Heilsusystratænastan

 

34  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsusystratænastuna

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 4. februar, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsusystratænastuna

§ 1

Í løgtingslóg nr. 87 frá 6. juni 1997 um heilsusystratænastuna verður § 6 orðað soleiðis:

"§ 6. Útreiðslur í sambandi við skipanina í hesi løgtingslóg verða goldnar av landskassanum".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2000. 

Almennar viðmerkingar
Landsstýrismaðurin fekk í juli 1999 handað eitt álit frá einum arbeiðsbólki, sum landsstýrismaðurin hevði sett at koma við einum tilmæli um eitt greiðari býti millum land og kommunu, og hvussu uppgávu-, fíggjar- og ábyrgdarbýtið skal verða frameftir.

Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var, at barnaansingarøkið frá ár 2000 skuldi leggjast út til kommunurnar. Fyri at kompensera kommunurnar fyri tær meirútreiðslur, sum standast av hesum, skuldi løgtingslógin um býtið av almannaútreiðslum takast av, og samstundis varð mælt til, at ein løgtingslóg um barnaansing skuldi gerast, har landsstýrismaðurin ásetti nakrar minimumsreglur fyri barnaansingarøkið.

Í sambandi við at eitt lógaruppskot um avtøku av lógini um býtið av almannaútreiðslum og eitt lógaruppskot um dagstovnar og dagrøktir verður framlagt í Løgtinginum í ár, er neyðugt at gera broytingar í barnaforsorgarlógini, forsorgarlógini, løgtingslóg um heilsusystratænastuna og løgtingslógini um heimasjúkrasystratænastuna soleiðis, at reglurnar samsvara við hesi lógaruppskot.

Í lógini um býtið av almannaútreiðslum stendur, hvør rindar m.a. útreiðslurnar sambært fólkapensjónslógini, avlamispensjónslógini, einkjupensjón sambært forsorgarlógini, lógini um heilsusystratænastuna og lógini um heimasjúkrasystratænastuna. Tá ið lógin um býtið av almannaútreiðslum verður tikin av, er neyðugt, at heimildin fyri, hvør rindar útreiðslurnar, verður sett inn í hesar lógir ístaðin.

Fíggjarligu avleiðingarnar av, at lógin um býtið av almannaútreiðslum verður tikin av, sum førir við sær, at landið ber tær útreiðslur, sum áður vórðu rindaðar av kommununum, eru, at útreiðslurnar undir eldrarøkt, heimarøkt og heilsusystrar hækka við umleið 2,9 mió. kr. í ár 2000. Sí annars viðmerkingarnar í lógaruppskotinum um avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum v.m., sum verður framlagt samstundis.

1. viðgerð 15. februar 2000. Løgtingsmálini nr. 29, 30, 31, 32, 33 og 34 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 2. mai 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. februar 2000, og eftir 1. viðgerð 15. februar 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið lutvíst saman við løgtingsmáli nr. 29/1999, og verður sum heild víst til almennu viðmerkingarnar í hesum máli.

Ein meiriluti (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen) mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið vísandi til viðmerkingarnar. Gildiskomudagurin má tó verða hin sami sum fyri dagstovnalógina í lm. 29/1999. Samsvarandi hesum verður sett fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 2 verður "1. apríl 2000" broytt til "1. juli 2000."

Ein minniluti (Kristian Magnussen, Hans Pauli Strøm og Marjus Dam) mælir Løgtinginum til at fella uppskotið og vísir til viðmerkingarnar í løgtingsmáli nr. 30/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum v.m.

2. viðgerð 4. mai 2000. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til § 2 samtykt 14-0-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 14-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 9. mai 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-1-12. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 687-26/99
Ahs.j.nr. 0.21-9901575/1
Ll.nr. 81 frá 17.05.2000