Arbeiðsmarknaður - skylda arbeiðsgevaranna

 

38  Uppskot til  løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarunum frá um setanartreytir teirra

A. Upprunauppskot
B. Nevndarskjøl
C. 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð

Ár 2000, 18. januar, legði Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarunum frá um setanartreytir teirra

Lógarinnar øki

§ 1. Henda løgtingslóg er galdandi fyri allar løntakarar, sum settir eru í starv fyri tíðarskeið, sum er meira enn 1 mánað, og har miðalarbeiðstíðin um vikuna er meira enn 8 tímar. Løgtingslógin er ikki galdandi fyri fólk, sum eru fevnd av løgtingslógini um sjómenn.
Stk. 2. Sum løntakari er at skilja persónur, sum fær samsýning fyri persónligt arbeiði í tænastuviðurskiftum.
Stk. 3. Løgtingslógin er ikki galdandi í tí føri, har arbeiðsgevarin sambært høvuðssáttmála ella sersáttmála hevur skyldu til at geva løntakarunum fráboðan í ein mun, sum ikki víkir frá lógarinnar kravi.
Stk. 4. Rættindini hjá løntakarunum sambært hesari løgtingslóg kunnu ikki skerjast við avtalu.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta, at løntakarar, sum bara stundum hava arbeiði ella hava serligt arbeiði, ikki skulu verða fevndir av lógini.

Upplýsingarskylda arbeiðsgevarans

§ 2. Arbeiðsgevarin skal í seinasta lagi ein mánað eftir, at viðkomandi løntakari er komin í starv, geva løntakaranum upplýsingar um viðurskifti, sum eru nevnd í stk. 2, nr. 1-10. Um løntakari ikki við starvssetan hevur eina miðalarbeiðstíð, sum er meira enn 8 tímar um vikuna, kemur arbeiðsgevarans upplýsingarskylda í gildi, tá løntakarin tær seinastu 4 vikurnar hevur havt eina miðalarbeiðstíð um vikuna, sum er meira enn 8 tímar.
Stk. 2. Arbeiðsgevarans upplýsingarskylda fevnir um hesar upplýsingar:

  1. Navn arbeiðsgevarans og løntakarans,
  2. upplýsingar um, hvar arbeiðsstaðið er, ella, um talan ikki er um fast arbeiðsstað, so upplýsingar um, har arbeiðið í høvuðsheitum fer fram, og upplýsingar um, at løntakarin møguliga er starvssettur á ymiskum støðum, umframt høvuðsskrivstovu hjá arbeiðsgevara ella bústaði hansara,
  3. frágreiðing um arbeiðið, starvsstøðu og møguliga starvsheiti løntakarans,
  4. nær starvssetanin tók við,
  5. hvussu leingi arbeiðið væntandi kemur at vara, um talan er um tíðaravmarkað arbeiði,
  6. rættindi løntakaranna viðvíkjandi frítíð við løn og frítíðarískoyti,
  7. uppsagnarfreistirnar, sum galdandi eru fyri ávikavist arbeiðsgevara og løntakara,
  8. tann sáttmálaavtalaða ella millum partanna avtalaða løn, sum løntakarin hevur rætt til, tá starvssetanin byrjar, umframt ískoyti, sum ikki er beinleiðis partur av lønini, t.d. eftirlønargjøld o.a. Harumframt skal arbeiðsgevarin upplýsa, nær lønin verður útgoldin.
  9. vanligu arbeiðstíðina hvønn dag ella hvørja viku,
  10. upplýsingar um, hvørjir millumparta sáttmálar ella avtalur annars eru galdandi fyri starvssetanina. Um talan er um sáttmálar ella avtalur, sum eru gjørdar av pørtum uttan fyri sjálvt virkið, skal arbeiðsgevarin eisini upplýsa, hvørjir hesir partar eru.

