Barnaforsorg

 

32  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 8. februar, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg

§ 1

Henda lóg er givin út sambært § 2 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 "om sociale ydelser på Færøerne".

§ 2

Í lógarkunngerð nr. 104 frá 2. mars 1988 um barnaforsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 29. desember 1997, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 32 verður orðað soleiðis:
  2. "§ 32. Samdøgursstovnar, har børn verða sett heimanífrá sambært hesi lóg, skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
    Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um virksemið á slíkum stovnum v.m."

  3. § 43 verður orðað soleiðis:
  4. "§ 43. Útreiðslur til fyriskipanir eftir hesi lóg og útreiðslur av virkseminum av teimum eftir § 32, stk. 1, góðkendu samdøgursstovnunum verða goldnar av landskassanum.
    Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger av í ivaføri um ein upphædd kann gjaldast sum barnaverndarútreiðsla.
    Stk. 3. Tann, ið hevur uppihaldsskyldu at einum barni, sum verður sett heimanífrá, verður settur í gjald sambært reglunum í lógini um almenna forsorg.
    Stk. 4. Barnaverndirnar kunnu gjalda útreiðsluna til frípláss sum barnaverndarútreiðsla, antin fult ella partvíst, har foreldur ikki sjálvi kunnu rinda hesar útreiðslur. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um frípláss."

§ 3

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2000. 

Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaðurin fekk í juli 1999 handað eitt álit frá einum arbeiðsbólki, sum landsstýrismaðurin hevði sett at koma við einum tilmæli um eitt greiðari býti millum land og kommunu, og hvussu uppgávu-, fíggjar- og ábyrgdarbýtið skal verða frameftir.

Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var, at barnaansingarøkið frá ár 2000 skuldi leggjast út til kommunurnar. Fyri at kompensera kommunurnar fyri tær meirútreiðslur, sum standast av hesum, skuldi løgtingslógin um býtið av almannaútreiðslum takast av, og samstundis var mælt til, at ein lóg um barnaansing skuldi gerast, har landsstýrismaðurin ásetti nakrar minimumsreglur fyri barnaansingarøkið.

Í sambandi við at eitt lógaruppskot um avtøku av lógini um býtið av almannaútreiðslum og eitt lógaruppskot um dagstovnar og dagrøktir verður framlagt í Løgtinginum í ár, er neyðugt at gera broytingar í galdandi barnaforsorgarlóg, forsorgarlógini, løgtingslógini um heilsusystratænastuna og løgtingslógini um heimasjúkrasystratænastuna soleiðis, at reglurnar samsvara við hesi lógaruppskot.

Fíggjarligu avleiðingarnar av, at lógin um býtið av almannaútreiðslum verður tikin av, sum førir við sær, at landið ber tær útreiðslur, sum áður vórðu rindaðar av kommununum, eru, at tær lógarbundnu útreiðslurnar á barnaforsorgarøkinum hækka við umleið 1,7 mió. kr. í ár 2000. Sí annars viðmerkingarnar í lógaruppskotinum um avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum v.m., sum verður framlagt samstundis.

Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar

Ad. § 1. Heimildin at broyta lógina um barnaforsorg er í rammulógini á sosiala økinum frá 1995.

Ad. § 2. Sjálvt um lógin um barnaansing verður sett i gildi 1. apríl 2000, kann § 32 í barnaforsorgarlógini ikki takast av, tí greinin fevnir eisini um samdøgursstovnar. Við hesi lógarbroyting verður ásett, at landskassin rindar allar útreiðslurnar av teimum samdøgursstovnum, sum landsstýrismaðurin góðkennir.

Heimildin til at góðkenna og fíggja dagstovnar o.l. verður ásett í aðrari lóggávu, lóg um dagstovnar og dagrøktir, sum eisini verður løgd fyri Løgtingið í hesum árinum.

Ásetingarnar um, at landsstýrismaðurin ger av í ivaføri, um ein upphædd kann gjaldast sum barnaverndarútreiðsla, og at barnaverndirnar kunnu gjalda útreiðsluna til frípláss sum barnaverndarútreiðsla, antin fult ella partvíst, har foreldur ikki sjálvi kunnu rinda hesar útreiðslur, eru tær somu, sum í galdandi lóg.

 

Ad. § 3. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2000, samstundis sum lógin, sum tekur av lógina um býtið av almannaútreiðlum v.m., sum eisini verður framløgd í hesum árinum, kemur í gildi.

1. viðgerð 15. februar 2000. Løgtingsmálini nr. 29, 30, 31, 32, 33 og 34 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 2. mai 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. februar 2000, og eftir 1. viðgerð 15. februar 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið lutvíst saman við løgtingsmáli nr. 29/1999, og verður sum heild víst til almennu viðmerkingarnar í hesum máli.

Ein meiriluti (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen) mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið vísandi til viðmerkingarnar. Gildiskomudagurin má tó verða hin sami sum fyri dagstovnalógina í lm. 29/1999. Sama er við ríkislógarheimildini fyri løgtingslógini, hon eigur at verða sett sum inngangstekstur og ikki í greinanr. røðina. Samsvarandi hesum verður sett fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. § 1 verður sett sum inngangsorð til lógina. Eftirfylgjandi greinanr. og tilvísingar verða rættaðar samsvarandi hesum
  2. Í § 3 verður "1. apríl 2000" broytt til "1. juli 2000."

Ein minniluti (Kristian Magnussen, Hans Pauli Strøm og Marjus Dam) mælir Løgtinginum til at fella uppskotið og vísir til viðmerkingarnar í løgtingsmáli nr. 30/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum v.m.

2. viðgerð 4. mai 2000. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til §§ 1 og 3 samtykt 14-0-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 14-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 9. mai 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-1-12. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 687-23/99
Ahs.j.nr. 0.21-9901562
Ll.nr. 77 frá 17.05.2000