Skattalóg - lands- og kommunuskattur

 

42  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000, 21. januar, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

§ 1

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 23. apríl 1999, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 2, stk. 1, litra c, verða orðini "ella fyri at brúka ella hava rættin til at brúka ídnaðar, handils ella vísindaligan útbúna (m.a. leasing)" strikað.
  2. Í § 2, stk. 1, litra j, verður 2. pkt. orðað soleiðis:
  3. "Skip, tó ikki fiskiskip, sum eru skrásett við heimstaði í Danmark, Grønlandi ella øðrum landi, verða javnmett við skip, sum eru skrásett við heimstaði í Føroyum, um tey við ongari manning verða leigað av føroyskum reiðaravirki."

  4. Í § 3, stk. 5 verður "stk. 1 og stk. 2" broytt til: "stk. 2 og stk. 3".
  5. Í § 5, stk. 1, verður "teirra" broytt til: "síni".
  6. Í § 25b, stk. 1, verður "millum føroyska og útlendska havn og millum útlendskar havnir" broytt til: "millum føroyska og útlendska havn ella millum útlendskar havnir".
  7. § 29, nr. 13, verður orðað soleiðis:
  8. "13) barnaviðbót eftir § 10, hjálpar- og røktarviðbót eftir § 11, persónlig viðbót eftir § 12 og aldursviðbót eftir § 45 í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., veitingar eftir §§ 9, 15, 16, 17 og 18, barnaviðbót eftir § 13, stk. 1, persónligar viðbøtur eftir § 13, stk. 2, í lóg um almenna forsorg við seinni broytingum og barnagjald og onnur serlig gjøld, sum verða útgoldin sambært løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. við seinni broytingum."

  9. Eftir § 33, nr. 13, verður sett sum nýtt nr.:
  10. "14) Skattgjaldari, sum arbeiðir hjá føroyskum virki, har meginparturin av arbeiðinum verður gjørt í Føroyum fyri síðani at verða latið og sett upp uttanlands, men har sjálvt arbeiðið uttanlands ikki tekur so langa tíð, at treytirnar í nr. 12 eru loknar, kann eftir umsókn fáa frádrátt fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferða- og flutningsútreiðslur, meirútreiðslur til sjúkra- og vanlukkutryggingar í sambandi við tann partin av arbeiðinum, sum verður gjørt uttanlands. Landsstýrismaðurin ásetir frádráttarupphæddina og neyvari reglur fyri, hvussu frádrátturin verður veittur."

  11. Eftir § 35a verður sett:
  12. "§ 35b. Tá ið skattskyldug inntøka verður gjørd upp, verður sølupeningur fyri fiskidagar tikin við sum skattskyldug inntøka søluárið.

    Stk. 2. Keypspeningurin fyri fiskidagar kann dragast frá í skattskyldugu inntøkuni keypsárið."

  13. Í § 46, stk. 2, verður "oktober" broytt til: "desember".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 1, nr. 3-7 og nr. 9, fær virknað frá 1. januar 2000.

Almennar viðmerkingar

Broytingarnar, sum lagt verður upp til at gera í skattalógini hesaferð, eru partvíst nágreiningar, sum umsiting av reglunum hevur víst verða neyðugar, og partvíst ein fylgja av broytingum av øðrum lógum.

Allýsingin av royalty verður broytt soleiðis, at hon svarar til orðingina í norðurlendska tvískattasáttmálanum og seinasta OECD modellinum.

Reglurnar um avmarkaða skattskyldu í sambandi við inntøku frá skipi, sum ikki er skrásett í Føroyum, men við ongari manning er leigað av føroyskum reiðaravirki, verða gjørdar greiðari.

Í sambandi við broytingar á pensjónsøkinum er eisini neyðugt við broytingum í skattalógini soleiðis, at viðbøtur, sum eftir gomlu lógunum ikki skuldu skattast, heldur ikki verða skattaðar nú.