Stk. 3. Upplýsingarnar kunnu verða givnar í hesum skjølum:

  1. einari skrivligari váttan, sum hevur allar tær í stk. 2, nr. 1-10, viðmerktu upplýsingar, burtursæð frá teimum upplýsingum, sum møguliga eru givnar í einum av niðanfyri í nr. 2-4 nevndu skjølum,
  2. einari skrivligari arbeiðsavtalu,
  3. einum setanarskrivi, ella
  4. einum ella fleiri skjølum undir tí fyritreyt, at í minsta lagi eitt av hesum skjølum hevur allar tær uppýsingar, sum nevndar eru í stk. 2 , nr. 1-4, 8 og 9.

Stk. 4. Viðvíkjandi teimum upplýsingum, sum nevndar eru í stk. 2, nr. 6-9, verður upplýsingarskyldan mett at vera lokin, um so er, at tað í skjølunum, sum eru nevnd í stk. 3, verður víst til lógir, fyrisitingarligar avgerðir, reglur í viðtøkum ella høvuðsavtalum, sum galdandi eru fyri viðkomandi starvssetanarviðurskifti.

Skipan í starv uttanlands

§ 3. Um so er, at løntakari skal gera arbeiði í einum ella fleiri øðrum londum í meira enn ein mánað, skulu tey í § 2, stk. 3 nevndu skjøl vera løntakaranum í hendi, áðrenn hann fer avstað. Umframt tær upplýsingar, sum nevndar eru í § 2, stk. 2, skal skjalið/skjølini hava hesar upplýsingar:

  1. Tíðarskeiðið, har arbeiðið verður gjørt uttanlands,
  2. í hvørjum gjaldoyra lønin verður útgoldin,
  3. møguligir fyrimunir í peningi ella á annan hátt, sum eru eitt lið í uppihaldinum uttanlands,
  4. treytirnar í sambandi við, at løntakarin kemur heimaftur,
  5. um arbeiðsgevarin hevur tikið stig til at fáa neyðugar váttanir í sambandi við arbeiði uttanlands.

Stk. 2.Viðvíkjandi teimum upplýsingum, sum nevndar eru í stk. 1, nr. 2 og 3, kunnu hesar upplýsingar verða givnar í tí ella teimum í § 2, stk. 3, nevndu skjølum vísandi til lógir, umsitingarligar avgerðir, ásetingar í viðtøkum ella millumparta sáttmálum, sum galdandi eru fyri hesi arbeiðsviðurskifti.

Broyting av setanarviðurskiftum

§ 4. Arbeiðsgevarin skal í sambandi við allar broytingar av teimum í § 2, stk. 2 , og § 3, stk. 1, nevndu viðurskiftum skjótast møguligt og í seinasta lagi ein mánað aftan á tann dag, broytingin kemur í gildi, geva løntakarunum skrivliga fráboðan um hesar broytingar. Hetta er kortini ikki galdandi, um broyting er orsakað av broytingum í lógum, umsitingarligum avgerðum, broytingum í viðtøkum ella millumparta sáttmálum, sum arbeiðsgevarin sambært § 2, stk. 4, ella § 3, stk. 2, kann vísa til.

Avleiðing av at arbeiðsgevarin ikki heldur upplýsingarskyldu sína

§ 5. Spurningurin um, í hvønn mun arbeiðsgevarin hevur hildið sína upplýsingarskyldu eftir lógini, verður avgjørdur av tí gerðarrætti, sum hevur heimild at tulka teir sáttmálar, sum galdandi eru fyri viðkomandi arbeiðsøki. Er eingin gerðarrættur, hevur Sorinskrivarin heimildina.
Stk. 2. Um arbeiðsgevarin ikki hevur hildið upplýsingarskyldu sína, kann gerðarrætturin døma arbeiðsgevaran at gjalda løntakarunum eina ábyrgdarbót, sum í mesta lagi kann svara til 2 mánaðarlønir.

Gildiskoma

§ 6. Løgtingslógin kemur í gildi 1. mai 2000 og er galdandi fyri avtalur um starvssetanir, sum eru gjørdar henda dag ella seinni.

