Býti av almannaútreiðslum

 

30  Uppskot til  løgtingslóg um  avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000, 4. februar, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum v.m. 

§ 1. Løgtingslóg nr. 125 frá 21. mai 1993 um býtið av almannaútreiðslum v.m. verður tikin av.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2000.

Viðmerkingar
Í juli mánaði í ár fekk landsstýrismaðurin handað eitt álit frá einum arbeiðsbólki, sum landsstýrismaðurin hevði sett at koma við einum tilmæli um eitt greiðari býti millum land og kommunu, og hvussu uppgávu-, fíggjar- og ábyrgdarbýtið skuldi verða frameftir.

Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var, at barnaansingarøkið frá ár 2000 skuldi leggjast út til kommunurnar. Fyri at kompensera kommunurnar fyri tær meirútreiðslur, sum standast av hesum, skuldi løgtingslógin um býtið av almannaútreiðslum takast av, soleiðis at landskassin frameftir skuldi rinda allar tær útreiðslur, sum fyrr vóru, sambært lógini um býtið av almannaútreiðslum v.m. við einum ávísum prosentbýti, býtt millum land og kommunu. Undantiknar vóru tó tær útreiðslur, sum standast av umsitingini av teimum kommunalu sosialu deildunum sambært forsorgarlógini og ásetingunumarnar um, at kommunurnar útvega hølir til heimarøktina og skúlalæknaskipanina. Hesar seinnu ásetingirnar eru við í eini lógarbroyting í lógini um almenna forsorg, sum eisini verður løgd fyri Løgtingið í hesum árinum.

Fíggjarligu avleiðingarnar
Fíggjarligu avleiðingarnar fyri kommunurnar, sí útrokningarnar niðanfyri.

Yvirlit yvir, hvat kommunurnar rinda sambært lógini um býtið av almannaútreiðslum, yvir meir- og minni útreiðslur hjá kommununum, um lógin verður tikin av og, barnaansingin verður løgd út til kommunurnar

Tølini eru roknskapartøl fyri 1998.

Kommuna

Býtið

av

Almannaútreiðslunum

1998

Býtið av

komm. parti

av ellisheimunum

1998

Tilskot úr

landskassanum

barnaansing

1998

Meirútreiðsla

fyri

kommunurnar

1998

 