Løntakari, sum arbeiðir hjá føroyskum virki, sum framleiðir vørur til útflutnings, fær møguleika fyri at fáa frádrátt fyri meirútreiðslur í sambandi við arbeiði uttanlands. Teir persónar, sum her verður hugsað um, eru slíkir, sum arbeiða hjá framleiðsluvirkjum, har meginparturin av arbeiðinum verður gjørt í Føroyum til útflutnings. Tann parturin av arbeiðinum, sum fer fram uttanlands við m.a. at seta upp tað í Føroyum gjørdu framleiðslu, varir ofta ikki longri enn 2 til 3 vikur. Persónarnir lúka tískil ikki treytirnar fyri at fáa frádrátt eftir § 33, nr. 12. Føroysk virki fáa tí nakrar eykaútreiðslur í mun til t.d. danskar fyritøkur, har løntakarin hevur møguleika fyri at fáa frádrátt. Hesin frádráttur kundi verið við til at betra um kappingarføri hjá føroyskum fyritøkum, sum virka vørur til útflutnings.

Í sambandi við, at fiskidagar eru vorðnir umsetiligir, hevur spurningurin um skatting av søluinntøkuni tikið seg upp. Sum skattalógin er orðað í dag, er høvuðsreglan, at søla av fiskidøgum ikki skal roknast við í skattskyldugu inntøkana. Skotið verður upp, at inntøkan frá sølu av fiskidøgum verður gjørd skattskyldug í øllum førum. Hinvegin kann keyparin útreiðsluføra útveganarpeningin sum rakstrarkostnað útveganarárið.

Í sambandi við, at skeringsdagurin fyri skattaprosent og aðrar upphæddir, sum kommunurnar skulu áseta í flestu førum, er fluttur til 1. desember, verður skotið upp eisini at seta 1. desember sum skeringsdag í sambandi við áseting av barnafrádráttinum.

Annars er talan um nágreiningar og rættingar.

Mett verður, at uppskotnu broytingarnar hava ikki við sær meiri ella minni inntøkur til landskassan.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar

Til 1). Allýsingin av royalty verður broytt soleiðis, at hon samsvarar við allýsingina í norðurlendska tvískattasáttmálanum og seinasta OECD-modellinum. Tað verður lættari at arbeiða, tá bert ein allýsing er av royalty, og munur verður ikki gjørdur á norðurlendingum og øðrum.

Til 2). Sambært hesi broyting hevur persónur, sum fær inntøku frá einum og hvørjum skipi uttan fiskiskipi, sum av føroyskum reiðaravirki verður leigað til Føroya við ongari manning, avmarkaða skattskyldu til Føroya. Avmarkingin til ferðafólka- og farmaflutning verður tikin burtur, og sostatt verða eisini persónar, sum eru við skipi, sum er leigað av føroyskum reiðaravirki til brúk í sambandi við allan annan skiparakstur enn fiskiskap, fevnd av hesi reglu.

Til 3). Her er talan um eina rætting. Tá heimildin til at játta skattafrælsi varð flutt frá landsstýrismanninum til Toll- og Skattaráðið, var ætlanin, at avgerðirnar skuldu kunna kærast til Landsskattakærunevndina, men av misgáum varð skrivað stk. 1 og 2 í staðin fyri stk. 2 og 3. Hetta verður hervið rættað.

Til 4). Her er talan um eina málsliga rætting.

Til 5). Hetta er ein lógarteknisk broyting. Við orðingini, sum í dag stendur, verður kravt, at siglast skal millum føroyska og útlendska havn og millum útlendskar havnir. Ætlanin hevur helst ikki verið, at báðar treytir skulu verða loknar, og soleiðis hevur reglan eisini verið umsitin. Tí verður skotið upp at broyta orðingina soleiðis, at gjørt verður greitt, at neyðugt er ikki, at skipið skal sigla bæði millum føroyska og útlendska havn og millum útlendskar havnir, fyri at skattgjaldarin verður fevndur av hesi grein.

Til 6). Í sambandi við broytingar á pensjónsøkinum, sum vórðu framdar við løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a. er neyðugt at broyta hesa grein samsvarandi soleiðis, at viðbøtur, sum eftir gomlu lógunum ikki skuldu skattast, heldur ikki verða skattaðar nú.