Skiftisreglur

§ 7. Viðvíkjandi teim starvssetanum, sum eru gjørdar áðrenn 1. mai 2000, og sum framvegis eru galdandi eftir henda dag, er tað skylda arbeiðsgevarans eftir áheitan løntakarans í seinasta lagi 3 mánaðir eftir áheitanina at geva løntakaranum tær upplýsingar, sum løntakarin frammanundan ikki hevur fingið skrivliga, viðvíkjandi teimum viðurskiftum, sum eru nevnd í § 2, stk. 2, nr. 1-10.

Almennar viðmerkingar
Endamálið við lógini er, at allir arbeiðsgevarar, almennir eins væl og privatir, stórir eins væl og smáir, skulu hava skyldu til skrivliga at upplýsa løntakararar um tey týdningarmestu viðurskiftini, sum eru galdandi fyri starvssetan ella arbeiði teirra.

Hesar upplýsingar snúgva seg m.a. um upplýsingar um arbeiðið sjálvt, hvat arbeiðið snýr seg um, og hvussu tað er lagt til rættis, hvør tann ítøkiliga arbeiðsuppgávan er, um starvsstøðuna og starvsheitið hjá løntakaranum, um nær starvssetanin er byrjað, og um hon er tíðaravmarkað, um rætt til frítíð, um uppsagnarfreistir, um øll lønarviðurskifti og um arbeiðstíðirnar.

Við at áseta eitt tílíkt minstamark av upplýsingum, sum løntakarin hevur krav uppá, er endamálið at veita løntakaranum eina betri trygd í arbeiði sínum og eina vernd móti, at rættindi hansara møguliga verða sett til viks. Samstundis sum lógin ásetir eitt felags minstamark av upplýsingarskyldu, sum skal vera galdandi fyri allan arbeiðsmarknaðin, er endamálið bæði at gera rættarstøðu løntakaranna á arbeiðsmarknaðinum greiðari og at skapa størri gjøgnumskygni á arbeiðsmarknaðinum.

Tað eru fleiri bólkar av løntakarum, sum longu við lógaráseting ella millumparta avtalu í ávísan mun hava greiði á hesum viðurskiftum. Øll starvsfólk eru t.d. fevnd av starvsfólkalógini. Sjómenn eru fevndir av løgtingslógini um sjómenn. Og innan fyri tað almenna fer annars eisini fram ein útgreining av starvsfólkapolitikkinum, sum m.a. ásetir upplýsingaskyldur arbeiðsgevarans langt út um tey minstamørk, sum henda lógin ásetir.

Men í hesum førinum, sum í so nógvum øðrum, er tað ein bólkur - ein tann størsti bólkurin á arbeiðsmarknaðinum - sum er serliga illa fyri, og sum so at siga er uttan rættindi av hesum slagnum, sum lógaruppskotið snýr seg um. Tað eru tey tímaløntu. Kanska meir enn nakar annar bólkur hava tey átrokandi tørv á slíkari lóggávu sum hesari.

Við hesi lógini tryggjast øllum løntakarum somu rættindi, antin tey eru í almennari ella privatari tænastu, fastlønt ella tímalønt, faklærd ella ófaklærd, øllum teirra tryggjast nú eitt minstamark av týdningarmiklum upplýsingum um setanar- og arbeiðsviðurskifti teirra.

Í flestu grannalondum okkara eru galdandi lógir, sum á ymsan hátt verja løntakararnar í sambandi við starvssetan teirra.

Lóggávuvaldið í hesum londum hevur mett tað vera tørv á slíkum reglum, og uppskotsstillararnir halda, at tørvurin á slíkum verndarreglum er minst líka stórur – fyri ikki at siga uppaftur størri - í Føroyum sum í grannalondum okkara.

Fáur man vera ósamdur í, at tað er sjálvsagt og náttúrligt, at løntakarin fær allar tær týdningarmestu upplýsingarnar, sum hava atlit til starvssetan hansara, og at arbeiðsgevarin tí skal hava skyldu til at veita løntakaranum hesa upplýsing.