Navn

Bíggjar kommuna

62.342

61.673

-124.015

Eiðis kommuna

722.247

204.061

394.935

-531.373

Elduvíkar kommuna

89.977

21.599

-111.576

Fámjins kommuna

128.969

36.575

-165.544

Fuglafjarðar kommuna

1.539.526

426.475

2.565.327

599.326

Fugloyar kommuna

48.565

12.388

-60.953

Funnings kommuna

106.527

29.738

-136.265

Gjáar kommuna

72.611

21.844

-94.455

Gøtu kommuna

1.005.419

292.460

564.571

-733.308

Haldórsvíkar kommuna

272.309

53.356

123.592

-202.073

Hests kommuna

49.667

7.315

-56.982

Hósvíkar kommuna

244.174

0

354.612

110.438

Hovs kommuna

132.245

39.341

-171.586

Húsar kommuna

63.311

13.684

-76.995

Húsavíkar kommuna

155.626

65.241

-220.867

Hvalbiar kommuna

763.030

237.277

-1.000.307

Hvalvíkar kommuna

340.556

0

164.551

-176.005

Hvannasunds kommuna

452.098

138.877

72.893

-518.082

Kirkjubøar kommuna

216.597

33.145

731.485

481.743

Klaksvíkar kommuna

4.830.164

1.517.663

2.751.935

-3.595.892

Kollafjarðar kommuna

941.288

53.356

809.949

-184.695

Kunoyar kommuna

141.833

42.986

-184.819

Kvívíkar kommuna

602.755

0

697.635

94.880

Leirvíkar kommuna

865.205

243.419

523.578

-585.046

Miðvágs kommuna

978.207

482.149

451.652

-1.008.704

Mikladals kommuna

78.959

13.510

-92.469

Mykines kommuna

15.530

20.050

-35.580

Nes kommuna

1.157.630

328.878

794.904

-691.604

Nólsoyar kommuna

231.316

36.539

-267.855

Oyndafjarðar kommuna

168.647

45.040

50.155

-163.532

Porkeris kommuna

374.553

111.262

89.191

-396.624

Runavíkar kommuna

2.458.100

652.183

1.901.498

-1.208.785

Saksunar kommuna

28.640

0

-28.640

Sandavágs kommuna

694.781

381.785

324.878

-751.688

Sands kommuna

534.982

235.450

306.776

-463.656

Sjóvar kommuna

1.002.291

269.720

508.275

-763.736

Skála kommuna

650.480

175.371

-825.851

Skálavíkar kommuna

175.877

66.878

-242.755

Skopunar kommuna

500.454

208.885

141.532

-567.807

Skúvoyar kommuna

78.368

0

-78.368

Sumbiar kommuna

420.023

130.625

-550.648

Sunda kommuna

492.559

141.885

744.487

110.043

Svínoyar kommuna

58.834

13.942

-72.776

Sørvágs kommuna

997.733

403.147

666.192

-734.688

Tórhavnar kommuna

17.959.603

4.163.494

33.932.482

11.809.385

Tvøroyrar kommuna

1.887.991

552.314

2.299.776

-140.529

Vágs kommuna

1.414.854

442.068

549.844

-1.307.078

Vestmanna kommuna

1.225.402

108.758

584.897

-749.263

Viðareiðis kommuna

318.449

104.003

110.250

-312.202

Tilsamans

47.751.305

12.640.409

53.211.852

-7.179.862

Almannaútreiðslur sambært lógini um býtið av almannaútreiðslum

Sambært fíggjarári 2000, kann kommununnar partur av almannaútreiðslunum útgreinast soleiðis:

Upphædd í mió. kr.

Alt ár 2000

1. ársfj. 2000

2.-4. ársfj. 2000

Almannapensjón

32,293

8,073

24,220

Barnaforsorg

2,247

562

1,685

Vanlig forsorg

6,357

1,589

4,768

Heimarøktin & heilsusystrar

3,901

975

2,926

Einkjubarnastyrkur & alimentatión

90

23

68

Røktar,- ellis- og vistarheim

19,312

4,828

14,484

Eldrarøkt í Sandoynni x)

1,315

329

986

Vard Verkstøð

882

220

661

Kommunurnar at gjalda íalt

66,397

16,599

49,798

x) Útreiðslurnar eru ásettar við kunngerð nr. 167 frá 29/12-1997 um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni

Dagstovnaøkið

Sambært fíggjarári 2000, kann kommununnar partur (30%) av barnaansingini útgreinast soleiðis:

Upphædd í mió. kr.

Alt ár 2000

1. ársfj. 2000

2.-4. ársfj. 2000

Húsaútreiðslur

9,095

2,274

6,821

Rakstur/løn

39,498

9,874

29,624

Kommunurnar at gjalda íalt

48,593

12,148

36,445

Sambært fíggjarári 2000 kann landskassans partur (40%) av barnaansingini útgreinast soleiðis:

Upphædd í mió. kr.

Alt ár 2000

1. ársfj. 2000

2.-4. ársfj. 2000

Húsaútreiðslur

13,643

3,411

10,232

Rakstur/løn

52,664

13,166

39,498

Landskassin at gjalda íalt

66,307

16,577

49,730

Avleiðingin fyri ár 2000, um lógin verður sett í gildi 1. apríl, verður:

Tað er torført at siga, hvussu tær endaligu fíggjarligu avleiðingarnar koma at síggja út. Á fíggjarlógini fyri ár 2000 eru 59.266,- mió. kr. settar av. Útrokningarnar vísa, at við verandi virksemi við eini lønarhækking uppá 3%, og at landið frá 1. januar 2000 skal rinda 40% av rakstrinum, kostar dagstovnaøkið 66.307,- mió. kr. Tá er ikki íroknað møguligt nýtt virksemi í ár 2000.

Verður barnaansingarøkið lagt út til kommunurnar at umsita 1. apríl 2000, og verður lógin um býtið av almannaútreiðslum v.m. tikin av 1. apríl 2000, so minkar játtanin á løgtingsfíggjarlógini til barnaansing við uml. 42.689,- mió. kr., og útreiðslurnar á løgtingsfíggjarlógini til almannamál vaksa við uml. 49.786,- mió. kr. Tað merkir, at hesar lógarbroytingar koma at kosta landskassanum uml. 7 mió. kr. í ár 2000.

Tað er torført at meta um, hvussu stórar útreiðslurnar verða innan almannamál. Roknað verður við, at í einum ársfjórðingi verða útreiðslurnar 3/12, men tá hugt verður at roknskapartølunum, sær tað út til, at meiri verður bókað síðst í árinum. Ein partur er periodiseringar, men tað kunnu eisini verða aðrar orsøkir. Harumframt broytast lógabundnar útreiðslur munandi frá mánaði til mánað.

Í teimum førum, har ivi stendst um, hvørt ein útreiðsla skal rindast av kommununi ella landinum, tí at lógin um býtið av almannaútreiðslum verður tikin av 1. apríl 2000, sum er mitt í árinum, skal landið rinda útreiðsluna. Hetta kann hava við sær meirútreiðslu fyri landskassan.