Til 7). Teir persónar, sum her verður hugsað um, eru slíkir, sum arbeiða hjá framleiðsluvirkjum, har meginparturin av arbeiðinum verður gjørt í Føroyum til útflutnings. Tann parturin av arbeiðinum, sum fer fram uttanlands við m.a. at seta upp tað í Føroyum gjørdu framleiðslu, varir ofta ikki longri enn 2 til 3 vikur. Persónarnir lúka tískil ikki treytirnar fyri at fáa frádrátt eftir § 33, nr. 12. Føroysk virki fáa tí nakrar eykaútreiðslur í mun til t.d. danskar fyritøkur, har løntakarin hevur møguleika fyri at fáa frádrátt. Ætlanin er, at hesir persónar, eftir umsókn skulu fáa møguleika fyri at fáa frádrátt á sama hátt, sum persónar, fevndir av § 33, nr. 12.

Til 8). Í sambandi við, at fiskidagar eru vorðnir umsetiligir, hevur spurningurin um skatting av søluinntøkuni tikið seg upp. Fiskidagar verða mettir at vera eitt aktiv, og søla av hesum er skattafrí, sí høvuðsregluna í § 29, stk. 1, samanborið við § 27. Til tess at skatta søluna av fiskidøgum sambært § 27 krevst, at skattgjaldarin hevur sum vinnu at selja fiskidagar, ella at hann hevur útvegað sær fiskidagarnar til at selja aftur við vinningi. Sum skattalógin er orðað í dag, er høvuðsreglan soleiðis, at søla av fiskidøgum ikki skal roknast við í skattskyldugu inntøkuna. Skotið verður upp, at inntøka frá sølu av fiskidøgum verður gjørd skattskyldug. Keyparin kann hinvegin útreiðsluføra útveganarpeningin sum rakstrarkostnað útveganarárið.

Til 9). Í sambandi við, at skeringsdagurin fyri skattaprosent og aðrar upphæddir, sum kommunurnar skulu áseta, í flestu førum er fluttur til 1. desember, verður skotið upp eisini at seta 1. desember sum skeringsdag í sambandi við áseting av barnafrádráttinum.

1. viðgerð 25. januar 2000. Løgtingsmálini nr. 41, 42 og 43/1999 viðgjørd undir einum. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 15. mars 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 21. januar 2000 og eftir 1. viðgerð tann 25. januar 2000 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 26. januar, 2. februar, 9. februar, 16. februar, 17 februar, 1. mars, 8. mars og 13. mars 2000. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, umboð fyri Fíggjarmálastýrið, Toll- og Skattstova Føroya og Fiskimálastýrið. Eisini hevur nevndin, sambært § 33 í tingskipanini, havt fund við Klaus Rasmussen, ríkisgóðkendan grannskoðara.

Í uppskotinum skjýtur landsstýrið upp at gera nýggju broytingar í løgtingslógini um landsskatt og kommunuskatt.

Broyting nr. 1 snýr seg um at broyta allýsingina av "royalty", so samsvar verður millum allýsingina á norðurlandska tvískattasáttmálanum og nýggjastu OECD allýsingina.

Broyting nr. 2 snýr seg um skatting av manning á skipum sum føroysk reiðaravirki leiga til Føroyar uttan manning. Reglan kemur nú at umfata allan skiparakstur uttan fiskiskip.

Broyting nr. 3 snýr seg um eina rætting í lógini.

Broyting nr. 4 snýr seg um eina málsliga rætting.

Broyting nr. 5 er ein lógarteknisk broyting.

Broyting nr. 6 er ein fylgibroyting í samband við broytingar á pensjónsøkinum.

Broyting nr. 7 snýr seg um persónar, sum arbeiða í framleiðsluvikrkjum, sum framleioða til útflutnings, har meginparturin av arbeiðinum verður gjørt í Føroyum, meðan ein partur av arbeiðinum verður gjørt uttanlands.

Broyting nr. 8 snýr seg um skatting av sølu av fiskidøgum.

Broyting nr. 9 snýr seg um at fáa samsvar millum ásetingina av skattaprosentum og barnafrádrátti.

Fíggjarnevndin tekur undir við broytingaruppskotunum nr. 1 til nr. 7 og nr. 9.

Fíggjarnevndin hevur undir viðgerðini serliga roynt at lýsa uppskotið um skatting av fiskidøgum, broyting nr. 8 í uppskotinum.