Fíggjarligar avleiðingar av lógaruppskotinum
Innan fyri tað almenna, bæði landið og kommunurnar, eru longu siðvenjur um hesi viðurskifti. Tað almenna fer tí ikki at hava útreiðslur í sambandi við, at lógin verður sett í gildi.

Viðmerkingar til tær einstøku lógargreinarnar

Viðv. § 1:
Eftir uppskotinum skal lógin verða galdandi fyri bæði løntakarar, sum eru settir í starv hjá tí almenna og á tí privata arbeiðsmarknaðinum.

Mett verður ikki, at neyðugt er, at lógin skal verða galdandi fyri persónar, sum eru fevndir av løgtingslógini um sjómenn, tí henda lóg hevur ymsar ásetingar, sum líkjast ásetingunum í hesum lógaruppskoti.

Í stk.2 verður hugtakið løntakari staðfest.

Í stk.4 verður ásett, at lógin er eitt minstamark, skilt á tann hátt, at møgulig avtala millum løntakara og arbeiðsgevara ella feløg teirra um, at arbeiðsgevarin ikki skal hava tær skyldur, sum lógin ásetir, er ógildug.

Viðv. § 2:
Í stk. 1 verður ásett, nær arbeiðsgevarin skal lata løntakaranum tær upplýsingar, sum lógin ásetir.

Í stk. 2 er yvirlit yvir tær upplýsingar, sum arbeiðsgevarin skal lata løntakaranum.

Í stk. 3 og 4 verður nærri tilskilað, hvussu arbeiðsgevarin kann lata løntakaranum tær upplýsingar, sum nevndar eru í stk. 2. Upplýsingarnar skulu gevast skrivliga, og nevnt verður, at arbeiðsgevarin kann geva tær í hesum skjølum:

  1. eini skrivligari váttan,
  2. eini arbeiðsavtalu
  3. einum setanarskrivi, ella
  4. einum ella fleiri skrivligum skjølum, har høvuðsparturin skal finnast í einum av hesum skjølum.

Talan er um javnbjóðis møguleikar, sum arbeiðsgevarin kann velja ímillum. Hinvegin kann arbeiðsgevarin ikki krevja, vísandi til hesa lógina, at løntakarin skal gera eina serliga arbeiðsavtalu við arbeiðsgevaran.

Viðv. § 3:
Henda lógargrein ásetir reglurnar, tá talan er um arbeiði uttanlands.

Í slíkum førum er tørvur á øðrum upplýsingum, sum skulu latast afturat teimum upplýsingum, sum nevndar eru í § 2, stk. 2.

Viðv. § 4:
Í hesari lógargrein verður ásett, hvørjar skyldur arbeiðsgevarin hevur, tá talan er um broytingar av viðurskiftum, sum nevnd eru í § 2, stk. 2, og § 3, stk. 1.

Um so er, at talan er um broytingar, sum eru grundaðar á lógarbroytingar ella broytingar í umsitingarligum ásetingum, viðtøkubroytingum ella høvuðssáttmálum, so verður arbeiðsgevarin mettur at hava lokið skyldur sínar, um hann vísir tilfarið, sum nevnt er í § 2, stk. 4, ella § 3, stk. 2.

Viðv. § 5:
Mett verður náttúrligt, at tað er gerðarrætturin, sum hevur heimild at tulka sáttmálar á tí ávísa økinum, sum skal hava heimild at taka støðu til, um arbeiðsgevarin hevur hildið upplýsingarskyldu sína ella ikki.

Í øðrum londum er tað serlig arbeiðsmarknaðar kærunevnd, sum hevur hesar heimildir. Tað er tó hvørki neyðugt ella ráðiligt av hesi grund at seta slíkan nýggjan kærustovn á stovn í Føroyum – vit hava eina vælvirkandi skipan við gerðarrætti, sum er vælegnað og før fyri at átaka sær hesa uppgávuna.

Um lógin skal fáa týdning á øllum økjum á arbeiðsmarknaðinum, er neyðugt at brot á lógina fær sektandi avleiðingar. Hildið verður, at rætt er at gera hetta á tann hátt, at arbeiðsgevararin skal gjalda løntakarnum eina ábyrgdarbót, um hesin ikki heldur upplýsingarskyldu sína.