1. viðgerð 15. februar 2000. Løgtingsmálini nr. 29, 30, 31, 32, 33 og 34 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 2. mai 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. februar 2000, og eftir 1. viðgerð 15. februar 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið lutvíst saman við løgtingsmáli nr. 29/1999, og verður sum heild víst til almennu viðmerkingarnar í hesum máli.

Ein meiriluti (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen) mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið vísandi til viðmerkingarnar. Gildiskomudagurin má tó verða hin sami sum fyri dagstovnalógina í lm. 29/1999. Samsvarandi hesum verður sett fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 2 verður "1. apríl 2000" broytt til "1. juli 2000."

Ein minniluti (Kristian Magnussen, Hans Pauli Strøm og Marjus Dam) tekur ikki undir við uppskoti landsstýrisins og hevur hesar viðmerkingar:

Uppskotið er at fata sum endurgjald til kommunurnar, tí hesar við lógaruppskotinum um dagstovnar og dagrøkt átaka sær at rinda tann partin av kostnaðinum, ið landskassin higartil hevur goldið sambært barnaforsorgarlógini.

Minnilutin kann ikki góðtaka, at landsstýrið, bara tí at tvær upphæddir minna um hvørja aðra, onnur ein inntøka og hin ein útreiðsla, á henda hátt uttan fyrilit strikar hesar á fíggjarlógini mitt í einum fíggjarári.

Uppskotið er ikki í tráð við ásetingarnar í tingskipanini um, at upplýsast skal um fíggjarligu avleiðingarnar av løgtingslógaruppskotum og lógum.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið sigur landsstýrið, at ivi kann standast av, hvørt ein útreiðsla er kommunal ella landskassans, orsakað av at lógin verður tikin av í fíggjarárinum, men at landskassin so er til reiðar at bera henda eykakostnað. Hetta verður ført fram uttan fíggjarligar metingar av, hvat hesin ivi kann kosta landskassanum.

Tað ódámliga við hesum uppskoti er, at tær kommunur, ið higartil hava raðfest barnaansingarøkið, verða straffaðar, meðan tær, ið ikki hava raðfest økið ella ikki ætla sær undir barnaansing, fáa pening útgoldnan.

Sum dømi kunnu nevnast, at avleiðingin fyri Tórshavnar kommunu verður, at kommunan kemur at fáa meiri enn 15 mió. kr. í meirútreiðslum árliga. Kirkjubøar kommuna, ið er ein lítil kommuna, men sum hóast hetta hevur raðfest barnaansingina ovarlaga, fær eina eykaútreiðslu upp á meiri enn ½ mió.kr. árliga. Fuglafjarðar kommuna fær eina eykaútreiðslu upp á 0,6 mió.kr., og Sunda kommuna og Kvívíkar kommuna fáa eisini eykaútreiðslur frameftir, um uppskotið verður samtykt.

Tað "brotsverkið", ið hesar kommunur hava gjørt seg sekar í, og sum tær nú skulu straffast fyri, er, at tær hava allar raðfest barnaansingarøkið.Var skil í sosialpolitisku tilvitanini hjá samgonguni, so áttu hesar kommunur heldur at fingið herðaklapp fyri at raðfesta trivnaðin hjá smábarnafamiljum.

Minnilutin heitir á løgtingslimir um at fella uppskotið, sjálvt um hesir koma úr kommunum, sum við hesum uppskotinum koma at fáa pening útgoldnan.

Hesin ábyrgdarleysi mátin at lóggeva uppá, kann ið øðrum førum skjótt gerast løtuvinningur, hjá teimum kommunum, ið við hesum uppskotinum halda seg gera kvettið.

Eitt rímiligt minsta krav til hetta lógaruppskotið er, at tað sum útgangstøði átti at verið útreiðsluneutralt fyri kommunurnar og tikið støði í verandi virksemi á barnaansingarøkinum.

Ein minniluti (Finnur Helmsdal) vísir á, at arbeiðsbólkurin, sum í heyst handaði landsstýrismanninum álit viðvíkjandi framtíðini á barnagarðsøkinum, mælti í álitinum til, beinanvegin at fara undir at fyrireika útlegging av eldraøkinum til kommunurnar. Landsstýrismaðurin kunngjørdi tá, at hon fór at taka áheitanina til eftirtektar og seta nevnda arbeiðsbólk.

Nú fyrst í mai mánaði er einki hent hesum viðvíkjandi, og má tað metast óheppið, at útleggingin av eldraøkinum ikki er við í myndini, nú vit samtykkja at taka av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslunum.

Varð eldraøkið eisini lagt út nú, høvdu vit fingið eina millumrokning, sum hevði verið meira í samsvari við verandi útreiðslubýti. 

2. viðgerð 4. mai 2000. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til § 2 samtykt 15-0-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 15-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 9. mai 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-1-12. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 687-24/99
Ahs.j.nr. 0.21-9901560
Ll.nr. 79 frá 17.05.2000