Frá Fiskimálastýrinum hevur nevndin fingið hesa fyribilsuppgerð yvir umseting av fiskidøgum og kvotum í 1999:

Fiskidagar.
Bólkur 2 selt til bólk 2:

395 dg

Bólkur 2 selt til bólk 3:

10 dg

Bólkur 2 selt til bólk 4a:

33 dg

Bólkur 2 selt til bólk 4b:

70 dg

Bólkur 3 selt til bólk 2, 3,4a og 4b

eingir dg

Bólkur 4a selt til bólk 2:

0 dg

Bólkur 3 selt til bólk 3:

0 dg

Bólkur 4a selt til bólk 4a:

45 dg

Bólkur 4a selt til bólk 4b:

289 dg

Bólkur 4 b selt til 2:

0 dg

Bólkur 4 b selt til 3:

0 dg

Bólkur 4 b selt til 4a:

0 dg

Bólkur 4 b selt til 4b:

45 dg

   
Av kvotum eru umsettar higartil í 1999:
Makrelur

1.327 tons

Sild

4.962 tons

Lodna

4.100 tons

Rækjur við Eysturgrønland

18 tons

Ísland tilsamans

1145 tons

   

 

Fiskimálastýrið hevur upplýst, at í 1999 eru 6 skip keypt/seld og innganga í ein handil sambært § 8 í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Í samband við søluna av laksakvotuni til íslendingin Orra Vigfússon, hevur Fiskimálastýrið upplýst, at fyri tíðarskeiðið 1991 – 1994 var samlaða endurgjaldið kr. 14.089.437, meðan fyri árini 1995 til 1997 var endurgjaldið 1.859.977 USDollars. Upphædin er á hvørjum ári býtt millum skipini í felagnum Laksaskip. Harafturat er ein partur býttur til Fiskirannsóknarstovuna til at fíggja royndarfiskiskapin hjá Fiskirannsóknarstovuni eftir laksi. Upplýst er, at frá 1991-1995 varð býtt millum 13 skip, meðan í 1996 og 1997 varð býtt millum 10 skip.

Undir viðgerðini hevur nevndin fingið broytingaruppskot frá Fíggjarmálastýrinum, sum m.a. sigur:

Uppskot til broyting av § 35b:

  1. § 35b verður orðað soleiðis: "Tá skattskyldug inntøka verður gjørd upp, verður sølupeningur fyri veiðiloyvi, fiskiloyvi, fiskidagar, egnu kvotupartar og hjáveiðupartar sambært § 5 í lóg um vinnuligan fiskiskap tikin við sum skattskyldug inntøka søluárið.
  2. Stk. 2. Keypspeningurin fyri veiðiloyvi, fiskiloyvi, fiskidagar, egnu kvotupartar og hjáveiðupartar sambært § 5 í lóg um vinnuligan fiskiskap kann dragast frá í skattskyldugu inntøkuni keypsárið."

Í viðmerkingum sigur Fíggjarmálastýrið m.a.:

Ásannast má, at ivi hevur tikið seg upp, hvussu farast skal fram skattliga, tá fiskirættindi verða seld. Eingin ivi er um, at í teimum førum, har talan er um eina "leypandi" inntøku ella inntøku, ið stavar frá vanligum virksemi hjá virkinum, verður henda skattskyldug sambært § 25 í skattalógini. Sum dømi kunnu nevnast søla av fiskidøgum í eitt avmarkað tíðarskeið ella søla av rættindunum at fiska nøkur ávís tons av rækjum. Er talan hinvegin um sølu av fiskirættindum og loyvum, ið mugu roknast sum "immateriell" aktiv, er sølupeningurin ikki skattskyldugur sambært § 29 í skattalógini. Broytingin av grein 35b skal tryggja at øll fiskirættindi, ið verða seld, koma til skattingar.

Í upprunauppskotinum vóru bert fiskidagar tiknir við, men ásannandi at tað ikki bert eru fiskidagar, sum eru umsetiligir, men eisini til dømis veiðiloyvi og egnir kvotupartar, og at "fiskidagar" tí ikki er nøktandi, verður skotið upp, at sølupeningur fyri fiskirættindi sambært § 5 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap skal takast við sum skattskyldug inntøka. Sostatt verður søla av veiðiloyvum, fiskiloyvum, fiskidøgum, egnum kvotupørtum og hjáveiðupørtum skattskyldug inntøka."

