Dagstovnar og dagrøkt

 

29  Uppskot til  løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt

Skjal 7

 

Til Almanna- og Heilsumálastýrið
Eiragarður 2
100 Tórshavn
Att : Eibritt á Plógv

 

Føroya Pedagogfelag vónar at politiskur vilji er til staðar at gera dygdargóðar íløgur í samfelagið, nevniliga við at tryggja børnunum nøkur av høvuðsmálinum í námsfrøðiliga arbeiðinum, ið limir okkara virka eftir.

Endamál : at hava umsorgan fyri og at menna og menta børnini.

Tryggleiki : Nóg mikið av starvsfólki er við til at tryggja gott samskifti.

Kunnleiki : Trygdin hjá børnunum er útbúgvið starvsfólk. Ymisk børn hava ymiskan tørv.

Tíð : Tíð at vera saman við børnunum og tíð til foreldur, tíð til spæl, upplivingar og samspæl.

Vilji : Har viljin er tilstaðar er gróðrarlag fyri einum góðum barnagarði.

Barnatal : Barnatalið eigur at vera í mun til starvsfólk og teir fysisku karmarnar.

Pláss : Teir fysisku karmarnir innan – og uttandura skulu tryggja børnunum góðar spælimøguleikar.

Foreldrasamstarv : Foreldrini eiga at vera tryggja luttøku í gerandisdegnum hjá børnunum. 

Hetta kann einans gerast við at stovnanir eru tryggaði at tey fíggjarligu og námsfrøðiligu viðurskiftini eru í lagið. Her meinast við at tað er eitt krav at størsti parturin av størvunum á stovninum eru normerað til námsfrøðiligt útbúgvið starvsfólk og at leiðari og starvsfólk hava krav uppá at serráðgevið verður til taks til at menna og víðka kunnleikan innanfyri okkara øki. 

Tórshavn 17.11.1999.

Føroya Pedagogfelag

Viðmerkingar Føroya Pedagogfelags til lógaruppskotið um dagstovnar.

Føroya Pedagogfelag fegnast um at slík lóg nú verður gjørd. Vit vilja mæla til, at orðið barnagarður verður nýtt ístaðin fyri dagstovnur. Vit halda barnagarð vera eitt fjálgt og lívgandi orð.

Í skrivinum til felagið verður boðað frá, at tað ikki er stundir til nakað langt orðaskifti um hetta mál, uppskotið skal leggjast fyri løgtingið skjótast tilber, tí ætlanin er at fáa sett lógina í verk innan árslok.

Pedagogfelagið er ónøgt um at vit hava fingið so knappa tíð til at viðgerða hetta lógaruppskot. Felagið gjørdi vart við seg longu í heyst 1997 um hetta mál, og tá varð okkum sagt at vit skuldu fáa málið til viðgerðar.

Samanumtikið halda vit at lógaruppskotið er nakað tunt og tað tryggjar eftir okkara tykki ikki dagstovnum starvsfólk við neyðugum yrkiskunnleika og harumframt er samráðingarrættur okkara ikki nevndur.

Felagið hevur ikki fingið høvið at vera við til at tilevna uppskotið, og nú uppskotið er klárt fær felagið ikki stundir at viðgera tað á nøktandi hátt, tí málið hevur so stóran skund.

Námsfrøðiligur yrkiskunnleiki.

Vit eru sera hørm um at námsfrøðiligi yrkiskunleiki ikki hevur verið við í fyrireikingar arbeiðinum av hesari lóg, sum hevur sera stóran týdning fyri landsins børn og alt barnagarðsøkið.

Tað er eingin loyna at Pedagogfelagið í fleiri ár hevur saknað at myndugleikarnir stinga út í kortið, bæði hvussu barnagarðar skulu umsitast og ikki minst hvussu tann námsfrøðiligi parturin av barnagarðsvirkseminum eigur at vera.

Sjálvandi eiga tað at vera landsins myndugleikar, sum hava ábyrgdina fyri virkseminum í barnagørðunum og tí er tað neyðugt at ein lóg ikki bert snýr seg um umsiting og fígging, men eisini um námsfrøðiligt innihald.

Vit vænta at ein barnagarðslóg eigur at bera barnagarðarnar framm á leið og vit fegnast um at lógin ikki ber heiti barnaansing, soleiðis sum barnagarðsøki seinastu árini hevur verið nevnt í fjølmiðlunum. Ansing halda vit er eitt óvirðiligt orð fyri børnini, tað ber brá av at tey goymast burtur.

