4 verður sagt, at ætlanin er at áseta, hvussu nógv børn skulu vera uppá hvørt starvsfólk, og hvussu samansetingin av hesum starvsfólkum skal vera fyri at røkka endamálinum.

Í lógartekstinum verður orðingin, landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur, nýtt, meðan tað í viðmerkingunum sum oftast stendur, at landsstýrismaðurin kann. Er ætlanin, at landstýrismaðurin ikki endiliga skal, men kann áseta nærri reglur, átti oðrið kann eisini at verið í lógartekstinum.

§ 4 stk 2 ásetir meginregluna fyri upptøkutreytir. Í viðmerkingunum verður, sum nú er, lógivið nærri, tí har stendur, hvat t.d. skal standa í upptøkureglunum. Rættari hevði verið at sett rættningslinjur fyri, hvat átti at verið ásett í upptøkutreytunum t.d.

Orðingin í § 6 ber brá av at verða fastløst í hvussu skipanin/økið verður fíggjað í dag. Rættari hevði verið at staðfest, at kommunurnar hava ta fullu fíggjarligu ábyrgdina, men samstundis at heimila teimum at áseta brúkaragjald, sum í mesta lagi kann vera 30 % av rakstrarútreiðslunum, tá verður stk 2 óneyðugt.

§ 6 stk 3 gevur kommunum heimild til at víkja frá gjaldstreytum fyri stovnar og dagrøktir, sum verða riknar samb. § 7 stk 2. Í viðmerkingunum verður bert komið inn á, at víkjast kann frá foreldragjaldinum uppá 30 %. Tá foreldragjaldið uppá 30 % í stk. 1 er eitt hámark, merkir hetta at farast kann uppum 30 % í samband við góðkenning eftir § 7 stk. 2. Annars verður ikki komið inn á fíggingina av restini, um tað er kommunan, ella tað er § 7 stk. 2 stovnurin, sum skal fíggja.

Viðmerkingin til § 6 stk 4 kunnu skiljast soleiðis, at landsstýrismaðurin ætlar at áseta sama % -gjald fyri alt landið.Ásetingin í § 7 stk 3 er eisini galdandi fyri dagrøkt. Í viðmerkingunum verður ikki komið inn á, um hvør einstøk dagrøkt skal viðgerast øðrvísið ella hevur øðrvísið góðkenningartreytir enn ein dagstovnur, tað eigur at vera greitt, um ætlanin er, at hvør einstøk dagrøkt skal hava góðkenning/ummæli frá Arbeiðseftirlitinum, Landslæknanum og Brunaumsjón Landsins.Ásetingarnar í § 7 stk 4 heimilar bæði kommunum og landsstýrismanninum at góðkenna royndarskipanir, men onki er nevnt um møguligu fíggjarligu byrðarnar av eini royndarskipan, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent, ei heldur hava kommunurnar nakran rætt til at verða hoyrdar áðrenn. Skal landsstýrismaðurin hava góðkenningarmyndugleika í hesum føri, eigur hann eisini at bera tær fíggjarligu avleiðingarnar.Spurningurin, um einstaklingar kunnu stovnseta dagstovnar eftir § 7 stk 2, er ikki viðgjørdur.Er nakar møguleiki fyri samskipan millum kommunur undir § 8 ? Samskipan millum kommunur er nevnd í samband við ansingarpláss, men spurningurin, um kommunur kunnu vera í felag um ein leiðara, er ikki nevndur.

Í viðmerkingunum til § 8 verður staðfest, at ein leiðari skal verða settur í samsvar við tann til eina og hvørja tíð galdandi sáttmála. Eisini fær landsstýrismaðurin heimild at áseta nærri reglur um starvssamanseting, men spurningurin, um hvør hevur samráðingarrættin á økinum, verður ikki viðgjørdur, spurningurin er ei heldur nevndur undir brotinum umsitingarligar avleiðingar.

Í § 10 stk. 3 verður heimilað at steðga virkseminum á einum stovni ella dagrøkt, meðan í viðmerkingunum verður niðurlegging umtalað.

Kann ein avgerð um dagstovnapláss ella um avgerð um innskipan á bíðilista kærast til landsstýrismannin eftir § 11 ? Spurningurin um, at kærast kann til Føroya Kærustovn, heldur enn til landsstýrimannin er ikki umtalaður.  

Vinarliga 

Anfinn Kallsberg
Løgmaður