Fíggjarnevndin bað Klaus Rasmussen, ríkisgóðkendan grannskoðara, um at ummæla uppskotið um skatting av fiskidøgum og tað nýggju orðingina, sum Fíggjarmálastýrið mælir til í sínum broytingaruppskoti. Í ummælinum verður m.a. sagt:

"Tann nýggja orðingin av lógaruppskotinum er víðkað soleiðis, at tað nú ikki bara fevnir um fiskidagar. Afturat fiskidøgum eru kvotur eisini nevndar. Harafturat fevnir uppskotið eisini um rættindi (fiskiloyvi og veiðiloyvi). Sum útgangsstøði er uppskotið tí nøktandi.

Lat okkum fyrst hyggja at spurninginum um fiskidagar/kvotur:

Sum áður nevnt, hevur tað higartil verið mín áskoðan, at søla av fiskidøgum og kvotum v.m. alla tíðina hevur verið skattskyldug fyri seljara og frádráttarheimilað hjá keypara. Hetta sjónarmið er enn rætt, um roknað verður við, at tað ikki er talan um sølu av eini ogn (§ 29 í skattalógini sleppur fylgjandi undan skattskyldu: "vinningur av sølu av ognum hjá hinum skattskylduga í tann mun, hann ikki sambært øðrum reglum í skattalóggávuni skal teljast við í skattskyldugu inntøkuna, ........."). Sjónarmiðið er einfalt tað, at tað snýr seg um eitt slag av leigu, har leiguinntøkan er skattskyldug og leiguútreiðslan er frádráttarheimilað.

Harnæst kunnu vit hyggja at rættindum (fiskiloyvi/veiðiloyvi):

Tá rættindi hava skift eigara, havi eg higartil bara verið úti fyri hesum fyrr í sambandi við sølu/keyp av skipum. Tá rættindi mær vitandi ikki kunnu seljast, hevur tað verið heilt náttúrligt, at allur søluprísurin verður settur í sambandi við skipið, og at eingin partur av søluprísinum verður settur í sambandi við rættindini (fiskiloyvi/veiðiloyvi).

Tá Toll & Skatt nú leggur fram uppskot til broyting av skattalógini, er tað sjálvsagt tí, at tey halda, at við avhending av kvotum/fiskidøgum/rættindinum sum útgangsstøði er talan um sølu av eini ogn, og at hetta tí higartil ikki hevur verið skattskyldugt. Um tað ikki hevði verið talan um sølu av eini ogn, hevði tað nevniliga ikki verið tørvur á nakrari broyting í skattalógini, tí "leiga" av rættindum, kvotum, fiskidøgum í so føri er skattskyldug út frá teimum almennu avgerðunum um skattskyldu í skattalógini.

Eftir míni sannføring er tann avgerandi luturin tí at staðfesta, um tað er talan um sølu, ella tað ikki er talan um sølu. Tær reglurnar, sum hava týdning, eru at finna í "Løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap" í §§ 14 og 15. Grein 14 er um fiskidagar, og grein 15 er um kvotur. Í aðrar mátar sýnast hesar greinar at vera einsljóðandi. Hvat viðvíkur rættindum (fiskiloyvi/veiðiloyvi) gevur lógin at síggja til ikki møguleika at keypa og selja hesi, meðan broytingaruppskotið frá Toll & Skatt júst sær út til at vera treytað av, at slíkur handil kann fara fram (?).

Um t.d. verður hugt eftir § 15 ("Løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap"), sær hon soleiðis út (bara stk. 1 og 2):

"§ 15 Egin kvotupartur, egin árskvota ella egin hjáveiðikvota kann umsetast upp til 10 ár í senn eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir. Umsetingin er treytað av, at partarnir lúka treytirnar, ásettar í § 13.
Stk. 2. Leigaður egin kvotupartur, egin árskvota ella egin hjáveiðikvota falla aftur til upprunaliga rættindahavaran aftan á leigumálið treytað av, at hann lýkur treytirnar, ásettar í § 12. Lýkur hann ikki hesa treyt, verður egin kvotupartur, egin árskvota ella egin hjáveiðikvota býtt millum fiskiførini, sum eru í sama kvotubýti. Fiskirættindi svarandi til seldar egnar kvotupartar, egnu árskvotu ella egnu hjáveiðikvotu verða løgd afturat rættindinum hjá fiskiloyvinum, hvørs eigari hevur keypt."