Dagrøkt

Í lógaruppskotinum er dagrøktin nevnd sum ein av møguligu dagstovninum, saman við vøggustovum og barnagørðum. Somu krøv eru nevnd til dagrøktir sum til aðrar dagstovnar, men tað ber ikki til at seta somu krøv til dagrøkt sum til stovnar.

Tað er neyðugt at Almanna – og heilsumálastýrið umhugsar at gera tvær atskildar lógir um hesi bæði økir.

Útleggjan til kommunurnar.

Um landsins mynduleikar vilja leggja barnagarðarsøkið út til kommunurnar, eigur tað bert vera tann umsitingarligi parturin. Børnini eru ábyrgd landsmynduleikanna og tí eiga teir at hava tað námsfrøðiligu ráðgevingina og eftirlitið við innihaldinum í barnagørðunum um hendi.

Soleiðis sum vit í fyrsta umfarið lesa fylgiskjølini til lógina, kann tað skiljast sum um tað eru tvær høvuðsorsøkir til at barnagarðarnir skulu leggjast út til kommunurnar. Tann eina er, at Landstýrið fegin vil gera lógina um býtið av almannaútreiðslum millum land og kommunu einfaldari, og hin er, at Landstýrið ikki hevur ein fíggjarpolitikk sum stuðlar bygging og rakstur av barnagørðum í eins stóran mun, sum kommunurnar ynskja. Tað átti at verið aðrar vegir at loyst hesar trupuleikar enn at leggja barnagarðaraøkið út til kommunurnar.

Tað átti ikki at veri tann stóri trupuleikin hjá Almanna – og heilsumálastýrinum at umsiti barnagarðar fyri 45.000 fólk. Men um tað verður lagt út til kommunurnar kann tað gerast ein stórur ruðulleiki. Harumframt er tað óvist við kommunusamanleggingunum, og undir øllum umstøðum kemur tað at taka fleiri ár áðrenn tað er komið uppá pláss.

Minsta kravið til at fáa skipaði viðurskiftið innan barnagarðsøkið, er at viðurskiftini hjá kommununum eru komin uppá pláss áðrenn nøkur útlegging átti at komi uppá tal.

Útbúgvið starvsfólk.

Tað er eitt stórt afturstig fyri dygdina á barnagarðsøkinum at tað bert er krav at leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Harumframt er tað eisini møguleiki at víkja frá tí kravinum, soleiðis er tað ikki í dag. Eisini er tað eitt stórt afturstig at onki krav er um at onnur starvsfólk skulu hava námsfrøðiliga útbúgving, somuleiðis er tað í andsøgn til kunngerð landstýrisins um námsfrøðingaútbúgving, har tað stendur at útbúgvingin hevur til endamáls at útbúgva námsfrøðingar til vøggustovur,barnagarðar,frítíðarheim.

Í endamálsorðingini er uppgávan at menna, menta og hava umsorgan fyri børninum, í uppskotinum verður einki sagt um hvussu endamálið kann røkkast. Hetta eru bert krøv, sum kunna uppfyllast á nøktandi hátt, um starvsfólkini hava tað neyðugu útbúgvingina.

Vit vilja harðliga mótmala at slík afturstig verða gjørd og heita á, at Landsins mynduleikar tryggja at tað verður útbúgvi starvsfólk, sum taka sær av børninum í barnagørðunum

Í viðmerkingunum verður nevnt at námsfrøðingar eru pedagogar og lærarar. Hettar er vónandi ein misskiljing, tí ein námsfrøðingur er tað sama sum í dagligari talu verður nevnt pedagogur.

Samráðingarrætturin.

Ein annar stórur ruðulleiki, ið kann koma av hesari lóg er, at ongastaðni tykist at vera tryggjað ella lagt upp til, at Føroya Pedagogfelag framhaldandi skal hava samráðingarrættin fyri hetta øki, og ikki minst fyri at náa endamálsgrein lógarinnar meta vit, at tað er ein skylda hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum at bera so í bandi, at hesin samráðingarrættur verður staðfestur samstundis sum lógaruppskot verður lagt fyri tingið.

Serligar viðmerkingar og broytingar :

Ad. § 1. ongar viðmerkingar.

