Dagstovnar og dagrøkt

 

29  Uppskot til  løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt

Skjal 9

Foreldrafelagið – felagið at smábørnum í Havn

v/ Bryndis á Dunga, Dungagøtu 15, 100 Tórshavn

19. november 1999

 

Almanna-og Heilsumálastýrið
Birita Petersen & Súsanna Nolsøe, fulltrúar
Eirargarður 2
100 Tórshavn

 

Viðvíkjandi uppskoti til løgtingslóg um dagstovnar o.l

Hervið vilja vit vegna Foreldrafelagið geva okkara skrivligu viðmerkingar til lógaruppskotið, sum vit hava fingið til hoyringar. Viðmerkingarnar eru í høvuðsheitum tær somu, sum vit komu við á fundi okkara millum17.11.99.

Foreldrafelagið er sum heild ótrygt við, at ábyrgdin av barnaansing í Føroyum verður løgd út til kommunurnar at umsita, tí við teimum royndum, vit hava av verandi umsiting í kommununum, meta vit ikki, at kommunurnar eru førar fyri at lyfta hesa ábyrgd. Foreldrafelagið hevur tíverri kunna staðfest fleiri ferðir seinasta árið, at í Tórshavnar Kommunu, har okkara felag hoyrir til, er umsitingin ikki før fyri at lúka teir mest grundleggjandi uppgávurnar innan vanliga fyrisiting:

Foreldrafelagið hevur sæð seg noytt at kæra kommununa til Kommunala eftirlitið og hevur fingið viðhald í sínum kærum. Limir í felagnum hava eisini kært kommununa, annað av málinum førdi við sær eina kunngerðarbroyting meðan hitt ikki er avgrett enn, hóast kæran varð latin inn fyrst í 1998.

Alt hetta ger, at vit ivast í, um tað verður ein fyrimunur fyri børnini, at leggja ansingina út til kommunurnar.

Hinvegin meta vit, at tað kann verða ein greiður fyrimunur fyri Foreldrafelagið, um ábyrgdin verður løgd út til kommunurnar - nevniliga at vit tá bert hava ein myndugleika at venda okkum til, ístaðin sum nú, tá bæði kommunur og landið hava ábyrgd á økinum. Við ábyrgdini hjá kommununum eigur at vera lættari at krevja svar frá avvarandi myndugleika, enn nú, tá báðir partar vísa til hin, tá tey ikki kunnu svara. Kommunurnar mugu tá standa við sín ansingarpolitikk, og kunnu ikki longur geva landinum ábyrgdina av, at peningur ikki verður settur av til økið.

Nøkur av teimum tingunum, vit halda verða sera umráðandi at halda fast í, um ábyrgdin verður løgd út til kommunurnar eru hesi:

Vit vilja gera vart við, at vit halda tað verða sera gott, at tað við heimild í lógini verður møguligt at seta á stovn ansingarpláss, har børn kunnu verða ansað uttanfyri vanligar arbeiðstíðir. Eitt av okkara hjartamálum er nevniliga at arbeiða fyri, at tey sum arbeiða "skeivar tíðir" eisini kunnu fáa børn síni ansað á einum almennum stovni. Ein kanning gjørd í fjør av tveimum pedagoglesandi vísir, at á Landssjúkrahúsinum og á Fiskavirking siga omanfyri 90% seg hava tørv á ansing aftaná kl. 17, og 35% siga seg hava henda tørv hvønn dag.

Vit hava eitt ítøkiligt broytingaruppskot til viðmerkingarnar til §9, stk. 3. Vit halda, at tað skulu verða starvsfólkini og ikki leiðarin, sum velja starvsfólkaumboðið í ráðið fyri stovnin. Hetta meta vit er týdningarmikið fyri at tryggja, at møguligir leiðslutrupulleikar ikki kunna verða krógvaðir ov leingi, og fyri at tryggja starvsfólkunum beinleiðis ávirkan á arbeiðið á stovninum.

At enda vilja vit gera vart við, at vit meta tað vera sera gott, at eitt dygdararbeiði nú verður gjørt á hesum øki, sum er so umráðandi fyri okkara samfelag. Høvuðsendamálið hjá okkara felag er skjótast møguligt at fáa fleiri skipað ansingarpláss, so øll sum hava tørv á tí, kunnu fáa børn síni ansaði undir tryggum og mennandi umstøðum. Hetta er eftir okkara tykki endamálið við at umrøða slíkar lógir sum hesa í uppskoti, og ikki hvør skal sita vð seinasta orðinum í málinum. 

Vinarlig vegna Foreldrafelagið 

Annika Joensen
næstforkvinna