§ 16 sær t.d. soleiðis út:

"§ 16. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, á hvønn hátt egnir kvotupartar kunnu umsetast, verða leigaðir, ella læntir millum bólkar av fiskiførum og veiðihættir."

Orðingin er fullkomiliga ósamsvarandi og ógreið. Men eftir mínum tykki kann tað, ið hvussu er, verða sáddur greiður ivi um, hvørt tað eftir lógini verður gingið út frá at kunna fara fram søla av fiskidøgum og kvotum. Og eftir øllum at døma kann søla av fiskiloyvi/veiðiloyvi sum nevnt ikki fara fram beinleiðis – sjálvandi kann tað haraturímóti fara fram óbeinleiðis søla, um t.d. eitt fiskifar verður selt, og fiskirættindini "fylgja við", men tað er ein heilt onnur søga.

Um tað eftir galdandi reglum kann fara fram verulig søla av fiskidøgum/kvotum, so er tørvur á eini broyting í skattalógini fyri at gera slíka inntøku skattskylduga. Men um tað ikki kann fara fram verulig søla (og tí bert eitt slag av leigu), so er lógaruppskotið óneyðugt, og man hevur í staðin skapað sær ein nýggjan trupulleika.

Framløgan av lógaruppskotinum (og viðmerkingarnar) bera tó ein sterkan dám av grundgevingum skattavaldsins um, at beinleiðis søla kann fara fram, og at inntøkur frá sølu av fiskidøgum v.m. higartil ikki hevur verið skattskyldug (ið hvussu so er ikki í fullan mun). Í viðmerkingunum til tað broytta uppskotið verður tó drigið eitt sindur í land, tí her verður sagt, at "leypandi" søla av fiskidøgum/kvotum (í minni mun ?) altíð hevur verið skattskyldug, meðan søla av eini beinleiðis óevnisligari ogn (søla í størri mun -/- longri tíðarskeið ?) higartil ikki hevur verið skattskyldug. Hesar viðmerkingar eru eitt sindur mótsættar av tí upprunaliga broytingaruppskotinum.

Verður uppskotið samtykt, fer hetta heilt vist at hava við sær, at allur ivi um skattskyldu frameftir verður burtur. Men harafturímóti fara at verða ivaspurningar um ta higartil ("gomlu") skattasiðvenjuna. Tað fara t.d. at verða nógvir skattaborgarar, sum í tíðarskeiðnum, áðrenn uppskotið varð lagt fram, hava keypt/selt fiskidagar/kvotur/rættindir, og sum nú kunnu hugsast at fara at seta fram ynski um at fáa umlíknað sínar sjálvuppgávur. Í hvussu stóran mun kann eg ikki í hesi løtu siga nakað um.

M.a. fyri at sleppa undan óneyðugum trupulleikum er tað mín meting, at tað eigur at vera ein heilt klár tulking av ásetingunum í "Løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap", áðrenn man kann taka støðu til uppskotið um § 35 b í skattalógini. Kunnu rættindi (fiskiloyvi/veiðiloyvi) seljast og keypast? Kunnu fiskidagar/kvotur seljast og keypast ? Tað sýnist best hóskiligt, at eitt greitt svar er upp á hesar spurningar, áðrenn nýggjar skattalógarásetingar óbeinleiðis koma áðrenn eitt svar (rætt ella skeivt) upp á hesar meginspurningar. Eitt møguligt broytingaruppskot til skattalógina eftir hetta tekur støði í svarunum upp á teir settu spurningarnar."

