Skattalóg - avskrivingar

 

41  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 21. januar, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m.

 

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 52 frá 29. desember 1971 um skattligar avskrivingar v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 4 frá 25. januar 1991, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 2, stk. 5, verður orðað soleiðis:
  2. "Stk. 5. Avskriving kann í mesta lagi vera 30% av avskrivingarbæra saldovirðinum. Er avskrivingarbæra saldovirðið áðrenn inntøkuársins avskriving 20.000 krónur ella lægri, kann upphæddin til fulnar verða drigin frá."

  3. Í § 3, stk. 1, verður "4.000" broytt til: "20.000".
  4. § 3, stk. 5, verður strikað
  5. § 4, stk. 1, verður orðað soleiðis:
  6. "Hevur tann skattskyldugi í inntøkuárinum selt eitt av teimum rakstrargøgnum, sum røtt er um í hesum kapitli, fyri peningauphædd, sum er minni enn útveganarpeningurin við frádrátti av skattligum avskrivingum, sum gjørdar eru í inntøkuárunum frammanundan, skal hann draga alt tílíkt próvført tap frá í skattskyldugu inntøkuni tað inntøkuár, tá selt verður. Saldovirðið eftir § 2 skal í hesum førum verða lækkað við tí óavskrivaða partinum av útveganarprísi rakstrargagnsins."

  7. Í § 5, stk. 3, verður "Landsstýrið" broytt til: "Toll- og Skattstova Føroya".
  8. Sum nýggj § 31a verður sett:

"§ 31a. Virksemið her á landi verður roknað sum hildið uppat, tá tann vinnurekandi hevur avhent sínar maskinur, rakstrargøgn, innbúgv o.a.
Stk. 2. Flytur tann skattskyldugi maskinur, rakstrargøgn, innbúgv o.a., sum hevur verið nýtt í skattskyldugum virksemi her á landi, til nýtslu uttanlands, verður slík flyting javnsett við sølu. Sølupeningur er virðið í vanligum handli um flutningsmundið."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 1-5, fær virknað frá 1. januar 2000.

Almennar viðmerkingar

Hóast ein bólkur, mannaður við embætisfólki og umboðum fyri vinnuna, situr og arbeiðir við at gera tilmæli um ábøtur á vinnuskattingina, er semja um, at neyðugt er at fremja nakrar broytingar í avskrivingarlógini beinanvegin.

Landsstýrið skjýtur tí við hesum upp at broyta avskrivingarlógina, so peningaliga markið fyri avskriving av smáognum verður hækkað úr 4.000 kr. ella lægri upp í 20.000 kr. ella lægri. Samstundis verður skotið upp viðvíkjandi saldoavskrivingum eftir 1. kapitli, at saldo áðrenn inntøkuársins avskriving upp á 20.000 kr. ella lægri kann avskrivast til fulnar. Eisini verður skotið upp at strika verandi avmarking upp á 50.000 kr. fyri smáognir fyrsta og annað inntøkuárið hjá nýggjum virkjum.

Fyri at fáa til vega samsvar millum roknskaparligar og skattligar avskrivingarreglur, verður skotið upp at broyta ta sokallaðu kompletterandi regluna í § 4, stk. 1, so tann skattskyldugi framyvir er tvungin at fylgja henni og ikki sum higartil, at tað stendur upp til hansara at gera av, um hann brúkar hesa reglu ella ikki.

Eftir verandi reglum kann landsstýrið, tá heilt serligar umstøður tala fyri tí, leingja freistina fyri javning av negativari saldo. Í verki fylgir landsstýrismaðurin at kalla altíð tilmælinum hjá Toll-og Skattstovuni, tá støða verður tikin til slíkar umsóknir. Fyri at minka um arbeiðsbyrðuna og fyri at stytta avgreiðslutíðina í slíkum málum skjýtur landsstýrið upp, at hesin myndugleiki verður fluttur til Toll- og Skattstovu Føroya.

Avskrivingarlógin hevur ikki reglur um, hvussu ognir skulu skattast, tá persónar ella feløg, sum hava rikið vinnuligt virksemi, flyta av landinum við slíkum ognum. Tá tørvur er á slíkum reglum, skjýtur landsstýrið við hesum nýggjar reglur upp, sum javnseta flyting av ognarlutum til nýtslu uttanlands, sum hava verið nýttir í skattskyldugum virksemi her á landi, við sølu, og at sølupeningurin er handilsvirðið um flutningsmundið.

Uppskotið verður ikki mett at hava munandi fyrisitingarligar avleiðingar við sær. Broytingarnar koma at ávirka inntøkuskattin nakað. Men væntandi verður nettoskattainntøkan ikki munandi broytt av hesum uppskoti.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar:

Til 1). Broytingin hevur við sær, at tá skattliga avskrivingarsaldoin fyri rakstargøgn o.a. áðrenn inntøkuársins avskriving er 20.000 kr. ella lægri, kann henda upphæddin dragast frá til fulnar. Henda broyting hevur beinleiðis samband við broyting nr. 2.

Til 2). Broytingin hevur við sær, at verandi mark upp á 4.000 kr. ella lægri fyri avskriving av smáognum verður hækkað til 20.000 kr. ella lægri.

Til 3). Broytingin hevur við sær, at ongar avmarkingar viðvikjandi avskriving av smáognum hjá nýbyrjaðum virkjum koma at vera framyvir.

Til 4). Broytingin hevur við sær, at tap í sambandi við sølu av rakstrargagni, sum kann avskrivast eftir kapitli 2, nú skal dragast frá tað árið, selt verður.

Til 5). Broytingin hevur við sær, at myndugleikin til at játta umsókn um at leingja freistina fyri javning av negativari saldo verður fluttur frá landsstýrismanninum til Toll-og Skattstovuna.

Til 6). Broytingin hevur við sær, at sett verður inn í avskrivingarlógina ein sokallað "exit-regla".

Í stk. 1 er ásett, at virksemið her á landi verður ikki roknað sum hildið uppat, fyrr enn maskinur, rakstrargøgn, innbúgv og aðrar ognir eru avhendar. Reglan hevur týdning fyri persónar undir fullari skattskyldu til Føroya, sum flyta uttanlands og í hesum sambandi gevast við virkseminum her á landi. Í slíkum førum hevur henda regla við sær, at persónurin kemur undir avmarkaða skattskyldu, inntil ognirnar hjá honum (virkinum) eru avhendar. Vinningur og afturvunnar avskrivingar kunnu sostatt skattast, hóast virksemið er hildið uppat, og eigarin frammanundan er sloppin undan fullari skattskyldu.

Stk. 2 ásetir, at tað verður javnsett við sølu, um tann skattskyldugi flytur maskinur, rakstrargøgn, innbúgv og aðrar ognir, sum hava verið brúktar í skattskyldugum virksemi her á landi, til nýtslu uttanlands. Sølupeningurin skal svara til handilsvirðið um flutningsmundið.

1. viðgerð 25. januar 2000. Løgtingsmálini nr. 41, 42 og 43/1999 viðgjørd undir einum. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 2. februar 2000 legði fram soljóðandi 

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 21. januar 2000 og eftir 1. viðgerð tann 25. januar 2000 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 26. januar og 2. februar 2000. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, umboð fyri Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

 

2. viðgerð 8. februar 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 10. februar 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 688-34/99
Fms.j.nr. 2540-5/91
Ll.nr. 19/2000 frá 14.02.2000