Hildið verður, at hóskandi er, at hendan ábyrgdarbót í mesta lagi skal svara til 2 mánaðarlønir.

Viðv. § 6:
Hildið verður rætt, at ásett verður í lógini, frá hvørjum degi starvssetanaravtalur koma undir lógina.

Viðv. § 7:
Mett verður neyðugt, at lógin ikki bara skal vera galdandi fyri tær starvssetanir, sum verða gjørdar, eftir at lógin kemur í gildi, men at hon eisini rættiliga skjótt kemur at fevna um allar verandi starvssetanir. Tí skulu, eins og í líknandi lóggávu í øðrum londum, vera skiftisreglur, sum geva arbeiðsgevaranum eina longri og rímiliga freist at uppfylla upplýsingaskyldu sína mótvegis teimum løntakarum, sum longu eru í arbeiði, áðrenn lógin kemur í gildið.

1. viðgerð 26. januar 2000. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 14. mars 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 18. januar 2000, og eftir 1. viðgerð tann 26. januar 2000 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 10., 17. og 24. februar og tann 10. mars 2000.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við umboð fyri Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag/Vinnuhúsið.

Nevndin hevur frá Føroya Arbeiðsgevarafelag fingið tvey skriv viðvíkjandi málinum.

Nevndin hevur eftir viðgerðina av málinum býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin í nevndini (Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Ingi Olsen og Jákup Sverri Kass) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Hóast meirilutin ikki er ímóti skipaðum viðurskiftum í sambandi við starvssetanir, heldur hann tað vera óheppið, at tað verður lóggivið á økinum. Vandi er tá fyri, at skipanin verður ov stirvin og trupul at broyta og tillaga við tíðini. Eisini er meirilutin ímóti, at føroysk lóggáva verður sett í gildi, sum næstan orðarætt er ein endurtøka av einum ES direktivi. Meirilutin vísir harumframt á, at tað undir nevndarviðgerðini er komið fram, at Arbeiðsgevarafelagið einki hevur ímóti og eisini er til reiðar at fáa setanarviðurskiftini undir skipaðar karmar, og lóggáva skuldi tí ikki verið neyðug.

Minnilutin í nevndini (Henrik Old, Dan R. Petersen og Alfred Olsen) tekur undir við uppskotinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, men heldur, at ávísar broytingar tó eru neyðugar. Minnilutin vísir á, at nevndin undir viðgerðini hevur fingið ábending frá Arbeiðsgevarafelagnum um, at lógaruppskotið fevnir ov breitt. Mælt verður tí til at broyta uppskotið soleiðis, at tað kemur at fevna um løntakarar, sum eru settir í starv fyri tíðarskeið, sum er meira enn 2 mánaðir heldur enn 1 mánað, og har miðalarbeiðstíðin um vikuna er meira enn 16 tímar heldur enn 8 tímar. Mælt verður eisini til, at heimildirnar, sum sambært § 5 eru lagdar til sorinskrivarin, skulu vera hjá dómstólunum, og at brot á upplýsingarskylduna skal kunna hava við sær endurgjaldsábyrgd, heldur enn at ábyrgdarbót skal kunna verða áløgd.

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi:

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í § 1, stk. 1, og í § 2, stk. 1, verða orðini "ein mánað" broytt til "2 mánaðir", "8" verður broytt til "16".
  2. Í § 2, stk. 1, verða orðini "4 vikurnar" broytt til "8 vikurnar".
  3. Í § 3, stk. 1, verða orðini "ein mánað" broytt til "2 mánaðir".
  4. Í § 5, stk. 1, verða orðini "hevur Sorinskrivarin" broytt til "hava dómstólarnir".
  5. Í § 5, stk. 2, verða orðini "eina ábyrgdarbót" broytt til "eitt endurgjald".

2. viðgerð 16. mars 2000. Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndini fall 12-0-16. §§ 1-7 fullu 11-0-17. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.