Eisini hevur fíggjarnevndin biðið Fíggjarmálastýrið um ummæli av §§ 14 og 15 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Fíggjarmálastýrið sendi hesa umbøn víðari til Fiskimálastýrið, sum hevur svarað soleiðis:

"Vísandi til áheitan frá Fíggjarmálastýrinum viðvíkjandi eini útgreining av §§ 14 og 15 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum í sambandi við spurning frá løgtingsins fíggjarnevnd, hevur Fiskimálstýrið hesar viðmerkingar:

Sambært áheitanin frá Fíggjarmálastýrinum verður sagt, at har verður spurningurin frá Fíggjarnevndini skiltur á tann hátt, at Fíggjarnevndin heldur eina ávísa andsøgn vera millum stk. 1 og stk. 2 í §§ 14 og 15 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Nevndin er tí komin í iva, um orðingin "umsetast" skal skiljast sum søla ella leiga ella bæði tvey. Spurningurin verður tí svaraður út frá hesum.

Núverandi orðingar í § 14, stk. 1 og 2, og § 15, stk. 1 og 2, komu inn í lógina um vinnuligan fiskiskap við løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998. Ásetingarnar eru soljóðandi:

"§ 14. Fiskidagar kunnu umsetast upp til 10 ár í senn innan fyri hvønn undirbólk sær, ásettir sambært § 29, stk. 1. Umsetingin av fiskidøgum skal fara fram eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, og er treytað av, at partarnir lúka treytirnar, ásettar í § 13. Fyri umseting millum bólkar, har slík er loyvd, skulu reglurnar áseta tað lutfalsliga virði á fiskidøgum millum bólkarnar, grundað á veiðuevni.
Stk. 2. Leigaðir fiskidagar falla aftur til upprunaliga rættindahavaran aftan á leigumálið, treytað av, at hann lýkur treytina, ásett í § 12. Lýkur hann ikki hesa treyt, verða fiskidagarnir býttir javnt millum fiskiførini í viðkomandi undirbólki sambært § 29, stk. 1. Fiskirættindi svarandi til seldar fiskidagar verða løgd afturat rættindunum hjá fiskiloyvinum, hvørs eigari hevur keypt rættindini."

"§ 15. Egin kvotupartur, egin árskvota og egin hjáveiðukvota kann umsetast upp til 10 ár í senn eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir. Umsetingin er treytað av, at partarnir lúka treytirnar, ásettar í § 13.
Stk. 2. Leigaður egin kvotupartur, egin árskvota ella egin hjáveiðukvota falla aftur til upprunaliga rættindahavaran aftan á leigumálið, treytað av, at hann lýkur treytirnar, ásettar í § 12. Lýkur hann ikki hesa treyt, verður egin kvotupartur, egin árskvota ella egin hjáveiðukvota býtt millum fiskiførini, sum eru í sama kvotubýti. Fiskirættindini, svarandi til seldar egnar kvotupartar, egnu árskvotu ella egnu hjáveiðukvotu, verða løgd afturat rættindum hjá fiskiloyvinum, hvørs eigari hevur keypt."

Í almennu viðmerkingunum til uppskotið um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap verður sagt, at "bæði leiga og søla verður umfatað av hugtakinum "umseting". Greiður skilnaður verður gjørdur millum leigu og sølu. Við sølu verða rættindini endaliga avhendað keypara, men við leigu fella tey aftur til upprunaeigaran, um hann hevur fiskifar við veiðuloyvi, tá leigumálið er úti…"

Sum kunnugt verða fiskidagar ásettir sambært § 27 í lógini fyri eitt fiskiár í senn, t.v.s. frá 1. september til 31. august árið eftir.

Í løgfrøðiligari terminologi innan fyri obligatiónsrættin verður vanligari sagt, at hugtakið "umseting" merkir frí søla av t.d. einum skuldarbrævi ella partabrævi, um ikki avmarking er gjørd í umsetingini, t.v.s. endaligari sølu ella avhending.

Tað verður mett, at lógin um vinnuligan fiskiskap skilir í millum leigu og sølu, hóast tað ikki verður sagt beinleiðis, tí í §14, stk. 2 eru ásetingar um bæði leigaðar og seldar fiskidagar. Viðmerkingarnar siga harumframt greitt, at "umseting" skal skiljast sum bæði søla og leiga. Nakað annað er so, hvat tann veruligi skilnaðurin er, tí hóast viðmerkingarnar siga, at "við sølu verða rættindini endaliga avhendað keypara", so hava bæði § 14, stk. 1, 1. pkt. og § 15, stk. 1, 1. pkt. avmarkað umsetiligheitina til, at fiskidagar ella kvotur kunnu umsetast upp til 10 ár í senn.

