Dagstovnar og dagrøkt

 

29  Uppskot til  løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt

Skjal 8

Viðmerkingar frá Føroya Læraraskúla

Æøraraskúlin hevur fyri 5 døgum síðani fingið til ummælis Uppskot til løgtingslóg um dagstovnar o.l.
Viðmerkingarnar skuldu, sum eg skilti, vera inni í dag.
Tað er ógjørligt at gera eitt tílíkt ummæli vandaliga við so lítlum skotbrái, tí teir lærarar læraraskúlans, sum hava áhuga at gera sínar viðmerkingar, mugu fáa tíð til tess, og neyðugt er at hittast, so viðmerkingarnar kunnu umrøðast og samskipast.
Tí er hetta, sum nú kemur frá Læraraskúlanum, fyrst av øllum rektarans viðmerkingar, sum nakrir fáir lærarar skúlans hava fingið høvi at gera sínar viðmerkingar til.
Hetta er tí ikki nøkur fullfíggjað viðmerking, men eitt úrval av viðmerkingum, sum rektarin heldur vera áleikandi.

Fyrst av øllum er at siga, at barnaøkið, alt sum tað er, er eitt eymt øki, og tí má tann lóggáva, sum gjørd verður sum karmur um almenna virksemið á økinum, vera væl umhugsað, opin og greið. Orðingin má vera soleiðis, at einki í lógini kann misskiljast á ein tílíkan hátt, at tað er atvold til, at børnini sita eftir við Svarta-Peri.

Og tí má lógin ikki skundast so ígjøgnum, at vit eru í vanda fyri av ósketni at gera okkurt, sum var betur ógjørt.

Sum heild virka orðingarnar eitt sindur ólidnar. Eg vil bara taka § 2 sum dømi.

Orðingin hevði verið eitt sindur betri, um greinin fekk hetta orðaljóð:
Uppgávan hjá dagstovnum er at menna og menta børnini, og at hava umsorgan fyri teimum í tryggum viðurskiftum ........

Í § 3, stk. 3 stendur ....ansa børnunum .... Rímiligari hevði verið: ...skipa fyri dagstovni... Orðið ansa er einki heppið orð at nýta um tað námsfrøðiliga virksemi, sum eigur at vera í dagstovnunum.

Í § 7. Í fyrstu regluni stendur, ... at krøvini í hesi lóg verða fylgd .... Hetta tykist nakað ógreitt. Ein greið orðing hevði verið: ... at allar ásetingar ...

§ 8 Orðingin: Í serligum førum kann kommunan víkja frá kravinum um, at leiðarin skal hava námfrøðiliga útbúgving, má ikki standa har.
Dagstovnaøkið er eitt serliga viðbrekið øki, har faklig leiðsla er ein sjálvsøgd fortreyt. Alt annað kann bara vera ein stuttfreistað neyðloysn.

2. stk. er heldur ikki rímiligt. Dagstovnarnir eiga heldur at hava eina stjórn, sum saman við leiðaranum setur fólk í starv. Og alneyðugt er, at ásettar verða treytir um útbúgving teirra, sum sett verða í starv.

Ráðið, nevnt í § 9, er ein løgin og vánalig loysn. Leiðarin verður júst settur sum leiðari, tí hann við síni útbúgving hevur tað námsfrøðiliga innlit, sum krevst til tess at skipa fyri virkseminum á dagstovninum í samstarvi við starvsfólkið á dagstovninum.

Yvirskriftin Eftirlit eigur heldur at vera Umsjón, og soleiðis eigur eisini at standa í § 10.

Tað er eitt sindur ófrættakent, at dagstovnaøkið yvir háls og herðar og bururav verður lagt út til kommunurnar, tá ið hugsað verður um, hvat ið tænir børnunum best, og í øllum førum er neyðugt, at ásetingarnar gera púra greitt, at allar loysnir eru ikki nóg góðar.

Áðrenn eg endi, fari eg bara at gera eina viðmerking til almennu viðmerkingarnar. Á 7. síðu stendur, at arbeiðshættirnir í høvuðsheitum skulu fyriskrivast. Tað er ein háðan móti tí væl lærdu leiðslu, sum sett er at skipa fyri námsliga arbeiðinum.

Blíðar heilsanir og við størsta áhuga

Pauli Nielsen, rektari á Føroya Læraraskúla.