Dagstovnar og dagrøkt

 

29  Uppskot til  løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt

Skjal 6

ALMANNA OG HEILSUMÁLASTÝRIÐ
EIRARGARðUR 2
100 TÓRSHAVN
ATT: SÚSANNA NOLSØE OG BIRITA PETERSEN

18.11.1999

Viðvíkjandi fundi í Almanna- og heilsumálastýrinum 17. nov. 1999 um uppskot til løgtingslóg um dagstovnar.

Møtt á fundinum vóru hesir leiðarar í dagstovninum:
Súsanna Binderup, Dagstovnurin í kvívík
Ása Egholm, Býlingshúsið Norðasta Horn
Katrin Petersen, Dagstovnurin í Hoyvík
Gudrun Rasmussen, Dagstovnurin á Argjum
Julianna Næs, Dagstovnurin í Fuglafirði

Frá Almanna- og Heilsumálastýrinum:
Súsanna Nolsøe og Birita Petersen

 

Okkara sjónarmið, sum vórðu løgd fram á fundinum
Tosað var um, at vit halda, tað er órímiliga stutt tíð at arbeiða við einari so umráðandi lóg. Betri hevði verið, um vit kundu kunna hinar leiðararnar um uppskotið.
A.H.S. helt, at hetta kundu vit, um alt gongur gott í komandi viku. A og hs sigur, at tíðin er knøpp, tí at landsstýrismaðurin ynskir, at lógin skal galda frá 1.1.2000, og at tey eru farin út um tíðina, sum sett var at arbeiða í.

Viðmerkingar til lógina
Yvirskriftina; o.l. vilja vit strika.
At tað kemur at standa sum yvirskrift: Uppskot til løgtingslóg um dagstovnar / dagrøktir.

§ 2
Stk. 4 í § 3 verður flutt upp í § 2.

§ 3.
Í 1. stk. verður v.m. strikað.
Eftir dagrøkt verður eisini nevnt spælistova.
Stk. 3. Strika ansa. Í staðin fyri ansa verður sett bjóða

§ 4.
Stk. 3. Kommunurnar gera eina felags reglugerð fyri upptøkureglur, sum skulu góðkennast av landsstýrismanninum.

§ 5.
Í lagi
Sí viðmerkingarnar frá undirritaðu.

§ 6
Í lagi
Sí viðmerkingarnar frá undirritaðu

§ 7.
Í staðin fyri v.m. verður sett dagrøktir.
Stk. 3. Í staðin fyri barnaverndarnevndunum verður sett pedagogum.

§ 8.
Nýtt stk. 3.: Landsstýrismaðurin setir fastar reglar um samanseting av starvsfólkum.

§ 9.
Uppískoyti til stk. 5.
Kommunan rindar sínum limun í ráðnum eina samsýning eftir almennum reglum.

§ 10.
Uppískoyti til stk. 4.
At eitt pedagogiskt eftirlit verður sett á stovn.

VIÐMERKINGAR TIL ALMENNAR VIÐMERKINGAR.

Ad. Yvirskrift
Greiða frá, hvat ein dagstovnur / dagrøkt er, t.d. kemur frítíðarskúlin undir at vera ein dagstovnur.

Ad § 2. At landsstýrismaðurin setir ein pedagogiskan ráðgeva.

Ad § 3. Vit halda, at spælistova skal við í lógina. Spælistova er knýtt at dagrøktini, og tað er hon í Tórshavn og úti á summum bygdum.
Og so halda vit ikki, at dagrøktin skal kunna taka í móti børnum alt samdøgrið.
Her koma at verða stillað onnur krøv sbr. aðrari lóggávu.

Barnagarðar eru serliga ætlaðir børnum í aldrinum 3-7 ár!

Ad § 4. Greiða frá, hvat tað er, tá ið kommunurnar í serligum førum loyva einum barni pláss, sum ikki er skrásett í kommununi, t.d. kann tað vera sjúka ella deyði í familjuni.

Ad § 5. Í lagi at børn við serligum tørvi fáa eitt tilboð eftir hesari lóg.
Tá ið dagstovnur / dagrøkt verður sett á stovn, at so kommunurnar fyrireika seg til at kunna taka í móti børnum við serligum tørvi.

Ad § 6. Vit halda, at gjaldið fyri vøggustovupláss skal vera dýrari enn eitt barnagarðspláss soleiðis, sum tað er í dag. Men hugsast kann, at systkin kunnu fáa avsláttur.
Foreldur mega ikki koma at gjalda meir enn 30% av rakstrinum.
Tá ið foreldur koma í eftirstøðu, og tað er til barnsins besta, at tað er í dagstovninum / dagrøktini, halda vit, at barnaverndin kann taka ábyrgdina av gjaldinum í viðgerðartíðini.

Ad § 7. Ongar beinleiðis viðmerkingar. Tað er umráðandi at barnaverndirnar fáa eina aðra meira fagliga meining við teirra arbeiði.

Ad § 8. Vit sakna ein fastan býtislykil.
Kravið er, at leiðarin fyri dagstovnin og dagrøktina er ein pedagogur og ikki ein lærari.
Og hetta fyri at tryggja eitt fagligt støði á stovninum.

Ad § 9. At sjálvsognarstovnarnir kunnu varðveita skipanina við nevnd so leingi, sum stovnurin ynskir tað.

Ad § 10. At kommunurnar seta í felag eitt kvalifiserað pedagogiskt eftirlit á stovn.
Sum nú er, hava vit økonomiskt eftirlit.

Aðrar viðmerkingar: Dagstovnarnir eru ikki so glaðir fyri orðið at ansa børnum.
Annars eru býlingshúsini í Tórshavn eisini dagstovnar.

Við heilsan
Julianna Næs