Niðurstøðan er sostatt, at leiga av fiskidøgum kann fara fram í upp til 10 ár í senn, og at fiskidagar somuleiðis kunnu seljast í upp til 10 ár í senn. Hóast talan ikki er um endaliga avhending, so kann tað metast sum søla, tí sum nevnt omanfyri, verða fiskidagarnir ásettir av nýggjum á hvørjum ári fyri eitt fiskiár í senn."

Frá Toll- og Skattstovu Føroya hevur nevndin fingið hesa viðmerking viðvíkjandi orðingini av § 35 b í skattalógini:

"Fíggjarmálastýrið hevur í skrivi, dagfest 14. februar 2000, til fíggjarnevndina mælt til at broyta upprunaliga uppskotið til nýggja § 35 b í skattalógini.

Sum greitt frá í skrivinum, er tað fatan fíggjarmálastýrisins, at vinningur við sølu av immateriellum aktivum er ikki skattskyldug inntøka hjá seljara uttan so, at aktivið er keypt fyri at selja aftur við vinningi ella sølan av slíkum ognum fellur undir vinnu hansara (§ 27 í skattalógini). Í øllum øðrum førum skal vinningur við sølu av ognum hjá hinum skattskylduga ikki teljast við til skattskyldugu inntøkuna (§ 29, nr. 1, í skattalógini).

Fíggjarmálastýrið er av teirri fatan, at "umseting" av fiskirættindum, so sum tey eru lýst í uppskotinum til nýggja § 35b, eigur at verða roknað við til skattskyldugu inntøkuna uttan mun til um "umsetiligheitin" skal tulkast at verða lán, leiga ella søla. Áhugi fíggjarmálastýrisins í hesum máli er at tryggja, at slíkir "handlar" skattliga verða viðgjørdir á sama hátt í framtíðini, t.v.s. vinningurin verður taldur við til skattskyldugu inntøkuna, og ikki at leggja seg út í, hvussu lógin um vinnuligan fiskiskap verður tulkað.

Ein møgulig tulking av orðingunum í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap má gerast av teimum, sum hava gjørt uppskotið til hesa lóg, nevniliga Fiskimálastýrinum, tí teir vita helst best, hvat ætlanin var við uppskotinum í sínari tíð. Fíggjarmálastýrið heldur seg ikki verða rætta viðkomandi, tá tað kemur til at tulka lógir, sum Fiskimálastýrið fyrisitur."

Toll- og Skattstova Føroya sigur, at skrivið er lagt fyri Fíggjarmálastýrið, sum tekur undir við tí.

Aftan á at hava kannað skjøl og viðmerkingar frá Fíggjarmálastýrinum, Fiskimálastýrinum, Klaus Rasmussen og Toll- og Skattstovu Føroya er fíggjarnevndin komin til ta niðurstøðu, at sølupeningur fyri fiskidagar altíð hevur verið og framvegis er skattskyldug inntøka søluárið, tá ið skattskyldug inntøka verður gjørd upp, og at keypspeningurin fyri fiskidagar altíð hevur verið og framvegis kann dragast frá í skattskyldugu inntøkuni keypsárið. Nevndin er eisini av teirri áskoðan, at sama er galdandi fyri keyp og sølu av fiskikvotum, veiðiloyvum, fiskiloyvum, fiskidøgum, egnum kvotupørtum og hjáveiðupørtum, og er nevndin tí samd um at mæla løgtinginum til at strika § 1, nr. 8 í uppskotinum.

Samsvarandi hesum, tekur ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins við frammanfyri nevndu broyting og setir fram soljóðandi 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 1, nr. 8, verður strikað.

2. viðgerð 17. mars 2000. Broytingaruppskot frá fíggjarnevndini til § 1 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 21. mars 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 688-2/98
Fms.j.nr. 2540-5/91
Ll. nr. 43/2000 frá 24.03.2000