Endamál.
Ad. § 2.
Endamálið við dagstovnum er at …….
Í viðmerkingunum hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum til § 2 síðsta linja eigur bert at standa:

Í endamálsgreinini verður sagt, at dagstovnar eiga at menna, menta og hava umsorgan fyri børninum, og tað í sær sjálvum er ikki nakað vánaligt endamál. Men tann hugsjónarligi parturin manglar, har vit seta orð á tey virðir, vit sum samfelag vilja geva børninum.Við núverandi orðing eru vit ikki komin longur enn endamálið, sum Landstýrið hevur sett í galdandi reglugerð fyri dagstovnar.

Pedagogfelagið vil inniliga heita á mynduleikarnar um at seta ein arbeiðsbólk við fakfólkum til at orða hugsjónir um barnagarðsvirksemi og útgreina hvussu endamálsorðingin skal røkkast.

Virksemi.
Ad. § 3.
Kommunan hevur ábyrgdina av, at geva børnum, sum búgva í kommununi tilboð um pláss á dagstovni. Dagstovnur er sambart hesi lóg at skilja sum: vøggustova, barnagarður, frítíðarskúli ella frítíðarklubbi.

Pedagogfelagið mælir til at dagrøkt ikki verður umfatað av hesi lóg, grundað á at barnagarðar og dagrøkt ikki eru samanberiligar á nakran hátt. Og vit vilja leggja dent á at barnagarðar eru serliga ætlaðir børnum í aldrinum 3 til 7 ár.

Stk. 2. Ongar viðmerkingar.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann geva øðrum enn kommununi, t.d. fyritøkum og stovnum, loyvi at reka dagstovn sambart hesi lóg.
Stk. 4. Onga viðmerking.
Stk. 5. Onga viðmerking.

Vit ynskja at fáa hetta stykki við:

Stk .6. Landstýrismaðurin hevur ábyrgdina av at námsfrøðilig ráðgeving verður givin.

Upptøka.
Ad. § 4.
Onga viðmerking.
stk.2. Verður strikað.
Stk. 3 ( Stk. 2 ) Kommunurnar gera upptøkureglur, sum skulu góðkennast av landsstýrismanninum.

Vit sóknast eftir breiðari orðaskifti um barnatal, fysiskir karmar innan- og uttandura og normering av starvsfólkatímun.

Ad. § 5. Onga viðmerking.

Gjald.
Ad. §. 6.
Onga viðmerking.

Stovnan av dagstovni.
Ad. §7.
Onga viðmerking.

Starvsfólk.
Ad. § 8.
Til tess at røkja tað dagliga arbeiðið, setur kommunan ein leiðara fyri dagstovnin við námsfrøðiligari útbúgving.
Stk. 2. Onga viðmerking.

Vit ynskja at fáa hesi stykkini við :

Stk 3. Starvsfólkini verða sett sambart sáttmála við avvarandi fakfelg.
Stk. 4. Landstýrismaðurin hevur ábyrgdina av at býtislykil viðv.tal av námsfrøðiligum útbúnum starvsfólk verður gjørdur

Ad. § 9. Fyri allar dagstovnar, ið eru góðkendir sambart hesi lóg, skal veljast eitt ráð sum gevur leiðaranum ráð og vegleiðing. Ráðið skal arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið ímillim foreldrini, stovnin og kommununa.
Stk. 2. leiðarin tekur stig til, at eitt ráð verður sett.
Stk. 3. Kommunan ger viðtøkur fyri virksemið hjá ráðnum og rindar limunum í ráðnum eina samsýning eftir almennum reglum.

Vit hava broytt § 9 soleiðis, tí vit meta at ráðini kunnu gerast ov stór á teimun smáu stovnunum.

Eftirlit.
§ 10.
Tað er ógjørligt at kommununar kunnu hava eftirlit við sær sjálvum og tí meta vit tað verða ein landsuppgáva at umsita eftirliti og strikað tí stk. 1
Stk. 2. Onga viðmerking.
Stk. 3. Onga viðmerking.

Vit meina at eitt landseftirlit, ið hevur bæði tað fíggjarliga og námsfrøðisliga eftirlitið við stovnunum eigur at setast í verk.

Kærumøguleiki.
§ 11.
Onga viðmerking.

Gildiskoma.
§ 12.
Her vilja vit harðliga mótmæla at lógin skal setast í gildið 1. januar 2000. Tað er alt ov stutt tíðarfreist til at umrøða og viðgera eina so tíðandi lóg, ið kemur at hava alstóran ávirkan á tey næstu ættarliðini.

 dagfest 17.11.1999

 Vinarliga
n.v.
Elsa Klein Hansen